Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Leiðbeining
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 30-08-2016
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. august 2016Nr. 8003

Leiðbeining um hvørjar útreiðslur landið heldur í sambandi við uppihald á stovni uttanlands eftir § 35, stk. 2 í barnaverndarlógini

(Dagførd august 2016)

 

Leiðbeining til § 69, stk. 1 í barnaverndarlógini 1)

 

 

Henda leiðbeiningin greiðir nærri frá, hvørjar útreiðslur landið heldur í sambandi við, at børn og ung verða sett á stovn uttanlands eftir § 35, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, við seinni broytingum (barnaverndarlógini).

 

1. Alment

Ein stórur partur av barnaverndarøkinum er lagdur út til kommunurnar at umsita og reka. Tann parturin, sum landið framvegis umsitur og rekur, er samdøgursstovnar, dagstovnar fyri børn, ið ikki kunnu integrerast á kommunalum dagstovni, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndina.

 

2. Heimildin at halda útreiðslur

Greinarnar 68, stk. 1 og 69, stk. 1 í barnaverndarlógini áseta, hvørjar útreiðslur ávikavist kommunurnar og landið halda.

 

§ 68. Kommunurnar halda útreiðslurnar, ið standast av hesi lóg, tó undantikið útreiðslur, ið standast av § 69, stk. 1.

Stk. 2. Tær kommunur, ið samstarva um at seta felags barnaverndarnevnd sambært § 4 og felags barnaverndarumsiting sambært § 5, verða eisini at býta tær útreiðslur, ið standast av hesi lóg, sínámillum. Hesar kommunurnar býta útreiðslurnar, svarandi til fólkatalið í kommunala samstarvinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, í samráð við kommunurnar, áseta nærri reglur um kommunalt samstarv um fígging av barnaverndarøkinum.

 

§ 69. Landið heldur útreiðslurnar fyri stovnsetan og rakstur av Høvuðsbarnaverndarnevndini og fyri stovnsetan og rakstur av samdøgursstovnum, herundir familjuviðgerð á samdøgursstovnum, fyri stovnsetan og rakstur av dagstovnum hjá landinum, sambært § 33, stk. 2, fyri stovnspláss uttanlands, sambært § 33, stk. 31) og harumframt fyri útreiðslur í sambandi við ókeypis umboðan, sambært § 57.

Stk. 2. Barnaverndarøkini rinda brúkaragjald fyri at seta barn á stovn sambært hesi lóg. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um brúkaragjaldið.

 

§ 68, stk. 1 ásetir, at kommunurnar hava fíggjarligu ábyrgdina av barnaverndarøkinum. Tó skulu kommunurnar ikki halda tær útreiðslur, ið standast av § 69, stk. 1.

 

§ 69, stk. 1 ásetir hvørjar útreiðslur landið heldur. Greinin ásetir m.a., at landið heldur útreiðslurnar fyri stovnspláss uttanlands, sambært § 35, stk. 2.

 

Sambært viðmerkingunum til § 69, er greinin úttømandi. Hetta hevur við sær, at landið bert heldur tær útreiðslur, sum eru nevndar í § 69, stk. 1, og at greinin má tulkast avmarkandi.

 

Vísandi til, at tað er landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgdina av samlaða tilboðnum av samdøgursstovnum í Føroyum, samanhildið við orðingina í § 68, stk. 1, verður § 69, stk. 1 tulkað soleiðis, at landið heldur tær útreiðslur, ið standast av, at barnið má á stovn uttanlands, og ikki bert fyri sjálvt stovnsplássið uttanlands. Hetta tí at útreiðslurnar standast av, at einki nøktandi tilboð er í Føroyum, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av.

 

3. Útreiðslur, ið landið heldur

Út frá eini avmarkandi tulking av § 69, stk.1 eru tað bert útreiðslur, sum beinleiðis standast av, at barnið má á stovn uttanlands, ið verða hildnar av landinum.

 

3.1. Stovnsuppihaldið

Landið heldur útreiðslurnar til uppihaldið á stovni uttanlands eftir § 35, stk. 2.

 

Børn eiga bert at verða innskrivað á stovn uttanlands, sum er góðkendur av avvarðandi myndugleika.

 

Í sambandi við at eitt barn skal á stovn uttanlands, er umráðandi, at tað verður gjørt greitt fyri stovninum uttanlands, at serlig viðurskifti gera seg galdandi, av tí at barnið kemur úr Føroyum, og at atlit tískil mugu takast fyri hesum. Stovnurin má t.d. tillaga sínar mannagongdir um uppfylgjandi fundir, foreldraviðtalur o.a. til, at barnið er úr Føroyum. Eisini má stovnurin hjálpa við praktiskum viðurskiftum, sum t.d. at hjálpa barninum í sambandi við ferðing til Føroya.

 

Harafturat er umráðandi, at barnaverndartænastan ger eina avtalu við stovnin um øll viðurskifti í sambandi við uppihaldið. Avtalan skal m.a. innihalda ásetingar um, hvat endamálið er við uppihaldinum (grundað á ætlanina sambært § 47), hvønn tørv stovnurin skal megna, hvat innihaldið í stovnstilboðnum er, her í millum hvørjar veitingar eru fevndar av stovnsuppihaldinum og hvørjar veitingar eru eyka veitingar, umframt kostnaðin av ávikavist uppihaldinum og eyka veitingunum. Í hesum sambandi er umráðandi, at tað verður gjørt greitt fyri stovninum, at uppihaldið hevur heimild í føroyskari lóggávu. Hetta hevur m.a. við sær, at stovnurin altíð skal tryggja sær heimild, áðrenn møguligar broytingar verða framdar í innihaldinum, sum hava eyka kostnað við sær.

 

Kostnaðurin skal útgreinast, soleiðis at kostnaðurin fyri ta einstøku veitingina kemur fram, sí nr. 4.

 

Barnaverndartænastan skal miða ímóti at avtala ein fastan kostnað fyri tað ætlaða innskrivingar tíðarskeiðið, soleiðis at kostnaðurin fyri uppihaldið ikki kann hækka í innskrivingar tíðarskeiðinum. Er ikki gjørligt at gera avtalu um fastan kostnað, skal upplýsast hvør veiting kann væntast at hækka í kostnaði og nær, umframt hvussu nógv. Stovnurin má kunna gera eina meting út frá søguligu gongdini hjá stovninum.

 

Vísir tað seg undir uppihaldinum, at barnið hevur ein serligan tørv, sum krevur eina veiting, ið upprunaliga avtalan ikki fevnir um, er neyðugt at gera serliga avtalu um hetta, umframt at fáa nýtt loyvi, sí eisini nr. 7.

 

3.1.1. Innihaldið í stovnsuppihaldinum

Sum nevnt í nr. 3.1. skal avtalast, hvat innihaldið í stovnstilboðnum er hjá tí einstaka barninum, umframt møguligar eyka veitingar.

 

Vanliga má eitt stovnstilboð í Danmark væntast at innihalda nakrar grundleggjandi veitingar, sum eru íroknaðar kostnaðin fyri uppihaldið 2) . Hesar eru m.a. útreiðslur til umsorgan, persónligan stuðul, sosialpedagogiska ráðgeving og viðgerð, umframt at stovnurin tekur sær av serliga tørvinum hjá barninum. Eisini lummapeningur v.m. og viðlíkahald av klæðum er vanliga íroknað kostnaðin fyri uppihaldið.

 

Fer barnið til umlætting í sambandi við stovnsuppihaldið, er hetta at rokna sum partur av stovnsuppihaldinum, og tískil ikki sum ein eyka veiting.

 

Onnur viðgerð enn sosialpedagogisk viðgerð, eitt nú viðgerð hjá psykologi, umframt skúlaundirvísing, eru ikki altíð ein partur av innihaldinum í stovnstilboðnum. Tískil er neyðugt, at tað klárt kemur fram, um hesar veitingar eru at meta sum partur av innihaldinum ella ikki, umframt kostnaðin av hesum veitingum. Sí nr. 4.

 

3.2. Útbúnaður

Barnið skal vanliga ikki hava innbúgv, t.d. song, borð, stól og líknandi við sær, tí hetta er á stovninum.

 

Annar útbúnaður, sum er ætlaður tí einstaka barninum, so sum klæðir, skúlataska, súkkla, telda v.m., sum má metast vanligur til viðkomandi aldursbólk, skal barnið vanliga hava við sær. Oftast upplýsir stovnurin hvønn útbúnað barnið skal hava við sær tá uppihaldið byrjar.

 

Landið heldur ikki útreiðslur til klæðir ella annan útbúnað, í sambandi við at uppihald á stovni byrjar. Tørvurin á klæðum og øðrum útbúnaði er ikki grundaður á, at barnið skal á samdøgursstovn. Talan er um tørv, sum er partur av vanligu umsorganini.

 

Foreldur skulu tryggja, at barnið hevur tað, sum tørvur er á. Um foreldrini ikki megna hetta, má barnaverndartænastan syrgja fyri hesum, sum ein part av umsorganini fyri barninum.

 

3.3. Ferðaútreiðslur o.l.

Landið heldur neyðugar og rímiligar ferðaútreiðslur í sambandi við stovnsuppihald uttanlands. Við ferðaútreiðslur er at skilja útreiðslur til ferðaseðil, hotell, mat og transport.

 

Viðmerkjast skal, at goldið verður í samsvar við “vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands” hjá Fíggjarmálaráðnum (lønardeildini), ið er at finna á heimasíðuni hjá lønardeildini, http://www.fmr.fo/lonardeildin/fakfelog. Ferðaútreiðslurnar eiga altíð at haldast so bíligar sum gjørligt. Tískil eigur øll ferðing, so vítt gjørligt, at verða løgd til rættis í góðari tíð.

 

Niðanfyri verður útgreinað hvørjar ferðaútreiðslur landið heldur í sambandi við at uppihaldið byrjar, samveru, uppfylgjandi fundir og tá uppihaldið endar.

 

3.3.1. Tá uppihaldið byrjar

Í sambandi við at uppihaldið uttanlands byrjar, heldur landið ferðaútreiðslur til barnið, sosialráðgeva frá barnaverndartænastuni umframt foreldrini. Um foreldrini ikki búgva saman, og barnið tískil, áðrenn tað varð umsorganaryvirtikið, bert búði hjá tí eina av foreldrunum, heldur landið bert ferðaútreiðslur til hetta foreldrið.

 

3.3.2. Samvera

Landið heldur ferðaútreiðslurnar til barnið í sambandi við samveru. Tó verður í mesta lagi rindað fyri tal av ferðum, svarandi til hvussu ofta Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur ásett samveru.

 

Vanliga kann eitt barn ferðast einsamalt við flogfari, soleiðis at ein vaksin fylgir barninum til flogfarið, ein flogterna heldur eyguni við barninum undir ferðini, og ein vaksin tekur ímóti barninum har flogfarið kemur. Neyðugt er tó at tosa við flogfelagið um hetta í sambandi við bílegging av ferðaseðlinum.

 

Um so er, at barnið, út frá eini fakligari grundgeving, ikki kann ferðast einsamalt, og neyðugt er at ein fylgjari er við, heldur landið ferðaútreiðslurnar hjá fylgjaranum. Viðmerkjast skal tó, at landið í hesum sambandi í mesta lagi heldur útreiðslur til uppihald, mat o.l. í eitt samdøgur. Hetta tí at møguligt er at ferðast til og úr Føroyum hvønn dag. Um møguligt, eigur fylgjarin at ferðast aftur og fram sama dag.

 

Er neyðugt við fylgjara á ferðini, eigur barnaverndartænastan, so vítt møguligt, at leggja til rættis møguligan uppfylgjandi fund soleiðis, at fundurin er í sambandi við, at barnið skal heim til samveru. Viðkomandi sosialráðgevi kann so fylgja barninum á ferðini. Sí nr. 3.3.3 um uppfylgjandi fundir.

 

Um ein persónur frá stovninum uttanlands fylgir barninum á ferðini, heldur landið í mesta lagi útreiðslur til uppihald, mat o.l. hjá fylgjaranum í eitt samdøgur.

 

Tað er barnaverndartænastan, ið hevur ábyrgdina av barninum, meðan tað er til samveru í

Føroyum. Landið heldur tískil ikki útreiðslur til møguligan stuðulspersón e.l. í hesum sambandi.

 

Gera serligar umstøður, at barnið ikki kann koma til Føroya til samveru, og samvera tískil bert kann skipast, við at foreldrini fara uttanlands til samveru, heldur landið ferðaútreiðslurnar hjá foreldrunum. Hevur Høvuðsbarnaverndarnevndin tikið avgerð sambært § 22, stk. 7 um, at onnur enn foreldrini skulu hava samveru, heldur landið ferðaútreiðslurnar hjá hesum í sambandi við samveru. Tað verður í mesta lagi rindað fyri tal av ferðum, svarandi til hvussu ofta Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur ásett samveru, og bert fyri ásett dagatal.

 

3.3.3. Uppfylgjandi fundir

Um uppfylging ikki kann klárast á annan hátt, heldur landið ferðaútreiðslurnar til sosialráðgeva hjá barnaverndartænastuni í sambandi við uppfylging av málinum. Tó verður í mesta lagi goldið fyri tvær ferðir árliga, og í mesta lagi fyri uppihald, mat o.l. í eitt samdøgur. Um so er, at tað ikki er møguligt at tosa við barnið, halda fund og ferðast innan eitt samdøgur, verður goldið fyri uppihald í tvey samdøgur. Sí eisini nr. 3.3.4. um útskrivingarfund.

 

Havast skal í huga, at barnaverndartænastan javnan skal fylgja upp uppá, hvussu barnið hevur tað, sí nr. 5. Uppfylgjan kann oftast gerast umvegis telefon ella Skype.

 

Landið heldur ikki ferðaútreiðslur til foreldrini í sambandi við uppfylgjandi fund. Hetta tí at tað er barnaverndartænastan, sum hevur ábyrgdina av at fylgja málinum upp. Harafturat tí foreldrini síggja barnið í sambandi við samveru.

 

3.3.4. Tá uppihaldið endar

Landið heldur ferðaútreiðslurnar til barnið í sambandi við, at uppihaldið uttanlands endar.

 

Mett verður, atikki er neyðugt at nakar fer eftir barninum, í sambandi við at uppihaldið uttanlands endar, um so er at barnið hevur ferðast einsamalt til samveru. Heimferðin kann skipast á sama hátt sum ferðing í sambandi við samveru. Barnaverndartænastan kann gera avtalu við stovnin um at hjálpa barninum at pakka og at fáa sent møguligt flytigóðs heim.

 

Um neyðugt er við einum útskrivingarfundi, heldur landið ferðaútreiðslurnar til sosialráðgeva hjá barnaverndartænastuni í hesum sambandi. Tó soleiðis, at rindað verður ikki fyri ferðaútreiðslur í sambandi við uppfylgjandi fund og útskrivingarfund sama hálvár.

 

Bert um tað er neyðugt, at foreldrini, ella tað foreldrið, sum barnið búði hjá tá tað vað umsorganaryvirtikið, eru við til útskrivingarfundin, heldur landið útreiðslurnar í hesum sambandi.

 

Viðmerkjast skal, at barnaverndatænasturnar eiga, um neyðugt, at seta fyriskipan í verk mótvegis foreldrunum ímeðan barnið er sett heiman, til tess at fyrireika, at barnið kemur heim aftur at búgva. Í hesum sambandi verður ein útskrivingarfundur ikki mettur at vera nøktandi, til tess at fyrireika foreldrini til heimkomuna.

 

3.3.5. Onnur ferðing

Meginreglan er, at landið bert heldur útreiðslur til ferðing í sambandi við, at uppihaldið byrjar, samveru og tá uppihaldi endar, sum greitt er frá omanfyri.

 

Einasta undantak frá meginregluni er, at landið heldur ferðaútreiðslurnar til barnið, um foreldrini, ein annar týðandi umsorganarpersónur ella eitt systkin doyr, og barnið skal heim til jarðarferð.

 

Ongar aðrar óvæntaðar ferðaútreiðslur verðar hildnar av landinum.

 

3.3.6. Flytigóðs

Um barnið, tá uppihaldið endar, ikki kann hava allan útbúnaðin við sær á heimferðini, heldur landið rímiligar útreiðslur til flytigóðs. Miðast skal ímóti at finna so bíliga loysn sum gjørligt.

 

4. Útgreining av kostnaði

Kostnaðurin skal útgreinast, soleiðis at tað kemur fram hvat rindað verður fyri, eitt nú uppihald, skúli, onnur viðgerð (og hvør), heilivágur og ferðing. Um lummapeningur e.l. ikki er íroknaður kostnaðin fyri uppihaldið, skal hesin eisini upplýsast sjálvstøðugt.

 

Harafturat skal upplýsast um talan er um samdøgurskostnað, kostnað fyri hvørja viku ella mánað, eins og tað altíð skal upplýsast, um rindast skal fyri tíðina, tá barnið er í Føroyum í sambandi við samveru ella feriu. Sostatt skal eitt nú upplýsast, um rindast skal fyri 365 samdøgur árliga, hóast barnið er í feriu.

 

Dømi:

 

Uppihaldið inniheldur ikki skúlaundirvísing, sum tískil skal rindast eyka fyri. Kostnaðurin er

upplýstur at verða:

 

Uppihaldið

kr.   1.000

um samdøgrið

Skúli

kr.      500

um samdøgrið

 

Árliga skal í sambandi við uppihaldið rindast fyri 365 samdøgur hóast barnið er heima í feriu, meðan tað í sambandi við skúlan skal rindast fyri 5 samdøgur um vikuna í 40 vikur.

 

5. Uppfylging av málinum

Sum omanfyri nevnt, er tað barnaverndarnevndin, sum hevur ábyrgd av uppfylgjanini av málinum. Harafturat hevur barnaverndarnevndin ábyrgdina av, at avtalan við stovnin verður fylgd.

 

Hetta hevur m.a. við sær, at barnaverndarnevndin skal hava eftirlit við hvussu barnið hevur tað, eftir at ein fyriskipan er sett í verk. Eisini skal barnaverndarnevndin við jøvnum millumbilum meta um, hvørt ein fyriskipan virkar eftir ætlan.

 

Harafturat skal barnaverndarnevndin gáa eftir, um barnið fær ta veiting frá stovninum, sum er avtalað, eitt nú sosialpedagogiska viðgerð, skúlaundirvísing ella psykologiska viðgerð. Um komið verður fram á, at barnið ikki fær ta veiting, sum er avtalað, skal barnaverndarnevndin biðja stovnin um eina frágreiðing. Tað kunnu vera ymisk viðurskifti sum gera, at barnið ikki fær veitingina. Talan kann vera um, at barnið í styttri tíðarskeið ikki megnar at móttaka veitingina, men talan kann eisini vera um longri tíðarskeið, t.d. at barnið ikki longur gongur í skúla.

 

Um barnið ikki fær ta veiting, sum er avtalað, eigur ikki at verða rindað fyri veitingina, og skal barnaverndarnevndin boða stovninum frá hesum. Eisini er umráðandi at Høvuðsbarnaverndarnevndin verður kunnað beinanvegin, soleiðis at gjaldingin kann steðgast.

 

6. Mannagongd í sambandi við gjald av rokningum

Til tess at tryggja, at rokningar frá stovnunum eru í samsvari við avtaluna og hesa leiðbeining, skal barnaverndartænastan vátta rokningarnar, áðrenn tær verða goldnar.

 

Harafturat skulu barnaverndartænasturnar vátta, at aðrar útreiðslur, eitt nú ferðaútreiðslur, eru í samsvari við hesa leiðbeining.

 

Er goldið fyri útreiðslur, sum eru váttaðar av barnaverndartænastuni, men sum ikki eru í samsvari við avtaluna ella hesa leiðbeining, verður krav sent barnaverndartænastuni um at afturrinda útreiðslurnar.

 

 

Almannamálaráðið, 30. august 2016

 

Eyðun Mohr Hansen

aðalstjóri

 

 

 



1) Í sambandi við endurskoðan av barnaverndarlógini og hartilhoyrandi lógarbroyting í 2012 varð heimildin at seta børn á stovn uttanlands flutt úr § 33, stk. 3 til § 35, stk. 2. Av misgávum varð henda rætting ikki gjørd í tilvísingini í § 69, stk. 1. Hetta verður broytt næstu ferð barnaverndarlógin verður tillagað. Henda vegleiðingin vísir til galdandi ásetingar í lógini.

2) Sambært nr. 439 ff í donsku vejledning nr. 3 til serviceloven, vejledning nr. 99 af 05.12.2006 om særlig støtte til børn og unge og deres familier.