Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mai 2009Nr. 8002
Vegleiðing til kunngerð um stuðul til ávísar viðgerðir sbrt. § 17, stk. 1
Eftir § 17, stk. 1 í forsorgarlógini hava persónar, sum í heiminum uppihalda einum barni við sjúku ella breki, sum viðføra serligar útreiðslur, rætt til at fáa stuðul til tílíkar meirútreiðslur, herundir útreiðslur til ávísar viðgerðir. Í § 17, stk. 4 er heimild hjá landsstýriskvinnuni at áseta nærri reglur í kunngerð viðvíkjandi útreiðslum til ávísar viðgerðir sbrt. stk. 1, og herundir áseta, hvørji brek og sjúkur koma undir lógina.
Stuðul til viðgerðir sambært § 17, stk. 1 í forsorgarlógini kann ikki verða veittur, um talan er um viðgerðir, ið eru fevndar av ábyrgdarøki hjá øðrum myndugleika. Sosiallóggávan tekur ikki yvir í mun til uppgávur, ið eru fevndar av lóg/virkisøki hjá øðrum myndugleika.
Málbólkur
Persónsskarin eru persónar, sum í heiminum uppihalda barni við likamligum ella sálarligum breki, ið viðføra serligar meirútreiðslur, herundir til ávísar viðgerðir.
Orðingin likamligum ella sálarligum breki fevnir eisini um sjúku, ið vanliga kann væntast at vara í fleiri ár.
Treytir fyri at fáa stuðul til viðgerðir
Fyrsta treytin fyri at fáa stuðul til viðgerðir sambært kunngerðini er, at viðkomandi er fevndur av omanfyri nevnda málbólki, men harumframt er tað ein treyt sbrt. § 2 í kunngerðini, at brekið/sjúkan hevur munandi avleiðingar fyri barnið í gerandisdegnum.
Í mun til játtan av stuðli til ávísa viðgerð sbrt. § 5 í kunngerðini er tað ein treyt, at viðkomandi serlækni mælir til viðgerðina við støði í, at talan er um neyðuga og heilsuliga væl grundaða viðgerð. Harumframt er tað sbrt. § 5, stk. 3 ein treyt, at talan er um viðgerð, ið er fevnd av avtalu við sjúkrakassan. Tað er sjúkrakassin, sum hevur ábyrgdina av at dagføra sínar avtalur. Henda treyt fær gildi 1. januar 2010.
Í mun til viðgerð sbrt. § 5 kann viðkomandi serlækni bæði vera kommunulækni og barnalækni á Landssjúkrahúsinum.
Í mun til játtan av stuðli til viðgerð sbrt. § 6, stk. 1 í kunngerðini er tað ein treyt, at viðkomandi serlækni mælir til viðgerðina, sbrt. § 6, stk. 2, og at treytirnar í § 1-4 eru hildnar. Stuðul til viðgerðir sambært § 6, stk. 1 verða bert játtaðar fyri eitt viðgerðaruppihald hvørja ferð, sbrt. § 11.
Í sambandi við nýggja umsókn um viðgerðarskeið ella viðgerðaruppihald sbrt. § 6 skal eftirmeting fyriliggja, sbrt. § 12 í kunngerðini.
Í mun til viðgerð sbrt. § 6 og eftirmeting sbrt. § 12 skal viðkomandi serlækni skiljast sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum.
Harumframt er ein avgerandi treyt fyri at fáa stuðul sambært hesi kunngerð, at talan ikki er um viðgerðir, ið eru fevndar av virksemi hjá øðrum myndugleikum, sum eitt nú Heilsuverkinum ella Sernámsdeplinum, sbrt. § 4 í kunngerðini.
Viðgerðir
Styttri viðgerðir og viðlíkahaldsvenjingar í avmarkað tíðarskeið, sbrt. § 5
Eftir § 5, stk. 1 verður stuðul veittur til fysioterapi, ergoterapi, fótarøkt, kiropraktor og sálarfrøðiliga hjálp hjá privatum veitarum av nevndu viðgerðum.
Sambært § 5, stk. 2 kann stuðul veitast til aðra viðgerð um hesar lúka treytirnar í kunngerðini sbrt. § 5, stk. 2 og stk. 3. T.d. kann nevnast, at stuðul kann veitast til ríðing eftir hesi grein, men bert um ríðing verður fevnt av avtalu við sjúkrakassan. Viðmerkjast skal, at Almannastovan framvegis veitir stuðul til ríðing í tann mun, at Almannastovan metir, at talan er um eina meirútreiðslu (til frítíðartilboð), sbrt. § 17, stk. 1 í forsorgarlógini.
Stuðul verður veittur til eina tíðaravmarkaða, málrættaða viðgerðarfyriskipan, har meginreglan sbrt. § 8, stk. 1 er, at fyriskipanin í mesta lagi kann játtast fyri eitt ár í senn. Ein eftirmeting frá viðgerara skal fyriliggja, áðrenn støða verður tikin til nýggja játtan av viðgerðarfyriskipanini.
Í heilt serligum førum kann viðgerðarfyriskipanin sbrt. § 5 tó játtast fyri eitt tíðarskeið longri enn eitt ár, sbrt. § 8, stk. 3. Almannastovan metir um hetta. Sum dømi kann nevnast, at fjølbrekað børn hava framhaldandi tørv á viðlíkahaldsviðgerð og venjing. Tí kann eitt longri viðgerðartíðarskeið játtast í tílíkum førum, áðrenn neyðugt er við eftirmeting.
Stuðul til viðgerð sbrt. § 5, stk. 1 og 2 kann við støði í eftirmeting frá viðgerandi terapeuti endurnýggjast, sbrt. § 8, stk. 2. Við støði í endurmeting tekur Almannastovan avgerð um, hvørt framhaldandi viðgerðarfyriskipan skal játtast.
Tað er ávísandi læknin, ið skal biðja um eftirmeting frá viðgerandi terapeuti. Víst verður til avtalu millum Meginfelag sjúkrakassa Føroya (MSF) og fysioterapeutar, har tað í § 13, stk. 3 er ásett at: “Fysioterapeuturin boðar ávísandi læknanum frá úrslitinum av viðgerðini, tá ið tað er umbiðið, ella tá ið fysioterapeuturin heldur tað hava týdning fyri sjúklingin.”
Tað er ikki avgerandi fyri veitta stuðulin eftir § 5, um viðgerðin verður veitt á viðgerðarstovu ella av viðkomandi viðgerara í heiminum hjá viðkomandi barni. § 6 stk. 3 fevnir ikki um viðgerðir sambært § 5.
Avgerandi fyri um og í hvønn mun stuðul verður veittur til viðgerðir er, um brekið/sjúkan hevur munandi avleiðingar fyri barnið í gerandisdegnum. Sum dømi kann nevnast, at børn við lættari motoriskum trupulleikum (sonevnd POB børn), ið kunnu hava gagn av sonevndum SI venjingum, ikki verða mett at verða fevnd av kunngerðini.
Intensiv viðgerð (áleið 3-4 vikur)
Um styttri viðgerðir í avmarkað tíðarskeið, ikki nøkta tørvin hjá barninum, kann í heilt serligum førum játtast stuðul til styttri intensiv viðgerðarskeið, treytað av, at treytirnar sbrt. §§1-4 eru hildnar.
§ 6 fevnir um styttri intensiv viðgerðarskeið, og er hetta at skilja sum áleið 3-4 vikur. Sum dømi um tílíkar viðgerðir kunnu nevnast ymiskar konduktivar pedagogiskar viðgerðir, sum eitt nú petø viðgerð og Move and walk. Viðgerðin er ein blanding av fysioterapi og pedagogikki.
Viðmerkjast skal, at royndarverkætlan er sett í verk við tí endamáli at fáa tílíka viðgerð í Føroyum. Um talan verður um fasta skipan við viðgerðarskeiðum, ið almennur stovnur fyriskipar, so verður ikki longur møguligt at fáa játtað tílíka viðgerð sbrt. § 6 í kunngerðini, sbrt. treyt í § 4 í kunngerðini.
Stuðul verður ikki veittur til longrivarandi viðgerðarskeið við fulltíðarvenjingum í heiminum, sbrt. § 6, stk. 3. Sum dømi um tílíkar venjingar kann nevnast Doman hátturin.
Umsiting
Almannastovan tekur avgerð um stuðul sambært hesi kunngerð. Játtan um stuðul til útreiðslur til ávísar viðgerðir sambært hesi kunngerð skal vera fingin frá Almannastovuni, áðrenn umsøkjarin bindur seg fyri útreiðsluni.
Almannastovan tekur sbrt. § 9 í viðgerðini av umsóknunum atlit til, um neyðugt er við stuðli til fleiri viðgerðir samstundis, um hesar mugu metast at hava sama endamál. Tílíkar avgerðir skulu takst við støði í fakligum metingum, sum Almannastovan fær til vega.
Sjúkrakassans partur av kostnaðinum fyri viðgerðir sbrt. § 5, verður frádrigin í stuðulsupphæddini í sambandi við játtan av stuðli til viðgerð.
Kærumyndugleiki
Avgerðir tiknar sambært kunngerðini kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kærunevndin kann víkja frá nevndu freist, um serlig orsøk er til tað.
Gildiskoma
Henda vegleiðing kemur í gildi samstundis sum kunngerðin kemur í gildi. § 5, stk. 3 fær tó ikki gildi fyrr enn 1. januar 2010.
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
Eyðun Mohr Hansen (sign.)
aðalstjóri