Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 14-07-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 105 frá 13. juli 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

13. juli 2017Nr. 105

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur

(Almannakunngering av heilsufrøðiligum upplýsingum viðvíkjandi aling av fiski)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður gjørd hendan broyting:

 

1.    Í § 11 verður aftan á stk. 6 sett:

Stk. 7. Upplýsingar um aling av fiski í meginskránni fyri djórasjúkur sbrt. stk. 6 skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um almannakunngering av upplýsingum eftir stk. 7, sum kunnu fevna um m.a.:

1)    Alibrúk

2)    Navn á alifelagi

3)    Slag av aling

4)    Staðseting av aliøki

5)    Heilsusfrøðiligu støðuna hjá fiski, íroknað

a)    sjúkur og sjúkuslag og lús á laksi,

b)   medisinskar viðgerðir, slag, nøgd og dosu,

c)    mekaniskar viðgerðir (t.d. heitvatn og spularar,

d)   alternativar viðgerðir (t.d. rognkelsi),

e)    flytførar laksalýs (miðal per fisk),

f)    kynsbúnar laksalýs (miðal per fisk),

6)    Tal av fiski á alibrúki

7)    Slopnan fisk

Stk. 9. Umframt upplýsingar um aling av fiski í meginskránni fyri djórasjúkur, kunnu avgerðir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um tiltøk og hoyringsskriv um tiltøk verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 10. Upplýsingar, sum nevndar í stk. 8, kunnu eisini fevna um upplýsingar í sambandi við aling av skeljum og tara.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2017.

 

 

Í Tinganesi, 13. juli 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

 

Lm. nr. 85/2016