Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 14-10-2011
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2011 A - Hefti 39 A frá 14. oktober 2011
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. oktober 2011Nr. 140

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)        § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls:

1)    at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað

2)    at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum, og

3)    at stuðla upp undir Veðurlagspolitikk Føroya at minka orkunýtsluna hjá føroyska býlishópinum.”

 

2)        Í § 5, stk. 2 verður “80 %” broytt til: “90 %”.

 

3)        Aftaná § 5 verður sett sum nýggj § 5 a, § 5 b og § 5 c:

§ 5 a. Húsalánsgrunnurin kann veita veðskuldarlán til íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum eru skipað sum sjálvsognarstovnar ella lutafeløg.

Stk. 2. Lán eftir stk. 1 skulu veðsetast innan fyri 80 % av metingarvirðinum við tinglýstum veðbrævi, ognarbrævi, skaðaloysisbrævi o.l. í somu fastogn ella við aðrari samsvarandi trygd.

Stk. 3. Áðrenn lán verða veitt eftir stk. 1, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur og treytir um lánsveiting.

§ 5 b. Húsalánsgrunnurin kann einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lestrarbýlir.

Stk. 2. Áðrenn Húsalánsgrunnurin útvegar bústaðir eftir stk. 1, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur og treytir fyri hesum virksemi grunsins.

§ 5 c. Húsalánsgrunnurin kann veita realkredittlán at fíggja føroyskar bústaðir.

Stk. 2. Áðrenn Húsalánsgrunnurin fer í holt við at veita realkredittfígging eftir stk. 1, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur og treytir fyri hesum virksemi grunsins.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.

 

 

Tórshavn, 6. oktober 2011

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)

løgmaður

 

Lm. nr. 77/2011