Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2016Nr. 150
Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020
Uppboðssøla
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað í 2017 á uppboðssølu at selja rættin at veiða:
1) tann partin av ásettu føroysku makrelkvotuni fyri 2017, ið er hægri enn ásetta føroyska makrelkvotan fyri 2016, tó frároknað økingar av kvotu, ið verður latin í umbýti við onnur lond fyri 2017, og øktar kvotur til royndir,
2) tann partin av ásettu føroysku kvotuni av norðhavssild fyri 2017, ið er hægri enn ásetta føroyska kvotan av norðhavssild fyri 2016, tó frároknað økingar av kvotu, ið verður latin í umbýti við onnur lond fyri 2017, og øktar kvotur til royndir,
3) tann partin av ásettu føroysku svartkjaftakvotuni fyri 2017, ið er hægri enn ásetta føroyska svartkjaftakvotan fyri 2016, tó frároknað økingar av kvotu, ið verður latin í umbýti við onnur lond fyri 2017, og øktar kvotur til royndir og
4) tað, sum fer upp um 27.000 tons av samlaðu ásettu føroysku kvotuni í 2017 av botnfiski í Barentshavinum, tó í mesta lagi 10%.
Stk. 2. 1) Rætturin at veiða kann seljast
1) eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum,
2) eigara av báti í bólki 5, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska við ávísa bátinum,
3) eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum, ella
4) føroyskum partafelagi ella smápartafelagi, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.
Stk. 3. 1) Far, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum far, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella sum hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann ikki fiska av rættindum, ið eru keypt á uppboði.
Stk. 4. 1) Keypari, sambært stk. 2, nr. 3, og keypari og fiskifar, sambært stk. 2, nr. 4, skulu lúka treytir og krøv um eigaraviðurskifti, sambært § 7 í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap. Eigaraviðurskifti, sambært § 7 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og avtala millum keypara, sambært stk. 2, nr. 4, og ávísa fiskifarið um at fiska keyptu kvotuna, skulu vera góðkend av Vørn frammanundan ætlaðum keypi á uppboðssølu. Broytast hesi viðurskifti eftir keyp á uppboði, soleiðis at treytirnar til eigaraviðurskiftini, sambært § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap, ikki longur eru loknar, fellur rætturin at fiska kvotu, keypt á uppboði, burtur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur fyri góðkenning frammanundan av keypara, sambært stk. 2, nr. 3 og 4, og tíðarfreist fyri at lata inn upplýsingar fyri at fáa góðkenning frammanundan.
Stk. 5. 1) Hóast ásetingina í stk. 2 kann landsstýrismaðurin loyva tí, sum keypir rættin at veiða sambært stk. 1, at fiska keyptu kvotuna við øðrum fiskifari undir føroyskum flaggi, um ávísa fiskifarið, sambært stk. 2, hevur verið fyri bráðfeingis óhappi og ikki kann fara til fiskiskap.
Stk. 6. 1) 2) Keypta kvotan verður latin keypara ella eigara av fiskifari, ið er víst á, sambært stk. 2, nr. 4, í fiskiloyvi til fiskifarið sambært stk. 2 sum egin árskvota sambært reglunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Kvotan gevur ikki rættindi fram í tíð sambært ásetingunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og kann ikki avhendast sambært reglunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Stk. 7. 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvar keyptu kvoturnar kunnu veiðast, hvørji botnfiskasløg í Barentshavinum verða boðin til sølu, hvussu uppboðssølan fer fram, herundir, um kvotan verður seld í einum, ella hon verður seld so líðandi í serium, um kvotan verður boðin øllum eigarum av fiskiførum í senn ella bólkum av fiskiførum í senn, undir hvørjum treytum sølan fer fram og um gjaldstreytir. Keyparin ber sølukostnaðin.
Stk. 8. 1) Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við ein uttanfyri standandi veitara, at hesin stendur fyri uppboðssøluni.
Stk. 9. 1) Gjaldið fyri at keypa rættin at veiða fer í landskassan.
Veiðigjald
§ 2. Eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2017, tó undantikið kvotu, sum er keypt á uppboðssølu sambært § 1.
Stk. 2. Veiðigjaldið sambært stk. 1 er
1) 1,00 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli,
2) 0,75 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av norðhavssild og
3) 0,20 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
§ 3. Veiðigjaldið, sambært § 2, er ikki galdandi fyri eigarar av fiskiførum á føroysku landleiðunum, sambært § 28, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
(Strikað) 2)
§ 4. 2) (Strikað).
Stk. 2. 2) (Strikað).
Stk. 3. 2) (Strikað).
Stk. 4. 2) (Strikað).
Umrokning til runda vekt
§ 5. 2) Í sambandi við gjøldini, sambært § 2, skulu teir í stk. 2-4 nevndu umrokningarfaktorar nýtast til umrokning av fiski og fiskavøru til runda vekt.
Stk. 2. Umrokningarfaktorar fyri makrel:
1) Kruvdur, við høvdi 1,15.
2) Kruvdur, avhøvdaður 1,30.
3) Flak við skræðu og beinum 2,60.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,60.
5) Flak skrædlað, uttan bein 2,60.
6) Fiskamjøl 5,11.
Stk. 3. Umrokningarfaktorar fyri norðhavssild:
1) Kruvd, við høvdi 1,00.
2) Kruvd, avhøvdað 1,00.
3) Flak við skræðu og beinum 2,00.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,00.
5) Flak skrædlað, uttan bein 2,00.
6) Fiskamjøl 5,11.
Stk. 4. Umrokningarfaktorar fyri svartkjaft:
1) Kruvdur, við høvdi 1,20.
2) Kruvdur, avhøvdaður 1,40.
3) Flak við skræðu og beinum 2,80.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,80.
5) Flak, skrædlað, uttan bein 2,80.
6) Fiskamjøl 5,11.
Innkrevjing
§ 6. 2) Veiðigjaldið, sambært § 2, fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er avreidd.
Stk. 2. 2) Vørn ger upp veiðigjaldið og sendir eigara av fiskifarinum rokning mánaðarliga.
Stk. 3. Gjaldsfreistin er 10 dagar eftir dagfesting á rokning.
Stk. 4. Rinda eigarar av fiskiførum ikki rættstundis, skal renta rindast við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.
Stk. 5. 2) Veiðigjaldið, umframt renta og møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum, kunnu krevjast inn við panting. TAKS fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum.
Manningarviðurskifti
§ 7. Manningar á fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum fiska makrel, norðhavssild, svartkjaft ella botnfisk í Barentshavinum, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, sum taka ímóti somu fiskasløgum, skulu í 2017 lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.
Stk. 2. Gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.
Onnur lóggáva
§ 8. Í tann mun, henda lóg ikki hevur serligar ásetingar, er løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap við tilhoyrandi kunngerðum galdandi.
Stk. 2. 1) Fiskifar, ið fær rættindi at fiska, sambært hesi løgtingslóg, er fevnt av løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap við tilhoyrandi kunngerðum.
Revsiásetingar
§ 9. 2) Tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda veiðigjald sambært hesi lóg greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villleiðandi upplýsingar at fara eftir, tá gjøldini skulu gerast upp, verður revsaður við sekt ella fongsli upp í 2 ár.
Stk. 2. Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi umstøður, fongsul upp í 4 mánaðir.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 4. 3) (Strikað).
Gildiskoma
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 23. desember 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 21/2016
1) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 6. juni 2017.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 18. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá framløgudegnum. Stk. 2. Eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi, ið við fiskifari hevur fiskað við fiskiloyvi til annaðhvørt makrel ella norðhavssild, og har fiskifarið, áðrenn framløgudagin, sbr. stk. 1, landar til virkingar ella frystingar uttanlands ella letur móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar, er viðvíkjandi avreiðingaravgjaldi fevndur av reglunum um umrokningarfaktorar, innkrevjing og revsing í løgtingslógini um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 fyri landingar áðrenn framløgudagin.”. (Framløgudagurin var tann 3. november 2017).
3) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”