Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2017Nr. 154
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
(Stuðul til persónar við bústaðarskyldu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 21. apríl 1999, løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 171 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 49 frá 26. mai 2010, løgtingslóg nr. 172 frá 23. desember 2011, løgtingslóg nr. 33 frá 27. apríl 2012, løgtingslóg nr. 145 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2013, verður henda broyting gjørd:
Í § 2 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Persónur, sum av arbeiðsávum hevur bústaðarskyldu, lýkur treytina í stk. 3, um egni bústaðurin ikki verður leigaður út.”
Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 5 og 6.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2018.
Í Tinganesi, 13. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 33/2017