Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Leiðbeining
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 15-11-2017
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. november 2017Nr. 8001

Leiðbeining um góðkenning og treytir, tá tænastur verða keyptar til heimatænastu og eldrarøkt

 

1. Avmarkan og lógargrundarlag

1.1. Leiðbeiningin fevnir um keypsavtalur, treytir og góðkenningar tá tænastur verða keyptar til heimatænastu og eldrarøkt.

 

1.2. Viðkomandi reglur eru í § 3, stk. 2 og 3 og § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og kunngerð nr. 111 frá 18. juli 2017 um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum til heimatænastu, eldrarøkt o.a.

 

1.3. Sambært løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt o.a. eru kommunurnar at skilja sum kommunalt samstarv ella einstøk kommuna, sum umsitur heimatænastu, eldrarøkt o.a.

 

2. Heimild til at keypa tænastur

2.1. Til tess at liva upp til lógarfestar skyldur hava kommunurnar, sambært § 3, stk. 2 í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt, heimild at keypa tænastur frá øðrum kommunalum samstørvum, áhugafeløgum ella privatum veitarum.

 

2.2. Hóast landið ikki er nevnt í løgtingslógini, er landið ein almennur myndugleiki eins og kommunal samstørv. Ásetingin er ikki ætlað sum forðing fyri, at kommunur kunnu keypa tænastur frá eitt nú almannaverkinum og heilsuverkinum.

 

2.3. Móti kostnaði, kunnu kommunur lata aðrar veitarar standa fyri eitt nú mattænastu til heimabúgvandi borgarar ella at veita flutningstænastu, sum er knýtt at tilboðum innan eldrarøktina. Til ber eisini at keypa tøk røktarheimspláss frá øðrum kommunum, og hava kommunur serliga tænastu á ávísum øki, eitt nú endurmenning, meðan aðrar ikki hava hesa somu tænastu, kunnu kommunur keypa slíkar tænastur frá hvørjum øðrum.

 

3. Góðkenning av veitara

3.1. Áðrenn kommunur keypa tænastur, skulu tær góðkenna tænastuveitaran, sbrt. § 2 í kunngerð um góðkenning og treytir.

 

3.2. Endamálið við góðkenningini er at tryggja, at øll fyrivarni og atlit í sambandi við tænastuna verða tikin áðrenn tænastan verður keypt og veitt soleiðis, at vissa fæst fyri, at tænastan er í samsvari við almennar galdandi reglur og tænastustøðið hjá kommununum.

 

3.3. Neyðug loyvi og góðkenningar skulu fáast til vega, sbrt. § 2 í kunngerð um góðkenning og treytir.

 

3.4. Keypa kommunur mattænastu, eiga tær at tryggja, at neyðug loyvi eru fingin til vega, eitt nú møgulig góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

3.5. Hølisviðurskifti eiga at vera hóskilig til nýtta endamálið, sbrt. § 2, nr. 3 í kunngerð um góðkenning og treytir. Kommunurnar eiga at tryggja, at atkomuviðurskiftini eru í lagi. Atkoma uttandura og atkoma inn og úr hølunum eigur at verða skipað soleiðis, at øll kunnu nýta hølið ótarnað.

 

3.6. Keypa kommunur sjúkrarøkt, fysioterapi, ergoterapi o.a. frá privatum veitara, eiga kommunurnar eisini at tryggja sær, at veitarin hevur neyðuga løggilding frá almennum myndugleikum til at veita tænastuna. Heilsustarvsfólk eru fevnd av autorisatiónslógini og sálarfrøðingar av psykologlógini.

 

3.7. Reglurnar í kunngerð um góðkenning og treytir forða ikki fyri smidleika í mun til landafrøðilig og serføroysk viðurskifti. Her verður serliga hugsað um tey smáu plássini í Føroyum, har fjarstøðan millum ymsu økini kann gera tað torført at veita somu tænastu til allar borgarar í økinum. Sum dømi kann nevnast, at í staðin fyri, at matur verður fluttur frá meginøkinum til útoyggj til einstakar borgarar, ber til í samráð við borgaran, at keypa tænastu frá fólki í oynni, og eigur rúm at vera fyri tílíkum loysnum.

 

4. Tænastur, sum verða keyptar frá almennum myndugleikum

4.1. Keypa kommunur tænastu frá almennum myndugleika, eitt nú sjúkrahúsi, er ikki neyðugt at góðkenna veitaran, sbrt. § 3 í kunngerð um góðkenning og treytir. Í tílíkum føri, verður mett, at neyðug trygd er fyri, at tænastan lýkur lógarásett krøv í mun til góðkenningar og loyvir.

 

5. Keypsavtalur

5.1. Krav um skrivliga avtalu millum partarnar er bæði í § 17, stk. 2 í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt og í § 4 í kunngerð um góðkenning og treytir. Kravið í § 17, stk. 2 í løgtingslógini fevnir um gjald fyri tænastu, meðan § 4 í kunngerðini fevnir um treytir í sambandi við keyp av tænastum. Neyðugt er bert við eini avtalu heldur enn tveimum.

 

5.2. Kravið, um skrivliga avtalu um keyp av tænastum, hevur til endamáls at fyribyrgja, at munnligar avtalur verða gjørdar, sum ikki eru nóg víðfevnandi og nágreiniligar, og har trupult er at prógva, hvat er avtalað, skuldi ósemja tikið seg upp.

 

6. Treytir í sambandi við keyp av tænastum

6.1. Í § 4, stk. 2 í kunngerð um góðkenning og treytir eru tær treytir ásettar, sum kommunurnar eiga at taka hædd fyri, áðrenn tær keypa tænastur frá øðrum veitara.

 

6.2. Innihaldið í tænastuni

Kommunurnar eiga at vita nágreiniliga, hvørjar tænastur tær keypa. Tí skal avtalan hava greiðar ásetingar um innihaldið í tænastuni, sbrt. § 4, stk. 2, nr. 1 í kunngerð um góðkenning og treytir soleiðis, at eingin ivi er um, hvat tænastan fevnir um, eitt nú hvørt talan er um fast ella tíðaravmarkað búpláss, umlætting, dagtilhald o.s.fr., og hvat tænastan ikki fevnir um, eitt nú hvørjar dagar dagtilhaldið er stongt.

 

Kommunurnar seta fram krøv um góðsku til veitaran. Krøvini eiga at endurspegla tænastustøðið hjá kommununum, tá tað kemur til innihald og tænastuveiting. Krøv um góðsku eiga at vera saklig og ítøkilig, og ikki vera kappingaravlagandi.

 

6.3. Treytir fyri tænastuni

Avtalan skal fevna um, hvørjar treytir eru fyri tænastuni, sbrt. § 4, stk. 2, nr. 2 í kunngerð um góðkenning og treytir . T.d. kann nevnast:

1)   nær tænastan skal veitast, undir hesum hvussu ofta,

2)   hvar tænastan skal veitast, t.d. inni á røktarheimi, í heimi borgarans ella í privatum viðgerðarhøli,

3)   hvussu tænastan verður verður veitt, eitt nú um mattænastan skal heintast ella koyrast út,

4)   møguligar tryggingar í mun til tænasturnar, og

5)   handfaring av skjølum og trúnaðarupplýsingum, sí persóndátalógina.

 

6.4. Tíðarskeið

Avtalan skal fevna um tíðarskeiðið fyri keyptu tænastuna, sbrt. § 4, stk. 2, nr. 3 í kunngerð um góðkenning og treytir, eitt nú

1)   nær tænastan byrjar,

2)   nær tænastan endar, og

3)   nær tænastan skal endurskoðast.

 

6.5. Gjaldstreytir

Avtalan skal fevna um gjaldstreytir, sbrt. § 4, stk. 2, nr. 4 í kunngerð um góðkenning og treytir soleiðis, at partarnir vita nær, hvar og hvussu gjaldið skal rindast, eitt nú um goldið verður:

1)   eftir uppgerð ella mánaðarliga,

2)   hálvárliga ella árliga,

3)   frammanundan ella aftaná at tænasta er veitt.

 

6.6. Uppsøgn og broyting av avtalu

Avtalan skal fevna um treytir fyri uppsøgn og broyting av avtaluni, sbrt. § 4, stk. 2, nr. 5 í kunngerð um góðkenning og treytir, eitt nú:

1)   hvussu avtalan kann sigast upp ella broytast,

2)   mannagongd í sambandi við mishald av avtaluni, og

3)   nær avtalan skal endurskoðast.

 

6.7. Endamálið við tíðarfreistum fyri uppsagnum og broytingum í avtalum er, at partarnir fáa tíð til at fyrireika seg til broyttar umstøður, undir hesum at viðgera eina møguliga uppsøgn ella broyting, antin við nýggjum samráðingum við sama veitara ella við øðrum veitara. Við hesum fáa kommunurnar eisini tíð til boða borgarum frá møguligum broytingum í tænastuni.

 

7. Minstu ásetingar

7.1. Ásetingarnar í § 17, stk. 2 í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt og ásetingarnar í kunngerðini um góðkenning og treytir eru minstu krøv til, hvat avtalur um keyp av tænastum skulu fevna um. Avtalurnar kunnu sostatt eisini fevna um onnur viðurskifti.

 

 

Almannamálaráðið, 15. november 2017

 

Eyðun Mohr Hansen (sign.)

aðalstjóri