Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Leiðbeining
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 01-07-2015
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

1. juli 2015Nr. 8002

Vegleiðing til kunngerð um fíggjarligt frípláss

 

Henda vegleiðing greiðir nærri frá ásetingunum í kunngerð nr. 88 frá 17. juni 2009 um fíggjarligt frípláss, sum seinast broytt við kunngerð nr. 89 frá 29. mai 2015.

 

Alment

Endamálið við reglunum um fíggjarligt frípláss er at tryggja, at øll foreldur skulu hava fíggjarligan møguleika fyri at fáa børn síni ansaði á kommunalum dagstovni ella dagrøkt.

Kunngerðin gevur foreldrum, ið hava eitt inntøkugrundarlag (inntøka tillagað talinum av heimabúgvandi børnum undir 18 ár), ið liggur undir ásetta markinum, rætt til fult ella partvíst fíggjarligt frípláss.

 

Fíggjarligt frípláss kann játtast, um umsøkjari prógvar, at inntøkugrundarlagið hjá húski umsøkjarans er lægri enn inntøkumarkið fyri fíggjarligum fríplássi.

 

Landsstýrismaðurin kunngerð á hvørjum ári inntøkumarkið, og hvussu nógv fíggjarligt frípláss kann játtast tí ávísa inntøkugrundarlagnum.

 

Inntøkumark/útrokningarupphædd

Inntøkugrundarlagið, sum avgerð um fíggjarligt frípláss skal grundast á, er skattskylduga inntøkan hjá húski umsøkjarans og skattafrí inntøka umroknað til skattskylduga inntøku sambært viðkomandi upprokningarfaktori í § 3, stk. 4, lækkað við eini upphædd, ið svarar til vanliga barnagjaldið eftir lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., fyri hvørt heimabúgvandi barn undir 18 ár.

 

Um foreldrini búgva saman, og barnið býr hjá teimum, er tann skattskylduga inntøkan at skilja, sum tann samlaða inntøkan hjá báðum foreldrunum.

 

Búgva foreldrini ikki saman, er tann skattskylduga inntøkan at skilja sum inntøkan hjá tí av foreldrunum, har barnið er skrásett at búgva. Er viðkomandi foreldur gift ella livir saman við øðrum persóni, er skattskylduga inntøkan at skilja sum samlaða skattskylduga inntøkan hjá hesum báðum. Eitt møguligt barnagjald telur við sum inntøka.

 

§ 3 í kunngerðini allýsir inntøku og skal skiljast soleiðis:

 

1.      Skattskyldug inntøka sambært skattalógini er at skilja sum øll fult skattskyldug inntøka, herundir inntøka hjá einum løntakara og inntøka hjá einum, sum rekur egið virki. Hjá einum, sum rekur egi virkið, verða vørur v.m., sum eigarin tekur úr virkinum til egna nýtslu ásettar í virði sambært § 26 í skattalógini.

 

2.      Inntøka, ið er heilt ella partvíst skattafrí er at skilja sum eitt nú FAS-inntøka, DIS-inntøka og onnur útlendsk inntøka, sum ikki er fult skattskyldug í Føroyum. Eisini inntøkur hjá fiskimonnum, sum hava serligar skattafrádráttir eru umfataðar.

 

3.      Barnaviðbót í sambandi við pensjón.

 

4.      Barnagjald ásett sambært lóg um rættarstøðu barnanna.

 

5.      Lestrarstuðul er at skilja sum ein hvør stuðul í sambandi við útbúgving, bæði føroyskur og útlendskur stuðul, óansæð um stuðulin verður útgoldin av einum almennum stuðulsstovni, einum  grunni ella fyritøku.

 

6.      Vinningur, ið er skattskyldugur sambært kapitalvinningsskattalógini, er at skilja sum allur nettovinningur, harundir rentuinntøka, vinningsbýti o.l.

 

7.      Leiguinntøka er at skilja sum ein hvør inntøka, ið stendst av leigu, herundir útleigan av íbúð.

 

Aðrar almennar veitingar, ið ikki eru inntøkur ella koma í staðin fyri inntøkur, eitt nú serligt barnaískoyti sambært lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, skulu ikki skiljast sum inntøkur og skulu tískil ikki takast við í inntøkugrundarlagið.

 

Meginreglan er, at tað er skattskylduga inntøkan seinast farna skattaár (inntøkuár) ásett av líkningarmyndugleikunum, ið verður løgd til grund, tá útrokningarupphæddin verður funnin. Fíggjarligt frípláss kann tó verða játtað, grundað á eina væntaða útrokningarupphædd, um inntøkan í árinum broytist munandi (vegleiðandi: meira enn 10 %), samanborið við seinasta farna skattaár.

 

 

Dømi 1: Par við tveimum heimabúgvandi børnum undir 18 ár

 

 

 

 

Skattskyldug inntøka

 

 kr. 300.000

At draga frá: 2 ferð 12.996 (barnaupphæddin)

 

 kr.   25.992

Útrokningarupphædd

 

 kr. 274.008

 

 

 

 

Egingjaldið er 30 % av fullum gjaldi1

 

Umrokning av skattafríum inntøkum

 

Í sambandi við uppgerð av inntøkugrundarlagnum, skal skattafrí inntøka umroknast, soleiðis at henda kann samanberast við vanliga skattskylduga inntøku. Á henda hátt javnsetast foreldur, sum hava skattafría inntøku við foreldur, sum hava vanliga skattskylduga inntøku, tá møguleikin fyri fíggjarligum fríplássi skal troytast.

 

Dømi um ikki skattskyldugar inntøkur eru DIS-inntøka, barnagjald og. Tað eru tríggir frymlar, ið verða brúktir til umrokning – treytað av skattskyldugu inntøkuni. T.v.s. at fyrst er neyðugt at kanna, hvørja skattskylduga inntøku umsøkjari hevur aftrat skattafríu inntøkuni.

 

1.         Skattskylduga inntøkan er 65.000 kr. ella hægri

2.         Skattskylduga inntøkan er millum 30.000 kr. og 65.000 kr

3.         Skattskylduga inntøkan er 30.000 kr. ella lægri.

 

Til nr. 2 og 3 skal fyrst roknast eitt nettoinntøkugrundarlag, sum skal umroknast til brutto (umroknast til skattskyldugt). Til nr. 1 (tá inntøkan er 65.000 kr. ella hægri), er einans talan um umrokning (t.v.s. ikki er neyðugt at rokna eitt nettoinntøkugrundarlag).

 

 

Umrokna nettoinntøkugrundarlag til brutto (skal bara brúkast tá umsøkjari hevur skattskylduga inntøku, sum er lægri enn 65.000 kr.

 

Er nettoinntøkugrundarlagið 28.750 kr. ella lægri, skal nettoinntøkugrundarlagið faldast við 1,04

 

Er nettoinntøkugrundarlagið millum 28.750 og 54.900 kr. verður nettoinntøkugrundarlagið faldað við 1,34, og síðani verður 8.500 drigið frá.

 

Er nettoinntøkugrundarlagið 54.900 kr. ella hægri, verður nettoinntøku-grundarlagið faldað við 1,83, og síðani verður 35.400 drigið frá.

 

 

Til nr. 1 - skattskylduga inntøkan er 65.000 kr. ella hægri

 

Hjá teimum við skattskyldugari inntøku hægri enn 65.000 kr. skal skattafría inntøkan faldast við 1,83. Hetta kann t.d. vera persónar á arbeiðsmarknaðinum, sum móttaka eitt barnagjald, ella tað kann vera fyritíðarpensjónistur, ið fær eina barnaviðbót.

 

 

Dømi 2: Stakur við 1 barni

 

 

 

Samlað skattskyldug inntøka

 kr. 260.000

Ikki skattskyldug inntøka

 kr.    12.996

Ikki skattskyldug inntøka umroknað: 12.996*1,83

 kr. 23.783

Umroknað inntøka

 kr. 283.783

At draga frá: 1 ferð 12.996 (barnaupphæddin)

 kr. 12.996

Útrokningarupphædd

 kr. 270.787

 

 

 

Egingjaldið er 26 % av fullum gjaldi

 

Hjá persónum, ið hava skattskylduga inntøku, sum er lægri enn 65.000 kr., er umrokningarhátturin øðrvísi. Her kann t.d. talan vera um lesandi ella persónar við DIS-inntøku.

 

Til nr. 2 – skattskylduga inntøkan er millum 30.000 kr. og 65.000 kr.

 

Í hesum førum skal fyrst roknast eitt nettoinntøkugrundarlag, sum hareftir verður umroknað til skattskylduga inntøku eftir einum serligum frymli, sum sæst í boksini á síðuni frammanfyri.

Nettoinntøkugrundarlagið verður um skattskylduga inntøkan er millum 30.000 kr. og 65.000 kr. roknað soleiðis:

 

Samlaða nettoinntøkan + (skattskylduga inntøkan faldað við 0,75) + 6.300

Dømi

 

Skattskyldug inntøka er 40.000 kr. og skattafrí inntøka er 70.000 kr.

 

Nettoinntøkugrundarlagið er: 70.000 + (40.000 faldað við 0,75) + 6.300 = 106.300 kr.

 

Tær 106.300 kr. skulu umroknast til skattskylduga inntøku (sí eisini boks á síðuni frammanfyri) . Av tí at upphæddin er hægri enn 54.900 skal hon faldast við 1,83 og 35.400 dragast frá. T.v.s. at útrokningarupphæddin er:

 

106.300 falda við 1,83 frároknað 35.400 = 159.129 kr. (evt. eisini lækka við eini upphædd svarandi til vanliga barnagjaldið fyri hvørt heimabúgvandi barni yngri enn 18 ár.

 

Til nr. 3 – skattskylduga inntøkan er 30.000 kr. ella lægri

 

Er skattskylduga inntøkan 30.000 kr. ella lægri, skal eisini fyrst roknast eitt nettoinntøkugrundarlag, sum síðani skal umroknast til brutto sambært boksini á síðuni frammanfyri.

 

Samlaða nettoinntøkan + (skattskylduga inntøkan faldað við 0,96)

Dømi

Skattskyldug inntøka er 10.000 kr. og skattafrí inntøka er 40.000 kr.

Nettoinntøkugrundarlagið er: 40.000 kr. + (10.000 faldað við 0,96) = 49.600 kr.

 

Tær 49.600 kr. skulu umroknast til skattskylduga inntøku. Av tí at upphæddin er millum 28.750 og 54.900, skal hon faldast við 1,34 og 8.500 dragast frá. T.v.s. at útrokningarupphæddin er:

 

49.600 falda við 1,34 frároknað 8.500 = 57.964 kr. (evt. eisini lækka við eini upphædd svarandi til vanliga barnagjaldið fyri hvørt heimabúgvandi barni yngri enn 18 ár.

 

 

Hvussu fær ein fíggjarligt frípláss

Til ber at søkja um fíggjarligt frípláss hjá tí kommunu, har barnið býr. Serligt umsóknarblað fæst við at venda sær til viðkomandi kommunu.

 

Játtanarskeið

Fíggjarligt frípláss verður játtað eitt ár í senn – frá 1. august til 31. juli.

 

Tá børn byrja á dagstovni ella dagrøkt, verður fíggjarligt frípláss játtað frá byrjanardegnum, um umsóknin verður latin inn í seinasta lagið ein mánað eftir byrjanardagin. Verður umsóknin latin inn seinni, verður fíggjarligt frípláss játtað við virkna frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin um fíggjarligt frípláss er móttikin.

 

Dømi 1: Barnið byrjar á dagstovni 1. januar.

              Umsókn um fíggjarligt frípláss verður latin inn 1. november árið frammanundan.

              Fíggjarligt frípláss verður játtað við virknaði frá 1. januar.

Dømi 2: Barnið byrjar á dagstovni 1. januar.

              Umsókn um fíggjarligt frípláss verður latin inn 1. februar.

              Fíggjarligt frípláss verður játtað við virknaði frá 1. januar.

Dømi 3: Barni byrjar á dagstovni 1. januar.

              Umsókn um fíggjarligt frípláss verður latin inn 2. februar.

              Fíggjarligt frípláss verður játta við virknaði frá 1. mars.

 

Um fíggjarligt frípláss hevur verið játtað árið frammanundan, er freistin at lata inn umsókn um framhaldandi fíggjarligt frípláss 1. juli. Verður umsóknin latin inn aftan á 1. juli, verður fíggjarligt frípláss játtað frá 1. í mánaðinum eftir at umsóknin er móttikin.

 

Dømi 4: Umsókn um framhaldandi fíggjarligt frípláss verður latin inn 15. juni.

              Fíggjarligt frípláss verður játtað við virknaði frá 1. august.

 

Dømi 5: Umsókn um framhaldandi fíggjarligt frípláss verður latin inn 15. august.

              Fíggjarligt frípláss verður játtað við virknaði frá 1. september.

 

Broyting í útrokningarupphæddini/afturvirkandi javnan av foreldragjaldinum

Foreldrini hava skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum ella øðrum viðurskiftum, sum hava ávirkan á rættin til fíggjarligt frípláss. Fráboðanarskyldan er galdandi, bæði tá broytingin hevur við sær skerjing í rætti til fíggjarligt frípláss, og tá broytingin hevur við sær, at foreldrini hava rætt til meira fíggjarligt frípláss. Kommunan skal upplýsa foreldrini um hesa skyldu. Sí niðanfyri undir “Kommununnar upplýsingarskylda”.

 

Um varandi broytingar eru, og foreldrini ikki hava givið kommununi fráboðan um broytingarnar, kann kommunan javna foreldragjaldið afturvirkandi til tað mundið, tá umstøður foreldranna broyttust. Kommunan kann soleiðis áleggja foreldrunum at afturgjalda tað, ið tey hava fingið ov nógv í fíggjarligum fríplássi. Eisini kann kommunan javna foreldragjaldið, um foreldrini høvdu rætt til meira frípláss, og haldgóð orsøk er fyri, at foreldrini ikki hava boðað kommununi frá broytingini.

 

Kommunan kann ikki javna foreldragjaldið aftureftir fyri eitt tíðarskeið longri enn eitt ár.

 

Avgerð kommununnar

Tá kommunan hevur tikið avgerð um fíggjarligt frípláss, skal kommunan geva foreldrunum og viðkomandi dagstovni ella dagrøkt skrivlig boð um avgerðina.

 

Í boðunum til foreldrini skal kommunan upplýsa, hvørja útrokningarupphædd kommunan hevur grundað avgerðina á. Sí eisini niðanfyri undir “Kommununnar upplýsingarskylda”.

 

Kommununnar upplýsingarskylda

Tá foreldur søkja um dagstovna- ella dagrøktarpláss til barn teirra, skal kommunan upplýsa um møguleikan fyri at søkja um fíggjarligt frípláss, herundir at søkjast kann av nýggjum, um inntøkuviðurskiftini ella onnur viðurskifti broytast soleiðis, at foreldrini hava rætt til meira fíggjarligt frípláss.

 

Harafturat er ásett í kunngerðini um fíggjarligt frípláss, at kommunan skal upplýsa foreldrunum um skyldur teirra at upplýsa kommununi um broytingar í útrokningarupphædd teirra. Hetta skal kommunan gera í skrivligu avgerðini um fíggjarligt frípláss.

 

Kommunan hevur skyldu at geva kæruvegleiðing sambært fyrisitingarlógini.

 

Kærumøguleiki

Avgerð kommununnar kann kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.

 

Vinaliga

 

Eyðun Mohr Hansen (sign.)

aðalstjóri

 

 

 

1 Í døminum eru brúkt tøl fyri tíðarskeiðið 1. august 2015 til 31. juli 2016. Hesi eru ásett í rundskrivi dagfest 1. juni 2015.