Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. august 2015Nr. 8003
Vegleiðing um eftirlit sambært § 67 í barnaverndarlógini
Sambært § 67, stk. 1, í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (BVL) hevur landsstýrismaðurin eftirlit við, um kommunurnar og Barnaverndarstovan fylgja ásetingunum í lógini og teimum reglum, ið eru ásettar við heimild í lógini. Spurningurin hevur við millumbili tikið seg upp, hvat hetta eftirlit nærri fevnir um. Í hesi vegleiðing verður gjørd roynd neyvari at lýsa heimildir og avmarkingar eftirlitsins.
Hvørjar myndugleikar fevnir eftirlitið um?
Í § 67, stk. 1, eru kommunur og Barnaverndarstovan nevnd sum teir myndugleikar, ið landsstýrismaðurin hevur eftirlit við. Sjálv avgerðarheimildin í barnaverndarmálum liggur sambært barnaverndarlógini hjá sonevndu barnaverndarnevndunum, sum sambært lógini saman við starvsfólkunum undir einum nevnist Barnaverndartænastan (BVT). Kommunurnar skulu sambært lógini samstarva um val av barnaverndarnevndum og setan av starvsfólkum. Talan er sostatt um ein serligan kommunalan myndugleika, ið, hóast ikki beinleiðis partur av kommunalu eindini, sambært lóggávu er valdur av kommunustýrunum at umsita og taka avgerðir á einum kommunalum málsøki. Eftirlitið við kommununum eftir BVL § 67 má skiljast sum eitt eftirlit við teimum myndugleikum, ið virka og taka avgerðir sambært barnaverndarlógini, og við tað, at lógin ásetur, at serligar barnaverndarnevndir verða valdar at umsita økið, fevnir eftirlitið serliga um barnaverndarnevndirnar, hóast § 67 ikki orðar tað so.
Hvat slag av eftirliti er talan um
Við tað, at barnaverndarøkið er lagt til kommunurnar at umsita, er Almannamálaráðið ikki yvirskipaður myndugleiki á økinum. Einki hierarki er millum land og kommunur, og merkir hetta, at ráðið ikki hevur heimild at geva boð til kommunurnar. Heldur ikki ber til at kæra beinleiðis til ráðið. Sambært § 65, stk. 1, í barnaverndarlógini kunnu partar í einum máli, har myndugleikar sambært lógini hava tikið eina fyrisitingarliga avgerð, kæra hesa avgerð til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.
Almannamálaráðið er hinvegin eitt sonevnt málsøkjaráð (ressortministerium) á barnaverndarøkinum. Hetta merkir, at ráðið hevur ábyrgdina av lóggávuni á økinum. Sum málsøkjaráð hevur Almannamálaráðið møguleika til og eina ávísa skyldu at fylgja við í, á hvønn hátt málsøkið verður umsitið. Hetta gevur ráðnum ein ávísan møguleika at úttala seg um mál, ið verða umsitin av kommununum.
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur harumframt, við heimild í § 67 í BVL, eitt lógarásett eftirlit á økinum, eitt sonevnt málsøkjaeftirlit (ressorttilsyn).
Sambært § 67, stk. 1, so hevur landsstýrismaðurin eftirlit við, um myndugleikarnir fylgja ásetingunum í barnaverndarlógini og teimum reglum, ið eru ásettar við heimild í lógini. Talan er um eitt rættargildiseftirlit (legalitetstilsyn). Hetta merkir, at ráðið fremur eftirlit við, at lóggávan á økinum verður hildin. Í § 67, stk. 1, er barnaverndarlógin nevnd ítøkiliga, men hetta merkir samstundis, at talan er um eitt eftirlit við barnaverndarlóggávu í breiðari merking, tvs at eftirlitið eisini fevnir um aðra fyrisitingarrættarliga lóggávu, herundir serliga fyrisitingarlóg, innlitslóg og persónsupplýsingarlóg, men eisini óskrivaðar meginreglur, herundir meginreglurnar um saklig krøv til fyrisitingina, so sum líkareglu, markreglu v.m.
Vavið av rættargildiseftirlitinum er avmarkað til, í hvønn mun viðkomandi myndugleikar halda galdandi lóggávu á økinum.
Í stuttum kann sigast, at eftirlitið fevnir um at:
· hava eftirlit við at lógin og kunngerðirnar og aðrar ásetingar, ið eru galdandi fyri tænastur og fyriskipanir sambært lógini verða nýttar rætt og á ein slíkan hátt, ið fremur endamálið við lógini
· syrgja fyri, at royndirnar við lógini verða eftirmettar, og at neyðugar broytingar í regluverkinum verða framdar
· veita vegleiðing og leiðbeining í tann mun hetta er neyðugt til tess at náa teimum áður nevndu málum
Eftirlitið á barnaverndarøkinum fevnir soleiðis ikki um:
· klagur yvir kommunalt sett starvsfólk
· privatrættarlig viðurskifti, sum t.d. avtalur og endurgjaldsábyrgd
· góðan fyrisitingarsið
· hvørt ein avgerð er rímilig og/ella skynsom
· avgerðir í einstaklingamálum, ið eru lagdar til serligar kæru- ella eftirlitsmyndugleikar.
Eitt eyðkenni fyri rættargildiseftirlitið, er, at myndugleikin kann útinna tað av sínum eintingum (ex. officio). Hetta merkir, at eftirlitið ikki er treytað av eini áheitan uttanífrá, men kann velja sjálvt at fara til verka. Orsøkin til, at farið verður til verka, kann kortini vera t.d. ein áheitan frá borgara ella frá øðrum myndugleika, ella tí at eftirlitsmyndugleikin, gjøgnum t.d. fjølmiðlarnar, gerst varugur við eitthvørt mál, ið eigur at vera viðgjørt. Áheitan uttanífrá gevur kortini ikki eftirlitsmyndugleikanum skyldu at taka málið upp til viðgerðar. Tó hevur eftirlitið skyldu at umsita sína heimild sambært lógini, og skal tí taka støðu til, um eitt mál skal verða viðgjørt ella ikki.
Eftirlit almannamálaráðsins í mun til kommunala eftirlitið
§ 67 í barnaverndarlógini ásetur ongar heimildir at seta í verk revsitiltøk mótvegis myndugleikunum. Eftirlitið er sostatt avmarkað til at koma við óbindandi ummæli, vegleiðing o.l., tá mett verður, at lóggávan ikki er hildin. Í viðmerkingunum til ásetingina verður viðvíkjandi eftirlitinum sum heild víst til tær heimildir, sum landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur sambært kapitli 9 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógini).
Landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur sambært § 48 í kommunustýrislógini eitt lógarásett eftirlit við kommununum. Talan er eisini her um eitt reint rættargildiseftirlit. Eftirlitið fevnir um lóggávu, ið serliga er galdandi fyri almennar myndugleikar. Kommunala eftirlitið fevnir sostatt eisini um, hvørt kommunurnar halda galdandi barnaverndarlóggávu við tað, at barnaverndarøkið er fevnt av vanliga fyrisitingarrættinum sambært § 41 í barnaverndarlógini. Kommunala eftirlitið er tó avmarkað, tá mál kunnu viðgerast av serligum kæru- ella eftirlitsmyndugleika. Við tað, at kærunevndin í almanna- og heilsumálum er lógarásettur kærumyndugleiki í mun til avgerðir tiknar sambært barnaverndarlógini, so verða hesi mál ikki viðgjørd av kommunala eftirlitinum. Í mun til eftirlitsheimildina hjá Almannamálaráðnum so er, eins og áður greitt frá, talan um eitt lógarásett málsøkja-eftirlit við møguleika fyri at koma við óbindandi ummæli, vegleiðing o.l. Almannamálaráðið hevur sum varðandi av lóggávuni á barnaverndarøkinum ein serligan kunnleika til økið. Fyri at tryggja eina so einsháttaða klagu- og eftirlitsskipan sum gjørligt, merkir hetta, at kommunala eftirlitið víkir í tann mun, at Almannamálaráðið hevur tikið eitt mál upp til viðgerðar fyri at bíða eftir niðurstøðuni hjá ráðnum í málinum. At Almannamálaráðið hevur viðgjørt eitt mál sum eftirlitsmyndugleiki forðar tó ikki kommunala eftirlitinum eftirfylgjandi at viðgera málið.
Sum greitt frá hevur Almannamálaráðið heldur avmarkaðar heimildir at seta tiltøk í verk mótvegis myndugleikum, ið ikki halda lógina. Í teimum førum, at myndugleiki ikki fylgir vegleiðandi ummælinum frá Almannamálaráðnum, hevur ráðið møguleika at heita á landsstýrismannin í kommunumálum um at taka málið upp sum kommunalt eftirlitsmál. Kommunala eftirlitið hevur í slíkum føri ikki skyldu at fylgja niðurstøðuni frá Almannamálaráðnum, men setur í verk sína egnu kanning av málinum.
Eyðun Mohr Hansen (sign.)
aðalstjóri