Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juni 2000Nr. 8002
Leiðbeining um rættindini arbeiðstakaranna til løn undir sjúku v.m., umframt "fyribilsstørv" og líkn. sambært Starvsmannalógini
(Til almennar arbeiðsgevarar undir Almanna- og heilsumálastýrinum)
Tá spurningurin um rættindini hjá starvsfólki til løn undir sjúku v.m. tekur seg upp, má fyrst kannast, um viðkomandi arbeiðstakari er fevndur av einum sáttmála (kollektivum ella individuellum) og síðan, hvat ein tílíkur sáttmáli sigur um m.a. lønarrættindi undir sjúku v.m.
Um ongin sáttmáli finnist á økinum, kann arbeiðstakarin kortini hava lønarrættindi undir sjúku v.m. sambært lóg. Tílíkar lógir eru oftast "minimumslógir", t.v.s. at tær áseta, hvørji rættindi arbeiðstakarin í minsta lagi hevur t.d. í samband við sjúku v.m..
Sáttmálar kunnu sjálvsagt ikki vera í stríð við tílíkar lógir, og sáttmálarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum geva eisini arbeiðstakarunum betri rættindi, enn lógirnar áseta.
Ein av høvuðslógunum, sum áseta minstukrøv um m.a. lønarrættindi hjá arbeiðstakarum í samband við sjúku v.m. er Løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn/ funktionærer ("Starvsmannalógin/Funktionærlógin"). Lógin fevnir um m.a. skrivstovufólk og starvsfólk innan heilsuverkið (serliga sjúkrasystarar og líknandi størv) og tískil er ein stórur partur av starvsfólkunum hjá tí almenna fevnt av hesi lóg.
Eitt sindur um heitið "starvsmaður/funktionær":
Fyri at koma undir Starvsmannalógina, skal arbeiðstakarin lúka 3 grundleggjandi treytir:
1. Ítøkiligar arbeiðsuppgávur skulu samsvara við tey í § 1, stk. 1 nevndu starvsøki. Í hesum sambandi hevur tað m.a. ongan týdning í sjálvum sær,
¸ hvat útbúgving viðkomandi hevur (t.d. skrivstovuútbúgving ella sjúkrasystir)
¸ hvat starvsheitið viðkomandi ber (t.d. "stjóri" ella "yvirsjúkrasystir")
¸ hvussu viðkomandi er løntur (t.d. tímaløntur, vikuløntur ella mánaðarløntur)
¸ hvussu viðkomandi er settur í starv (t.d. "ung í arbeiði" ella "vart starv")
¸ hvussu nógv viðkomandi fær í løn
¸ hvussu stór krøv arbeiðsuppgávurnar seta til viðkomandi
¸ hvussu gamal viðkomandi er
¸ um viðkomandi er limur í ávísum fakfelag (t.d. Starvsmannafelagnum)
Omanfyri nevndu viðurskifti kunnu tó í ivamálum fáa týdning í samlaðu metingini av, um viðkomandi er starvsmaður ella ikki.
Um viðkomandi hevur fleiri arbeiðsuppgávur fyri sama arbeiðsgevara soleiðis, at bert ein partur av hesum arbeiðsuppgávum kunnu metast sum fevndar av lógini, má meginparturin av arbeiðsuppgávunum verða av tílíkum slagi, fyri at viðkomandi kann metast sum starvsmaður. Í hesum førum, verður sostatt hugt eftir starvssetanini undir einum. Tað kann tó koma fyri, at sami persónur má metast at hava 2 ymisk størv fyri sama arbeiðsgevara soleiðis, at viðkomandi má metast sum starvsmaður í øðrum starvinum, men ikki í hinum starvinum. Sum dømi um hetta kann nevnast ein "klinikassistentur" hjá einum tannlækna, sum eisini tekur sær av vaskingini av tannlæknastovuni.
Sum eitt viðkomandi dømi um eitt starvsøki innan heilsuverkið, ið er fevnt av § 1, stk. 1 í Starvsmannalógini, kann nevnast arbeiðið innan "kliniskar tænastur" (klinisk bistandsydelse). Hetta slag av arbeiði verður vanliga útint av m.a. læknum, sjúkrasystrum og laborantum á m.a. sjúkrahúsum, ellis-, avlamis-, ella røktarheimum og laboratorium.
Tað verður sett sum krav fyri at koma undir Starvsmannalógina, at kliniska tænastan ikki er av handaverkaligum ella ídnaðarligum slagi (håndverksmæssig eller fabriksmæssig art). Av hesi orsøk verða t.d. heimahjálparir og frisørar vanliga ikki mettir sum starvsmenn, tí arbeiðið teirra bert ella fyri ein meginpart er av handaverkaligum slag. Av somu orsøk vera pedagogar vanliga heldur ikki mettir sum starvsmenn, men donsk rættarsiðvenja hevur staðfest, at arbeiðsuppgávurnar viðvíkjandi ansing av teimum yngstu børnunum (vøggustovubørnum) kortini má metast sum "klinisk tænasta" og sostatt sum fevnt av starvsmannalógini.
Omanfyri nevnda meting kann vera sera torfør; t.d. hevur nógv kjak staðist av spurninginum, um ein faklærdur sjúkrahjálpari veitur kliniska tænastu av ikki handaverkaligum slagi. Niðurstøðan hjá teimum flestu løgfrøðiligu rithøvundunum viðvíkjandi hesum spurningi er, at ein sjúkrahjálpari, sum útinnir arbeiðið í trá við sjúkrahjálparaútbúgvingina, vanliga er at meta sum starvsmaður.
Mint verður tó á, at fyri sjúkrahjálparar - eins væl og aðrar persónar, ið vanliga verða mettir sum starvsmenn - kunnu arbeiðsuppgávurnar, m.a. av praktiskum/organisatoriskum orsøkum, kortini vera so ymiskar, at neyðugt er ítøkiliga at kanna, um meginparturin av arbeiðsuppgávunum er "funktionærarbeiði" soleiðis, at starvið í síni heild kann metast sum fevnt av § 1, stk. 1 í Starvsmannalógini.
2. Viðkomandi skal sambært § 1, stk. 2 nýta meginpartin av arbeiðsmegi sínari í tænastu hjá tí arbeiðsgevara, sum rættarkrøvini smb. lógini verða sett fram ímóti. Hetta er sambært føroyskari rættarsiðvenju tulka soleiðis, at arbeiðstakarin skal arbeiða í miðal 20 tímar um vikuna fyri sama arbeiðsgevara. Hinvegin verður ikki sett sum treyt:
¸ at arbeiðstíðin hvørja viku er 20 tímar
¸ at arbeitt verður hvønn dag í vikuni
¸ at arbeiðstíðin er ásett frammanundan.
Tað avgerandi er sostatt, um viðkomandi í miðal arbeiðir 20 tímar um vikuna fyri sama arbeiðsgevara. Lýkur arbeiðstakarin hesa treyt, er tað hinvegin onki ávíst mark fyri, hvussu langt (ella stutt) tíðarskeið, arbeiðstakarin skal hava arbeitt 20 tímar um vikuna fyri at gerast starvsmaður. Donsk rættarsiðvenja hevur tó staðfest, at um ein arbeiðstakari hevur starvast hjá sama arbeiðsgevara í eitt longri tíðarskeið, so kann miðaltímatalið pr. viku í einstøkum førum - og undir serligum umstøðum - liggja undir 15 tímar um vikuna (20 tímar smb. føroyskari rættarsiðvenju), uttan at arbeiðstakarin av hesi orsøk missir starvsmannarættindini.
Arbeiðsgevarar mugu m.a. hava "20 tímars kravið" í huga, tá teir seta fólk í starv sum "fyribilshjálp", "vikar", "avloysari", "tilkallivakt" o.s.fr.. Tílíkar starvssetanir kunnu - orsakað av vantandi avtalu um annað - føra við sær, at arbeiðstakarin fær starvsmannastatus soleiðis, at hann kann gera øll síni rættindi sambært Starvsmannalógini galdandi mótvegis arbeiðsgevara sínum (sí nærri niðanfyri).
3. Arbeiðstakarin má vera undir fyristíling arbeiðsgevarans, fyri at vera fevndur av lógini. ("over/underordnelsesforhold"). Hetta merkir í stuttum, at arbeiðstakarin hevur skyldu til at nýta sína arbeiðsmegi undir leiðslu og eftirliti av arbeiðsgevaranum, ella øðrum persóni arbeiðsgevarans vegna. Í hesum sambandi er tað ikki avgerandi, at arbeiðsgevarin dagliga gevur arbeiðstakaranum ítøkilig boð um, hvussu arbeiðið skal útinnast, men harafturímoti, at arbeiðsgevarin hevur rætt til at gera tað.
Um ein ítøkilig kanning av pkt. 1-3 omanfyri vísir, at arbeiðstakarin má metast sum starvsmaður, hevur hann í høvuðsheitum rætt til:
¸ Fulla løn undir sjúku, jvb. § 5, stk. 1 í Starvsmannalógini, tí sjúka verður roknað sum "lógligt forfall".
¸ 1/2 løn í samband við barnsburð frá 1 mánaða undan føðing og til 1 mánað eftir føðing, jvb. § 6, stk. 3 í Starvsmannalógini.
Mint verður á, at reglurnar í Starvsmannalógini bert áseta minstukrøv til tær skyldur, sum ein arbeiðsgevari hevur mótvegis starvsmonnum/funktionærum. Sum áður nevnt, geva sáttmálarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum eisini arbeiðstakarunum, ið eru fevndir av sáttmálanum, betri rættindi enn Starvsmannlógin ásetur.
Møguligt er eisini at áseta í sáttmála, at reglurnar í Starvsmannlógini skulu nýtast, hóast arbeiðstakararnir, ið eru fevndir av viðkomandi sáttmála, ikki kunnu metast sum starvsmenn/funktionærar.
Eitt sindur um "fyribilsstørv" og líknandi sambært Starvsmannalógini:
Teir omanfyri nevndu sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum áseta vanliga bert rættindi til løn undir sjúku og barnsburði fyri arbeiðstakarar, sum eru mánaðarløntir og/ella í føstum starvi.
Á almennum arbeiðsplássum verða fólk tó javnan sett í tímalønt størv sum “fyribilshjálp, avloysarar, vikarar” v.m. Felags fyri øll hesi tykist vera, hvørji rættindi tey hava í samband við m.a. sjúku og barnsburð.
Tá ið fyribilssett ella líknandi sostatt vanliga ikki hava rættindi til løn undir sjúku v.m. sambært einum sáttmála, sum tey annars eru fevnd av, má verða hugt eftir, um hesi í staðin eru fevnd av einhvørjari lóg, ið viðgerð henda spurningin.
Hetta merkir m.a. at um t.d. ein tímaløntur vikarur/avloysari útinnir eitt arbeiði, ið smb. pkt. 1-3- omanfyri ger hann til “starvsmann”, so skulu ásetingarnar í Starvsmannalógini nýtast m.a. í samband við spurningin um løn vegna sjúku v.m.
Tað er tí sera týdningarmikið, at arbeiðsgevarar eru greiðir yvir, at hóast ein fyribilssettur sambært sáttmála ikki hevur rætt til løn frá arbeiðsgevaranum vegna sjúku v.m., so hevur viðkomandi kortini tílík rættindi, um treytirnar í Starvsmannalógini annars eru loknar.
§ 2, stk. 1 í Starvsmannalógini - ið viðvíkur uppsagnarfreistum - ásetur, at starvssetanin bert kann halda uppat við nærri ásettum freistum uttan so, at “..avtalað er, at arbeiðið er bert fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskifti vara ikki longur enn 3 mánaðir. Próvskylduna fyri, at tílík avtala er gjørd, hevur arbeiðsgevarin”.
Høvuðsreglan er sostatt, at starvið heldur fram, til annar av pørtunum sigur tað upp sambært uppsagnarfreistunum í § 2. Undantikið hesi høvuðsreglu eru starvssetanir, har tað er avtalað, at viðkomandi bert er settur í fyribilsstarv ella sum roynd og at hesi setanarviðurskifti í ítøkiliga førinum ikki vara longri enn í 3 mánaðir.
Arbeiðsgevarin skal prógva, at fyribilsstarv er avtalað partanna millum – og kann hann ikki tað, er talan um fast starv, við teimum víðkaðu rættindum, sum sáttmálin/starvsmannalógin ásetur.
Niðanfyri verður § 2, stk. 1 útgreinað og tulkað:
1) “Avtala”
Fyri at arbeiðsgevarin skal kunna lyfta próvbyrðuni krevst í mesta lagi, at fyribilsarbeiðið er greitt avtalað frammanundan. Hetta er í teimum førum, har ein skrivlig og undirskrivað avtala er gjørd partanna millum um, at viðkomandi ikki er settur í fast starv, men bert fyribils.
Próvbyrðan kann tó eisini verða uppfylt, um tað greitt framgongur, at talan bert er um fyribilsstarv Her verður t.d. hugsað um arbeiði sum “frítíðaravloysari”, “summaravloysari”, “jólaavloysari” og tílíkt, har tað liggur í sjálvum orðinum, at talan er um tíðaravmarkað starv. Arbeiðsgevarin kann tó fáa striltið við at prógva hetta, um tílík avtala ikki er feld niður á pappír, tí so er tað bert orð móti orði um, at talan var um avloysarastarv.
Ein arbeiðsgevari, ið ikki ætlar at seta fólk í fast starv, skal verða varugur við próvbyrðuna og avleiðingarnar av, at hann ikki megnar at lyfta henni. Arbeiðsgevarin má sostatt syrgja fyri, at eisini tílíkar avtalur verða gjørdar skrivliga.
2) “ikki varar longri enn 3 mánaðir”
Hóast tað sambært omanfyristandandi kann prógvast, at starvssetanin bert er fyribils, so krevst eisini, at hetta fyribilsstarv í ítøkiliga førinum ikki varar longri enn 3 mánaðir. Er talan um eitt greitt tíðaravmarkað fyribilsstarv (t.d. burðaravloysarastarv í 6 mánaðir) so er givið, at tarvssetanin heldur uppat av sær sjálvum, tá ið 6 mánaðir eru farnir. Her krevst ongin formlig uppsøgn frá arbeiðsgevarans síðu, og arbeiðstakarin hevur sjálvsagt bert rætt til løn frá arbeiðsgevaranum, um hann gerst sjúkur v.m. innan 6 mánaðar tíðarskeiðið er runnið.
Spurningurin er so, hvussu farast skal fram, um ein persónur er settur fyribils, men onki ávíst tíðarskeið er sett fyri setanina. Í hesum førinum verður úrslitið, at um sjúka v.m. berst á innan 3 mánaðir eru farnir, so hevur arbeiðstakarin í høvuðsheitum rætt til løn frá arbeiðsgevaranum. Havast skal tó í huga, at so leingi setanin ikki hevur vart meira enn 3 mánaðir, so hevur arbeiðsgevarin smb. § 2, stk. 1 í Starvsmannalógini rætt til at siga arbeiðstakaranum upp við ongari freist. Tað vil siga, at hóast arbeiðstakarin í høvuðsheitum hevur rætt til løn, so fær hann kortini onga løn, tí hann verður sagdur úr starvi sama dag, sum hann gerst sjúkur. Viðmerkjast skal, at tílík uppsøgn vanliga ikki kann metast sum ein roynd hjá arbeiðsgevaranum at snúgva sær undan Starvsmannalógini. Ásetingin um fyribilsarbeiði er ein “rímiligheitsregul”, ið er settur inn í starvsmannalógina, fyri at gera tað gjørligt hjá einum arbeiðsgevara at seta fólk í starv í styttri tíðarskeið, uttan at hann av hesi orsøk hevur skyldu til at gjalda viðkomandi løn í eitt longri tíðarskeið, um arbeiðstakarin gerst sjúkur ella við barn í starvstíðini. Hinvegin verða eisini sett strong próvkrøv til arbeiðsgevaran fyri at forða fyri, at hendan ásetingin verður nýtt til at sleppa sær undan at gjalda løn vegna sjúku v.m.
Hugsast kann, at ein arbeiðsgevari setur fólk í fyribilsstarv í 3 mánaðir, fyri síðani at seta tey í starv av nýggjum í 3 mánaðir, tá ið fyrra starvstíðin er runnin. Um hetta er sakliga grundað ella ein roynd hjá arbeiðsgevaranum at sleppa sær undan ásetingunum í Starvsmannalógini, má avgerast í hvørjum einstøkum føri sær. Vísast kann í hesum sambandi til ein nýggjan landsrættardóm um føroysku Starvsmannalógina, ið er at finna á heimasíðuni hjá Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum: www.lnd.fo
Omanfyri nevnda rættarstøða viðv. fyribilsstørvum uttan tíðaravmarking er tó bert galdandi, um partarnir ikki hava avtalað nakra uppsagnarfreist í samband við fyribilsarbeiðið. Partarnir kunnu frítt avtala uppsagnarfreistir í hesum førunum, t.d. kann tað avtalast, at sjúkrafráboðan skal javnsetast við uppsøgn.
Um einki ávíst tíðarskeið er sett fyri fyribilsarbeiðinum, og 3 mánaðir eru gingnir, uttan at viðkomandi er sagdur úr starvi, so “fangar borðið”. Tað merkir, at arbeiðstakarin er í føstum starvi og bert kann sigast upp smb. uppsagnarfreistunum í § 2, stk. 2 í starvsmannalógini. Um arbeiðstakarin t.d. gerst sjúkur eftir 3 mánaðar freistina, so hevur hann krav uppá løn frá arbeiðsgevaranum frá 1. sjúkradegi og til tann dagin, hann lógliga kann sigast upp smb. starvsmannalógini.
Samanumtikið verður tískil mælt til:
- at allar fyribilsstarvssetanir og líkn. verða skrivligar.
- at fyribilsstørv yvir 3 mánaðir verða neyvt tíðaravmarkað.
- at fyribilsstørv undir 3 mánaðir greitt verða avtalaði til at vara í mesta lagi hetta tíðarskeið.
- at greitt verður avtalað, at í samband við sjúku er starvssetanin at roknað sum av
- at arbeiðsgevarin kunnar tann fyribilssetta um rættarstøðuna viðv. fyribilsstørvum ella líkn.
Almanna- og heilsumálastýrið, tann 4. juni 2000
Aibritt á Plógv (sign.)
deildarstjóri