Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2010Nr. 8001
Leiðbeining til ásetingar um markamót sbrt. § 18 b, stk. 5 og 6 um hjálparráð í forsorgarlógini og sbrt. §§ 7 og 8 í kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010 1)
Eftir § 18 b í forsorgarlógini kann stuðul verða veittur til ymisk hjálparráð. Stuðul verður veittur eftir § 18 b, stk. 1 og er lógarásetingin soljóðandi:
“§ 18 b. Stuðul verður veittur til hjálparráð til persónar við virkistarni orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, um hesi:
1) eru neyðug fyri at vera í arbeiði,
2) munandi bøta um varandi avleiðingar av sjúkuni/brekinum, ella
3) munandi lætta um gerandisdagin í heiminum.”
Hugtakið hjálparráð fevnir um hópin av tólum og lutum, sum verða nýtt til at bøta um likamligt ella sálarligt brek ella sjúku, ið hava við sær skerdan virkisførleika.
Hjálparráð, ið kunnu endurnýtast eru hjálpartól, ið verða veitt sum útlán.
Við hjálparráð sambært § 18 b er at skilja, bæði kropsborin hjálparráð sum t.d. brillur, hoyritól, ymiskar protesur og serligur fótbúni, men eisini um hjálpartól, ið verða veitt til útláns, sum t.d. samskiftisútgerð, røktarsengur og ymisk flutningstól.
Tá ið talan er um brek ella varandi sjúku, er treytin fyri at fáa stuðul sambært hesi grein, at talan er um varandi tørv. Hetta skal skiljast soleiðis, at útlit ikki eru til, at heilsuviðurskiftini fara at betrast, og at tað tí frameftir fer at vera varandi tørvur á at bøta um brekið/sjúkuna. Stuðul kann tí ikki latast til fyribils nýtslu av hjálparráðum sambært nevndu lógaráseting.
Samanumtikið eru treytirnar sambært forsorgarlógini, at talan skal vera um brek ella varandi sjúku, ið hava við sær varandi tørv á hjálparráðnum til tey endamál, sum eru nevnd omanfyri undir pkt. 1 – 3. Harumframt verður víst til aðrar treytir sambært § 18 b í forsorgarlógini og sambært kunngerð um nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010.
Stuðulsrættindi sambært aðrari lóggávu
Umframt oman fyri nevndu treytir, er tað eisini ein grundleggjandi fortreyt fyri at fáa stuðul til hjálparráð sambært forsorgarlógini, at stuðulsrættindi og stuðulsmøguleikar sambært aðrari lóggávu eru troyttir.
Stuðul sambært forsorgarlógini er einstaklingastuðul til útreiðslur, sum tann einstaki annars sjálvur skuldi goldið fyri. Tað ber tí ikki til at veita stuðul eftir forsorgarlógini til útreiðslur til tænastur, ið verða veittar sambært aðrari lóggávu og sum sambært aðrari lóggávu er ásett at vera ókeypis.
Fyri at ivi ikki skal vera um hesa grundreglu, er ásett í § 18 b, stk. 6, at stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið verður nýtt í virksemi hjá myndugleikum. Hetta merkir, at stuðul ikki verður veittur sambært forsorgarlógini til hjálparráð, ið verða nýtt í tænastuveiting til borgaran, eitt nú í sambandi við viðgerð, røkt og undirvísing, ið aðrir myndugleikar hava ábyrgdina av. Galdandi lóggáva ásetur, at tað er ókeypis í Føroyum at fáa ávikavist sjúkrahúsviðgerð, heimasjúkraviðgerð og røkt og undirvísing. Í tann mun goldið verður fyri heimahjálp og røkt er tað ásett í øðrum reglum. Í stk. 5 nevndu lógaráseting er eisini ásett, at stuðul til hjálparráð verður ikki veittur til innbúgv og útgerð til persónar á stovni ella sambýli, tó undantikið persónligt tillagað hjálparráð.
Ásetingar um markamót eru í samsvari við meginregluna um sektorábyrgd, ið merkir, at hvør einstakur myndugleiki hevur skyldu til at tryggja, at tænasturnar, ið verða veittar almenninginum, eisini eru tøkar og tillagaðar persónum, ið hava brek, og við hesum hevur viðkomandi myndugleiki eisini ábyrgdina av at rinda útreiðslurnar av at fremja tænastuna.
Avgerandi er, at samanhangur er millum vald og gjald, soleiðis at samband er millum fakligu og fíggjarligu ábyrgdina hjá teimum ymisku myndugleikunum. Soleiðis at skilja, at tað skal vera sami myndugleiki, sum fakliga ávísir stuðulin, sum eisini fíggjarliga heftir fyri útreiðsluni.
Kunngerðin um stuðul til hjálparráð fevnir ikki um stuðul til heilivág ella til útgerð at nýta til heilivág.
Viðmerkjast skal, at serstøk vegleiðing er um hjálparráð sambært forsorgarlógini annars.
Við hesi vegleiðing verða oman fyri nevndu lógarásettu markamót ítøkiliggjørd soleiðis, at ábyrgdarbýtið millum myndugleikarnar á økinum er greitt.
Markamót til virksemi hjá myndugleikum
Forsorgarlógin, § 18 b: Stk. 6: Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið verður nýtt í virksemi hjá myndugleikum.
Kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010: § 8. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið myndugleiki nýtir í virksemi sínum, herundir eisini grundútbúnað, sum er neyðugur fyri at fremja virksemi. Stk. 2. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í sambandi við viðgerð og eftirviðgerð, ið sjúkrahús hevur ábyrgdina av. Tó verður stuðul til hjálparráð veittur til terminalsjúklingar, tá hesir eru í heiminum. Stk. 3. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í sambandi við heimasjúkraviðgerð og røkt. Stk. 4. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta til skipaði endurvenjingartilboð. Stk. 5. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í undirvísing og øðrum námsfrøðiligum virksemi.
|
Stuðul til hjálparráð sambært forsorgarlógini verður ikki veittur til:
- viðgerð, yvirlit 1
- heimasjúkuviðgerð og røkt, yvirlit 2
- endurvenjing, yvirlit 3
- undirvísingarvirksemi og annað námsfrøðiligt virksemi, yvirlit 4
1. Hjálparráð til viðgerð
Kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010:
§ 8. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið myndugleiki nýtir í virksemi sínum, herundir eisini grundútbúnað, sum er neyðugur fyri at fremja virksemi. Stk. 2. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í sambandi við viðgerð og eftirviðgerð, ið sjúkrahús hevur ábyrgdina av. Tó verður stuðul til hjálparráð veittur til terminalsjúklingar, tá hesir eru í heiminum.
|
Frá sjúkrahúsum hava persónar, sum búgva her á landi, sambært lóg um sjúkrahúsverkið, rætt til ókeypis viðgerð. Hesin rættur til viðgerð fevnir eisini um viðgerð uttanlands eftir reglum, sum eru ásettar av visitasjónsnevndini.
Sjúkrahúsverkið eigur at tryggja at allur útbúnaður er til taks í sambandi við:
◦ sjúkrahúsviðgerð
◦ viðgerð uttanlands og
◦ fyribils hjálp til at klára seg í gerandisdegnum, til viðgerðin er at enda komin, og sjúklingurin er blivin frískur aftur
Sum dømi um útbúnað kunnu nevnast koyristólar, røktarsengur, kokustólar, høkjur, bein- og armskinnarar og líknandi.
Fyri at kunna viðgera fyri sjúku og varðveita úrslit av viðgerðini, er í nógvum førum neyðugt við serligum hjálparráðum til viðgerð. Útreiðslur av viðgerðartólum og útgerð at nýta til tílík tól, sum eru sjúkuviðgerðartól, eru ikki hjálparráð sambært forsorgarlógini, sjálvt um amboðini kunnu samanberast við hjálparráð og eisini fylgja sjúklinginum heim.
Hjálpar- og viðgerðartól til sjúkuviðgerð, eru tey tól, sum sjúklingurin verður útgjørdur við av sjúkrahúsi ella av serlækna, tá tólini eru
◦ liður í viðgerð á sjúkrahúsi/hjá serlækna
◦ liður í framhaldi av viðgerð aftaná útskriving, sum er sett í verk á sjúkrahúsi/hjá serlækna við tí endamáli framhaldandi at betra tað úrslit, sum er fingið við sjúkrahúsviðgerðini, ella at forða fyri at úrslitið av viðgerðini versnar.
Dømir um hjálparráð til viðgerð:
* Innopererað viðgerðartól:
Hjálpartól og útgerð, sum verður innopererað sum liður í viðgerð á sjúkrahúsi, t.d.:
◦ pacemaker
◦ endoprotesa
◦ trachealkanylur.
◦ sondur, t.d. Mickey sonde knapsondur sum verða innopererað.
* Viðgerðartól:
Hjálparráð og útgerð, sum verða ávíst av serlækna sum liður í viðgerð á sjúkrahúsi ella
sum framhald av viðgerð (nýtslan hjá sjúklinginum er vanliga undir eftirliti av sjúkrahúsi/serlækna til støðan er støðug, sjúklingurin hevur fingið undirvísing í nýtslu av tólinum á sjúkrahúsi, nýtsla sjúklingsins er undir ávísum eftirliti av sjúkrahúsi/serlækna) t.d.:
◦ lungaviðgerðarútgerð, t.d. C-pap íroknað filtur, slangur og maskur
◦ orthosur (bein- og armskinnarar)
◦ ilttól (oxygenkoncentratiónstól) og ilt
◦ ymsar maskur: hudson (iltviðgerð og til astma heilivág), peep, pari-boy (til anding, forstøving v.m.) inhalatorar vm.
◦ insulinpumpur
◦ infusiónspumpur og –útgerð
◦ kompressiónspumpur, t.d. Lympha Press Mini o.a. við tilhoyrandi útgerð
◦ respiratorar og respiratorútgerð til heimabrúk, t.d. silicone cuff
◦ dialysutól
◦ dialysuposar
◦ tól fyri svøvnapnø við tilhoyrandi útgerð
◦ gastrostomi sonda
◦ sondupumpur og onnur sonduútgerð (t.d. tracheostomy)
◦ trykkmadrassir til pínulindring
* Hjálparráð til fyribils nýtslu:
Hjálpartól og útgerð, sum sjúklingurin eftir meting sjúkrahúsins hevur tørv á, meðan hann bíðar eftir sjúkrahúsviðgerð og beint aftaná viðgerð (fyribils nýtsla), t.d.:
◦ albogastavar
◦ høkjur
◦ koyristólar
◦ røktarsengur
◦ kokustólar
◦ wc-hækkarar
◦ mobilitetshjálpartól.
◦ bein- og armskinnarar
2. Hjálparráð til heimasjúkuviðgerð og røkt
Kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010:
§ 8. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið myndugleiki nýtir í virksemi sínum, herundir eisini grundútbúnað, sum er neyðugur fyri at fremja virksemið.
Stk. 3: Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í sambandi við heimasjúkraviðgerð og røkt.
|
Stuðul verður ikki veittur sambært forsorgarlógini til hjálparráð til heimasjúkraviðgerð og røkt.
Tá ið persónur fær sjúkraviðgerð og røkt í heiminum, nýta røktarstarvsfólk ymisk hjálparráð (amboð, tilfar og útgerð) í hesum arbeiði.
Sambært lóg nr. 88 um heimasjúkrasystratænastu frá 1997 fevnir tænastan um allar persónar í landinum, og røktin verður veitt uttan kostnað fyri brúkaran. Sambært kunngerð nr. 106 um heimasjúkrasystratænastuna frá 1997 fevnur arbeiðið hjá heimasjúkrarøktarfrøðingum m.a. um sjúkrarøkt, herundir sjúkuviðgerð eftir læknaávísing.
Tað er Nærverkið, sum umsitur heimahjálp og heimasjúkrarøkt. Stuðul verður ikki veittur til niðanfyri nevndu røktarútgerð til virksemið hjá Nærverkinum, sjúkrahúsum ella møguligum øðrum myndugleikum.
Vanliga er talan um sjúkrarøktarútgerð, sum verður útvegað frá goymslu hjá sjúkrahúsi.
* Hjálparráð til sjúkraviðgerð og røkt er t.d.:
◦ stomiposar og stomirøktarútgerð
◦ katetur og kateturøktarútgerð
◦ urinposar
◦ undirløg
◦ stikkløk
◦ sondupumpur
◦ sondukost
◦ sárrøktartilfar
◦ handskar
◦ kanylur
◦ blæur
◦ gastrostomi sonda
◦ føðslutilskot, proteindrykkur o.l.
3. Hjálparráð til endurvenjing
Kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010:
§ 8. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið myndugleiki nýtir í virksemi sínum, herundir eisini grundútbúnað, sum er neyðugur fyri at fremja virksemið.
Stk. 4: Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta til skipaði endurvenjingartilboð.
|
Venjing av sjúklingum undir innleggjan á sjúkrahúsi er ein integreraður partur av sjúkrahúsveitingini, og tey viðgerðartól ella hjálparráð, sum verða nýtt í hesum virksemi, skulu útflýggjast og fíggjast av sjúkrahúsverkinum.
Í tann mun talan yvirhøvur er um endurvenjingartilboð, ið sjúkrahúsverkið veitir, so er tað eisini ábyrgdin hjá sjúkrahúsinum at rinda útreiðslur til hjálparráð at nýta í hesum sambandi.
Í tann mun Nærverkið veitir endurvenjingartilboð, so er tað Nærverkið, ið rindar útreiðslur av hjálparráðum, ið skulu nýtast í hesum sambandi.
Almannastovan veitir stuðul til hjálparráð til viðlíkahaldsvenjing í tann mun tann einstaki sjálvur venur heima. Hesin stuðul verður latin tá venjingartilboð ikki eru skipað undir sjúkrahúsverkinum og Nærverkinum.
4. Hjálparráð til undirvísing og annað námsfrøðiligt virksemi
Kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010:
§ 8. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið myndugleiki nýtir í virksemi sínum, herundir eisini grundútbúnað, sum er neyðugur fyri at fremja virksemið.
Stk. 5. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í undirvísing og øðrum námsfrøðiligum virksemi.
|
Persónlig tillagað hjálparráð
Stuðul verður veittur sambært forsorgarlógini til persónlig tillagað hjálparráð, ið eru fyritreyt fyri, at ein persónur, ið ber brek, yvirhøvur kann virka í gerandisdegnum, t.d. koyristólur, hoyritól, blindastavur o.t. Herundir kemur eisini telda, ið er røddin hjá viðkomandi í øllum samskifti við umverðina. Hetta eru hjálparráð, sum viðkomandi vanliga hevur við sær, har hann er, eisini í skúla, øðrum undirvísingarstovni, dagstovni, frítíðarskúla v.m.
4.1 Undirvísing
Stuðul verður ikki veittur sambært forsorgarlógini til hjálparráð, sum eru neyðugur partur av grundútbúnaðinum á undirvísingarstaðnum og eru fyritreyt fyri, at ein næmingur ella lesandi, ið ber brek, kann vera, koma til og frá og koma runt innanhýsis á staðnum. Heldur ikki verður stuðul veittur til neyðug hjálparráð at nýta í undirvísingini sum fyritreyt fyri, at ein næmingur ella lesandi, ið ber brek, kann fylgja undirvísingini og fáa sama burturúr sum næmingar/lesandi, ið ikki bera brek.
Í førum kann eitt serútgjørt hjálpartól, sum er játtað sambært forsorgarlógini til nýtslu í heiminum, flytast ímillum heim og undirvísingarstað og neyðugt er tí ikki við dupultari játtan. Í teimum førum, har hetta ikki kann lata seg gera, má undirvísingarstaðið útvega neyðuga tólið, t.d. sergjørdan stól, standistativ, ”reiður” ella líknandi – møguliga við at leiga frá Almannastovuni/Hjálpartólamiðstøðini.
*Hjálparráð til grundútbúnað:
Undirvísingarmyndugleikin hevur ábyrgd av, at staðið er útgjørt soleiðis, at til ber at fremja undirvísingina, herundir at grundútbúnaðurin er tillagaður teim lærarum og næmingum, sum til eina og hvørja tíð hava tilknýti til undirvísingarstaðið t.v.s. at
◦ atkoma til og frá skúlanum og millum eindir í skúlanum (skúlastovur, vesi, serstovur, fimleika- og svimjihøll o.a.) og
◦ innrætting av skúlastovum og øðrum rúmum
er lagað til serliga tørvin hjá næmingum/lesandi, ið bera brek.
Til grundútbúnaðin hoyra hjálparráð, sum t.d:
◦ rampa
◦ lyft
◦ styðjuhandtøk
◦ vanlig borð og stólar, ið kunnu stillast í hædd (t.d. skrivstovustólar)
◦ serútgerð, t.d. hoyrnaútgerð, ljósútgerð til blind, lyft, skiftibrík o.a.
◦ telesleingja
*Hjálparráð til undirvísing:
Undirvísingarmyndugleikin hevur skyldu til at útvega ta undirvísingarútgerð, herundir serlig hjálparráð (amboð, -miðlar og –útgerð), sum eru neyðug fyri at eisini næmingar og lesandi, ið bera brek, kunnu fylgja undirvísingini og fáa gagn av henni.
Hjálparráð til undirvísing, kunnu alt eftir hvørjir næmingar og lærarar til eina og hvørja tíð eru knýttir at skúlanum t.d. vera:
◦ telda
◦ standard og serligt tekstviðgerðarforrit
◦ tastaturerstatningar
◦ upplesingaramboð
◦ diktafon og skannari
◦ sjónøkingarforrit
◦ skermlesari (syntetisk tala)
◦ serligt skrivi- og tekniamboð
◦ hondmikrofon
◦ kommunikator (fyri hoyritól)
◦ telduryggsekkur
Viðmerkingar
Fólkaskúlin
Fólkaskúlin skal sambært lóg nr. 125 um fólkaskúla frá 1997 bjóða øllum børnum 9 ára grundskúla, umframt eitt 10. ár. Í § 4 er ásett, at næmingar, ið hava tørv á serligum tiltøkum, ella sum ikki fáa nøktandi úrslit í vanliga undirvísingartilboðnum, fáa serundirvísing og/ella sernámsfrøðiligan stuðul. Sernámsfrøðilig ráðgeving skal veitast skúlum, foreldrum o.ø., ið varða av næmingum í fólkaskúlanum.
Sambært § 21, stk. 1 í fólkaskúlalógini skal undirvísingin, herundir val av undirvísingarhættum, undirvísingarmiðlum og undirvísingarevnum, leggjast soleiðis tilrættis, at hon røkkur endamálsgrein skúlans. Undirvísingin skal vera lagað til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Sambært § 23 í somu lóg, skulu neyðugir undirvísingarmiðlar ókeypis latast næmingunum til nýtslu.
Ein partur av sernámsfrøðiliga stuðlinum hjá fólkaskúlanum er at tryggja, at næmingur, ið ber brek, hevur atgongd til tey hjálparráð, sum honum tørvar í undirvísingini. Eitt nú lesi-, talu-, samskiftis- og hoyritøknilig amboð og telduforrit til orðblind, deyv, blind o.o. og skrivitøknilig amboð og telduforrit til rørslutarnað. Ein annar partur av sernámsfrøðiliga stuðlinum er at vegleiða, meta um, royna og læra næmingin at brúka hjálparráð, umframt at vegleiða og læra foreldur og lærarar at nýta viðkomandi hjálparráð. Í tann mun, brúk er fyri tí, kann Hjálpartólamiðstøðin, ið hevur servitan um ymisk hjálparráð til útbúnað og serliga samskiftis- og aðra tøkni, vegleiða skúlamyndugleikum um hesi hjálparráð.
Samanumtikið hevur skúlaverkið ábyrgdina av útvegan og játtan av hjálparráðum, og harvið bæði fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av undirvísingaramboðum so sum teldum, telduforritum v.m., ið hava undirvísingarlig/menningarlig endamál. Eisini er tað skúlaverkið, ið hevur ábyrgdina av at rinda útreiðslurnar av serkønari ráðgeving og vegleiðing um kunningar- og samskiftistøkni til innlæringarendamál.
Miðnámssskúlar
Eins og fólkaskúlin hevur eisini miðnámsskúlin ábyrgd av, at næmingur, sum hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp orsakað av sálarligum ella likamligum breki, fær ta hjálp honum tørvar. Sernámsfrøðiligi stuðulin verður skipaður av viðkomandi skúla í samráð við Sernámsdepilin. Hetta sambært kunngerð nr. 94 um sernámsfrøðiligan stuðul til næmingar við likamligum ella sálarligum breki frá 2000. Skúlarnir, ið eru fevndir av kunngerðini, eru studentaskúlar, HF-skeið og skúlar við SIT-, FHS-, yrkis- og hægri handils- og tøkniútbúgvingum.
Skúlin hevur ábyrgdina av, at lagda virkisætlanin verður fylgd, soleiðis at brekið í minst møguligan mun forðar næminginum í at fylgja undirvísingini. Í samstarvi við SND ger skúlin kostnaðarætlan fyri sernámsfrøðiligu stuðulstiltøkini, íroknað kostnaðin av hjálpartólum og hjálparmiðlum og søkir Mentamálaráðið um játtan til sernámsfrøðiligu tiltøkini.
Undirvísing til vaksin
Viðvíkjandi undirvísing av vaksnum annars, er tað fyriskiparin av undirvísingartilboðnum, ið hevur ábyrgdina av at fáa til vega neyðug hjálpartól til innlæringarendamál.
4.2 Annað námsfrøðiligt virksemi
Annað námsfrøðiligt virksemi umfatar dagstovnar og frítíðarskúlar. Børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, og hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð, skulu vera tillagað teirra tørvi – hetta sambært § 5 í dagstovnalógini.
Sambært § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini umfatar sernámsfrøðiligi stuðulin eisini børn, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, umframt foreldur og onnur, ið varða av hesum børnum. Ein partur av sernámsfrøðiliga stuðlinum er vegleiðing um hjálparráð, ið eru neyðug sum partur av grundútbúnaðinum ella í námsfrøðini annars á stovninum/skúlanum.
* Hjálpartól til grundútbúnað
Somu reglur eru galdandi fyri annað námsfrøðiligt virksemi sum fyri undirvísing. Sí undir 4.1. partin um hjálpartól til grundútbúnað.
* Hjálparráð í námsfrøðini
Kommunali myndugleikin hevur skyldu til at útvega ta útgerð, sum er neyðug fyri at eisini børn, ið bera brek, kunnu fáa gagn av námsfrøðiliga tilboðnum í dagstovni ella frítíðarskúla.
Hjálparráð í námsfrøðiliga tilboðnum kunnu vera tilfar og hjálpartól, ið hava til endamáls at stuðla menning barnsins, herundir eisini við atliti til skúlabyrjan, og kunnu, eftir hvørji børn til eina og hvørja tíð eru knýtt at stovninum/skúlanum t.d. vera: ◦ serútgjørdar leikur at menna hugtaksverðina hjá barninum
◦ serlig tekni- og skriviamboð at menna fínmotorikk hjá barninum
◦ serlig ljós, litir v.m. at menna sjónsbrek
◦ serlig telduforrit at menna mál, har serligur tørvur er
◦ telda fyri at kunna nýta serlig námsfrøðilig forrit
◦ heingikoyggjur í sambandi við SI-trupulleikar
◦ “kúlustólar” (SI)
4.3. Sernámsfrøðiligar fyriskipanir
Í hesum sambandi fevna sernámsfrøðiligar fyriskipanir um serskúlar og annað sernámsfrøðiligt virksemi, umframt stuðulsfólkaskipanir fyri børn og vaksin.
Myndugleikin, ið varðar av einari av hesum serligu fyriskipanum, hevur skyldu til at tryggja, at fyriskipanin er innrættað og løgd til rættis samsvarandi tørvinum hjá einstøku brúkarunum. Í teimum førum, serliga tiltakið fer fram heima, er ásetingin tó ikki galdandi í tann mun, at hjálparráðið er ein sjálvsagdur partur av heiminum. Víst verður annars til pkt. 5 um hugtakið grundútbúnað í mun til serstovnar og serfyriskipanir.
5. Hjálparráð til persónar á stovnum og sambýlum
Forsorgarlógin, § 18 b: Stk. 5: Stuðul verður ikki veittur til innbúgv og útgerð til persónar á stovni ella sambýli. Tó verður stuðul latin til persónligt tillagað hjálparráð til persónar á stovni ella sambýli.
Kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010: § 7. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, sum eru til felags nýtslu til persónar á stovni ella sambýli ella til útgerð og innbúgv, sum er at meta sum grundútbúnaður á viðkomandi stovni ella sambýli. Stk. 2. Stuðul verður tó veittur, tá ið talan er um persónligt tillagað hjálparráð, og hesi bert verða nýtt av tí einstaka og verða tikin við, tá ið viðkomandi uppiheldur sær uttan fyri stovnin ella sambýli. Stk. 3. Koyristólur, ið skal lagast til tann einstaka, og sum tann einstaki hevur tørv á størsta partin av degnum, er at meta sum persónligt tillagað hjálparráð sbrt. stk. 2.
|
Stuðul verður ikki latin eftir forsorgarlógini til grundútbúnað á stovnum ella sambýlum. Við stovnar og sambýli er at skilja: Sjúkrahús, ellis- og røktarheim, bústovnar, serstovnar, eldrasambýli, sambýlir til fólk við serligum tørvi, serligar stuðulsskipanir o.l.
Hugtakið um grundútbúnað í hesum sambandi, skal skiljast í mun til hvørjum endamáli fyriskipanin er upprættað til. Er endamálið við stovninum at veita hjálp og røkt til eldri, avlamin og sjúk, so er tað stovnurin sjálvur, ið rindar útreiðslur til útgerð, ið er neyðug fyri at veita hesa tænastu.
Grundútbúnaður kann allýsast sum tann útgerð sum hoyrir til t.d. sjúkrahús, røktarheim, serstovn ella sertilboð, sum er neyðug fyri at reka stovnin samsvarandi endamálinum. Um tørvur er á persónligt tillagaðum hjálpartóli til einstaka búfólkið – eitt nú av koyristóli - er hjálpartólið at meta sum eitt persónligt hjálpartól, sum stuðul kann latast til sambært forsorgarlógini.
Til grundútbúnaðin á stovnum/sambýlum, ið veita tænastu til røktarkrevjandi persónar hoyra umframt atkomuviðurskiftir øll hjálpartól, sum kunnu brúkast av fleiri persónum. Talan er um grundútbúnað á tílíkari fyriskipan, tí tólini kunnu brúkast av fleiri persónum, uttan at nøkur tillaging skal gerast í hvørjum einstøkum føri:
* Hjálparráð til felags nýtslu/grundútbúnaður:
◦ flytiútbúnaður
◦ telesleingja
◦ lyftir
◦ wc-hækkarar
◦ kokustólar
◦ hvílistólar
◦ røktarsengur
◦ vanligir koyristólar (ikki sertilagaðir)
◦ gangihjálpartól
◦ vanlig trýstsársfyribyrgjandi útgerð o.l., sum ikki skulu vera gjørd til tann einastaka.
* Atkoma: Viðvíkjandi stuðulsfyriskipanum, so er tað avvarðandi myndugleiki, ið hevur ábyrgdina fyri, at atkomuviðurskiftini sum heild bæði innan og uttandura eru í lagi, evt. við hjálp av lyftum, rampum v.m.
6. Leiguskipan hjá Hjálpartólamiðstøðini
Hjálpartólamiðstøðin kann mótvegis leigugjaldi leiga útgerð til virksemi hjá myndugleikum og til stovnar og sambýli, tá ið stuðul ikki kann veitast sambært forsorgarlógini. Víst verður til rundskriv um leiguskipan hjá Hjálpartólamiðstøðini.
Gildiskoma
Henda vegleiðing kemur í gildi 1. apríl 2010 samstundis sum lógarbroyting og kunngerð nr.
18 um stuðul til hjálparráð frá 2010 kemur í gildi.
Almannamálaráðið, tann 26. mars 2010
Vinarliga
Eyðun Mohr Hansen
Hallbera Fríða West
1) Tikin av eftir áheitan, tann 30. mai 2023, frá aðalstjóranum í almanna- og mentamálaráðnum. Mál nr. 23/12309