Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. juli 2017Nr. 104
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð
(Føroyskt teknmál)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið.”
2. Í § 3, stk. 1, 4. pkt. verður aftan á “málinum” sett: “og føroyska teknmálinum” og “og Staðarnavnanevndin” verður broytt til: “, Staðarnavnanevndin og Deyvafelag Føroya saman við Felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum”.
3. Í § 5, stk. 2, 1. pkt verður aftan á “skrift” sett: “eins og um føroyskt teknmál”.
4. Í § 5 stk. 4 verður aftan á “yrkismál” sett: “og teknmál”.
5. Í § 6 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Sama er eisini galdandi fyri føroyskt teknmál.”
6. Í § 8, stk. 2 verður aftan á “partar” sett: “undir hesum Teknmálstulkatænastuna og aðrar viðkomandi partar”.
7. Í § 9, stk. 3 verður aftan á “málstarv” sett: “umframt at kunna útvega ella vísa á hollan kunnleika til føroyskt teknmál”.
§ 2
Stk. 1. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2017.
Stk. 2. Í tíðarskeiðnum frá 1. august 2017 til 1. juli 2021 verður umboðið, sum Deyvafelag Føroya saman við Felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum hava tilmælt, sbrt. § 1, nr. 2 í hesi lóg, 12. umboð í Málráðnum.
Í Tinganesi 13. juli 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 139/2016