Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Leiðbeining
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 02-09-2013
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

2. september 2013Nr. 8002

Vegleiðing til kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010

(Almannaverkið)

 

Innleiðandi

 

Stuðul til hjálparráð

Stuðul til hjálparráð verður veittur sambært § 18 b í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin) og sambært nærri reglum í kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð.

 

Stuðul til hjálparráð er óheftur av fíggjarviðurskiftum

Stuðul til hjálparráð er ikki tengdur at fíggjarstøðuni ella uppihaldsgrundarlagnum hjá umsøkjaranum, og játtanin er skattafrí. Stuðul til hjálparráð er kompensatiónsveiting.

 

Markamót

Viðvíkjandi ásetingunum um markamót í § 18 b, stk. 5 og 6 í forsorgarlógini og §§ 7 og 8 í kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð, verður víst til vegleiðing nr. 1/2010 um markamót.

 

Fyribils nýtsla

Stuðul verður ikki veittur til fyribils nýtslu av hjálparráðum eftir forsorgarlógini. Um talan er um fyribils tørv á hjálpartólum t.d. sum liður í sjúkuviðgerð, skal persónur vísast til heilsuverkið.

 

Umsiting av skipanum við hjálparráðum

Almannaverkið umsitur skipanina við hjálparráðum og hjálpartólum.

 

Tó er tað Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum, sum tekur avgerð um játtan av stuðli til hoyritól og um ískoyti til keyp av hoyritólum frá privatum góðkendum veitara. Víst verður til kunngerð nr. 96 frá 2008 um stuðul til hoyritól og rundskriv um umsiting av hoyritólum frá 2008.

Kapitul 1

Hjálparráð og málbólkur

 

1.1 Hvat er hjálparráð?

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 1.

Stk. 3. Hjálparráð eru miðlar, tól, lutir, útgerð o.l., sum eru framleidd ella verða nýtt til at bøta um brek/sjúku sbrt. stk. 1.

Stk. 4. Hjálpartól eru hjálparráð, ið kunnu endurnýtast, og hesi verða veitt sum útlán.

Stk. 5. Stuðul til hjálparráð annars, verður veittur sum stak ella framhaldandi stuðul til keyp av hjálparráði, ið verður at meta sum ogn hjá viðkomandi.

 

§ 2. Vanligt innbúgv ella brúkslutir eru ikki at skilja sum hjálparráð sbrt. § 1, stk. 1, hóast hesi verða nýtt í eini serstøðu.

 

 

Hugtakið hjálparráð fevnir um hópin av tólum og lutum, sum verða nýtt til at bøta um likamligt ella sálarligt brek ella sjúku, ið hevur við sær skerdan virkisførleika.

 

Við hjálparráð sambært § 18 b er at skilja, bæði kropsborin hjálparráð sum t.d. brillur, ymiskar protesur og serligur fótbúni, men eisini um hjálpartól, ið verða veitt til útláns, sum t.d. samskiftisútgerð, røktarsengur og ymisk flutningstól.

 

Hjálparráð, ið kunnu endurnýtast eru hjálpartól, ið verða veitt sum útlán, sí kap. 6.

 

Vanligt innbúgv ella brúkslutir eru ikki at skilja sum hjálparráð, hóast hesi verða nýtt í eini serstøðu (§ 18 b, stk. 4 í forsorgarlógini).

 

1.2 Málbólkur

Málbólkurin fyri skipanina við hjálparráðum, eru persónar við varandi virkistarni orsakað av viðføddum ella íkomnum breki ella sjúku. Talan kann eisini verða um fylgjur eftir vanlukku, sum ger hjálparráð neyðugt.

 

Dømir um brek, ið kunnu viðføra varandi virkistarn: menningartarn, rørslutarn, heilaskaði, talutrupulleikar, vantandi ella vánalig sjón og vantandi ella vánalig hoyrn.

 

Dømini eru ikki tømandi, og hóast orsøkin til virkistarnið ofta er ein læknaliga staðfest sjúka/brek, ið sigur frá einum varandi tarnaðum likamligum ella fatanarligum virkisførleika, er tað kortini ein heildarmeting av virkistarninum í mun til gerandisdagin, og tørvin á hjálparráðum í hesum høpi, sum avgerð, um stuðul kann veitast. Avgerandi er sostatt ikki um viðkomandi hevur brek, men um viðkomandi brek hevur virkistarn við sær, ið hevur við sær munandi avleiðingar fyri viðkomandi í gerandisdegnum, sí kap. 2.

 

1.3 Brek ella varandi sjúka

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 1.

Stk. 2. Við brek og varandi sjúku er at skilja, at útlit ikki eru til, at heilsuviðurskiftini fara at betrast, og at tað tí frameftir fer at vera varandi tørvur á at bøta um brekið/sjúkuna.

 

 

Treyt fyri at fáa stuðul til hjálparráð eftir forsorgarlógini er, at viðkomandi persónur, sum hevur brek ella varandi sjúku, hevur varandi tørv á hjálparráði.

 

Talan skal vera um varandi virkistarn. T.e., at útlit ikki eru til, at heilsuviðurskiftini fara at betrast, og at tað tí frameftir fer at vera varandi tørvur á at bøta um virkistarnið. Vanliga er sjúkan/brekið alt lívið.

Kapitul 2

Treytir fyri at fáa stuðul

 

 

Forsorgarlógin, § 18 b:

Stuðul verður veittur til hjálparráð til persónar við virkistarni, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, um hesi:

1)      eru neyðug fyri at vera í arbeiði,

2)      munandi bøta um varandi avleiðingar av sjúkuni/brekinum, ella

3)      munandi lætta um gerandisdagin í heiminum.

 

 

Neyðugt er ikki at lúka allar tríggjar treytirnar, men ein av nevndu treytum skal verða lokin:

 

2.1 Vera í arbeiði (nr. 1)

Umstøðurnar skulu vera soleiðis, at hjálparráðið er ein fyritreyt fyri, at umsøkjarin yvirhøvur kann vera í vinnu ella hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

 

2.2 Munandi bøta ella lætta (nr. 2 og 3)

Hjálparráðið skal kunna bøta munandi um tær varandi avleiðingarnar av sjúkuni/brekinum ella lætta munandi um gerandisdagin í heiminum. Metingin av hesum tekur ítøkiliga støði í viðurskiftunum hjá umsøkjaranum. Spurningurin, hvørt treytin munandi er lokin, verður avgjørdur eftir einari heildarmeting av, á hvønn hátt ávísa hjálparráðið bøtir um virkistarnið hjá umsøkjaranum. Í metingini kann dentur t.d. leggjast á heilsu og sosialu støðuna, týdningin, ið hjálparráðið hevur fyri at bøta um møguleikarnar at kunna liva eitt lív sum onnur í sama aldri og í somu lívsstøðu, og um tað møguliga finnast aðrir háttir at bøta um virkistarnið.

 

Tað avgerandi er, um tørvurin á hjálparráðnum samanborið við staðfesta virkistarnið er soleiðis, at hjálparráðið veruliga bøtir um varandi virkistarnið ella munandi lættir um gerandisdagin í heiminum.

 

Við hesum verður dentur lagdur á avleiðingarnar av tarnaða likamliga ella fatanarliga virkisførleikanum, heldur enn slag og vavi av sjukuni/brekinum.

 

2.3 Lætta um gerandisdagin í heiminum (nr. 3)

Tá ið mett verður um kravið, at hjálparráðið skal lætta munandi um gerandisdagin í heiminum, kann millum annað leggjast dentur á nyttuna og týdningin av hjálparráðnum fyri uppihaldið hjá tí virkistarnaða í heiminum. Her verður hugsað um, hvønn týdning hjálparráðið hevur fyri møguleikarnar hjá viðkomandi at klára seg uttan hjálp frá øðrum, og fyri møguleikarnar framhaldandi at klára seg og verða verandi í egnum heimi.

 

Umframt hetta kann dentur leggjast á týdningin, ið hjálparráðið hevur hjá teimum, sum dagliga hjálpa umsøkjaranum í heiminum. Talan kann vera um eina lyft ella serliga song, sum ein røktari ella ein familjulimur brúkar í røktini av umsøkjaranum.

 

Tá ið mett verður um tørvin á hjálparráðum, skal atlit verða tikið at sosialu umstøðunum, herímillum um umsøkjarin hevur hjúnafelaga og børn. Sostatt verður væntað, at t.d. hjúnafelagin ella børn hjálpa til í útinnan av uppgávum í heiminum. Tað almenna kann tó ikki krevja av børnum hjá persóni við virknistarni, at tey arbeiða meira í heiminum enn onnur børn á sama aldri gera. Tað almenna kann heldur ikki krevja, at hjúnafelagi arbeiðir meira í heiminum, enn hvat vanligt og rímiligt er.

Kapitul 3

Hvat fevnir stuðulin um?

 

3.1 Bíligasta nøktandi hjálparráðið

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 3. Stuðul verður veittur til bíligasta nøktandi hjálparráðið.

 

 

Í viðgerðini av umsóknini skal greiða fáast á, hvat fyri virkistarn hjálparráðið skal bøta um, og hvørjir møguleikar finnast, ið kunnu bøta um virkistarnið við atliti at støðuni hjá umsøkjaranum.

 

Stuðul skal latast til bíligasta nøktandi hjálparráðið við støði í eini heildarmeting av støðuni hjá umsøkjaranum. Tá ið mett verður um hetta, skulu m.a. upplýsingar um tørvin og heilsustøðuna hjá umsøkjaranum vera við í metingini. Í metingini verður hædd tikið fyri atlitum nevnd í kap. 2.

 

Harumframt koma upplýsingar um góðskuna av hjálparráðnum, um rakstrardygdina, um rakstrarútreiðslur, um haldførið, krøv til tænastu og umvælingarmøguleikar.

 

Hjálparráð kunnu vera til umsøkjarans egna nýtslu, t.d. protesur, høkjur, koyristólur, ella til nýtslu hjá øðrum, ið hjálpa umsøkjaranum í gerandisdegnum, t.d. tá ið umsøkjarin skal lyftast.

 

3.2 Stuðulshættir

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 1.

Stk. 4. Hjálpartól eru hjálparráð, ið kunnu endurnýtast, og hesi verða veitt sum útlán.
Stk. 5. Stuðul til hjálparráð annars, verður veittur sum stak ella framhaldandi stuðul til keyp av hjálparráði, ið verður at meta sum ogn hjá viðkomandi.

 

 

Stuðul verður veittur sum útlán ella sum stuðul til stak ella framhaldandi stuðul til keyp av hjálparráði.

 

Tá ið talan er um stuðul til keyp av hjálparráði, kannar Almannaverkinum prísin hjá í minsta lagi tveimum veitarum, og ásetur við støði í hesum ein vegleiðandi prís fyri veitingar fevndar av kunngerðini. Tað skulu serligar grundgevingar til, um stuðul skal játtast til veitingar dýrari enn ásett.

 

Hjálparráð, ið kunnu endurnýtast, verða veitt sum útlán og verða hesi nevnd hjálpartól. Tað snýr seg serliga um standardiseraði hjálpartól, sum ikki eru serliga persónliga tillagaði. Talan kann t.d. vera um sengur og lyftur. Eisini er galdandi, at hjálpartól, sum verða veitt sum útlán, skulu latast aftur, tá ið umsøkjarin ikki hevur tørv á tí longur.

Kapitul 4

Einstøk hjálparráð

 

4.1 Ortopediskir skógvar

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 14. Stuðul verður veittur til útreiðslur av ortopediskum skógvum til persónar við varandi og umfatandi fótavskapi sbrt. fylgiskjali 2.

Stk. 2. Persónar, ið eru 18 ár og eldri rinda sjálvir 1.000 kr. fyri hvørt parið, og fyri børn og ung undir 18 ár, verður rindað 400 kr. fyri hvørt parið.

Stk. 3. Stuðul sbrt. stk. 1 verður fyrstu ferð veittur til tvey pør av skóm, og hereftir til eitt par um árið umframt til inniskógvar. Harumframt kann stuðul verða veittur til eitt par av arbeiðsskóm árliga, um arbeiðið er av einum slíkum slag, at tørvur er á tí.

Stk. 4. Um serlig orsøk er til tess, kann stuðul veitast til fleiri pør av skóm enn ásett sbrt. stk. 3.

Stk. 5. Stuðul verður veittur til umvælingar av ortopediskum skóm.

Stk. 6. Stuðul verður veittur til ortopedisk fótinnlegg til vanligar skógvar, um hetta bøtir um avleiðingarnar av fótavskapi hjá umsøkjara, og um umsøkjari annars hevði verið ávístur til at nýta ortopediskar skógvar.

 

 

Ortopediskir skógvar eru skógvar, sum eru framleiddir sambært tørvinum hjá einstaka persóninum, og serligir verksmiðjuframleiddir skógvar, sum varða um fótavskap ella verða nýttir í sambandi við bandagering (hylkiskógvar). Fyritreytirnar fyri játtan av stuðli síggjast á fylgiskjali 2 til kunngerðina um hjálparráð.

 

Hjálp kann veitast persónum, ið eru ovurviðkvæmir fyri t.d. límtilfari og tilfari í smb. við garvan av vanligum skóm.

 

Fyri persónar, ið orsakað av muni í beinlongd ella sum fylgja eftir bruna í æðrum, hava tørv á antin hækkan av skóm ella ortopediskum skóm, er tað ein treyt fyri játtan, at sjúkan skal vera at meta sum likamligt brek, varandi sjúka ella fótavskap.

 

Við fyrstu játtan verður mælt til, at eykaskógvar fyrst verða játtaðir og útvegaðir eftir trimum mánaðum við atliti at tillaging.

 

Er tørvur á ortopediskum skóm til ymsar árstíðir og endamál, skal tað skjalprógvast, at persónurin í størri mun hevur tørv á hesum.

 

Stuðul kann veitast til solling og umvæling av ortopediskum skóm. Tað er hóskandi at lata framleiðaran av skógvinum fremja umvælingina, tí leisturin til skógvin kann gera umvælingina best hóskandi. Endamálið er at økja millumbilið millum útskiftingar av skógvunum. Játtan av nýggjum skóm kann tó ikki treytast av, at gamli skógvurin fyrst verður umvældur.

 

Stuðul verður fyrstu ferð veittur til tvey pør av skóm, og hereftir til eitt par um árið umframt inniskógvar og skógvar til arbeiðsbrúk, um arbeiði er av slíkum slag, at tørvur er á hesum. Eru serlig viðurskifti (slag av arbeiði, serlig brek), ið hava við sær størri ella serligt slit, ið økir tørvin á útskifting, kann sbrt. § 14, stk. 4 veitast stuðul til fleiri pør av skóm enn ásett sbrt. stk. 3.

 

Við serlig orsøk sbrt. stk. 4 er eisini at skilja serlig viðurskiftir, ið gera seg galdandi fyri børn.

 

Stuðul verður ikki veittur til verksmiðjuframleiddar skógvar til børn við bleytum flatfótum.

 

4.1.2 Ortopedisk fótinnlegg

Stuðul verður veittur til ortopedisk fótinnlegg til vanligar skógvar um hetta bøtir um avleiðingarnar av fótavskapi hjá umsøkjara, og um umsøkjari annars hevði verið ávístur til at nýta ortopediskar skógvar.

 

Bøtir fótinnlegg ella serlig tillaging av vanligum skóm nøktandi um brekið, verður hetta játtað heldur enn ortopediskir skógvar.

 

Stuðul verður ikki veittur til fótinnlegg til persónar við flatfótum.

 

4.2 Protesir, stuðulskorsett, knæbind o.a.

 

4.2.1 Arm- og beinprotesur

Til persónar, ið vanta arm ella bein, verður stuðul veittur til arm- og beinprotesur.

 

Protesur fyri partar av arminum, t.d fingrar ella hond, eru eisini at meta sum armprotesur. Somuleiðis eru protesur fyri fót ella tær, at meta sum beinprotesur.

Í førum kann ortosa til alt beinið vera at meta sum hjálparráð.

 

4.2.2 Bróstprotesur

Stuðul kann veitast til bróstprotesur, tá annað ella bæði bróstini eru skorin burtur. Ein ítøkilig meting av fysisku og kosmetisku bágunum av einari skurðviðgerð, har partar av bróstinum eru varðveittir, kann somuleiðis heimila stuðul til partvísa protesu.

 

Kvinnur, sum av aðrari orsøk mangla bróst, hava somuleiðis rætt til protesur ella partvísar protesur.

 

Garantiið frá framleiðaranum er vegleiðandi fyri, nær útskiftan er neyðug. Vanliga er garantiið longri, tá talan er um skapfastar bróstprotesur.

 

Viðv. bróstprotesum, sum verða innopereraðar, verður víst til sjúkrahúsverkið.

 

Stuðul verður ikki veittur til serligar protesu-brósthaldarar ella baðidraktir.

 

4.2.3 Stuðulskorsett

Stuðulskorsett eru ortopedisk hjálparráð við eini umlættandi, rættandi ella stuðlandi funktión.

 

Hjálp verður veitt, tá tað er staðfest, at ongir viðgerðarmøguleikar eru, at sjúkan/brekið er varandi, og at stuðulskorsettið bøtir munandi um avleiðingarnar av brekinum.

 

Sum dømi um, nær stuðul verður veittur til stuðulskorsett, kunnu nevnast:

  1. stórar slitgiktabroytingar í rygginum
  2. degeneratión av discus í lendapartinum (degeneratio disci intervertebralis)
  3. skeivleiki í rygginum við snaring og boygging til síðuna (scoliosis)
  4. umfatandi og varandi bruni í liðunum millum breiðageisla og mjødn (spondylitis ankylopoietica - Bechterews sjúku)
  5. tá ryggjageisli glíður fram um geislan niðanfyri, og skurðviðgerð ikki hevur givið nøktandi úrslit (spondylolisthesis)
  6. beinbroyskni (osteoporosa)
  7. svinn av ryggvøddum (muskeldystrofi)
  8. likamliga fjølbrekað børn

 

Sjúkan nevnd undir pkt. 2 má ikki samanberast við discusprolaps, ið kann staðfestast við myleografi/CT-skanning av lendunum.

 

Hjálp verður veitt til individuelt tilpassað ella liðugt framleidd stuðulskorsett.

 

Hjálp kann veitast til eyka korsett, m.a. grundað á atlit at reinføri.

 

Henda kropsbroytingar orsakað av sjúkuni ella tí vektin broytist, kann nýtt korsett játtast.

 

Fyrstu ferð søkt verður um stuðul eiga læknaligir upplýsingar (frá skurðlækna, ortopedi e.l.) at útvegast.

 

Hjálp verður ikki veitt til stuðulskorsett, sum eru liður í sjúkuviðgerð, t.d. til fyribils rætting.

 

4.2.4 Knæbind

Tað er ein treyt fyri játtan av knæbindum, at allir viðgerðarmøguleikar eru troyttir.

 

Knæbind kunnu t.d. játtast, tá talan er um hesar sjúkur/brek:

-          óvanliga leysar knæskeljar sum viðføtt brek

-          krossbandsskaðar, sum hava við sær tørv á framhaldandi nýtslu av t.d. bindum, so knæið ikki verður ov nógv toygt (hyperekstensionshindrende bandage)

 

4.2.5 Kompressiónssokkar

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 15. Stuðul verður veittur til kompressiónssokkar til persónar við ringari, varandi sjúku í blóðrenslinum.

Stk. 2. Stuðul verður veittur til 2 pør um árið, og er egingjaldið 200 kr. fyri hvørt parið.

 

 

Kompressiónssokkar hava søguliga sæð avloyst fyrr brúktu bandagurnar við sinklímbindum og serliga strammum stuðulsbindum. Tí verða kompressiónssokkar mettir sum eitt slag av bindum. Stuðul kann veitast til kompressiónssokkar, tá talan er um ringar varandi sjúkur í blóðrenslinum við:

  1. umfatandi trupulleikum av áraknútum, sum ikki minka aftaná neyðuga viðgerð
  2. varandi avleiðingum av blóðtøppum í beinum ella ørmum
  3. varandi hovnan orsakað av avleiðingum av stráluviðgerð
  4. kroniskt ødem (vesku) í beinunum orsakað av, at æðrar og fráførandi lymfukør varandi ikki virka nóg væl

 

Kompressiónssokkar fáast við ymiskari trýsteffekt (kompressión) alt eftir fylgjunum av sjúkuni. Hetta er tó ikki avgerandi fyri, um stuðul kann veitast. Tað, sum er avgerandi, er um hjálparráðið, kompressiónssokkarnir, bøta um eina ringa varandi sjúku í blóðrenslinum.

 

Tørvur kann somuleiðis vera á kompressiónssokkum til armarnar.

 

Vanliga er tørvur á at hava eyka sokkar.

 

Stuðul verður ikki veittur eftir forsorgarlógini til stuðulssokkar o.t., sum verða nýttir við lættari beintrupulleikum, irritatiónum og órógv í beinunum ella fyri at fyribyrgja æðrasjúku.

 

4.3 Hárkollar

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 16. Stuðul verður veittur til hárkoll til persónar við varandi sjúku, ið hevur við sær munandi hártap.

Stk. 2. Persónar, sum mugu nýta hárkoll alla tíðina, fáa stuðul til 2 hárkollar árliga.
Stk. 3. Fyri persónar 18 ár og eldri er egingjaldið 3.000 kr. árliga.

 

 

Nærum allir hárkollar verða í dag framleiddir av tólíki (kunstfiber).

 

Hárkollar til menn, verða nærum allir framleiddir serliga til hvønn einstakan, orsakað av ymisháttaðari plasering av hárinum á skallanum hjá monnum.

 

Toupé (partvísur hárkollur) skal viðgerðast eftir vanligu treytunum, og tí er egingjald ikki galdandi. Vanliga verður játtað gjald til ein toupé um árið.

 

4.3.1 Eyka sett, útskiftan og serlig viðurskifti

Hárkollar til kvinnur eru antin verksmiðjuframleiddir ella serliga framleiddir til hvørja einstaka kvinnu. Tað er ikki stórvegis prísmunur á hesum báðum. Tørvur kann vera á passing og seting av hárkollum til kvinnur, og er tí ofta tørvur á eyka hárkolli.

 

Hárkollar, framleiddir av tólíki, halda vanliga 1 ár, men viðurskifti hjá einstaka persóninum, sum t.d. nógvur sveitti frá hárbotni, kann hava við sær, at hárkollurin slítist skjótari, og tí má skiftast týttari út.

 

Er talan um fólk, sum als onki hár hava, og tí mugu nýta hárkollin alla tíðina, verður játtað gjald av 2 hárkollum árliga.

 

Persónar, sum eru ovurviðkvæmir fyri tilevnaðum tilfari, kunnu hava tørv á, at hárkollurin verður fóðraður við klæði úr bummull við eykakostnaði.

 

Er talan um atypiskt høvuðskap, má hárkollurin skapast til einstaka persónin.

 

Stuðul verður ikki veittur, tá talan er um vanligan hármiss - sum t.d. máni hjá monnum.

 

Fólk, sum missa hárið í eina tíð, meðan tey eru í sjúkuviðgerð, t.d. fyri krabbamein, fáa hárkoll frá heilsuverkinum.

 

4.4 Tannprotetisk og ortodontisk tannviðgerð

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 18. Stuðul verður veittur til tannprotesir og ortodontiska tannviðgerð, um talan er

um funktionelt oyðileggjandi ella kosmetiskt misprýðandi avleiðingar av:

1)      vanlukkutreytaðum skaða á tyggiorgan (tenn, munn, kjálkabein og umgevandi vevnað),

2)      neyðugari læknaligari ella tannlæknaligari viðgerð, sum hevur við sær skaðar á tyggiorgan, ella

3)      viðføddum álvarsligum skeivleikum, sum ávirka tyggigagnið.

Stk. 2. Tannprotesir sbrt. stk. 1 fevnir bæði um avtakiligar og ikki avtakiligar tannprotesur. Við protesu er at skilja eitt uppískoyti ella ein afturatlegging.

Stk. 3. Stuðul verður veittur til viðgerð, sum er neyðug til gerð og fastgerð av tannprotesum sbrt. stk.1, ið ikki er at meta sum sjúkrahúsvirksemi.

Stk. 4. Stuðul verður ikki veittur til viðlíkahald av tannprotesu sbrt. stk. 1.

Stk. 5. Stuðul verður bert veittur sbrt. stk. 1, nr. 1 um trygging ikki tekur við.

 

 

Stuðul verður veittur til tannprotesir og ortodontiska tannviðgerð sbrt. § 18 í kunngerðini.

 

Stuðul verður veittur til viðgerð, sum er neyðug til gerð og fastgerð av tannprotesum, men ikki til tann partin, ið er at meta sum sjúkrahúsvirksemi.

 

Við ortodontiska tannviðgerð er at skilja tannrætting. Stuðul til ortodontiska tannviðgerð verður bert veitt so leingi, sum tað eru fólk, ið orsakað av vantandi skipanum við barnatannarøkt ikki hava fingið neyðuga tannviðgerð á barna- og ungdómsárum. Í dag eru væl útbygdar skipanir við barnatannrøkt, ið Heilsumálaráðið varðar av. Ábyrgdin fyri ortodontiskari barnatannrøkt er tískil hjá Heilsumálaráðnum, men í og við at persónar framvegis eru, sum orsakað av aldri, ikki eru fevnd av barnatannrøktini og ikki hava fingið neyðuga viðgerð á barnaárum, so verður stuðul veittur til ortodontiska tannviðgerð sum stuðul til hjálparráð.

 

Stuðul verður tó bert veittur til nevndu tannviðgerðir um ein av treytunum sbrt. 1-3 er lokin. Víst verður annars til oman fyri standandi treytir í § 18 í kunngerðini.

 

Bítiskinnarar koma ikki undir ásetingarnar í hesi kunngerð.

 

4.5 Stuðul til brillur og linsur

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 12. Stuðul verður veittur til brillugløs og linsur, um tað kann bøta um fylgjurnar av eini varandi medisinskari, optiskari eygnasjúku, sambært fyritreytunum í fylgiskjali 1.

Stk. 2. Stuðul sbrt. stk. 1 verður ikki veittur, um talan bert er um ein optiskan sjónsfeil.

Stk. 3. Afturvendandi stuðul til brillur og serlinsur, verður veittur í mun til vanligt slit ella í mun til læknaliga meting um týðandi broyting í sjón, orsakað av eygnasjúku sbrt. stk. 1, sambært fyritreytunum í fylgiskjali 1.

 

 

Stuðul til brillugløs og linsur eftir hesari áseting er treytaður av, at talan er um læknafrøðiligt lýsta varandi eygnasjúku sbrt. fylgiskjali 1 í kunngerð um stuðul til hjálparráð.

 

Stuðul verður ikki veittur til brillugløs og linsur, har tørvurin einans er grundaður á optiska orsøk. T.e. tá ein persónur hevur tørv á brillum og linsum, einans tí hann er langsýntur, nærsýntur, hevur bygningsfeil ella ymiska optiska styrki á eygunum. Stuðul verður heldur ikki veittur persónum, ið eru skurðviðgjørdir øðrumegin ella báðumegin fyri gráan eygnastar, sum er íkomin í vaksna lívinum, tvs. frá 18 ára aldri. Stuðul kann tó veitast til brillur og linsur eftir ásetingunum í § 15 stk. 2 í forsorgarlógini og § 12 í almannapensjónslógini (pensjónistar), men tá er talan um stuðul til neyðugar sjúkuútreiðslur útfrá einari meting av fíggjarstøðuni hjá umsøkjaranum.

 

Meginreglan er, at stuðul kann veitast til brillugløs og linsur, orsakað av eygnasjúkunum, ið eru nevndar í pkt. 1-13 í fylgiskjali 1 í kunngerðini um stuðul til hjálparráð. Tað kunnu tó vera føri, har stuðul kann veitast, orsakað av øðrum eygnasjúkum enn teimum nevndu, víst verður til pkt. 14 í fylgiskjalinum. Hetta tá ein ítøkilig meting vísir, at fylgjurnar av hesum sjúkum eru samanberandi við tær sjúkur, ið eru nevndar í skjalinum. Í slíkum førum verða avgerðirnar grundaðar á tilmæli frá eygnalækna á Landssjúkrahúsinum.

 

Fólk, ið hava eina av nevndu eygnasjúkunum hava ofta tørv á serbrillugløsum og serlinsum, sum krevja høgan seroptiskan fakkunnleika til áseting og tillaging.

 

Nakrar av eygnasjúkunum, nevndar í fylgiskjali 1 til kunngerðina, hava við sær fyribrigdi av blendan (ljósviðkvæmi), sum kunnu bøtast fyri við medisinskum filturglasi, sum finst í ymsum tilevningum. Filturglas er brilluglas við serligum ljós-absorberandi eginleikum, sum minka munandi um ljósblendan, og geva eina betri sjónarstyrki. Medisinsk filturgløs kunnu veitast óansæð styrki. Avmarkingin av persónsskaranum ger tað eyðsæð, at neyðugt er at útvega upplýsingar um sjúkuavgerð og sjúkueyðkenni. Brillustellið er í hesum førum ein partur av hjálparráðnum, og tí verður stuðul veittur til brillustell og –gløs.

 

4.5.1 Viðmerkingar til skjal 1 í kunngerðini

Til pkt. 1. Hjálparráðið er ofta ein serframleidd linsa.

 

Til pkt. 2. Hjálparráðið er ofta ein serframleidd litað linsa - diafragmallinsa/irislinsa.

 

Til pkt. 3. Hjálparráðið er ofta ein serframleidd linsa.

 

Til pkt. 4. Hjálparráðið er ofta ein bandagulinsa við protektivum virknaði við ella uttan styrki.

 

Til pkt. 5. Hjálparráðið er ofta ein málað linsa ella eygnaprotesa.

 

Til pkt. 6. Her snýr tað seg um fylgjur av skaðatilburði, heilabløðing ella lammilsi. Hjálparráðið er ofta okklusiónslinsa ella brillur við sterkum prismuvirknaði.

 

Til pkt. 7. Her snýr tað seg um ovurviðkvæmi fyri ljósi, ið ger persónin avlamnan, og kann bøtast fyri við serligum spektralum filturgløsum.

 

Til pkt. 8. Her snýr tað seg um persónar, ið eru ógvuliga nærsýntir, langsýntir ella hava ógvusligan bygningsfeil. Markið viðv. styrkini á serframleiddum brillugløsum ella serlinsum, er umleið +/- 16/17 dioptr., har brilluglasið hevur mesta styrki, ella 5–6 dioptr. í sylindaravirði, tó treytað av tøknifrøðiligu menningini.

 

Til pkt. 9. Her snýr tað seg um sjónbrekað børn og ung, sum inntil 18. árið eru skrásett í sjónarskránni við Kennedy Instituttet – Statens Øjenklinik. Skráseting er treytað av, at sjónarstyrkin í mesta lagi er 6/18 (0,3) á betra eyganum. Hesi børn og ung hava brúk fyri nógvum ymiskum sjónarhjálparráðum, herímillum rættandi optikki í brillum og linsum.

 

Til pkt. 10. Hjálparráðið er ofta ein linsa, tí afakibrillur gera avlamnið verri, við tað at partar av sjónarvíddini fella burtur.

 

Til pkt. 11. Hjálparráðið er ofta ein linsa, tí brillur, ið rætta sjónina hjá persóni, ið er ógvuliga nærsýntur (excessiv myopi), gera avlamnið verri við kikarasjónarvídd.

 

Til pkt. 12. Hjálparráðið er eitt serligt brillustell ella ein serlinsa, har ein boyli, ið lyftir eygnalokinum, kann setast á.

 

Til pkt. 13. Hjálparráðið er ofta brillur við endamálinum at fyribyrgja varandi niðursetta sjón (amblyopi) við at rætta langsýnið sum mest, meðan sjónin enn letur seg ávirka.

 

Til pkt. 14. Eygnalækni metir um onnur eygnasjúka hevur fylgjur, ið kunnu samanberast við fylgjurnar av teimum sjúkum, ið eru nevndar.

 

4.6 Varandi sjónbrek (veiksjónar-optik)

Tørvurin á veiksjónar optikki kemur vanliga í, tá sjónarstyrkin er 6/18 (0,3) ella minni.

 

Veiksjónar-optik (serlig optisk hjálparráð) er í fyrsta lagi optik við økjandi virknaði, luppar, luppbrillur, kikarar, kikarabrillur og samansetingar av hesum. Økingin ella styrkin er tilskilað á søkta hjálparráðnum, og er orðað sum dioptrivirði (D) ella sum x (falda).

 

Er munurin (additionen) millum frástøðustyrkið og lesistyrkið minst 4 dioptr., kann stuðul veitast til luppbrillur.

 

Tá stuðul verður veittur til luppbrillur, kikarabrillur og medisinsk filturgløs, verður stuðul eisini veittur til brillustell og møgulig kám gløs ella balansugløs.

 

Talan kann eisini vera um tól, ið víðka sjónarvíddina og náttkikarar.

 

Hjá brúkarum av veiksjónar optikki er arbeiðsfrástøðan, t.d. tá tey lesa og skriva, ofta sera stutt, alt eftir brennimálinum hjá linsuni. Hetta ger arbeiðsstøðuna strævna, tá lisið verður leingi. Tað kann tí gerast neyðugt við optikstuðlandi hjálparráðum, sum t.d. serligum ljósi, skráplátu, kladduhaldara o.l.

 

Persónar, ið á ongan hátt kunnu fáa lesisjón við at brúka seroptik, brúka CCTV, ið er eitt elektron-optiskt hjálparráð.

 

Endamálið við at játta stuðul til CCTV-útgerð, er, at geva viðkomandi persónum møguleika at samskifta uttan stuðul frá øðrum. Tað er tí avgerandi fyri játtanina, um tað ber til at bøta um vantandi evnir at samskifta, og normalisera gerandisdagin hjá umsøkjaranum við hesi útgerð at vaksa um tekstir og myndir.

 

CCTV-útgerð, sjónvarpskikarabrillur og náttkikarar verða veitt sum útlán.

 

4.7 Serlig hjálpartól - útlán

 

4.7.1 Tríhjólaði prutl

Persónar, sum orsakað av skerdum førleika at ganga, bara megna at ganga heilt stuttar teinar, og ikki megna at brúka tríhjólaða súkklu, kunnu fáa tríhjólað prutl játtað sum útlán.

 

Tað er ein treyt, at nýtslan í hvørjum einstøkum føri verður mett at vera ráðilig – bæði í mun til heilsuna og ferðsluna.

 

Játtanin er treytað av, at umsøkjarin teknar lógásetta ábyrgdartrygging og ber útreiðsluna av hesum. Krav kann ikki setast um kaskotrygging.

 

4.7.2 Koyristólar

Hevur persónur, sum býr heima, tørv á einum koyristóli, kann stuðul veitast, um viðkomandi lýkur treytirnar í kap. 2. T.v.s. at persónurin hevur virkistarn orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, og koyristólurin

  1. er neyðugur, fyri at viðkomandi kann vera í arbeiði
  2. munandi bøtir um varandi avleiðingarnar av sjúkuni/brekinum ella
  3. munandi lættir um gerandisdagin í heiminum.

 

Tað er altíð bíligasti nøktandi koyristólurin, sum stuðul verður veittur til. Hetta merkir, at um ein vanligur (standard/transportkoyristólur) koyristólur er nøktandi, er tað ein slíkur stuðul verður veittur til, og ikki ein stólur, sum kann innstillast. Vanliga er her talan um persón, sum fyrst og fremst brúkar koyristól sum flutningstól orsakað av óstøðugum gongulagi.

 

Er tørvurin hjá umsøkjaranum soleiðis, at neyðugt er við einum koyristóli, sum er ella kann tillagast tørvin hjá umsøkjaranum við atliti at innstilling til rygg, sæti, fót-stuðul, hjólinnstilling, hjólslag v.m., er tað ein tílíkur koyristólur, sum stuðul verður veittur til. Tað er ein treyt fyri at játta stuðul til ein tílíkan koyristól, at tørvurin hjá umsøkjaranum ikki kann nøktast við einum vanligum (standard) koyristóli.

 

Ein koyristólur verður mettur at vera persónligt tillagaður, tá koyristólurin:

  • er serframleiddur, og gjørdar eru veruligar tillagaðar broytingar afturímóti einum vanligum koyristóli, ella
  • hevur tillagingar- og innstillingsmøguleikar, ið gera tað møguligt at gera neyðugar innstillingar fyri at nøkta tann ítøkiliga tørvin

 

Stuðul verður játtaður til øll sløg av koyristólum, tvs. bæði elektriskar og manuellar.

 

Viðvíkjandi stuðli til koyristól til persón, sum býr á stovni/sambýli verður víst til kap. 5.

 

Koyristólur, játtaður eftir forsorgarlógini, verða veitt sum útlán, sum skal flýggjast aftur tá umsøkjarin ikki brúkar hann longur. Tað er, at umsøkjarin fær ikki ognarrætt til koyristólin.

 

Víst verður til kapitul 6 um hjálpartól veitt sum útlán.

 

4.7.3 Serligir stólar

Stuðul kann játtast til stólar við serligari tilevning, t.d. við serligari polstring ella elektriskari funktión, sum er neyðugt orsakað av víðfevndum kropsligum breki. Sum dømi um serligar stólar kunnu nevnast arthrodestólar og setur (rokna til persónar við stívum mjadnarliðið), katapultstólar (til persónar, sum hava trupulleikar av at seta seg, reisa seg).

 

Sostatt verður stuðul ikki veittur til vanligar hvílistólar.

 

4.7.4 Serlig kunningartøkni sum hjálparráð

Serlig kunningartøkni sum hjálparráð er vøra, sum er framleidd serliga við tí fyri eyga, at bøta um eitt samskiftisbrek (t.d. talimaskinur og samskiftistól og serligar teldur), herímillum serlig samskiftisforrit og onnur serlig útgerð til persónligar teldur. Sum dømi um samskiftisforrit kann nevnast skanningarforrit sum kunnu brúkast við einari einstakari kontakt, skermlesarar til syntetiska talu, skermknappaborð og sjóneykuforrit. Sum dømi um aðra serliga útgerð kann nevnast serlig knappaborð, serligar mýs og útgerð at morsa við.

 

Persónsskarin eru persónar við munandi skerdum hoyri-, talu-, sjónar-, ella skrivi- ella lesiførleika (orðblind), har hjálparráðið kann bøta munandi um avleiðingarnar av skerda samskiftisførleikanum.

 

Fyri at meta um virkistarnið og tørvin hjá persóninum í løtuni og frameftir, kann tørvur vera á tvørfakligum samstarvi við luttøku av t.d. ergoterapeuti, fysioterapeuti, lærara, neuropsykologi, talupedagogi og teknikara.

 

Er ivi um persónurin er førur fyri at brúka hjálparráðið, soleiðis at tað bøtur munandi um samskiftisførleikan, kann gerast neyðugt at lata brúkaranum tað í eina royndartíð.

 

Telda er í høvðsheitinum at meta sum ein vanligur brúkslutur, ið stuðul ikki verður veittur til, tí tørvurin á teldu hjá fólki við niðursettum førleika, er ikki størri enn hjá fólki annars.

 

Tó kann telda í serligum førum vera hjálpartól. Tá er talan um teldu, sum ein fastur partur av eini stýrisskipan ella samskiftistóli við serligum forritum, ið bert kunnu vera á teldu, sum verður sertillagað tí einstaka viðskiftafólkinum.

 

Tørvurin hjá viðskiftafólkum, ið kunnu fáa játtaða teldu sum hjálpartól, er soleiðis háttaður, at tey ikki fáa verið telduna fyri uttan, tí hon er teirra samskiftisamboð og/ella ein treyt fyri, at tey kunnu virka í gerandisdegnum yvirhøvur.

 

Dømi um hendan tørv kann vera persónur, ið einki mál hevur ella hevur vøddasvinn og tí ikki fær virka í gerandisdegnum, tí alt samskifti skal umvegis telduna, sum stýrir umhvørvinum ella talu og samskifti annars.

 

Í sambandi við játtan av serligari kunningartøkni sum hjálpartól til persónar við progredierandi sjúkum, t.d. vøddasvinn ella ALS (amytrofisk lateral sklerose), er umráðandi ikki bert at hyggja eftir verandi tørvi, men eisini at taka atlit at støðuni, sum hon væntandi fer at vera frameftir. Herímillum er umráðandi at taka tað fyrilit, at stuðulin verður veittur, tá viðkomandi hevur frægastu fortreytirnar fyri at læra at brúka hjálparráðið.

 

4.8 Meirútreiðslur til serlig klædnapløgg

 

 

Forsorgarlógin, § 18 b:

Stk. 2. Til persónar, ið eru 18 ár og eldri, fevnir stuðul til hjálparráð eisini um meirútreiðslur til serlig klædnapløgg.

 

 

Sambært § 18 b í forsorgarlógini kann stuðul veitast til meirútreiðslur til serlig klædnapløgg. Sum dømi um serlig klædnapløgg kunnu nevnast koyriposar, roykifyriklæði, bringuklútar og verndarbuksur til nógv inkontinentar persónar til nýtslu í svimjihyli.

 

Stuðul kann eisini veitast til meirútreiðslur til klædnapløgg til persónar sum orsakað av sjúku, vanlukku e.l. eru blivnir varandi avlamnir, og av hesum ikki longur kunnu brúka síni klæði, og tískil hava tørv á at skifta stóran part av klæðunum út í einum.

 

Børn og ung undir 18 ár, sum hava serligan tørv á klæðum vegna virkistarn ella varandi sjúku, kunnu fáa stuðul til meirútreiðslur av klæðum eftir § 17 stk. 1 í forsorgarlógini.

 

4.9 Meirútreiðslur til serkost

 

 

Forsorgarlógin, § 18 b:

Stk. 2. Til persónar, ið eru 18 ár og eldri, fevnir stuðul til hjálparráð eisini um meirútreiðslur til serkost .

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 17. Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til serkost til persónar við diabetes, cystiskari fibrosu, cøliaki og annað ovurviðkvæmi.

Stk. 2. Almannaverkið ger við støði í fyriliggjandi kanningum metingar um, hvussu stór meirútreiðslan er, sum endurrindað verður fyri.

Stk. 3. Persónar við cystiskari fibrosu fáa stuðul til meirútreiðslur til serkost, sambært tilmæli frá viðkomandi serlækna.

 

 

Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til serkost til persónar við diabetes, cystiskari fibrosu, cøliaki og øðrum ovurviðkvæmi. Persónar, ið fáa stuðul til serkost, eru persónar, ið vegna sjúku ikki kunnu eta vanligan kost, og tí mugu eta serkost. Av tí, at tað kostar meira at eta serkost, verður stuðul veittur til meirútreiðslur av hesum, tvs. til tað, sum verður mett at vera munurin millum útreiðslur til “vanligan kost” og til serkostin. Serkostur skal ikki skiljast sum føðslutilskot, ið persónar eta í staðin fyri vanligan mat, tí hesi ikki orka at eta vanligan mat, ella sum ískoyti til vanligan mat.

 

Stuðulin verður veittur eftir útrokningum sambært donskum prís- og kostkanningum við tað, at tílíkar kanningar ikki verða gjørdar í Føroyum. Í Danmark er tað Danmarks Statistik, sum ger prísútrokningar, meðan stovnar sum Levnedsmiddelstyrelsen og Servicestyrelsen fyriskipa kostkanningar, ið liggja til grund fyri teim ásettu takstunum fyri meirútreiðslur til serkost.

 

Í Føroyum eru hvørki prískanningar ella kostkanningar, ið kunnu nýtast til endamálið at rokna meirútreiðsluna út. Einki grundarlag er tí fyri at rokna út, hvat munurin er millum útreiðslur til kost hjá t.d. einum persóni við diabetes og hjá einum typiskum persóni uttan diabetes í Føroyum. Viðmerkjast skal, at endurgjald fyri meirútreiðslur í hesum føri, ikki snýr seg um at kompensera fyri hægri prísstøði í Føroyum, sum jú allir føroyingar liva undir.

 

Tað er grundleggjandi fyri hugtakið um meirútreiðslur, at hava eina samanberingsrelasjón til “vanligan” tørv. Um ikki, so er einki grundarlag at veita stuðul eftir.

 

Meirútreiðslur til serkost til børn verður veittur sbrt. § 17, stk. 1 í forsorgarlógini.

Kapitul 5

Stuðul til koyristól til persónar á stovni/sambýli

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 7. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, sum eru til felags nýtslu til persónar á stovni ella sambýli ella til útgerð og innbúgv, sum er at meta sum grundútbúnaður á viðkomandi stovni ella sambýli.

Stk. 2. Stuðul verður tó veittur, tá ið talan er um persónligt tillagað hjálparráð, og hesi bert verða nýtt av tí einstaka og verða tikin við, tá ið viðkomandi uppiheldur sær uttan fyri stovnin ella sambýli.

Stk. 3. Koyristólur, ið skal lagast til tann einstaka, og sum tann einstaki hevur tørv á størsta partin av degnum, er at meta sum persónligt tillagað hjálparráð sbrt. stk. 2.

 

 

Hevur ein persónur á stovni/sambýli tørv á einum persónligt tillagaðum koyristóli og tørv á, at nýta hann meginpartin av degnum, er talan um eitt persónligt hjálparráð, ið stuðul kann veitast til sambært forsorgarlógini.

 

Tá ið stuðul til koyristól sum serligt persónligt hjálparráð verður játtað, skulu tvær treytir verða loknar:

1. talan skal vera um um ein persónligt tillagaðan koyristól, og

2. umsøkjarin neyðturviliga er noyddur til at brúka koyristólin meginpartin av degnum.

 

5.1 Treyt - persónligt tillagaður koyristólur

Reglurnar í § 18 b í forsorgarlógini fevna einans um stuðul til persónlig hjálparráð. Tað eyðkenda við einum persónligum hjálparráði er, at tað er kropsborið. Koyristólur, ið er tillagaður tí einstaka, hevur somu nyttu fyri brúkaran, sum onnur kropsborin hjálparráð, og er tí at samanbera við eitt kropsborið hjálparráð.

 

Skal ein koyristólur koma undir reglurnar, er treytin, at hann er persónligt tillagaður til umsøkjaran. Hetta hevur við sær, at koyristólurin skal vera ella kann tillagast tørvin hjá umsøkjaranum við atliti at innstilling til rygg, sæti, fót-stuðul, hjólinnstilling, hjólslag v.m.

 

Tørvurin hjá umsøkjaranum skal tískil ikki kunna nøktast við einum vanligum (standard) koyristóli.

 

Ein koyristólur verður mettur at vera persónligt tillagaður, tá koyristólurin:

  • er serframleiddur, og gjørdar eru veruligar tillagaðar broytingar afturímóti einum vanligum koyristóli, ella
  • hevur tillagingar- og innstillingsmøguleikar, ið gera tað møguligt at gera neyðugar innstillingar fyri at nøkta tann ítøkiliga tørvin

 

Koyristólur, sum verður játtaður sum persónligt tillagað hjálparráð, fevnir í útgangsstøðinum um øll sløg av koyristólum, tvs. bæði elektriskar og manuellar.

 

5.2 Treyt - tørv á koyristólinum størsta partin av degnum

Fyri at ein koyristólur skal kunna metast sum eitt persónligt tillagað hjálparráð, krevst harumframt, at koyristólurin neyðturviliga skal brúkast størsta partin av degnum.

 

Eyðkenni fyri teir persónar, ið hava henda tørv, er, at tað ikki eru aðrir møguleikar enn júst hesin koyristólur, ta tíð teir eru uppi. Persónur, sum fyrst og fremst brúkar koyristól sum flutningstól orsakað av óstøðugum gongulagi, er ikki fevndur av hesum, tí koyristólurin tá ikki neyðturviliga verður brúktur alla ta tíð, viðkomandi er vakin.

 

Tað ber ikki til neyvt at áseta, hvussu langa tíð “størsta partin av degnum” fevnir um. Persónar, sum fyri tað mesta mugu sita í koyristóli, ta tíð teir eru uppi, koma undir orðingina. Tað er, at ein persónur, sum t.d. heldur vil vakja um náttina, eisini lýkur treytirnar.

 

Persónar, sum hava brúk fyri koyristóli meginpartin av degnum, kunnu t.d. vera persónar við:

  • breki, ið hevur við sær, at viðkomandi er sera lamin ella hevur onnur víðfevnd likamlig brek, og tí ikki kann koma, ella hevur sera avmarkaðar møguleikar fyri at koma ymsastaðni uttan við brúk av koyristóli, ella
  • sera stórum lungnatrupulleikum, t.d. “steinlungum”, sum gera, at viðkomandi hevur skerda megi ella so vánaliga andatrongd, at tað er ógjørligt at koma ymisk støð, uttan við hjálp av koyristóli, og har tól og útgerð eru fest á koyristólin.

 

5.3 Koyristólur sum útlán

Koyristólur, játtaður eftir forsorgarlógini, verður veittur sum útlán, sum skal flýggjast aftur tá umsøkjarin ikki brúkar hann longur. Tað er, at umsøkjarin fær ikki ognarrætt til koyristólin.

 

Víst verður til kapitul 6 um hjálpartól, veitt sum útlán.

Kapitul 6

Hjálpartól sum útlán og leiðbeining í nýtslu

 

6.1 Hjálpartól sum útlán

Hjálparráð, ið kunnu endurnýtast, verða nevnd hjálpartól. Hjálpartól, ið eru játtað eftir forsorgarlógini, verða altíð veitt sum útlán. Hetta merkir, at hjálpartólið skal latast Almannaverkinum aftur, tá ið umsøkjarin ikki hevur brúk fyri hesum longur. Sostatt fær umsøkjarin ikki ognarrætt til hjálpartólið.

 

6.2 Endurnýtsla av hjálpartólum

At hjálpartól verða veitt sum útlán merkir tí, at umsøkjari kann fáa játtað eitt brúkt hjálpartól um mett verður, at hjálpartólið nøktar tørvin hjá umsøkjaranum. Tað er Almannaverkið, sum tekur avgerð um, hvørt eitt brúkt hjálpartól lýkur treytirnar at vera tað bíligasta nøktandi hjálpartólið, og um hjálpartólið í nóg stóran mun bøtir um virkistarnið. Hetta er eisini galdandi fyri koyristólar.

 

Umsøkjari hevur skyldu til at ansa væl eftir hjálpartólinum, sum viðkomandi hevur fingið sum útlán. Stuðul verður veittur til endurnýggjan av hjálpartólum í tann mun, at talan er um vanligt slit, sí kapitul 7.

 

6.3 Leiðbeining í nýtslu av hjálpartólum

Tað hevur stóran týdning, at umsøkjarin fær góða leiðbeining, tá ið hjálpartólið verður roynt, og at umsøkjarin fær góða tíð, soleiðis at viðkomandi kann gerast kunnigur við hjálpartólið. Í serligum føri kann vera mælt til, at umsøkjarin fær høvi til at royna hjálpartólið í eina tíð.

 

Leiðbeiningin skal eisini fevna um upplýsingar um møguligar trygdarforskriftir og viðlíkahald. Leiðbeiningin verður tilrættaløgd eftir tí einstaka umsøkjaranum og slag av hjálpartóli. Bert á tílíkan hátt, verður størst nytta fingin burturúr hjálpartólinum.

 

Er talan um sálarligt virkistarn, skal roknast við, at tað tekur tíð at royna og venja seg við hjálpartólið, og at hetta helst skal fara fram í tí umhvørvi, sum hjálpartólið seinni skal brúkast í.

 

Umsøkjari skal upplýsast um sínar skyldur at fara væl um hjálpartólið.

 

Almannaverkið ber ábyrgdina av, at játtað hjálpartól verða tillagað persóninum, ið skal nýta hjálpartólið.

 

Tá talan er um persón á stovni ella sambýli verður væntað, at viðkomandi stovnur ella sambýli tekur sær av vanligari leiðbeining og tillagingum av koyristóli.

Kapitul 7

Útskiftan, eyka hjálparráð, rakstur o.a.

 

7.1 Útskiftan, eyka hjálpitól og umvæling

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 6. Stuðul verður ikki veittur til rakstur, reingerð og vanligt viðlíkahald av hjálpartólum.

Stk. 2. Til elkoyristólar og til onnur hjálpartól, verður stuðul tó veittur til battaríir, ið ikki kunnu keypast í vanligum handli, og har tað ikki verður mett ráðiligt, at brúkarin sjálvur skiftir battaríini.

Stk. 3. Er talan um slit orsakað av vanligari nýtslu, sum hevur við sær, at hjálpartólið ikki kann nýtast sambært endamálinum, verður stuðul veittur til umvæling og útskiftan, herundir eisini til slangur og dekk til koyristólar.

 

 

7.2 Útskiftan

Hjálparráð verða skift, tá ið tørvur er á tí. Tað er ógjørligt at orða nakað alment um, hvussu leingi eitt hjálparráð skal halda, og tí er tað alneyðugt, at gjørd verður ein ítøkilig meting, tá ið søkt verður um at skifta hjálparráð.

 

Í kap. 4 um tey einstøku hjálparráðini verður vegleiðandi nevnt, hvussu oftani hjálparráð kunnu verða skift. Hetta hevur ikki við sær, at hjálparráð skulu skiftast út aftaná hetta tíðarbilið, ella at tørvur ikki er á fleiri útskiftingum. Persónlig nýtsla, kropsligar broytingar og slit kann sjálvt eftir stutta tíð gera tað ógjørligt at brúka hjálparráðið. Umframt hetta, kann tørvurin hjá umsøkjaranum - vegna sjúku broytingar - vera broyttur.

 

7.3 Eykahjálparráð/tól

Vanliga vil tað ikki vera tørvur á eykahjálparráði. Við persónliga tillagaðum kropsbornum hjálparráðum sum kompressionssokkar, bróstprotesum, stuðulskorsettum og øðrum hjálparráðum, kann tað tó vera tørvur á eykahjálparráði av reinførisávum.

 

Um hjálpartól t.d. er veitt at nýta í heiminum, og tað er trupult at taka tað við sær úr heiminum, kann stuðul verða veittur til eykahjálpartól, um ein ítøkilig meting vísir, at tørvur er á hesum.

 

Tó ber altíð til at fáa eykahjálpartól til barn at nýta í heiminum, ið er trupult at flyta við barninum, tá ið foreldur ikki búgva saman og barnið uppiheldur sær skiftivís hjá báðum foreldrum.

 

Til ber ikki at fáa eykahjálpartól, tá talan er um ábyrgdarøkið hjá øðrum myndugleika, sí vegleiðing um markamót nr. 1/2010.

 

7.4 Umvæling

Stuðul verður veittur til neyðugar umvælingar av hjálpartólum. Í slíkum førum eigur at vera hugsað um ásetingarnar í keypilógini um 1 ára reklamatiónsfreist ella møgulig lyfti/avtalur um garanti ella ókeypis veitingar/tænastur.

 

Tryggjast má, at hjálpartólið verður umvælt á ein forsvarligan hátt, og at umsøkjarin minst møguliga saknar hjálpartólið. Meðan umvælt verður, er møguleiki fyri at læna eitt hóskandi hjálpartól í umvælingartíðarskeiðnum.

 

Kemur javnan skaði á hjálpartólið, eigur at verða umhugsað, hvørt brúkarin sjálvur kann lastast fyri hetta. Hesi viðurskifti verða tikin við í metingini um, hvørt viðkomandi kann fáa nýtt hjálpartól, ella um talan er um umvæling vegna slit av vanligari nýtslu.

 

7.5 Rakstur av hjálpartólum

Stuðul verður ikki veittur til rindan av útreiðslum, sum standast av nýtslu av hjálpartólum, tvs. rakstur, reingerð og vanligt viðlíkahald.

 

Longu áðrenn ella í sambandi við játtanina, eigur umsøkjarin at verða kunnaður um tær útreiðslur, ið koma afturat og væntaða upphædd. Umhugsað kann vera, um heimild er at veita stuðul til útreiðslurnar eftir § 15 í forsorgarlógini ella eftir § 12 í almannapensjónslógini eftir fíggjarligari meting.

 

Stuðul verður tó veittur til einstakar rakstrarútreiðslur. Stuðul verður veittur til battaríir til elkoyristólar, um hesi ikki kunnu keypast í vanligum handli ella um tað ikki er ráðiligt, at umsøkjarin sjálvur skiftir battaríini. Sostatt verður stuðul veittur til battaríir, akkumulatorar e.l., sum ikki kunnu keypast í vanligum handlum, og har sjálv installatiónin (innleggingin) krevur serkunnleika ella serliga umhugsan, sum tað neyðturviliga ikki kann væntast, at umsøkjarin hevur.

 

Battaríir til eitt nú ávaringartól og lyktir, ið kunnu keypast í vanligum hvønndagsvøruhandlum, sølubúðum (kioskum) e.l., og sum ikki krevur serliga vitan ella umhugsni, eru sostatt ikki fevnd av heimildini.

 

Harumframt verður stuðul veittur til at skifta dekk og slangur á koyristólum.

 

7.6 Trygging

Tá ið stuðul verður játtaður til tríhjólaða knallert er treytin, at umsøkjarin teknar ta lógligu ábyrgdartryggingina og rindar hesa útreiðslu.

 

Krøv kunnu ikki setast umsøkjaranum at hava hjálpartólið tryggjað á serligan hátt. Umsøkjarin hevur skyldu at røkja hjálparráðið á ein reiðiligan hátt. Kemur skaði á hjálparráðið ella verður tað oyðilagt, og umsøkjarin ella skaðaelvarin hava eina familjutrygging, skal kannast, um tryggingin tekur við. Umsøkjarin hevur skyldu at vera við til hetta.

Kapitul 8

Málsviðgerð

 

8.1. Útvegan áðrenn játtan

 

 

Kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð:

§ 4. Hjálparráð, ið brúkari hevur útvegað sær, áðrenn umsókn er játtað, koma ikki undir ásetingarnar í hesi kunngerð.

 

 

Sambært § 4 í kunngerðini um hjálparráð, verður stuðul ikki veittur til hjálparráð, sum brúkari hevur útvegað áðrenn umsókn er játtað. Tí er tað av týdningi at kanna, at rokningin/fakturin er dagfestur eftir at játtanarskrivið er móttikið av umsøkjaranum.

 

8.2 Læknaváttanir

Í málum, har heilsuváttanir verða mettar neyðugar, útvegar Almannaverkið upplýsingarnar frá heilsustarvsfólki.

 

Almannaverkið metir um, hvørt neyðugt er við læknaváttan og um neyðugt er við læknaváttan frá lækna innan ávísa serlæknagrein.

 

Í málum, har støðan hjá persóninum er “stationær” er ikki neyðugt at biðja um nýggjar upplýsingar um heilsustøðuna, hóast talan er um nýggja umsókn.

 

Tá umsøkjari søkir um nýtt hjálparráð orsakað av broytingum í heilsuviðurskiftum, skulu heilsuupplýsingar altíð útvegast.

 

8.3 Avgerðir

Meginreglan er, at ein avgerð altíð verður fráboðað skrivliga. Víst verður til fyrisitingarlógina hesum viðvíkjandi (§§ 21, 22, 23).

 

Ein skrivlig avgerð er eitt týdningarmikið skjal og ger týðiligari, hvat ið er avgjørt og hví.

 

Um avgerðin ikki gongur umsøkjaranum fult út á møti, eigur hon at innihalda:

 

  • Úrslitið, ið myndugleikin er komin fram til. Tað er, um umsøkjarin hevur fingið tað hjálparráð, ið søkt er um.
  • Grundgeving fyri avgerðini, har víst verður á tey høvuðsfyrilit, ið hava verið avgerandi fyri útinningina av metingini, hvørjar upplýsingar dentur er lagdur á, og á rættarreglur, ið eru kravdar.
  • Lýsing av faktisku upplýsingunum í málinum, sum hava stóran týdning fyri avgerðina.
  • Sjónarmið hjá umsøkjara.
  • Rættarreglur og siðvenja, sum dentur er lagdur á. Tað er, tilvísing til lógir, kunngerðir og vegleiðing, soleiðis at umsøkjarin kann finna fleiri upplýsingar.
  • Kæruvegleiðing

 

8.4 Umboðan og hjásitari

Umsøkjari hevur rætt til at lata seg umboða av øðrum ella fáa hjálp frá øðrum, ynskir hann tað. Tað er umsøkjarin, sum velur, hvønn hann ella hon ynskir skal umboða seg. Almannaverkið eigur at kunna viðkomandi um henda møguleika. Víst verður til kap. 3 í fyrisitingarlógini hesum viðvíkjandi.

 

8.5 Kæruvegleiðing

Avgerðir um stuðul til hjálparráð sambært § 18 b í forsorgarlógini og kunngerð nr. 18 frá 2010 um stuðul til hjálparráð, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Víst verður til kap. 7 í fyrisitingarlógini hesum viðvíkjandi.

 

Gildiskoma

Henda vegleiðing er til kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010, ið kom í gildi 1. apríl 2010.

 

 

Almannamálaráðið, tann 2. sept. 2013

 

Vinaliga

 

Eyðun Mohr Hansen (sign.)

aðalstjóri