Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. januar 2004Nr. 8001
Leiðbeining - Frágreiðing viðvíkjandi sáttmálanum í Evroparáðnum um mannarættindi og lívlæknafrøði
Familju- og heilsumálaráðið hevur gjørt eina frágreiðing til Løgmansskrivstovuna, sum lýsir, hvussu hesin millumlandasáttmálin er arbeiddur inn í føroyska lóggávu. Av tí at hetta er eitt áhugavert evni, verður henda kunning send út. Vit taka fegin ímóti viðmerkingum ella kjaki um hesi evni.
Undirtøka í Føroyum
Føroyska lóggávan um lívlæknafrøðiliga siðalæru og sjúklingarættindi hava støði í, at ásetast skulu nakrir karmar, har metast kann um spurningar um lívlæknafrøðiliga siðalæru. Hesir karmar verða fastlagdir út frá meginregluni um sjálvsavgerðarrætt fyri ta einkulta menninskja. Viðgerðir og royndir við menniskjum, mugu bara fara fram samsvarandi meginreglunum um kunnaðum samtykki.
Føroyar hava eina fjøltáttaða og nágreiniliga heilsulóggávu. Av føroyskum lógum, sum eru við til at fremja endamálið í millumlandasáttmálanum, kunnu nevnast:
− ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om patienters retsstilling”
− ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter”
− ” Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ligsyn, obduktion og transplantation”
Undirtøkan í Føroyum av millumlandasáttmálanum hevur við sær eina skyldu til at laga føroyska lóggávu/fyrisitingarliga siðvenju eftir ásetingum í millumlandasáttmálanum, soleiðis at veruliga rættarreglunýtslan ikki er í stríð við ásetingarnar í millumlandasáttmálanum. Eru ivamál hesum viðvíkjandi, skulu tær føroysku reglurnar tulkast á ein hátt, sum so vítt gjørligt er í samsvar við millumlandasáttmálan.
Innihaldið í millumlandasáttmálanum
Millumlandasáttmálin er fyrsti altjóða sáttmáli, ið ásetur almennar meginreglur og skipanir til at verja menniskjur í sambandi við menningina innan lívlæknafrøðiliga vísindi. Yvirskipaða endamálið er at verja einstaka menniskja móti misnýtslu í sambandi við viðgerð og gransking.
Millumlandasáttmálin inniheldur ásetingar viðvíkjandi m.a.
− Krav um kunnað samtykki í sjúklingaviðgerðini
− Atgongd til heilsuveitingar á líka fóti
− Verju av aldursómyndingum og vaksnar ikki luttøkuførum persónar, herímillum sinnissjúk
− Rætt til skjalainnlit í heilsuupplýsingar
− Forboð móti mannamuni orsakað av íleguarvi
− Tálmandi reglur við nýtslu av ílegukanningum
− Forboð móti at nýta eftirgjørdan gitnað við tí endamáli at velja barnsins kyn, undantikið tá sleppast kann undan álvarsomum arvaligum kynsbundnum sjúkum
− Verju av persónum, sum luttaka í gransking
− Reglur fyri gøgntransplantatión frá livandi gagngeva
− Forboð móti vinnuligari nýtslu av lívgøgnum v.m.
Støðan fyri íverksetan í føroyskum rætti
Niðanfyristandandi er yvirlit yvir støðuna í sambandi við mannagongdina at seta í verk ásetingarnar í millumlandasáttmálanum við støði í omanfyristandandi umframt teimum ymisku kapittlunum í millumlandasáttmálanum.
Kapittul II - Samtykki
Kapittul II inniheldur fleiri nágreiniligar ásetingar um kunning og samtykki í sjúklingaviðgerðini.
Hetta kravið um kunnað samtykki er í føroyskum rætti tryggjað samsvarandi ásetingunum í ”patientrettighedslovens” §§ 6-7.
Viðvíkjandi aldursómyndingum er hetta ásett í ”værgemålsloven (Lov nr. 277 fra 30. juni 1922, som ændret ved Lov nr. 14 af 18. januar 1982) og patientrettighedslovens” § 8 um kunnað samtykki til viðgerð fyri tey 15-17 ára gomlu.
Viðurskifti viðvíkjandi vaksnum ikki luttøkuførum persónum eru ásett í § 9 í ”patientrettighedsloven”.
Viðurskifti hjá teimum sálarsjúku eru somuleiðis ásett í ”patientrettighedsloven” §§ 8-10, meðan ”sindssygeloven (Lov nr. 118 af 13. april 1938 om sindssyge personers hospitalsophold, som senest ændret ved lov nr. 225 af 7. juni 1972)” ikki umrøður heimild til tvingsilsviðgerð.
Viðvíkjandi neyðrættarligari viðgerð er hetta í føroyskum rætti á sama hátt sum í donskum rætti, tryggjað við ”patientrettighedslovens” § 10 um bráfeingis viðgerðartørv, sum skal síggjast í samanhangi við ”lægelovens” § 7, stk. 1, og ”straffelovens” §§ 250 og 156.
Tá talan er um fyrilit fyri áður settum ynskjum hjá einum sjúklingi viðvíkjandi læknaligari uppílegging, borin fram av sjúklingi, sum á ta løtuna, tá uppíleggingin fer fram, ikki sjálvur er førur fyri at bera síni ynski fram, er hetta í føroyskum rætti regulerað í ”patientrettighedslovens” §§ 17-18 um lívstestamentir og fyrisitingarligu ásetingunum, ið hoyra hartil.
Kapittul III - Privatlívið og atgongd til upplýsingar
Í art. 10, stk. 1, í millumlandasáttmálanum verður ásett, at øll eiga rætt til virðing fyri privatlívi sínum í sambandi við upplýsingar um teirra heilsustøðu.
Í føroyskum rætti er meginreglan um virðing fyri privatlívinum at finna aftur í galdandi reglum um tagnarskyldu hjá heilsustarvsfólkum og øðrum í m.a. ”lægeloven, straffeloven, forvaltningsloven og personoplysningsloven.” Síðsnevnda lógin verður fyrisitin av Dátueftirlitinum og umrøður trygd í sambandi við skráseting av viðkvomum persónsupplýsingum.
Her eigur at umhugsast, um fylgjandi donsku lógir ikki eiga at setast í gildi fyri Føroyum við kongligari fyriskipan: ”Lov om brug af helbredsoplysninger m.v. på arbejdsmarkedet, Lov om forsikringsaftaler og Lov om tilsyn med firmapensionskasser (forbud mod anvendelse af visse helbredsmæssige oplysninger ved tegning m.v. af forsikringer og pensioner)”.
Kapittul IV – Tann menniskjansligi arvurin
Sambært art. 11 er einhvør mannamunur ímóti einum persóni, grundað á arvafrøðiligar fylgjur, bannaður. Endamálið er at forða fyri, at úrslit av íleguroyndum verður amboð fyri ógrundaðum mannamuni.
Meginreglan er enn ikki gjøgnumførd í føroyskum rætti, á sama hátt sum reglurnar um nýtslu væntaðum íleguroyndum í art. 12 heldur ikki eru innførdar í føroyskum rætti.
Ásetingarnar um forboðini móti eftirgjørdum gitnaði í art. 13 og 14 eru heldur ikki innførdar í føroyskum rætti. Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum hevur í mars 2003 tó sent út eina leiðbeining til Landssjúkrahúsið í Tórshavn um fruktbarheit og eftirgjørdan gitnað, sum ikki stríðir ímóti
millumlandasáttmálanum.
Løgtingið kann samtykkja, at tann danska ”Lov nr. 460 af 10. juni 1997om kunstig befrugtning i forbindelse med lægelig behandling, diagnostik og forskning m.v.” verður galdandi fyri Føroyar.
Til henda lóg er sett í gildi, skulu vísindaligar granskingarætlanir viðvíkjandi tí menniskjaliga arvinum góðkennast av Vísindasisemisnevndini smb. ”lov om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter”, har roknast má við, at verkætlanir, ið snúgva seg um tey í art. 13 og 14 nevndu viðurskifti, ikki verða góðkendar.
Eitt uppskot til løgtingslóg um gransking av mannaílegum er gjørt og verður væntandi lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
Kapitel V - Vísindaliga gransking
Hetta kapittlið fevnir um eina røð av avgerðum, sum hava til endamáls at verja persónar, sum luttaka í lívlæknafrøðiligari gransking. Her er talan um meginreglur, sum í Føroyum eru tryggjaðar við persónsupplýsingarlógini og av Vísindasisemisnevndini, ið hevur uppgávuna at meta um allar lívlæknafrøðiligar granskingarætlanir, sum ætlanin er at fara undir her í landinum.
Kappittul VI - Burturtøka av vevnaði og gøgnum frá livandi gøgngevum við vevnaðarflutningi fyri eygað
Endamálið við hesum kapittlinum er at fastleggja karmarnar fyri verju av livandi gøgngevum í sambandi við burturtøku av gøgnum ella vevnaði.
Økið er regulerað við ”Lov nr. 246 af 9. juni 1967 om udtagelse af menneskeligt væv m.v. som senest ændret ved Lov nr. 313 af 10. juni 1976 og Anordning nr. 268 fra 20. april 2001 om ikrafttrædelse for Færøerne af lov om ligsyn, obduktion og transplantation m.v.”
Sambært upplýsingum fer vevnaðarflutningur fram í Føroyum í samsvari við art. 19 í millumlandasáttmálanum og galdandi rætt.
Kravið í art. 20, stk. 2, nr. 4, um góðkenning frá einum myndugleika verður mett at vera lokið, um galdandi rættur verður fylgdur, smb. serliga ”Anordning nr. 268 fra 20. april 2001 om ikrafttrædelse for Færøerne af lov om ligsyn, obduktion og transplantation m.v.” og almenna eftirlitinum hjá Landslæknanum við tí heilsufakliga virkseminum.
Kapittul VII – Forboð ímóti fíggjarligum vinningi og burturbeining av pørtum av menniskjalikaminum
Art. 21 ásetur, at mannnalikamið í síni heild, sum so ikki eigur at elva til fíggjarligan vinning.
Fyri føroyskan rætt finnst meginreglan í ”Anordning nr. 268 fra 20. april 2001 om ikrafttrædelse for Færøerne af lov om ligsyn, obduktion og transplantation m.v”, § 19, stk. 3
Kapittul VIII – Brot á ásetingarnar í millumlandasáttmálanum
Í art. 23-25 eru ásetingar um skyldu hjá pørtunum at veita hóskandi løgfrøðiliga verju, um brot verður framt á ásetingarnar í millumlandasáttmálanum.
Hesar reglur eru í Føroyum tryggjaðar við teimum ymisku kæruskipanunum til Landslæknan og ”Sundhedsvæsenets Patientklagenævn”.
Niðurstøða
Familju- og heilsumálaráðið er av teirri fatan, at ásetingarnar í millumlandasáttmálanum eru væl ávegis at verða settar í verk í føroyskum rætti og í fyrisitingini.
Føroyska undirtøkan av millumlandasáttmálanum kundi verið ment við, at Løgtingið samtykkir tað nýggja uppskotið til løgtingslóg um gransking í mannaílegum, umframt leggur dent á, at ikki er loyvt at nýta viðkvæmar persónsupplýsingar í sambandi við mál viðvíkjandi starvssetan, gransking og pensión.
Í løtuni er eftirlitið við misnýtslu tó rímiliga væl tryggjað í galdandi føroyskari lóggávu tí tvífaldaða eftirlits- og góðkenningarvirkseminum hjá ávíkavist Dátueftirlitinum og Vísindasisemisnevndini.
Aibritt á Plógv (sign.)
aðalstjóri
/ Kim Pagels (sign.)