Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 13-11-2017
Løgtingsmál
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 146 frá 13. november 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

13. november 2017Nr. 146

Løgtingslóg um at veita lán til P/F Fiskaaling

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita P/F Fiskaaling lán upp á 9,0 mió. kr. Lánið stendur aftan fyri allar aðrar áognarar hjá P/F Fiskaaling. Lánið er rentufrítt og verður kravt aftur í einum, ella í avdráttum, tá eginpeningur felagsins er í minsta lagi 500.000 kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 13. november 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

 

Lm. nr. 9/2017