Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. oktober 2011Nr. 137
Løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging
§ 1. Ásetingarnar í hesum kapitli galda fyri avtalur um at keypa fastogn, tá ognin í høvuðsheitum verður nýtt til bústað hjá seljara ella í høvuðsheitum er ætlað til bústað hjá keypara, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Ásetingarnar galda tó ikki fyri avtalur um at keypa óbygd grundstykki ella grundstykki við bygningi í gerð.
§ 2. Hevur keypari frá seljara fingið eina støðufrágreiðing og upplýsingar um ognarskiftistrygging, sbr. §§ 4 og 5, kann keypari ikki mótvegis seljara gera galdandi, at bygningurin hevur ábrek, sbr. tó stk. 2-6. Keypari kann heldur ikki mótvegis seljara gera galdandi, at eitt ábrek átti at verið nevnt í støðufrágreiðingini.
Stk. 2. Stk. 1 er bert galdandi, um keypari hevur fingið ta í stk. 1 nevndu støðufrágreiðingina og upplýsingar um ognarskiftistrygging, áðrenn ein avtala er gjørd millum partarnar, tó í seinasta lagi áðrenn keypari hevur givið eitt boð, sum seljari tekur av.
Stk. 3. Um seljari leggur fram eitt tilboð um ognarskiftistrygging, sbrt. § 5, er stk. 1 bert galdandi, um seljari, áðrenn ta í stk. 2 nevndu freist, við einum skrivligum og bindandi lyfti hevur játtað at rinda keypara eina upphædd, sum svarar til í minsta lagi helvtina av tí uppskotna tryggingarkostnaðinum fyri ta umrøddu tryggingina, um so er, at keypari teknar hesa ella aðra trygging, ið lýkur tær treytir, sum eru nevndar í stk. 5.
Stk. 4. Seljari skal áðrenn ta í stk. 2 nevndu freist hava tryggjað sær, at keypari er kunnugur við tann í stk. 1 nevnda rættarvirknað. Er keypari ikki kunnugur við hetta, er stk. 1 bert galdandi, um serligar orsøkir eru fyri at halda, at keypari á annan hátt var kunnugur við henda rættarvirknað.
Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 1 kann keypari mótvegis seljara gera galdandi viðurskifti, sum eru íkomin eftir, at støðufrágreiðingin er gjørd ella endurnýggjað, sbrt. § 4, stk. 1, umframt at keypari mótvegis seljara kann gera galdandi, at ávís viðurskifti eru í stríð við ein servitutt ella við almennar forskriftir. Keypari kann harumframt mótvegis seljara gera galdandi eitt ábrek, um seljari hevur veitt eina trygd fyri umrøddu viðurskiftini ella hevur handlað svikafult ella við grovum ósketni. Keypari kann í aðrar mátar gera endurgjaldskrav galdandi mótvegis seljara eftir vanligum reglum, um seljari hevur latið bygningin gera við sølu fyri eyga.
Stk. 6. Hóast bygningurin hevur fysisk ábrek, forðar ásetingin í stk. 1 ikki fyri, at keypari kann traðka inn í krøv, sum seljari vegna somu viðurskifti hevði havt móti undanfarnum seljarum og móti tí, sum hevur gjørt bygningin.
§ 3. Keypari kann mótvegis einum byggikønum, sum hevur gjørt ta í § 4, stk. 1, 1. pkt. nevndu støðufrágreiðing, seta fram krav um skaðaendurgjald fyri ábrek, sum áttu at verið nevnd í frágreiðingini. Hevur seljari verið noyddur at rinda keypara eina upphædd fyri ábrek, sum áttu at verið nevnd í eini slíkari frágreiðing, hevur seljari rætt til rímiligt endurgjald.
Stk. 2. Hevur tann, sum vil gera galdandi, at eitt ábrek átti at verið nevnt í støðufrágreiðingini, ikki fráboðað tí byggikøna hetta innan 5 ár eftir tann yvirtøkudag, sum er avtalaður millum keypara og seljara, tó í seinasta lagi 6 ár eftir dagfestingina av frágreiðingini, missir viðkomandi rættin til at gera galdandi, at ábrekið átti at verið nevnt í frágreiðingini. Hetta er tó ikki galdandi, um tann byggikøni hevur veitt trygd fyri eitt longri tíðarskeið ella hevur handlað svikafult ella við grovum ósketni.
§ 4. Ein støðufrágreiðing skal, fyri at hava tann í § 2 nevnda rættarvirknað,
1) verða gjørd av einum byggikønum, sum er góðkendur við tilnevning, sbr. stk. 2,
2) vera skrivað á eitt serligt oyðublað, sum er góðkent av landsstýrismanninum, og
3) støðufrágreiðingin skal vera gjørd ella endurnýggjað av tí byggikøna innan 6 mánaðir fyri tann dag, keypari fær frágreiðingina.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir ávíst tal av byggikønum. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um tilnevning, undir hesum reglur um ábyrgdartrygging og aðrar treytir fyri tilnevning, um gjald fyri tilnevning o.a., um afturtøku og burturfall av tilnevning, og um umsiting av tilnevningarskipanini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um virksemið sum byggikønur, undir hesum reglur um tær kanningar, sum tann byggikøni skal gera í sambandi við gerð av støðufrágreiðing, umframt reglur um viðurgjaldið hjá tí byggikøna.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um átalur, ávaringar ella afturtøku av tilnevningini sum byggikønur, undir hesum reglur um almannakunngering av persónum og fyritøkum, sum hava fingið ávaring, ella hvørs tilnevning er tikin aftur sum úrslit av álvarsligum ella endurtiknum feilum í støðufrágreiðingunum.
Stk. 5. §§ 144, 150, 152 og 155-157 í revsilógini verða at nýta samsvarandi fyri byggikøn, sum hava tilnevning eftir reglum, ásettar við heimild í stk. 2, 3 og 4.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann leggja heimildir sínar eftir hesi lóg til annan myndugleika.
Stk. 7. Ger landsstýrismaðurin av at leggja heimildir sínar sambært hesi lóg til ein annan myndugleika, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærur um avgerðir, tiknar av hesum myndugleika, undir hesum eisini, at avgerðir ikki kunnu kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Landsstýrismaðurin kann eisini leggja sín kærumyndugleika til eina kærunevnd ella óheftan stovn, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.
§ 5. Ein upplýsing um ognarskiftistrygging skal, fyri at hava tann í § 2 nevnda rættarvirknað, vera skrivlig og skal innihalda eina fráboðan frá einum tryggingarfelagi um:
1) tær treytir, sum eru galdandi fyri, at keypari kann tekna eina trygging viðvíkjandi ognini, sum í minst 5 ár eftir yvirtøkudagin, og við møguleika fyri leingjan til í minsta lagi 10 ár, tekur við ábrekum við fysisku støðuni á ognini, sum vóru til staðar, tá keypari yvirtók ognina, og sum ikki eru nevnd ella sum greitt eru lýst skeivt í støðufrágreiðingini, sbr. § 4, ella
2) hvørji serlig viðurskifti við fysisku støðuni á ognini hava við sær, at trygging sbrt. stk. 1 ikki kann verða teknað.
Stk. 2. Tann í stk. 1, nr. 1 nevnda fráboðan skal verða skrivað sum eitt bindandi tilboð til keypara og skal veita keypara eina rímiliga freist at taka av tilboðnum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin við vinnumálum kann áseta reglur um vavið av teimum í stk. 1 nevndu tryggingum og um innihaldið í teimum í stk. 1 nevndu fráboðanum frá tryggingarfeløgum.
Kapittul 2
Iðranarrættur í sambandi við keyp av fastogn o.a.
§ 6. Ásetingarnar í hesum kapitli galda, við teimum í stk. 2 nevndu undantøkum, fyri avtalur um at keypa fastogn, tá ognin í høvuðsheitum er ætlað til bústað fyri keypara, umframt undir somu treytum fyri avtalur um at keypa lut í einum lutaíbúðarfelag og at keypa partabræv ella annað heimildarskjal við einum bústaðarnýtslurætti knýttum afturat sær.
Stk. 2. Ásetingarnar galda ikki fyri avtalu um at keypa fastogn o.a. á uppboðssølu, ella um umbøn um tvingsilssølu er latin inn, tá avtalan verður gjørd, og keypari visti ella átti at vitað hetta.
Stk. 3. Er sølan farin fram sum liður í vinnu seljarans, ella hevur ein vinnurekandi sum liður í starvi sínum gjørt ella miðlað avtaluna fyri seljara, hevur seljari próvbyrðuna fyri, at avtalan ikki er fevnd av ásetingunum í hesum kapitli.
§ 7. Tá keypsavtala er gjørd, kann keypari iðra hesa avtalu sbrt. treytunum í §§ 8-11.
Stk. 2. Um seljari ikki hevur tikið av einum tilboði um keyp, kann keypari taka aftur sítt tilboð við at geva seljara fráboðan um hetta.
§ 8. Iðranarrætturin er treytaður av, at keypari í seinasta lagi 6 yrkadagar eftir, at avtalan er gjørd, gevur seljara skrivliga fráboðan um, at keypari iðrar avtaluna, sbr. tó stk. 2. Fráboðanin skal vera komin fram til seljara, áðrenn freistin gongur út.
Stk. 2. Er avtalan gjørd við, at keypari hevur tikið av einum tilboði frá seljara um sølu, skal tann í stk. 1 nevnda fráboðan verða komin fram í seinasta lagi 6 yrkadagar eftir, at keypari fekk kunnleika til tilboðið.
§ 9. Er ein avtala um keyp tinglýst, er iðranarrætturin treytaður av, at keypari fremur neyðug tiltøk fyri at avlýsa avtaluna, áðrenn tann í § 8 nevnda freistin er farin.
§ 10. Hevur keypari tikið ognina í nýtslu, er iðranarrætturin treytaður av, at ræðið á ognini verður latið seljara, áðrenn tann í § 8 nevnda freistin er farin.
Stk. 2. Hevur keypari framt inntriv í ella broytingar á ognini eftir, at avtalan er gjørd, er iðranarrætturin treytaður av, at keypari í stóran mun setir ognina í sama stand, sum ognin var í, áðrenn inntrivið ella broyting varð gjørd, innan tann í § 8 nevnda freistin er farin.
Stk. 3. Er ognin eftir, at avtalan er gjørd, skalað ella minkað í virði á annan hátt sum úrslit av, at keypari ella onnur, sum hava havt atgongd til ognina eftir keyparans áhugamálum, hava víst ósketni, er iðranarrætturin treytaður av, at keypari fær viðurskiftini í rættlag, áðrenn tann í § 8 nevnda freistin er farin. Keypari hevur próvbyrðuna fyri, at talan ikki er um ósketni.
§ 11. Iðranarrætturin er treytaður av, at keypari áðrenn ta í § 8 nevndu freist, rindar seljara eitt viðurgjald, sum er 1 prosent av keypskostnaðinum, sbr. tó stk. 2. Keypari kann við frígerandi virknaði rinda einum vinnurekandi, sum nevnt í § 6, stk. 3.
Stk. 2. Keypari skal ikki rinda viðurgjald eftir stk. 1, um avtalan er gjørd við ein seljara, sum hevur latið ognina gera við sølu fyri eyga, ella hvørs høvuðsstarvs er at selja fastogn, um seljari hevur handlað sum liður í hesum starvi. Er talan um avtalu um keyp av grundstykki og um ný- ella liðugtgerð av einum heilum bygningi á grundstykkinum, sum nevnt í § 14, verður § 17 at nýta samsvarandi.
§ 12. Hevur keypari rindað ein part av keypskostnaðinum, skal seljari, um keypari iðrar avtaluna, beinanvegin rinda keypara ta rindaðu upphæddina, tó við frádrátti av møguligum viðurgjaldi eftir § 11. Frádráttur kann fara fram, hóast keypari hevur rindað upphæddina til ein vinnurekandi, sbrt. § 6, stk. 3.
Stk. 2. Hevur seljari frá keypara, sum trygd fyri rindan av keypskostnaðinum, móttikið eitt pantibræv við panti í ognini ella eitt samsvarandi skjal, skal seljari, um avtalan verður iðrað, beinanvegin lata keypara skjalið aftur. Kann seljari ikki beinanvegin lata keyparanum skjalið aftur, skal seljari halda keypara skaðaleysan fyri eitt og hvørt krav sambært skjalinum, og keypari kann krevja, at seljari veitir nøktandi trygd fyri hesum.
§ 13. Leygardagar og flaggdagur verða ikki roknaðir sum yrkadagar, tá iðranarfreistin verður roknað, sbr. § 8.
Kapittul 3
Iðranarrættur í sambandi við avtalur um keyp ella gerð av heilum bygningum
§ 14. Ásetingarnar í hesum kapitli galda fyri avtalur um at keypa ella gera heilan bygning, sum ein vinnurekandi, arbeiðstakarin, ger sum liður í starvi sínum, um so er,
1) at bygningurin í høvuðsheitum skal latast ella í høvuðsheitum bæði prosjekterast og gerast av arbeiðstakaranum,
2) at bygningurin eftir sínum slagi er ætlaður til bústað fyri eina ella tvær familjur,
3) at bygningurin í høvuðsheitum er ætlaður til bústað fyri eina ella tvær familjur fyri hin partin, tann, ið bíleggur arbeiðið, og
4) at avtalan um at gera bygningin ikki er gjørd, tá tann, sum hevur bílagt arbeiðið, tekur av einum skrivligum tilboði, sum er komið fram eftir eina áheitan á fleiri um at bjóða á sama grundarlagi innan fyri eina nærri ásetta freist.
Stk. 2. Arbeiðstakarin hevur próvbyrðuna fyri, at ein avtala um at keypa ella gera ein bygning ikki er fevnd av ásetingunum í hesum kapitli.
§ 15. Tá avtala um at keypa ella gera ein bygning er gjørd, kann tann, sum hevur bílagt arbeiðið, taka avtaluna aftur eftir teimum í § 16 nevndu treytum.
§ 16. Iðranarrætturin er treytaður av, at tann, sum hevur bílagt arbeiðið, í seinasta lagi 6 yrkadagar eftir, at avtalan er gjørd, gevur arbeiðstakaranum skrivliga fráboðan um, at hann vil iðra avtaluna, sbr. tó stk. 2. Fráboðanin skal vera komin fram til arbeiðstakara, áðrenn freistin gongur út.
Stk. 2. Er avtalan gjørd á tann hátt, at tann, sum hevur bílagt arbeiðið, hevur tikið av tilboðnum frá arbeiðstakaranum, skal tann í stk. 1 nevnda fráboðan vera komin fram í seinasta lagi 6 yrkadagar eftir, at tann, sum hevur bílagt arbeiðið, fekk kunnleika til tilboðið frá arbeiðstakara.
§ 17. Um tann, sum hevur bílagt arbeiðið, iðrar avtaluna, kann arbeiðstakarin einans krevja viðurgjald fyri arbeiðið, sum sambært avtaluni longu skuldi verið gjørt, og sum er gjørt.
Stk. 2. Um tann, sum hevur bílagt arbeiðið, longu hevur rindað ein part av avtalaða viðurgjaldinum, ella hevur arbeiðstakarin longu sum trygd fyri rindan av viðurgjaldinum fingið eitt pantibræv ella samsvarandi skjal, verður § 12 at nýta, tó við teimum broytingum, sum fylgja av stk. 1.
§ 18. Tá iðranarfreistin verður roknað eftir § 16, verður § 13 at nýta samsvarandi.
§ 19. Ein vinnurekandi seljari ella miðlari, sbr. § 6, stk. 3, skal, áðrenn iðranarfreistin eftir § 8 byrjar, geva keypara upplýsingar um iðranarrættin sbrt. kapittul 2 í einum serligum skjali. Er talan um avtalu um at keypa ella gera bygningar, sbrt. § 14, skal arbeiðstakarin, áðrenn iðranarfreistin byrjar, sbr. § 16, geva tí, sum hevur bílagt arbeiðið, upplýsingar um iðranarrættin sbrt. kapittul 3.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skipan av og innihald í teimum í stk. 1 nevndu upplýsingum.
§ 20. Um ein keypari iðrar avtaluna eftir ásetingunum í kapitli 2, er seljari, í sambandi við møguligt viðurgjaldskrav frá einum professjonellum ráðgeva, settur sum um ognin ikki var seld.
Kapittul 4
Frávik lógarinnar o.a.
§ 21. Víkjast kann ikki frá ásetingunum í kapitli 1 til bága fyri keypara ella seljara uttan so, at viðkomandi hevur handlað sum liður í yrki sínum. Tó kann verða avtalað, at keypari, hóast ásetingina í § 2, stk. 5, 1. pkt., ikki skal kunna gera galdandi viðurskifti, sum eru íkomin eftir, at støðufrágreiðingin er gjørd ella endurnýggjað, sbr. § 4, stk. 1.
Stk. 2. Víkjast kann ikki við avtalu frá ásetingunum í kapitli 2 til bága fyri keypara.
Stk. 3. Víkjast kann ikki við avtalu frá ásetingunum í kapitli 3 til bága fyri tann, sum hevur bílagt arbeiðið.
Stk. 4. Vìkjast kann ikki við avtalu frá ásetingini í § 20 til bága fyri seljara uttan so, at viðkomandi hevur handlað sum liður í starvi sínum.
§ 22. Í keypsavtalum, har ásetingarnar í kapitli 1 verða at nýta, sbr. § 1, kunnu ásetingar í avtaluni um, at keypari ikki kann gera galdandi fysisk ábrek við ognini, og onnur almenn fyrivarni, ikki gerast galdandi mótvegis keypara í tann mun, seljari sjálvur kundi havt fingið sama rættarvirknað við at fylgja teirri í § 2 nevndu mannagongd.
Kapittul 5
Revsiásetingar
§ 23. Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum ikki letur upplýsingar sbrt. § 19, stk. 1. Landsstýrismaðurin kann í reglum, sum verða givnar við heimild í § 19, stk. 2, áseta, at brot á hesar reglur verða revsað við bót.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Kapittul 6
Gildiskoma
§ 24. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012 og hevur virknað fyri avtalur, sum verða gjørdar eftir gildiskomuna.
Tórshavn, 6. oktober 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 12/2011