Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Áður galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Áður galdandi
  • Myndugleiki: Eingin
  • Útgávudagur: 18-12-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 157 frá 18. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. desember 2017Nr. 157

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

(Skipan av landsroyndum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai 1999, løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2000, løgtingslóg nr. 53 frá 9.  mai 2005, løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007, løgtingslóg nr. 34 frá 28 apríl 2009 og løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011, verður gjørd henda broyting:

 

Í § 14, stk. 5 verður aftan á 4 pkt. sett sum nýtt pkt.:

“Landsstýrismanninum verður í serligum førum heimilað at gera frávik  frá ásetingini um at skipa fyri landsroynd.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 1. juli 2018.

 

 

Í Tinganesi, 18. desember 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 22/2017