Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 28-12-2015
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Løgtingslóg 160 frá 24. desember 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

24. desember 2015Nr. 160

Løgtingslóg um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Familjuískoyti verður veitt til húski við skrásettum bústaði í Føroyum, ið hava heimabúgvandi børn undir 18 ár.

Stk. 2. Húski fevnir um stakan uppihaldara, gift ella uppihaldarar, ið liva í samlívi, sum hava heimabúgvandi børn undir 18 ár, ið eru búføst á bústaðnum sambært Landsfólkayvirlitinum.

Stk. 3. Uppiheldur barnið sær fyribils uttan fyri heimið í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár, verður sæð burtur frá treytini í stk. 2 um, at barnið skal vera heimabúgvandi.

§ 2. 1) Fyri stakar uppihaldarar, ið hava eitt inntøkugrundarlag á 200.000 kr. ella lægri, er familjuískoytið ásett til 18.000 kr. um árið, um uppihaldarin hevur 1 barn.

Stk. 2. Familjuískoytið sbrt. stk. 1 hækkar við 5.000 kr. fyri hvørt eftirfylgjandi barn.

Stk. 3. 1) Fyri uppihaldarar, ið liva í samlívi ella eru hjún og hava eitt inntøkugrundarlag á 280.000 kr. ella lægri, er familjuískoytið ásett til 22.000 kr. um árið, um tey hava 1 barn.

Stk. 4. Familjuískoytið sbrt. stk. 3 hækkar við 5.000 kr. fyri hvørt eftirfylgjandi barn.

§ 3. 1) Fyri stakar uppihaldarar, ið hava eitt inntøkugrundarlag hægri enn 200.000 kr., verður familjuískoytið ásett við at taka ein prosentpart av muninum millum inntøkugrundarlagið og 190.000 kr., og draga hetta tal frá støddini av familjuískoytinum sbrt. § 2, stk. 1 ella stk. 2.

Stk. 2. 1) Fyri uppihaldarar, ið liva í samlívi ella eru hjún, og hava eitt inntøkugrundarlag hægri enn 280.000 kr., verður familjuískoytið ásett við at taka ein prosentpart av muninum millum inntøkugrundarlagið og 280.000 kr., og draga hetta tal frá støddini av familjuískoytinum sbrt. § 2, stk. 3 ella stk. 4.

Stk. 3. Prosentparturin sbrt. stk. 1 og 2 er:

1)   20% fyri 1 barn.

2)   25% fyri 2 børn.

3)   30% fyri 3 ella fleiri børn.

§ 4. Inntøkugrundarlagið sbrt. §§ 2 og 3 er inntøkan nevnd í § 7.

§ 5. 1) (Strikað).

§ 6. Familjuískoytið fellur burtur, um mánaðarliga útgjaldið er 100 kr. ella minni.

§ 7. Inntøka er skattskyldug inntøka sambært skattalógini, kapitalvinningsskattalógini og leiguinntøka sambært § 8 a í ásetingarlógini.

Stk. 2. Sum skjalprógv fyri inntøkur sambært stk. 1 verða nýttar eitt nú uppgjørdar sjálvuppgávur og endauppgerðir frá TAKS, kontoavrit frá fyribilsskattaskránni hjá TAKS, váttan frá Studna ella útlendskum stuðulsveitara um lestrarstuðul.

Stk. 3. Aðrar inntøkur, vinningur ella møguligur annar stuðul verður lagt afturat inntøkuni. Barnaviðbót/barnagjald, serligt barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar, viðbót til ávísar pensjónistar, røktarviðbót, hjálparviðbót, avlamisviðbót, avlamisveiting og endurgjald fyri varandi mein og ikki-fíggjarligan skaða verður ikki tikið við sum inntøka.

Stk. 4. Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum familjuískoyti verður grundað á, inntøkan seinastu 12 mánaðirnir. Um inntøkan broytist, kann avgerð um familjuískoyti grundast á eina inntøku frá tí mánaðinum, inntøkan broytist, og inntøkutíðarskeiðið verður roknað frá tí mánaðinum og frameftir.

Stk. 5. Fyri B-inntøku og vinning sbrt. kapitalvinningsskattalógina er inntøkutíðarskeiðið, ið familjuískoyti verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um inntøku sbrt. stk. 4 og 5.

§ 8. Familjuískoyti verður útgoldið tí, ið uppiheldur barninum, og sum hevur foreldramyndugleikan yvir einum barni, hevur lut í foreldramyndugleikanum ella hevur góðkenning sum fosturforeldur og sambært Landsfólkayvirlitinum hevur barnið búgvandi.

Stk. 2. Umsókn um familjuískoyti verður latin inn til Almannaverkið. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um ískoyti.

Stk. 3. Umsókn um familjuískoyti við afturvirkandi gildi kann ikki gangast á møti.

Stk. 4. Almannaverkið kann heinta inn upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av málum um familjuískoyti frá skattamyndugleikum, Landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini.

§ 9. Familjuískoyti verður útgoldið mánaðarliga og í fyrsta lagi við virknaði frá 1. januar 2016. 

Stk. 2. Familjuískoyti verður útgoldið við virknaði frá tí mánað, ið umsóknin um familjuískoyti er móttikin av Almannaverkinum, sbr. stk.1.

Stk. 3. Familjuískoyti verður útgoldið fyrstu fer, mánaðin eftir at rætturin til familjuískoyti er staðfestur, og seinastu ferð fyri tann mánaðin, tá staðfest er, at rætturin til familjuískoyti fellur burtur.

§ 10. Hevur nakar av órøttum fingið familjuískoyti, og átti hann at verið vitandi um hetta, skal hendan upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.

Stk. 2. Almannaverkið kann í sambandi við afturgjald gera avtalu um afturgjaldsskipan.

Stk. 3. Afturgjaldskrav kann krevjast inn við panting ella afturhaldast í A-inntøkuni.

Stk. 4. TAKS fremur sbrt. stk. 3 panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum og afturheldur í A-inntøku sambært reglunum um lønarafturhald í skattalógini.

§ 11. Familjuískoyti kann ikki verða veitt, um uppihaldararnir eiga ogn, ið er mett til eina upphædd, ið er omanfyri 30.000 kr.

Stk. 2. At meta sum ogn er innistandandi í peningastovni og virðisbrøv.

Stk. 3. Undantikið er ogn, ið er endurgjald fyri varandi mein og ikki-fíggjarligan skaða.

§ 12. Almannaverkið heitir einaferð um árið á tey, ið fáa familjuískoyti sambært hesi lóg, um skrivliga at vátta, at tey framhaldandi lúka treytirnar fyri at fáa familjuískoyti.

Stk. 2. Hevur Almannaverkið ikki móttikið váttanina í seinasta lagi ein mánaða eftir áheitan, steðgar útgjaldið av familjuískoytinum við virknaði fyri næsta mánaða. Útgjaldið kemur aftur í gildi mánaðin eftir, at váttanin er móttikin.

Stk. 3. Umsøkjarin hevur skyldu til at boða Almannaverkinum frá broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til familjuískoyti.

§ 13. Rætturin til familjuískoyti kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn umsøkjarin hevur fingið familjuískoytið útgoldið. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 14. Almannaverkið hevur fyrisitingina av familjuískoytinum um hendi.

Stk. 2. Avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.

§ 15. Landsstýrismaðurin skal eftir 2 árum leggja fram fyri Løgtingið eina eftirmeting um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, herundir  um broytingar mugu gerast í lógini.

§ 16. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 24. desember 2015

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 30/2015

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.”