7. desember 2012Nr. 125
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 6. oktober 2011, verður aftaná § 8 sett:
“Kapittul 4 a
Útluting
§ 8 a. Húsalánsgrunninum verður heimilað at rinda landskassanum part av úrslitinum eftir skatt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 7. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 32/2012