Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. juli 2017Nr. 102
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
(Ávís matvøruframleiðsla til heimamarknaðin undantikin frá vanligu reglunum um løggilding ella skráseting)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010, sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 51 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 26, stk. 3 verður aftan á “matvøruvirkjum” sett: “, undir hesum heilsølur, smásølur, matarhallir, torg, fyribils sølustøð o.a.,”
2. § 32 verður orðað soleiðis:
“§ 32. Framleiðarar í fyrsta liði kunnu, hóast ásetingina í § 26, slátra egin djór og tilvirka slátrið til nýtslu í egnum húsarhaldi og til sølu beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um treytirnar fyri slátur og marknaðarføring hjá framleiðarum frá egnum virki beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til brúkaran o.a.
Stk. 2. Á sama hátt sum eftir stk. 1 kunnu matvørur frá veiðu, frá egnum garði ella fari framleiðarans verða seldar endaliga brúkaranum á heimamarknaðinum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 3. Ásetingarnar sambært hesi grein fevna ikki um fisk og fiskavørur, tá talan er um sølu umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum.
Stk. 4. Loyvi at selja matvørur sambært stk. 1 og 2 er treytað av, at árligi umsetningur framleiðarans er niðanfyri eitt av landsstýrismanninum ásett mark, sum í mesta lagi kann vera 1 mió. kr.”
3. § 33 verður orðað soleiðis:
“§ 33. Tilvirkan av matvørum úr góðkendum føroyskum og útlendskum rávørum frá mjólkaúrdrátti og svínakjøti kann, hóast ásetingina í § 26, fara fram til sølu beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 2. Loyvi at selja matvørur sambært stk. 1 er treytað av, at árligi umsetningur framleiðarans er niðan fyri eitt av landsstýrismanninum ásett mark, sum í mesta lagi kann vera 1 mió. kr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 13. juli 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 60/2016