Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. juli 2017Nr. 103
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
(Lønarískoyti til tillagað starv)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015 og løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 22 verður orðað soleiðis:
“§ 22. Lønarískoytið sbrt. § 21 verður veitt sum endurgjald fyri lønarmiss orsakað av mista arbeiðsførleikanum. Lønarískoytið verður veitt upp til viðkomandi sáttmálaløn, tó í mesta lagi 22.000 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og arbeiðsmarknaðargjøld. Lønarískoytið fevnir ikki um eftirlønargjøld.
Stk. 2. Arbeiðsgevarin rindar løn sambært viðkomandi sáttmála fyri arbeiðstíðina, sum arbeiðið hjá viðkomandi løntakara verður mett at samsvara við, tó í minsta lagi 2.000 kr. um mánaðin í løn.
Stk. 3. Løn og lønarískoyti tilsamans kunnu ikki vera hægri enn sáttmálalønin, samsvarandi við starvsbrøkin, sum viðkomandi arbeiddi frammanundan.
Stk. 4. Við løn sbrt. stk. 3 er ikki at skilja løn hjá fyritíðarpensjónisti, sum fer í tillagað starv sambært treytum í § 3, stk. 1, 1. pkt.
Stk. 5. Um persónur hevur aðra lønarinntøku, enn avtalað, fellur lønarískoytið burtur. Inntøka frá kommunalari ella borgarligari umboðan, er tó ikki at rokna sum lønarinntøka.
Stk. 6. Upphæddin á 2.000 kr. sbrt. stk. 2 verður javnað í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.
Í Tinganesi, 13. juli 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 138/2016