Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 19-12-2017
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 161 frá 18. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. desember 2017Nr. 161

Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Partur I

Almennar ásetingar

 

Kapittul 1

Lógarøki, endamál og allýsingar

§ 1. Løgtingslógin fevnir um at gagnnýta livandi sjófeingi í føroyskum sjógvi og uttan fyri føroyskan sjógv, og at fáast við slíkt virksemi, sum stendur í sambandi við at gagnnýta sjófeingið, so sum at umskipa, leggja upp, taka ímóti, flyta, goyma, virka og selja ella umseta sjófeingi og úrdrátt úr hesum.

Stk. 2. Løgtingslógin er somuleiðis galdandi á føroyskum førum, á føroyska landgrunninum, á landi í Føroyum og í føroyskum áum, vøtnum, ósum og løkum.

Stk. 3. Løgtingslógin fevnir ikki um at gagnnýta havsúgdjór, fugl og um fisk, djór og plantur í aling, og annað sjófeingi, ið er fevnt av aðrari lóggávu.

§ 2. Løgtingslógin hevur til endamáls at tryggja røkt og lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga gagnnýtslu av livandi sjófeingi, at varðveita sjófeingið sum ogn Føroya fólks, at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá vinnum, ið gagnnýta sjófeingið, og at stuðla undir arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.

Stk. 2. Í fyrisitingini av løgtingslógini, og tá heimildirnar í løgtingslógini verða nýttar, skal dentur leggjast á:

1)   at gagnnýtslan av sjófeinginum er burðardygg og tryggjar mest møguligu virðisøking, og at virðisøkingin kemur vinnuni og føroyska búskapinum til góðar,

2)   fyrivarnisregluna sambært millumtjóða avtalum og leiðreglum,

3)   vistskipanarregluna og sambandið millum ymisku dýrasløgini og plantusløgini í sjónum og meingi teirra, og lívfrøðiliga margfeldið,

4)   at skipa so fyri, at javnbjóðis møguleikar eru at bjóða seg fram at gagnnýta sjófeingið, og at hetta verður býtt á ein hátt, sum gagnar øllum pørtum av landinum,

5)   munagott eftirlit við gagnnýtsluni av livandi sjófeinginum, og

6)   millumtjóða sáttmálar og avtalur um fyrisiting av sjófeingi, sum Føroyar eru partur av, og altjóða meginreglur hesum viðvíkjandi.

§ 3. 1) Í hesi løgtingslóg merkir:

1)   Føroyskur sjógvur: Sjóleiðirnar innan fyri føroyska fiskimarkið, soleiðis sum tað er ásett í fyriskipan um fiskiveiðiumveldi Føroya.

2)   Altjóða sjógvur: Sjóleiðirnar uttan fyri fiskiveiðiløgdømið hjá strandarlondum.

3)   Vinnuligur fiskiskapur: Fiskiskapur, ið ikki er til húsbrúk.

4)   Fiskiár: Álmanakkaárið, um annað ikki er ásett.

5)   Fiskiloyvi: Tann rættur, sum eigari av ávísum fiskifari fær at veiða av ávísum livandi sjófeingi á ávísum leiðum í einum fiskiári.

6)   Fiskidagaskipan: Skipan av fiskiskapi, har rættindi verða útlutað sum tal av fiskidøgum til ávísan fiskiskap á ávísari leið.

7)   Felags fiskidagar: Tal av fiskidøgum, sum rættindahavarar ella bólkur av fiskiførum undir einum hevur rætt at veiða.

8)   Egnir fiskidagar: Tann partur av felags fiskidøgum, sum persónur ella felag ella eigari av ávísum fiskifari hevur rætt at veiða á ávísari leið.

9)   Ein fiskidagur: Ein fiskidagur í føroyskum sjógvi er hvørjar 24 tímar, fiskifarið hevur verið til fiskiskap í fiskiárinum. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn, og at enda, tá komið er aftur í havn. Hvør byrjaður túrur telur tó minst 24 tímar. Fyri fiskifør í bólki 5 telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er longri enn 24 tímar.

10) Veiðievni: Veiðievni hjá fiskifari er veiðitrýstið, hvørt fiskifar fremur hvønn fiskidag.

11) Kvotuskipan: Skipan av fiskiskapi, har rættindi verða útlutað sum nøgd av ávísum livandi sjófeingi á ávísari leið.

12) Mest loyvda veiða, MLV: Tann nøgd av ávísum livandi sjófeingi, í tonsum, sum veiðast kann í einum fiskiári.

13) Heildarkvota: Tann nøgd av livandi sjófeingi, í tonsum, sum persónar ella feløg, ella eigarar av fiskifari undir føroyskum flaggi hava rættindi at veiða av í kvotuskipan í einum fiskiári. Kvota, ið er sett av til hjáveiðu, rannsóknir og royndarfiskiskap, verður ikki roknað uppí heildarkvotu. Egin árskvota, sum rættindahavara er loyvt at flyta millum ár, er ikki at rokna sum partur av heildarkvotuni tað árið, sum kvotan verður flutt til.

14) Felags kvotupartur: Tann prosentpartur av heildarkvotu av ávísum livandi sjófeingi, ið rættindahavarar ella ein bólkur av fiskiførum undir einum hevur rætt at veiða.

15) Felags árskvota: Felags kvotuparturin, roknaður um til tons.

16) Egin kvotupartur: Tann prosentpartur av felags árskvotu, ið persónur ella felag, ella eigari av fiskifari hevur rætt at veiða á ávísari leið.

17) Egin árskvota: Egni kvotuparturin, roknaður um til tons.

18) Felagskvota við hámarki: Felags árskvota, sum persónur, felag ella eigari av fiskifari hevur rætt at veiða av, tó so, at hámark verður sett fyri, hvussu nógv hvør persónur ella felag ella fiskifar kann veiða.

19) Egin hjáveiðikvota: Kvota, ið persónur ella felag, ella eigari av fiskifari hevur rætt at veiða, ásett í tonsum.

20) Sølukvota: Nøgd av heildarkvotu ella fiskidøgum, sum er boðin út á uppboði. Sølukvota verður latin keypara sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn, miðallong rættindi fyri trý fiskiár í senn ella langtíðar rættindi fyri átta fiskiár í senn. Rættindi, latin sum sølukvota, verða altíð boðin út av nýggjum árið eftir, at tey ganga út.

21) Uppboðsárskvota: Nøgd av heildarkvotu ella fiskidøgum, ið verður boðin út, men ikki er sølukvota. Uppboðsárskvota verður latin sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn.

22) Toskajavnvirði: Lutfalsliga avreiðingarvirðið á hvørjum fiskaslagi í mun til avreiðingarvirðið á toski í rundari vekt.

Kapittul 2

Ognarviðurskifti

§ 4. Livandi tilfeingi, herundir arvafrøðiligt tilfar, í føroyskum sjógvi og tey rættindi, Føroyar eiga uttan fyri føroyskan sjógv, eru ogn Føroya fólks.

Stk. 2. Rættindi, latin sambært hesi løgtingslóg, veita ikki ognarrætt, men verða latin sum brúksrættindi í avmarkað tíðarskeið, sambært reglunum í hesi løgtingslóg.

Stk. 3. Rættindi, sambært hesi løgtingslóg, kunnu ikki setast í veð og eru vard fyri úttøku ella aðrari rættarsókn frá ognarum.

Stk. 4. Rættindi til fiskiskap kunnu takast aftur uttan endurgjald.

§ 5. Fyri at bjóða upp á rættindi at veiða, at hava ræði á rættindum at veiða ella at gagnnýta rættindi krevst, at persónurin ella felagið hevur góðkenning frá landsstýrismanninum til at reka virksemi innan fiskivinnu, til einhvørja tíð er heimahoyrandi í Føroyum og lýkur treytirnar í §§ 6,7 og 9.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um góðkenning, sbrt. stk. 1.

Persónur

§ 6. Persónur er at skilja sum likamligur persónur, undir hesum einstaklingavirki og einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis.

Stk. 2. Persónur er heimahoyrandi í Føroyum, um hesin:

1)   er skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum,

2)   hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum seinastu 2 árini,

3)   er fult skattskyldugur í Føroyum, og

4)   ikki verður mettur heimahoyrandi í øðrum landi sambært skattalóggávuni.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera undantak viðvíkjandi treytunum í hesi grein fyri fiskifar til royndarveiðu ella undirvísingarætlanir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera tíðaravmarkað undantak til treytirnar í hesi grein fyri fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum orsakað av bráðfeingis óhappi ikki kann fara til fiskiskap.

Stk. 4. Broytingar eru bert loyvdar í ognarviðurskiftunum við loyvi frá landsstýrismanninum. Tílíkar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram, og landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar broytingar, áðrenn tær kunnu fremjast.

Stk. 5. Í sambandi við eftirkanning av treytunum í hesi grein kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá persónum, fevndir av hesi áseting. Landsstýrismaðurin kann krevja føroyska týðing av skjølum.

Felag

§ 7. Felag er at skilja sum partafelag ella smápartafelag, sum er skrásett hjá Skráseting Føroya, ella sum er fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan.

Stk. 2. Felag er heimahoyrandi í Føroyum, um hesar treytir eru loknar:

1)   Felagið er skrásett í Føroyum,

2)   kapitalpartarnir eru givnir út við navni,

3)   felagið hevur høvuðssæti í Føroyum, og veruliga leiðslan hevur sæti í Føroyum,

4)   eigararnir av øllum eginpeninginum, herundir partapeninginum, sum somuleiðis eiga allan atkvøðurættin og avgerðarrættin í felagnum, eru heimahoyrandi í Føroyum og lúka treytirnar í § 6,

5)   felagið ikki hevur skuld til persón ella felag, sum ikki lýkur treytirnar í §§ 6, 7 og 9, um skuldin stendur aftan fyri aðrar kravánarar, ella um rentur ella afturgjald av skuldini er knýtt at yvirskotinum í felagnum,

6)   meirilutin av limunum í nevndini, um felagið hevur eina nevnd, ella meirilutin av limunum í eftirlitsráðnum, um felagið hevur eitt eftirlitsráð, er heimahoyrandi í Føroyum, og hesi lúka treytirnar í § 6. Er talið av limum, sum skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, ikki eitt heilt tal, verður talið rundað uppeftir, og

7)   stjórar felagsins lúka treytirnar í § 6, stk. 2, nr. 1, 3 og 4.

Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann gera undantak viðvíkjandi treytunum í hesi grein fyri fiskifør til royndarveiðu ella undirvísingarætlanir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera tíðaravmarkað undantak til treytirnar í hesi grein fyri fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum orsakað av bráðfeingis óhappi ikki kann fara til fiskiskap.

Stk. 4. Feløg, ið hava rættindi at fiska sambært hesi løgtingslóg, og sum hava avreiðingarvirði yvir 4 mió. kr., skulu, í seinasta lagi 1. juli á hvørjum ári, lata landsstýrismanninum upplýsingar, váttaðar við trygd frá grannskoðara um, hvør ábyrgdarpeningur er í felagnum, hvør skuld er, sum stendur aftan fyri aðrar kravánarar, ella har rentur ella afturgjald er knýtt at yvirskotinum í felagnum.

Stk. 5. Broytingar eru bert loyvdar í ognarviðurskiftunum, herundir partapeninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, og kann felagið bert gera avtalu um, at skuld stendur aftan fyri aðrar kravánarar, ella at rentur ella tað, sum skal rindast aftur, er knýtt at yvirskotinum í felagnum, við loyvi frá landsstýrismanninum. Tílíkar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram, og landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar broytingar, áðrenn tær kunnu fremjast.

Stk. 6. Í sambandi við eftirkanning av treytunum í hesi grein kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá persónum og feløgum og krevja, at persónur ella felag, sum verður eftirkannað, útvegar upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, eigarum, ráðgevum, fíggingarstovnum o.ø. Landsstýrismaðurin kann krevja føroyska týðing av skjølum.

Stk. 7. Hóast ásetingarnar í §§ 5 og 7, stk. 2, nr. 4 og 5 kann persónur ella felag, fevnt av Hoyvíkssáttmálanum, virka sambært løgtingslógini, um eigari av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eigur í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, lýkur treytirnar í § 6. Persónur og felag, fevnt av Hoyvíkssáttmálanum, kann virka innan ásetingina í stk. 7 fram til 1. januar 2025. Freistin í 2. pkt. fær virknað, um hetta er sambæriligt við sáttmálaskyldur Føroya til ta tíð.

§ 8. Eru treytirnar í §§ 6, 7 og 9 ikki loknar, fellur rætturin at bjóða upp á rættindi at veiða, at hava ræði á rættindum at veiða ella at gagnnýta rættindi burtur, men landsstýrismaðurin kann loyva, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann almannakunngera, hvør persónur ella felag beinleiðis ella óbeinleiðis ræður yvir rættindum at veiða ella reka vinnuligan fiskiskap og teirra eigarapart í virkseminum.

§ 9. Felag, ið ikki er partafelag ella smápartafelag, sum í 2017 hevur rikið fiskifar, kann halda fram við virkseminum, hóast § 7, stk. 1, um felagið er heimahoyrandi í Føroyum, sambært § 7, stk. 2.

Stk. 2. Grunnur, sum í 2017 hevur rikið fiskifar, kann halda fram við virkseminum, hóast § 7, stk. 1. Grunnurin skal tó, fyri at kunna halda fram við virkseminum, lúka treytirnar í § 7, stk. 2, tó undantikið treytina í § 7, stk. 2, nr. 4. fyri sjálvsognargrunn ella fyri grunn, sum landið eigur. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá felagsforminum og eigaraviðurskiftunum sambært hesi grein.

Stk. 3. Felag, sum eigur fiskifør við veiðiloyvi og fiskiloyvi við gildiskomu løgtingslógarinnar, kann halda fram til 1. januar 2024, hóast ásetingarnar í § 7, stk. 2, nr. 4 og 5. Felag, ið ikki lýkur treytirnar í § 7, stk. 2, nr. 4 og 5, kann tó bert halda fram, um eigarar av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, lúka treytirnar í § 6, stk. 2. Tá partabrøv ella kapitalpartar verða seldir, skulu treytirnar í § 7, stk. 2, nr. 4 vera loknar. Avtala um skuld, sum ikki er í samsvari við § 7, stk. 2, nr. 5, kann ikki gerast eftir, at henda løgtingslóg er komin í gildi.

Miðsavnan av veiðirættindum

§ 10. Rættindahavarar kunnu frá 1. januar 2019 einsamallir, ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, í mesta lagi hava ræði á sum egin árskvota, umroknað til toskajavnvirði, 35% av:

1)   Heildarkvotunum av botnfiski í føroyskum sjógvi.

2)   Heildarkvotunum av uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavi.

3)   Heildarkvotunum av botnfiski og øðrum djórasløgum uttan fyri føroyskan sjógv.

Stk. 2. Rættindahavarar kunnu frá 1. januar 2019 einsamallir, ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, í mesta lagi hava ræði á 20% av fiskidøgunum í bólkunum sambært § 27, stk. 1, nr. 1 og 2 samanlagt.

Stk. 3. Umframt avmarkingarnar í stk. 1 kunnu rættindahavarar frá 1. januar 2019, einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, í mesta lagi hava ræði á sum egin árskvota 20% av samlaðu heildarkvotunum sambært stk. 1, umroknað til toskajavnvirði.

Stk. 4. Rættindahavari kann fara upp um avmarkingina í stk. 1 og 3, grundað á broytt toskajavnvirði, um rættindahavarin frammanundan leyk treytina.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir toskajavnvirði fyri hvørt fiskaslag fyri eitt ár í senn. Toskajavnvirðið skal roknast sum lutfallið millum virðið á einstaka fiskaslagnum og virðið á toski í rundari vekt. Útrokningin av virðinum skal gerast við støði í samlaðu veiðuni og samlaða virðinum á hesum fiskasløgum, samsvarandi upplýsingum, skrásettar hjá Fiskiveiðieftirlitinum.

Stk. 6. Hóast avmarking í hesi grein kann rættindahavari økja um sín ognarlut í felagi, um:

1)   eigari av ognarluti, ið verður seldur, ikki lýkur treytirnar í § 7, stk. 2, nr. 4 og 5, og

2)   rættindahavari eigur ognarlut í sama felagi frammanundan.

Stk. 7. Stutttíðar rættindi, ið verða boðin út eftir ásetingunum í hesi løgtingslóg, telja ikki við sum egin árskvota, ið rættindahavari hevur ræðið á sambært stk. 1 og 3.

Stk. 8. Tá avgerast skal, um markið í stk. 1-3 er rokkið, verður egin árskvota, sum ein rættindahavari sambært heimildunum í hesi løgtingslóg flytur millum ár, roknað upp í egnu árskvotuna hjá rættindahavaranum tað árið kvotan er flutt frá, og er ikki at rokna sum partur av egnu árskvotuni tað árið, sum kvotan verður flutt til.

Stk. 9. Tá avgerast skal, um markið í stk. 1-3 er rokkið, vera egnir fiskidagar, egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðikvota, sum verða avhend fyri eitt ár í senn eftir ásetingunum í hesi løgtingslóg, roknað upp í rættindini hjá tí, ið avhendir.

Stk. 10. Nærstandandi er at skilja sum hjúnafelagi, skyld í stígandi ella fallandi linju, systkin, hjúnafelagi hjá teimum nevndu persónunum og aðrir persónar, ið hava staðið hvørjum øðrum serliga nær.

Stk. 11. Virksemi, har felag og persónur, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu ræðið á meira enn ásett í stk. 1-3, áðrenn 1. januar 2019, kann halda fram, men kann ikki økjast.

Stk. 12. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 1-3.

§ 11. Broytingar í ræði á rættindum, sambært § 10, stk. 1-3, skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast viðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í § 10, stk. 1-3, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag innan tíðarfreistina, fellur tann parturin av samlaðu rættindunum, sum er ov nógv, til landið aftur. Tey rættindi, sum eigari hevur fingið ræðið á seinast, falla fyrst aftur til landið, og soleiðis verður hildið áfram, til komið er niður á mest loyvda hámark, sambært § 10, stk. 1-3.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, í sambandi við viðgerðina av málinum, krevja, at rættindahavarin útvegar allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum, virkjum o.ø. um eigaraviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í § 10, stk. 1-3 eru loknar.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann almannakunngera, hvør persónur ella felag, beinleiðis ella óbeinleiðis, hevur ræðið á veiðirættindum, og hvussu stóran part av rættindunum hesi hava ræði á.

Partur II

Skipan av fiskiskapi

 

Kapittul 3

Atgongd til fiskiskap

§ 12. Fiskiskapur uttan fiskiloyvi, sambært hesi løgtingslóg, er bannaður, samanber tó § 40.

Stk. 2. Rættindi at veiða, sambært hesi løgtingslóg, verða latin í fiskiloyvi til persón ella felag, sum hevur rætt at veiða við ávísum fiskifari. Í fiskiloyvið verður rætturin ásettur at veiða eina ávísa nøgd, eitt ávíst fiskidagatal ella annað rættindaslag, fyri tað ávísa fiskifarið á ávísum leiðum í eitt ávíst tíðarskeið. Í fiskiloyvinum kunnu setast nærri treytir viðvíkjandi fiskiskapinum.

Stk. 3. Um persónur ella felag, ið hevur ræðið á rættindum, fer undir trotabúsviðgerð, falla rættindini at veiða, sambært hesi løgtingslóg, aftur til landið, um hesi rættindi ikki eru avhendað sambært § 42, stk. 2 ella § 43, stk. 3 í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fútarættaravgerð um húsagang. Trotabúgvið kann ikki á annan hátt ráða yvir rættindunum í hesum tíðarskeiði.

§ 13. Persónur ella felag, sum í 2017 hevur havt loyvi við ávísum fiskifari at taka lut í fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski og í fiskiskapi uttan fyri føroyskan sjógv undir skipan við egnum árskvotum, kann við gildiskomu løgtingslógarinnar halda fram og fáa atgongd at veiða av hesum rættindum, ið ikki verða boðin út sambært §§ 14-18. Undantikin er kvota, keypt á uppboði í 2017, og egin árskvota, latin sum samsýning fyri at gera vísindaligar fiskirannsóknir fyri Havstovuna.

Stk. 2. Fyri rættindi, ið ikki verða boðin út sambært §§ 14-18, og sum fyri gildiskomu løgtingslógarinnar eru skipað við felagskvotu á øllum leiðum ella felags fiskidøgum uttan fyri føroyskan sjógv, verður fiskiskapurin skipaður eftir nærri ásettum reglum í kunngerð, sambært heimildum í hesi løgtingslóg.

Stk. 3. Fyri annan fiskiskap enn tann, ið er fevndur av stk. 1 og 2, og sum ikki er fevndur av §§ 22-27 ella §§ 73 og 74, verður fiskiskapurin skipaður eftir nærri reglum, ásettum í kunngerð sambært heimildunum í hesi løgtingslóg.

Stk. 4. Fyri rættindi, latin sambært hesi løgtingslóg, tó undantikið rættindi sambært §§ 14-18, rindar rættindahavari veiðigjald samsvarandi tilfeingisrentuni, ið verður ásett í serstakari løgtingslóg. Gjaldið fer í landskassan ella í Búskapargrunn Føroya.

§ 14. Tá heildarkvota sambært § 23, stk. 2 fyrstu ferð fer upp um nr. 1, 2 ella 3, verður á uppboði bjóðað út sum sølukvota rætturin at veiða ta nøgd, sum fer uppum:

1)   9.600 tons av toski á landgrunninum í føroyskum sjógvi.

2)   5.330 tons av hýsu í føroyskum sjógvi.

3)   38.200 tons av upsa í føroyskum sjógvi.

Stk. 2. Fer heildarkvota sambært § 23, stk. 2 upp um tað mesta, hon hevur verið áður, síðan gildiskomu løgtingslógarinnar, verður nøgdin, sum er omanfyri, boðin út á uppboði sum sølukvota, samanber tó stk. 1 og 3.

Stk. 3. 1) Tá heildarkvota sambært § 23, stk. 2 fer upp um nr. 1, 2 ella 3, verður á uppboði bjóðað út sum uppboðsárskvota rætturin at veiða ta nøgd, ið er omanfyri:

1)   12.800 tons av toski á landgrunninum í føroyskum sjógvi.

2)   7.107 tons av hýsu í føroyskum sjógvi.

3)   50.933 tons av upsa í føroyskum sjógvi.

Stk. 4. Veiðirættindi, ið verða boðin út sambært hesi grein, skulu bjóðast út til veiðu við húki og til veiðu við troli í sama lutfalli, sum ásett í skjali 2.

§ 15. Um heildarkvotan er lægri ella ájavnt við ásettu nøgdirnar í nr. 1-6, verða ávikavist 25%, 15%, 15%, 15%, 15% og 15% av nøgdini bjóðað út sum sølukvota:

1)   350.000 tons av svartkjafti.

2)   90.000 tons av makreli.

3)   65.000 tons av norðhavssild.

4)   27.000 tons av botnfiski í Barentshavinum.

5)   3.100 tons av toski á Flemish Cap.

6)   1.900 tons av botnfiski í Eysturgrønlandi.

Stk. 2. Er heildarkvotan størri enn nøgdirnar, ásettar í stk. 1, nr. 1-6, verður nøgdin, sum er omanfyri, boðin út á uppboði sum uppboðsárskvota, samanber tó § 18.

§ 16. Landsstýrismaðurin kann bjóða út á uppboði sum sølukvota ella uppboðsárskvota rættindi uttan fyri føroyskan sjógv, sum í tíðarskeiðinum 2012-2016 ikki hava verið gagnnýtt ella bert lutvíst gagnnýtt. Undantikin eru rættindini skipað sambært § 15.

Stk. 2. Nøgdin, sum kann verða boðin út, er munurin millum 75% av heildarkvotuni ella fiskidagatalinum í 2018, og ta nøgd, sum samsvarar við tað, sum í miðal hevur verið gagnnýtt lutfalsliga hvørt einstakt ár av kvotuni ella fiskidøgunum í tíðarskeiðinum 2012-2016. Er miðalgagnnýtslan 75% ella meiri, verður einki boðið út.

§ 17. Av øðrum rættindum enn teimum í §§ 14 og 15 nevndu, sum Føroyar hava ræði á, kann landsstýrismaðurin bjóða út á uppboði sum sølukvota ella uppboðsárskvota tann partin, ið fer upp um heildarkvotuna í fiskiskapi á øllum leiðum, ella samlaða fiskidagatalið í fiskiskapi uttan fyri føroyskan sjógv í 2018, hvørt fiskaslag ella fiskiskap sær. Er talan um nýggj rættindi, sambært § 18, kunnu hesi verða boðin út á uppboði, hóast heildarkvotan ella samlaða fiskidagatalið hetta árið er undir heildarkvotuni ella samlaða fiskidagatalinum í 2018.

Stk. 2. Fyri veiðirættindini sambært stk. 1, har mest loyvda veiða ella fiskidagatal ikki er ásett í 2018, men har hesi verða ásett seinni, kann landsstýrismaðurin bjóða út á uppboði sum sølukvotu ella uppboðsárskvota ta nøgd ella fiskidagatal, sum fer upp um heildarkvotuna ella samlaða fiskidagatalið, ið tá fyrstu ferð verður ásett.

Stk. 3. Fer ásetta fiskidagatalið fyri ávikavist bólk 4 og bólk 4 T, sambært § 26, nr. 1 og 2, upp um ásetta fiskidagatalið í 2019, kann landsstýrismaðurin bjóða út á uppboði fiskidagar samsvarandi við ta nøgd, sum fiskidagatalið er økt í mun til ásetta fiskidagatalið í 2019. Landsstýrismaðurin kann eisini bjóða út á uppboði nýggj loyvi til fiskiskap undir fiskidagaskipan í hesum bólkum, um mett verður, at grundarlag er fyri fleiri loyvum í bólkinum.

Stk. 4. Fiskidagarnir, sum verða bodnir út sambært stk. 3, skulu bjóðast út í bólki 4 og bólki 4 T í sama lutfalli millum hesar bólkar sambært § 27, stk. 1.

Stk. 5. Fyri loyvi og fiskidagar, sum verða bodnir út sambært stk. 3, er gildistíðin tann sama sum fyri rættindi sambært § 26, nr. 1 og 2.

§ 18. Nýggj rættindi at veiða kunnu verða boðin út á uppboði sum sølukvota.

Stk. 2. Sum nýggj rættindi eru at skilja fiskiskapur, ið ikki áður hevur verið avmarkaður í føroyskari lóggávu við loyvistali, kvotum ella fiskidøgum, fiskaslag, ið ikki áður hevur verið gagnnýtt í føroyskum fiskiskapi, øktar kvotur ella nýggj rættindi, sammett við kvoturnar 2018, sambært sínámillum fiskiveiðiavtalum ella øking í føroyska partinum av mest loyvdu veiðu fyri fiskiskap, sambært samtyktum í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum og eftir millumlanda avtalum. Undantikin eru fiskasløg og fiskiskapur sambært § 15.

Stk. 3. Rættindi, ið eftir hesi løgtingslóg falla aftur til landið, kunnu verða boðin út á uppboði sum sølukvota. Tá talan er um fiskidagaskipanina undir Føroyum, sambært §§ 26 og 27, skulu rættindini bjóðast út sum loyvi ella fiskidagar.

Stk. 4. Loyvi ella fiskidagar, sambært stk. 3, skulu bjóðast út í sama bólki sambært § 26, sum tey vóru í frammanundan.

Stk. 5. Fyri fiskidagar og loyvi, sum verða boðin út sambært stk. 3, er gildistíðin tann sama sum fyri rættindi sambært §§ 26 og 27.

§ 19. Rættindi at veiða sambært §§ 14-18 verða boðin út til persón og felag, sum lúka treytirnar í §§ 6, 7, 9 og 10 og verða, tá talan er um sølukvotu, boðin út sum langtíðar rættindi fyri átta fiskiár í senn, sum miðallong rættindi fyri trý fiskiár í senn ella sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn, og tá talan er um uppboðsárskvotu, sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn. Fiskiloyvi og fiskidagar, sambært § 17, stk. 3 og § 18, stk. 3, 2. pkt., verða boðin út við somu gildistíð sum fiskiloyvi og fiskidagar sambært §§ 26-27.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu stórur partur av rættindunum í § 14, stk. 1 og 2, § 15, stk. 1 og §§ 16-18, sum sølukvota, verða boðin út sum langtíðar rættindi, miðallong rættindi og stutttíðar rættindi við atliti at nøgd og møguleikanum fyri framhaldandi at gagnnýta rættindini.

Stk. 3. Rættindi, sambært § 14, stk. 3, § 15, stk. 2, § 16, stk. 1 og § 17, stk. 1 og 2 uppboðsárskvota, verða boðin út sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn. Tá gildistíðin er runnin, falla rættindini aftur til landið. Landsstýrismaðurin kann leggja uppskot fyri Løgtingið um, hvussu stórur partur av tí nøgd, ið sambært ásetingunum skal bjóðast út sum uppboðsárskvota, verður boðin út sum sølukvota.

Stk. 4. Fyri rættindi, boðin út sambært § 14, stk. 1 og 2 og §§ 16-18 sum sølukvota ella fiskidagar, fylgir nøgdin lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotuni, tó so, at tá nýggj sølukvota verður boðin út, minka frammanundan givin rættindi í øvugtum lutfalli av økingini í heildarkvotuni, samanber tó stk. 5.

Stk. 5. Fyri rættindi, boðin út sambært § 14, stk. 1 og 2 og § 15, stk. 1, fylgir nøgdin lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotuni, tó kann henda nøgd ikki fara upp um ta nøgd, sum kvotupartur rættindahavarans hevði verið av nøgdini ásett í § 14, stk. 3 og § 15, stk. 1.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu farið verður fram, tá samlaða nøgdin verður mett at vera ov lítil, ella tað er óskynsom gagnnýtsla at bjóða út á uppboði sambært §§ 14 og 15.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu uppboð fer fram, herundir hvørji botnfiskasløg verða seld, um rættindini verða seld í einum, um tey verða seld so líðandi í serium, um rættindini verða boðin øllum, bólkum av fiskiførum ella bólkum av fiskiførum í senn, hvar keyptu rættindini kunnu veiðast, um rættindi verða boðin út at fiska við ávísum reiðskapi, hvørjum treytum sølan fer fram undir og um gjaldstreytir. Keyparin ber sølukostnaðin.

Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við ein uttan fyri standandi veitara, at hesin stendur fyri søluni.

Stk. 9. Gjaldið fyri rættindi, keypt á uppboði, fer í landskassan ella í Búskapargrunn Føroya.

§ 20. Viðurskifti, sambært §§ 6, 7, 9 og 10, skulu vera góðkend av landsstýrismanninum frammanundan ætlaðum keypi á uppboði. Broytast hesi viðurskifti eftir keyp á uppboði soleiðis, at treytirnar sambært §§ 6, 7, 9 og 10 ikki longur eru loknar, fellur rætturin at veiða ella gagnnýta kvotu, keypt á uppboði, burtur, sambært § 8.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um góðkenning frammanundan av keypara og tíðarfreist fyri at lata inn upplýsingar fyri at fáa góðkenning frammanundan.

§ 21. Rættindi sambært hesi løgtingslóg, tó undantikið rættindini sambært §§ 14-16, § 17, stk. 1 og 2, § 18, stk. 1 og stk. 3, 1. pkt., §§ 58-61 og §§ 73 og 74, eru galdandi til 1. januar 2026. Á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin uppskot fyri Løgtingið, um gildistíðin á rættindum skal leingjast við einum ári.

Stk. 2. Hóast latin søgulig rættindi sbrt. stk. 1, kann Løgtingið, uttan endurgjald, á hvørjum ári ráða yvir upp til 3% av útlutaðum søguligum rættindum, undantiknar kvotur, ið eru bjóðaðar út á uppboðssølu, at seta av til onnur endamál. Tá álmanakkaárið er farið, falla tey 3%, sum Løgtingið hevur fingið at ráða yvir av teimum útlutaðu søguligum rættindunum, aftur til rættindahavaran, so hesin fær fullan ræðisrætt aftur til tey 3%, sum hann hevði, áðrenn Løgtingið fór at ráða yvir teimum. Tað, at ræðisrætturin fyri tey nevndu 3% av útlutaðum søguligum rættindum, falla aftur til rættindahavaran, tá álmanakkaárið er farið, merkir ikki, at talan er um øking av rættindum hjá rættindahavara sbrt. § 10, stk. 11.

Stk. 3. Áðrenn 1. oktober á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin fyri Løgtingið frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar ætlanir hann hevur í hyggju at fremja.

Stk. 4. Sum grundarlag fyri frágreiðingini í stk. 3 verður heimilað landsstýrismanninum at áleggja loyvishavarum við umsetningi omanfyri 10 milliónir kr. at lata frágreiðing um virksemiðð teirra, ið knýtir seg at fiskiloyvinum. Landsstýrismaðurin kann biðja um upplýsingar um virksemi, ið knýtir seg at rættindunum.

Kapittul 4

Skipan í fiskiskapinum hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi

Mest loyvda veiða fyri botnfiski í føroyskum sjógvi

§ 22. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð mest loyvdu veiðu fyri hvønn av hesum fiskastovnum ella hvørt fiskaslag sær í føroyskum sjógvi fyri hvørt fiskiár, fyrstu ferð frá 1. januar 2019, við støði í umsitingarætlan, ið Løgtingið hevur tikið undir við, sambært § 33:

1)   Toskur á landgrunninum.

2)   Hýsa.

3)   Upsi.

4)   Kongafiskur.

5)   Longa.

6)   Brosma.

7)   Havtaska.

8)   Svartkalvi.

Kvotuskipan fyri veiðu við troli og fyri veiðu við línu

§ 23. Frá 1. januar 2019 ásetir landsstýrismaðurin við kunngerð kvotuskipan fyri hesar bólkar av fiskiførum undir føroyskum flaggi í fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi:

1)   Bólkur 2, trolarar við framtøkumegi 500 HK ella meir.

2)   Bólkur 3, línuskip 110 BT og størri.

Stk. 2. 1) Í kvotuskipanini, sambært stk. 1, verða heildarkvotur fyri hvørt fiskaslag, settar sum samanlagdi prosentparturin í skjali 1 av tí, sum er eftir, tá kvotubýtið við onnur lond og kvota, ið er sett av til hjáveiðu, rannsóknir og royndarfiskiskap, eru drigin frá mest loyvdu veiðuni, ásett eftir § 22.

Stk. 3. Felags kvotupartarnir fyri hvønn bólkin og fyri hvørt fiskaslag, sambært § 22, stk. 1, verða ásettir sum í skjali 2.

Stk. 4. Felags árskvota fyri hvønn bólkin og fyri hvørt fiskaslag verður roknað við støði í felags kvotupørtunum í stk. 3, og frádrigið tað, ið møguliga verður selt á uppboði, sambært § 14, § 17 ella § 18.

Stk. 5. Rættindi at fiska av felags árskvotu, sambært stk. 1, nr. 1, verða latin eigara av fiskifari, sum í 2018 hevur loyvi at fiska sambært § 74, stk. 1, nr. 1.

Stk. 6. Rættindi at fiska av felags árskvotu, ásett eftir stk. 1, nr. 2, verða latin eigara av fiskifari, sum við árslok 2018, hevur loyvi at fiska sambært § 74, stk. 1, nr. 2.

Stk. 7. Ásetingarnar í stk. 5 og 6 galda eisini fyri tilsagnir um at flyta rættindi á annað fiskifar við heimild í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap.

§ 24. Innan fyri hvønn bólk í § 23 verður egni kvotuparturin 1. januar 2019 fyri hvørt fiskaslag sær roknaður soleiðis:

1)   Samlaði fiskiskapurin hjá fiskifarinum sum prosentpartur í samlaða fiskiskapinum av fiskaslagnum í føroyskum sjógvi, árini 2012 til 2016, telur 75%.

2)   Rættur til at veiða botnfisk í føroyskum sjógvi, roknað sum lutfalsligur partur hjá fiskifarinum av fiskidagatalinum 31. august 2017, telur 25%.

Stk. 2. Tá talan er um skip, ið hava verið á royndarveiðu eftir ávísum fiskaslagi og sum eftir umsókn kunnu fáa rætt at veiða eftir treytunum í § 13, sbrt. § 58, stk. 6, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn gera undantak fyri nevnda lutfallinum sbrt. stk. 1, nr. 1.

§ 25. Av egnari árskvotu, ásett eftir § 24, kunnu 10% flytast til árið eftir. Á sama hátt kunnu upp til 10% upp um egna árskvotu fiskast í einum fiskiári. Ov nógv fiskað í einum ári verður mótroknað í egnu árskvotuni fiskiárið eftir.

Fiskidagaskipan fyri útróðrarflotan

§ 26. Frá 1. januar 2019 ásetir landsstýrismaðurin við kunngerð fiskidagatal fyri hesar bólkar av fiskiførum í botnfiskaveiðu í føroyskum sjógvi, Føroya Banki undantikin, við støði í umsitingarætlan, ið Løgtingið hevur tikið undir við, sambært § 33:

1)   Bólkur 4, útróðrarbátar millum 15-110 tons.

2)   Bólkur 4 T, trolbátar við framtøkumegi undir 500 HK.

3)   Bólkur 5, útróðrarbátar undir 15 tons.

§ 27. Fiskidagatal fyri bólkarnar, sambært § 26, verður ásett fyri hvørt fiskiár, og frádrigið tað, í møguliga verður selt á uppboði, eftir ásetingunum í § 17, stk. 5 ella § 18, stk. 5. Fiskidagatalið verður 1. januar 2019 býtt í felags fiskidagar fyri hvønn bólkin í hesum lutfalli:

1)   Bólkur 4, útróðrarbátar millum 15-110 tons, 17,8%.

2)   Bólkur 4 T, trolbátar við framtøkumegi undir 500 HK, 9,6%.

3)   Bólkur 5, útróðrarbátar undir 15 tons 72,6%.

Stk. 2. Rættindi at fiska í bólki 4, sambært stk. 1, nr. 1, verða við gildiskomu løgtingslógarinnar latin eigara av fiskifari, sum við árslok 2018 hevur loyvi at fiska í bólki 4 A, sambært § 74, stk. 1, nr. 3, ella í bólki 4 B, sambært § 74, stk. 1, nr. 4.

Stk. 3. Rættindi at fiska í bólki 4 T, sambært stk. 1, nr. 2, verða latin eigara av fiskifari, sum við árslok 2018 hevur loyvi at fiska sambært § 74, stk. 1, nr. 5.

Stk. 4. Rættindi at fiska í bólki 5, sambært stk. 1, nr. 3, verða latin eigara av fiskifari, sum við árslok 2018 hevur loyvi at fiska sambært § 74, stk. 1, nr. 6, ella báti, ið lýkur treytirnar í § 29, stk. 2.

Stk. 5. Í bólki 4, sambært stk. 1, nr. 1, og í bólki 4 T, sambært stk. 1, nr. 2, verða fiskidagar tillutaðir sum egnir fiskidagar í sama lutfalli, sum hvørt fiskifar hevur við árslok 2018.

Stk. 6. Í bólki 5, sambært stk. 1, nr. 3, verða fiskidagar latnir sum felags fiskidagar við støði í reglum, ásettum av landsstýrismanninum um, hvør er at meta sum fult rikin og ikki fult rikin útróðrarbátur, og reglum um inntøkumørk og veiðinøgdir.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu fiskidagarnir kunnu nýtast, herundir um leiðir, umbýti av døgum millum leiðir og millum reiðskap.

Stk. 8. Fiskifar í bólkunum, sambært stk. 1, verður verandi í tí bólki, tað er í, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, og kann ikki flyta bólk, hóast tað verður mált upp av nýggjum, ella broytingar verða gjørdar, sum ávirka stødd ella framtøkumegi.

Aðrar skipanir í fiskiskapi í føroyskum sjógvi

§ 28. Fyri veiðu í føroyskum sjógvi, undantikið fiskasløg, sambært § 22, og veiðu, sambært §§ 26 og 27 og §§ 73-80, kann landsstýrismaðurin áseta kvotuskipan, fiskidagaskipan ella aðra skipan og nærri reglur um atgongd, býti av tøkum fiskimøguleikum millum bólkar av fiskiførum, einstøk fiskifør og veiðihættir.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu eftir botnfiski og øðrum djórasløgum á Føroya Banka og gera nærri reglur um, hvussu hesin fiskiskapur verður skipaður, og hvørjir bólkar av fiskiførum kunnu gerast partur av skipanini.

Tal av fiskiloyvum

§ 29. Talið av fiskiloyvum til fiskiskap undir fiskidagaskipan í bólkunum, sambært § 26, nr. 1 og 2, er talið av fiskiloyvum, ið vóru í gildi við árslok 2018 í bólkunum sambært § 74, stk. 1, nr. 3-5.

Stk. 2. Fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 5, sambært § 26, nr. 3, kann verða latið báti, sum er skrásettur í Føroyum áðrenn 1. januar 1995, og sum ikki er ræðisavmarkaður ella hevur aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap, ella í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1995 til 31. august 2002 hevur fingið útskrivað fiskiloyvi ella hevur fingið flutt fiskiloyvi frá øðrum báti.

Reglur um fiskiorku

§ 30. Fiskiorkan hjá fiskiførum í bólkunum sambært § 26, og fiskiførum, ið fiska av rættindum sambært §§ 17 og 18, skal ikki gerast størri, tá broytingar verða gjørdar við fiskifarið, sum ávirka fiskiorku, og tá veiðirættindi verða flutt á annað fiskifar.

Stk. 2. Metingarvirðið fyri fiskiorku hjá hvørjum einstøkum fari verður ásett sum tað metingarvirði, ið samsvarar við metingarvirðið hjá fiskifarinum, ið veiðirættindini eru á ella seinast vóru á.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiorku, og hvussu fiskiorka verður ásett og útroknað, grundað á veiðievni, og tá fiskiloyvi og fiskidagar verða flutt.

Flyting av fiskiloyvum

§ 31. Eigari av fiskifari í bólki sambært § 26 kann eftir umsókn flyta fiskiloyvið á annan bát við ongum fiskiloyvi, treytað av, at fiskiorkan ikki verður størri.

Stk. 2. Loyvt er ikki at flyta fiskiloyvi hjá fiskiførum í bólkunum sambært § 26 millum bólkarnar.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiorku, og hvussu fiskiorka verður ásett og útroknað, grundað á veiðievni og reglur um mannagongdir og treytir fyri flyting av fiskiloyvum sambært hesi grein.

Tilsøgn um at varðveita fiskiloyvi

§ 32. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigara av fiskifari í bólkunum sambært § 26, sum verður tikið úr vinnuligum fiskiskapi, tilsøgn um, at fiskiloyvið innan tríggjar mánaðir kann verða flutt á annað fiskifar eftir ásetingunum í § 31.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá tríggjar mánaða tíðarfreistini, sum ásett í stk. 1.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdir og treytir fyri at varðveita fiskiloyvið.

Kapittul 5

Umsitingarætlan og veiðireglur

§ 33. Landsstýrismaðurin leggur fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um umsitingarætlan og veiðireglur, sum setir karmar og mannagongdir í sambandi við at áseta mest loyvdu veiðu, sambært § 22, og í sambandi við at áseta fiskidagatal, sambært § 26.

Stk. 2. Í øðrum fiskiskapi, sum ikki er skipaður eftir §§ 22 og 26, kann landsstýrismaðurin brúka somu mannagongd, sum ásett í stk. 1.

Stk. 3. Umsitingarætlanin skal hava ásetingar um:

1)   Hvønn fiskastovn ella fiskiskap, ætlanin fevnir um.

2)   Endamálið við ætlanini, og hvørji atlit skulu takast, tá árligu fiskimøguleikarnir verða ásettir.

3)   Veiðireglu, sum verður brúkt sum grundarlag undir áseting av mest loyvdu veiðu, fiskidøgum og skipan í øðrum fiskiskapi.

4)   Mannagongdir fyri ráðgeving, ráðførslu o.a.

5)   Gildistíð og endurskoðan.

Kapittul 6

Fiskiskapur við føroyskum skipum uttan fyri føroyskan sjógv

§ 34. Fiskiskapur hjá føroyskum fiskiførum, uttan fyri føroyskan sjógv, verður skipaður samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalum, samtyktum í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum og eftir millumlanda avtalum. Eru Føroyar ikki partur av avtalu ella samtykt, ella eingin samtykt er um fiskiskap í altjóða sjógvi, ásetir landsstýrismaðurin kvotur, fiskidagar ella aðra skipan.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um býti av tøkum fiskimøguleikum, ið ikki eru bodnir út á uppboði, og hvussu fiskiskapurin skal fara fram.

Stk. 3. Reglur og treytir fyri fiskiskapi hjá føroyskum fiskiførum í fiskiveiðiløgdøminum hjá teimum londum, Føroyar hava sínámillum fiskiveiðiavtalu við, eru tær, sum eru galdandi í fiskiveiðiløgdøminum hjá viðkomandi landi.

Stk. 4. Føroyskt fiskifar kann ikki fara til fiskiskap í fiskiveiðiløgdøminum hjá londum, Føroyar ikki hava sínámillum fiskiveiðiavtalu við, ella fiska av rættindum, ið ikki eru fevnd av slíkari avtalu, uttan við loyvi og góðkenning frá Fiskiveiðieftirlitinum.

Stk. 5. Føroyskt fiskifar kann ikki fara til fiskiskap á leiðum uttan fyri fiskiveiðiløgdømið hjá strandarlondum uttan fiskiloyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum.

Stk. 6. Fyri øll før undir føroyskum flaggi og á øllum leiðum krevst loyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum fyri at fáast við slíkt, ið knýtt er at fiskiskapi, so sum at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátt úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.

§ 35. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva persóni, felagi ella eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, fyri eitt fiskiár í senn og uttan mun til ásetingarnar í §§ 42 og 43, at býta um rættindi til fiskiskap, avmarkað til altjóða sjógv, sum eru tillutað sum egin árskvota ella egnir fiskidagar, við eigara av fiskifari undir fremmandum flaggi. Treyt er, at slíkt umbýti av rættindum er skipað við sáttmálum ella samtyktum í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum, sum Føroyar eru partur av, og at myndugleikarnir í báðum londum hava góðkent umbýtið.

Stk. 2. Veiðirættindi, ið eru partur av umbýti, sambært stk. 1, verða ikki tikin við í uppgerð sambært § 41.

Kapittul 7

Fiskiskapur í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir fremmandum flaggi

§ 36. Í føroyskum sjógvi er bannað førum undir fremmandum flaggi at reka fiskiskap uttan við loyvi frá landsstýrismanninum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva vinnuligum fiskiskapi í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru undir fremmandum flaggi, um fiskiskapurin er sambært sínámillum fiskiveiðiavtalum ella millumtjóðaavtalum, sum Føroyar eru partur av.

Stk. 3. Fiskifør undir fremmandum flaggi hava loyvi at reka fiskiskap í føroyskum sjógvi sambært teimum treytum, sum eru avtalaðar millum myndugleikarnar í hesum londum og í Føroyum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiskap hjá fiskiførum undir fremmandum flaggi í føroyskum sjógvi samsvarandi § 39.

§ 37. Í føroyskum sjógvi og í føroyskum havnum er bannað førum undir fremmandum flaggi, og fremmandum ríkisborgarum, at fáast við slíkt, ið stendur í samband við fiskiskap, so sum at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátt úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.

Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá forboðnum í stk. 1 og áseta nærri treytir hesum viðvíkjandi.

§ 38. Bannað er førum undir fremmandum flaggi at koma í føroyska sjóumveldið ella í føroyska havn, um tey hava framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hava stuðlað slíkum fiskiskapi uttan fyri føroyskan sjógv, tó undantikið í skaðaleysari gjøgnumsigling. Eru førini komin í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, kann bann setast fyri at veita teimum tænastur, eitt nú olju, útgerð, flutning av veiðu, manningarskifti, vistir og viðlíkahald.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um forboðið, sambært stk. 1, og um treytir og mannagongdir, tá før undir fremmandum flaggi koma í føroyska sjóumveldið ella í føroyska havn.

Kapittul 8

Almennar ásetingar fyri fiskiskapi

§ 39. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:

1)   Økisfriðingar og friðingartíðir.

2)   Minstamát á fiski og vernd av ungfiski.

3)   Fiskireiðskap og veiðihættir.

4)   Hjáveiðu av fiski og øðrum djórum.

5)   Vernd av ávísum djórum, fugli og plantum og vistskipanum.

6)   Nýtslu og virking av veiðu.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur, sum áleggja teimum, ið fiska, taka ímóti, umskipa, flyta, leggja upp, goyma, virka og selja fisk og fiskaúrdrátt:

1)   Skyldu at føra veiðidagbók og framleiðslubók.

2)   Skyldu at lata inn veiðitøl, dagbøkur, vektarseðlar, upplýsingar um avreiðingar, uppruna og aðrar upplýsingar um fiskiskap til eftirlitsendamál, uppgerð av veiðigjøldum og avreiðingargjøldum ella til hagtalsendamál, og treytir um, hvussu hesar skulu sendast myndugleikanum.

3)   Treytir um, at veiða bert kann landast um innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.

4)   Skyldu at hava umborð eygleiðarar at gera kanningararbeiði í sambandi við fiskiveiðu, og at farið ber allar útreiðslur av eygleiðarum.

5)   Treytir um at hava umborð og at brúka útgerð, sum til eina og hvørja tíð kann samskifta og regluliga senda knattstøður, veiðifráboðanir o.tíl. til eftirlitsendamál, og at fiskifarið ber útreiðslur fyri útgerð og samskifti.

6)   Treytir um innrætting og útbúnað í sambandi við hagreiðing, virking og goymslu av veiðu umborð, og krav um, at skip hava góðkendar tekningar av lastarrúmum og skipinum annars.

7)   Treytir um at skráseta og merkja veiðu og úrdrátt úr veiðu umborð, lastarplan o.tíl.

8)   Treytir um, hvussu reiðskapur, sum ikki verður brúktur, skal goymast.

9)   Umrokning av fiski og fiskaúrdrátti til runda vekt.

10) Skyldu at taka sýni ella stakroyndir av veiðu.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum elektroniskt, og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann loyva, at upp til 10% av egnari árskvotu sambært §§ 14-18, § 28 og § 34 kunnu flytast til árið eftir, og at upp til 10% kunnu fiskast upp um egna árskvotu í einum fiskiári. Ov nógv fiskað í einum ári verður mótroknað í egnu árskvotuni fiskiárið eftir. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin loyva, at meiri enn 10% verður flutt millum ár, og at felagskvotur verða fluttar millum ár.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann skipa fyri fiskiskapi út frá landi og í áum, vøtnum, ósum og løkum, og áseta nærri reglur um minstamát, friðað øki, friðingartíðir, fiskireiðskap og nýtslu teirra, fiskihættir, avmarking av veiðinøgd, veiðiorku og onnur tiltøk.

Veiða til húsbrúk og ferðavinnufiskiskapur

§ 40. Hóast ásetingina í § 12 er loyvt at veiða til húsbrúk uttan fiskiloyvi, sambært hesi løgtingslóg. Tílík veiða er ikki loyvd við fiskifari, skrásett undir fremmandum flaggi. Tað er ikki loyvt at avreiða ella á annan hátt selja veiðu til húsbrúk. Minni stuttleikafiskikapping, har veiðan verður seld, og møguligur peningaligur vinningur av sølu fer til vælgerandi endamál, krevur ikki loyvi.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um veiðu til húsbrúk, m.a. reiðskap, fiskileiðir, friðað øki, veiðinøgd, bann fyri at fiska ávíst fiskaslag, ella um serligt loyvi krevst til ávíst djóraslag ella fiskaslag.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva serstakt loyvi til fiskiskap í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu, og kann áseta nærri reglur um treytir fyri fiskifar, fiskiskapi, fiskileiðir, friðað øki, veiðinøgdir, reiðskapi o.a. Loyvt er ikki at avreiða veiðu frá slíkum fiskiskapi.

Brúksskylda

§ 41. 1) Veiðirættindi, sum als ikki hava verið nýtt í tvey ár á rað, falla aftur til landið. Fyrsta tíðarskeiðið byrjar 1. januar 2018. Fyri rættindi, latin sambært §§ 22-27, er byrjanin 1. januar 2019.

Stk. 2. Hevur rættindahavari ikki gagnnýtt rættin til egnar fiskidagar ella egnar kvotur við meira enn 60% í einum fiskiári, fellur munurin millum tað, ið er brúkt, og 60% aftur til landið. Egnir fiskidagar, latnir í 2018 sambært §§ 73 og 74, eru undantiknir.

Stk. 3. Nýtslan, sambært stk. 2, verður roknað av fiskidøgum ella kvotum av ávísum fiskaslagi, sum loyvishavari hevur rætt at fáa tillutað í sama fiskiári, sambært §§ 13-18, íroknað fiskidagar ella kvotur keyptar og frároknað fiskidagar ella kvotur seldar, sambært §§ 42 og 43. Fyrsta tíðarskeiðið byrjar 1. januar 2018. Fyri rættindi sambært §§ 22-27 er byrjanin 1. januar 2019.

Stk. 4. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin eftir umsókn geva undantak frá ásetingini í stk. 1 og 2.

Stk. 5. Veiðirættindi, ið eru partur av umbýti sambært § 35, vera ikki tikin við í uppgerð, sambært stk. 1-3.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í uppgerðini av nýtsluni, sambært stk. 3, síggja burtur frá keyptum og seldum veiðirættindum, um hesi eru keypt og seld fyri at sleppa undan, at hesi falla aftur til landið.

Stk. 7. 1) Brúksskyldan, sambært stk. 1 og 2, fevnir ikki um rættindi latin útróðrarbátum sambært § 27, nr. 3 og onnur rættindi latin hesum bátum, men er tó galdandi fyri rættindi keypt á uppboði sambært §§ 14-18.

Avhending av kvotum

§ 42. 1) Egin kvotupartur ella egin árskvota kann avhendast fyri eitt ár í senn ella endaliga til persón ella felag, ella eigara av fiskifari, sum lýkur treytirnar í §§ 5-7 og 9 og 10 eftir reglunum í hesi grein. Avhending kann bert fara fram, um rættindahavari, ið avhendir, fiskiárið frammanundan hevur havt egna árskvotu av fiskaslagnum, ið ætlanin er at avhenda sambært hesi grein, og hevur gagnnýtt í minsta lagi 60% av hesi kvotu. Endalig avhending er ikki loyvd í 2018. Móttakarin yvirtekur tað avhendað við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja av egna kvotupartinum ella egnu árskvotuni.

Stk. 2. Kvotupartur, ið skal avhendast endaliga, skal bjóðast út alment eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir, við upplýsing um seljara, hvørji rættindi eru til sølu og møguligan kostnað.

Stk. 3. Upp í 20% av egnum kvotuparti ella egnari árskvotu, roknað fyri hvørt fiskaslag sær, kunnu avhendast øðrum persóni, felag ella eigara av fiskifari fyri eitt ár í senn. Tílík avhending skal fráboðast alment eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir, við upplýsing um keypara, seljara, hvørji rættindi verða seld og kostnað. Landsstýrismaðurin kann í 2018 geva undantak frá avmarkingini uppá 20%, tá talan er um heildarkvotur, sum í nøgd eru somikið lítlar og smábýttar, at grundarlag ikki verður mett at vera fyri skynsomum rakstri hjá einstaka fiskifarinum sum avhendar.

Stk. 4. Avmarkingin upp í 20% í stk. 3 er ikki galdandi, um talan er um at avhenda kvoturættindi hjá sama persóni ella felag millum ymisk fiskifør.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdir fyri avhending av kvotum, um treytirnar sambært stk. 2 og 3, skipan av marknaði fyri egnum kvotuparti og egnari árskvotu, ið verða avhendað, og um almannakunngering av avhendingum sambært hesi grein.

Avhending av fiskidøgum og loyvum í bólki 4 og bólki 4 T

§ 43. 1) Egnir fiskidagar kunnu avhendast fyri eitt ár í senn ella endaliga til persón ella felag, ið lýkur treytirnar í §§ 5-7 og 9 og 10. Undantiknir eru fiskidagar, latnir sambært §§ 73 og 74. Egnir fiskidagar, sambært § 27, stk. 2 og 3, kunnu bert avhendast øðrum fiskifari við fiskiloyvi í sama bólki. Avhending av fiskidøgum er treytað av, at í minsta lagi 60% av tillutaðu døgunum, fiskiárið frammanundan, eru nýtt til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum.

Stk. 2. 1) Fiskiloyvi, til fiskiskap undir fiskidagaskipan í bólkunum sambært § 26, nr. 1 og 2, kunnu avhendast endaliga til persón ella felag, ið lýkur treytirnar í §§ 5-7 og 9 og 10. Loyvi kunnu avhendast, bæði tá fiskidagar eru knýttir at loyvinum, og tá eingir fiskidagar eru knýttir at loyvinum. Tá loyvið verður avhendað við fiskidøgum, er treytin sambært stk. 1, 4. pkt. ikki galdandi.

Stk. 3. Fiskidagar ella loyvi, ið skulu avhendast endaliga, skulu bjóðast út alment eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir, við upplýsing um seljara, hvørji rættindi eru til sølu og møguligan kostnað.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdir fyri avhendingum av fiskidøgum og loyvum, sambært hesi grein. Fyri avhending millum fiskifør skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievnið.

Forboð fyri útblaking

§ 44. Tað er bannað at blaka veiðu fyri borð. Landsstýrismaðurin kann gera nærri reglur um, hvørji fiskasløg koma undir hetta bann.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skyldu at føra til lands onnur djór, plantur, havsúgdjór og sjófugl ella skyldu at boða frá ella skráseta tílíka hjáveiðu.

§ 45. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, at ov nógv veiða og hjáveiða, veiða, sum fiskifar ikki hevur rættindi at fiska, og hjáveiða annars, skal seljast á góðkendari uppboðssølu. Ein partur av avreiðingarvirðinum av tílíkari veiðu kann verða útgoldin skipi og manning. Restin av inntøkuni av søluni fer í landskassan. Nærri reglur um hetta verða ásettar í kunngerð.

Virking umborð

§ 46. Tað er ikki loyvt at virka veiðu umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi uttan við loyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum.

Stk. 2. Avgerðir um góðkenning, sambært stk. 1, skulu taka atlit at, um útlit eru fyri virking og virðisøking á landi í Føroyum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat virking umborð fevnir um, og um mannagongdir og treytir fyri umsiting av stk. 1.

Umskiping

§ 47. Tað er ikki loyvt at umskipa, taka veiðu úr reiðskapi hjá øðrum fiskifari ella taka inn reiðskap, sum annað fiskifar hevur tóvað ella sett, uttan við loyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdir og treytir fyri umsiting av stk. 1.

Alt í land

§ 48. Innvølur, ryggur, skræða, høvd o.tíl. av fiski skal førast til lands.

Stk. 2. Í minsta lagi 20% av fiskinum skal førast til lands við høvdi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat skyldan sambært stk. 1 og 2 fevnir um, og um undantak frá reglunum og tillagingartíð.

Landing í Føroyum

§ 49. 1) Øll veiða á fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum.

Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum í stk. 1 og ásetir nærri reglur um, hvørji fiskasløg, fiskaúrdráttir ella fiskiskapur, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið, eru fevnd av kravinum sambært stk. 1.

Stk. 3. Avgerðir, sambært stk. 2, skulu vera grundaðar á meting um m.a. sølumøguleikar fyri ávís fiskasløg og ávísan fiskaúrdrátt í Føroyum, virðisøking í Føroyum og fjarstøðu frá fiskileiðum.

Stk. 4. 1) Er veiða landað uttanlands í ósamsvari við stk. 1 og 2, skal eigarin av fiskifarinum rinda eitt gjald til landskassan, sum samsvarar við 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd uttanlands.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um uppgerð, gjaldfreist og rentu. Gjaldið, saman við rentu og møguligum innkrevjingarkostnaði, kann krevjast inn við panting. TAKS fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum.

Uppboðssøla av veiddum fiski

§ 50. 1) Í minsta lagi 25% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, gjørd upp fyri tíðarskeið, sum landsstýrismaðurin ásetir, skulu bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Undantikin hesi treyt er veiða av rættindum keypt á uppboðssølu, sambært §§ 14-18.

Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum í stk. 1 og áseta nærri reglur um, hvørji fiskasløg ella fiskaúrdráttir eru fevnd av kravinum sambært stk. 1.

Manningarviðurskifti

§ 51. Skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

Stk. 2. 1) Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir um, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu hava arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Skráseting av fiskifari

§ 52. Fiskifar, ið skal fiska av rættindum sambært hesi løgtingslóg, skal vera skrásett í skipaskránni ella farskránni, sambært løgtingslóg um skráseting av skipum, og skal eigarin, um hann ikki er tann sami sum tann, sum hevur rættindi at veiða, somuleiðis lúka treytirnar í §§ 6, 7 og 9.

Stk. 2. Fiskiloyvi verður ikki latið fari, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi, sum far, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella sum hevur stuðlað slíkum fiskiskapi.

Stk. 3. Fiskifar, ið verður strikað úr skipaskránni ella farskránni, og sum hevur gagnnýtt føroysk veiðirættindi, kann ikki fáa fiskiloyvi aftur at fiska undir føroyskum flaggi, fyrr enn tvey ár eru gingin frá tí, fiskifarið varð strikað.

Kapittul 9

Annað tilfeingi

§ 53. Reglurnar í §§ 54-56 fevna um gagnnýtslu av øðrum sjófeingi, ið kemur úr føroyskum sjógvi.

§ 54. Sum annað sjófeingi er í hesari løgtingslóg at skilja alt lívfrøðiligt, evnafrøðiligt og alisfrøðiligt tilfar, sum stavar frá livandi verum, t.d. djórum, plantum og smáverum.

Stk. 2. Við marina bioprospektering er at skilja málrættað leiting, innsavning og goymsla av havtilfeingi við tí endamáli at finna fram til eginleikar ella úrdráttir úr tilfarinum, sum kunnu gagnnýtast vinnuligt.

§ 55. At gagnnýta annað havtilfeingi, t.d. arvatilfar, sum stavar úr føroyskum sjógvi, kann bara gerast við loyvi frá landsstýrismanninum.

Stk. 2. Marin bioprospektering í føroyskum sjógvi kann bara fara fram við loyvi frá landsstýrismanninum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri treytir fyri loyvum sambært hesi grein.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri viðgerð av umsóknum og veitan av loyvum.

§ 56. Í loyvum, givin eftir § 55, kunnu setast treytir um:

1)   at framíhjárættindi, sum eru vunnin í sambandi við gagnnýtslu av sjófeingi, funnið í føroyskum sjógvi, skulu falla til landið, og

2)   at annað sjófeingi, og úrslit av bioprospektering, ikki kann avhendast ella breiðast út uttan loyvi og eftir nærri tilskilaðum treytum.

§ 57. Er annað sjófeingi, sum stavar úr føroyskum sjógvi, gagnnýtt uttan loyvi, kann landsstýrismaðurin áleggja treytir sambært § 56.

Kapittul 10

Royndarfiskiskapur o.a.

§ 58. Landsstýrismaðurin kann, uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg, eftir ummæli frá Havstovuni lata fiskifari undir føroyskum flaggi serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap ella til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan.

Stk. 2. Loyvi, sambært stk. 1, kann verða latið til verkætlanir í samanlagt trý ár, tó í mesta lagi upp til eitt ár í senn. Árliga loyvið kann bert verða endurnýggjað, um treytirnar í loyvinum hava verið hildnar.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, í serligum førum, geva undantak frá kravinum um føroyskt skrásett fiskifar, sambært stk. 1.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann lata persóni, felag ella eigara av fiskifari rætt at troyta ávís veiðirættindi upp til eitt ár í senn í sambandi við vinnuligar royndir og verkætlanir.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdir og treytir í umsitingini av stk. 1-4 og kann í loyvinum áseta treytir um fiskasløg, fiskileiðir, veiðihættir, tíðarskeið o.a., og aðrar treytir samsvarandi § 39.

Stk. 6. Hevur loyvi verður givið til royndarveiði eftir ávísum fiskaslagi í samanhangandi tíðarskeiði í minsta lagi 5 ár, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita rætt at veiða eftir treytunum í § 13, tá mett verður, at grundarlag er fyri varandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í royndarloyvinum annars hava verið loknar.

§ 59. Fiskiveiðieftirlitið kann geva fiskiførum loyvi til royndir við spølum, fiskireiðskapi o.a. upp til eitt samdøgur í senn og at seta serstakar treytir hesum viðvíkjandi.

Kapittul 11

Menningarkvotur

§ 60. Ein partur av tøkari føroyskari kvotu kann verða settur av til at brúka sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið. Latast kunnu í mesta lagi 8,5% av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum.

Stk. 2. Kvota, sambært stk. 1, kann latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.

Stk. 3. Kvota verður veitt eftir, at alment er lýst eftir umsóknum. Tá lýst verður eftir umsóknum, skal neyvt ásetast, hvørjar treytir eru fyri at fáa lut í kvotuni. Í treytunum skal dentur leggjast á, at kvota verður latin til virksemi og verkætlanir, ið stuðla undir menning, virðisøking, arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar í ávísa økinum, sambært stk. 2.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin setir nærri reglur um mannagongdir og treytir sambært ásetingunum í stk. 1-3.

Kapittul 12

Fiskirannsóknir og havrannsóknir

§ 61. Havstovan ger kanningar av livandi tilfeinginum og umhvørvi tess í føroyskum sjógvi og á teimum havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál, luttekur í menning av reiðskapi og fiskiskapi, kunnar landsins myndugleikar, vinnu og almenning um granskingarúrslit, og ráðgevur um gagnnýtslu av tilfeinginum.

Stk. 2. Uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg hevur Havstovan loyvi at gera vísindaligar rannsóknir í føroyskum sjógvi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann lata fiskiloyvi at troyta ávís veiðirættindi upp til eitt ár í senn sum samsýning fyri at gera rannsóknir fyri Havstovuna. Landsstýrismaðurin kann lata rættindini sum egnar árskvotur ella egnir fiskidagar upp til eitt ár í senn. Henda kvota kann flytast at verða fiskað fiskiárið eftir.

Stk. 4. Havstovan kann gera neyðugar kanningar av øllum landingum í Føroyum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin skipar serligt ráð fyri Havstovuna og ger reglur um val og virki ráðsins.

Kapittul 13

Avgreiðslugjøld

§ 62. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjald fyri avgreiðslu av loyvum sambært hesi løgtingslóg, flyting og avhending av fiskiloyvum, kvotum og fiskidøgum, og loyvi til umskiping og til móttøkuskip.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri endurrindan av útreiðslum í sambandi við tænastur, sum verða veittar eftir áheitan.

Partur III

Eftirlit, kæra og revsing

 

Kapittul 14

Fiskiveiðieftirlit

§ 63. 1) Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi løgtingslóg og reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, verða hildnar, tó § 51, stk. 1 og 2 undantikið. Um neyðugt kann Fiskiveiðieftirlitið gera samstarvsavtalur við aðrar myndugleikar um at útinna fiskiveiðieftirlitsuppgávur eftir hesi løgtingslóg.

§ 64. Fiskiveiðieftirlitið kann áleggja fiskiførum at taka reiðskap inn beinanvegin, kann steðga fiskiførum, fiskaflutningsførum og fiskaframleiðsluførum, og kann við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð fara umborð at gera tænastukanningar, herundir kanna skipsskjøl, skipsdagbøkur, veiðidagbøkur, lastarbøkur og framleiðslubøkur og framleiðsluuppgerð, útgerð, herundir elektroniska útgerð og dátur úr hesum, reiðskap og veiðu og kann krevja, at skipið, skjøl, útgerð, reiðskapur og veiða verða tikin í føroyska havn til nærri kanningar.

Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið kann við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð fara inn á øki og hartil krevja atgongd til høli tilhoyrandi góðkend móttøkuvirki og framleiðsluvirki at gera tænastukanningar, herundir gera stakroyndir, kanna framleiðslutøl og innvigingartøl og uppgerðir, útgerð, herundir elektroniska útgerð og dátur úr hesum og kann krevja, at skjøl, dátur, útgerð og rávøra verða tikin til nærri kanningar.

Stk. 3. Verður eigari av fari, ella skipari á fari, dømdur fyri lógarbrot ella góðtekur eina uttanrættarliga avgerð í sambandi við lógarbrot, grundað á kanningar, gjørdar í havn, skal eigarin av farinum gjalda kostnaðin av kanningunum.

Stk. 4. Fiskiveiðieftirlitið hevur til einhvørja tíð við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð atgongd til fiskifør, fiskaflutningsfør og fiskaframleiðslufør, sum liggja í havn, ella eru í føroyskum sjóøki, og harumframt á øllum støðum, har sum veiða ella partar av hesi verður goymd, flutt og viðgjørd o.a.

Stk. 5. Fiskiveiðieftirlitið kann gera kanningar ella lata kanningar gera, herundir staksýniseftirlit og innvigingareftirlit, innheinta skjøl og upplýsingar, geva boð og forboð í tí vavi og á teimum økjum, har tað verður mett neyðugt fyri at fremja eftirlitið.

§ 65. Skipari og eigari av fiskifari hava til einhvørja tíð skyldu at tryggja atkomumøguleikarnar til farið samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg um trygd á sjónum, og hava skyldu at hava umborð leytara til nýtslu, tá Fiskiveiðieftirlitið ynskir at koma umborð. Sama er galdandi, tá eftirlitsmyndugleikar úr øðrum londum ynskja at koma umborð fyri at fremja eftirlit í fiskiveiðiløgdøminum hjá viðkomandi landi, ella tá eftirlit verður framt í altjóða sjógvi sambært avtalum ella sáttmálum, sum Føroyar eru partur av.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um atkomumøguleikar og treytir til leytarar.

§ 66. Tey, sum hava ábyrgd av tí, ið kannað verður, hava skyldu til at hjálpa Fiskiveiðieftirlitinum í tænastuligu kanningum sínum, og hava rætt til at vera hjástødd undir slíkum kanningum. Er sannlíkt, at revsiákæra verður reist, skal Fiskiveiðieftirlitið upplýsa viðkomandi um, at hann ikki hevur skyldu til at úttala seg.

Stk. 2. Skipari á fiskifari, fiskaflutningsfari og fiskaframleiðslufari undir føroyskum flaggi hevur skyldu til at hjálpa eftirlitsmyndugleikum úr øðrum londum í tænastuligu kanningum sínum, tá eftirlit verður framt í fiskiveiðiløgdøminum hjá viðkomandi landi, ella tá eftirlit verður framt í altjóða sjógvi sambært avtalum ella sáttmálum, sum Føroyar eru partur av. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð í tann mun, tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skyldurnar hjá skipara, tá eftirlitsmyndugleikar úr øðrum londum fremja eftirlit.

§ 67. Veiða, sum er fiskað ímóti reglum um fiskiskap, ella sum ikki er fráboðað ella fráboðað skeivt, skal ikki goymast, flytast ella viðgerast o.a.

Stk. 2. Keyparar ella móttakarar av nøgdum av veiðu ella pørtum av hesi, sum er fiskað ímóti reglunum um fiskiskap, ella hvørs innihald ikki er í samsvari við reglurnar um veiðisamanseting, og sum kunnu metast at vera ólógligar, sambært stk. 1, kunnu bera seg undan ábyrgd við móttøkuni við at siga Fiskiveiðieftirlitinum frá, og geva upp metta veiðinøgd, slag og samanseting við navni og bústaði á tí, sum letur nøgdina. Fráboðað nøgd av veiðu, ella partar av hesi, skal goymast soleiðis, at eftirlit kann fremjast, og skal veiðan ikki flytast ella viðgerast uttan við samtykki frá Fiskiveiðieftirlitinum.

Stk. 3. Koma fyri nøgdir av veiðu, ella partar av hesi, veiddar ímóti galdandi reglum, verður øll nøgdin at meta sum veidd soleiðis.

§ 68. Fiskiveiðieftirlitið kann krevja, at fiskifar, fiskaflutningsfar og fiskaframleiðslufar verður verandi á eini knattstøðu í ásetta tíð, til tess at kanningar kunnu fremjast. Knattstøða og tíðarskeið skal so vítt gjørligt avtalast við skiparan á avvarðandi fari.

§ 69. Fiskiveiðieftirlitið kann lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.

Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið kann somuleiðis loyva einstøkum fiskiførum at gera royndir á bráðfeingis stongdari leið til tess at staðfesta, um bráðfeingis veiðibann skal ásetast av nýggjum ella avlýsast.

Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið lýsir bráðfeingis veiðibann alment.

§ 70. Fiskifør skulu hava allan fiskireiðskap burturstúgvaðan innanborða á sínum natúrliga staði, tá tey eru stødd á eini leið, har tað ikki er loyvt fiskifarinum at fiska. Tað sama er galdandi, tá fiskifarið liggur í havn.

§ 71. Upplýsingar, herundir viðkvæmar og trúnaðarupplýsingar, sum hava týdning fyri eftirlit við fiskiskapi og veiðu, kunnu, treytað av trygd og trúnaði, útflýggjast myndugleikum í øðrum londum, altjóða felagsskapum og økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum.

Kapittul 15

Reglur um kærur

§ 72. Avgerð, sum Fiskiveiðieftirlitið tekur eftir hesi løgtingslóg ella eftir reglum, givnum við heimild í hesi løgtingslóg, tó undantikið avgerð sambært kapitlunum 14 og 17, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleika sín sambært løgtingslógini til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri vali av nevndarumboðum, samanseting av nevnd og kæruviðgerð hjá kærunevndini, sambært stk. 2.

Kapittul 16

Fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi í 2018

§ 73. Fiskidagaskipan og fiskidagatal verður ásett fyri botnfiskaveiðu í føroyskum sjógvi frá 1. januar 2018 til 31. desember 2018 fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.

Stk. 2. Loyvi at fiska undir fiskidagaskipan, sambært stk. 1, verður latið persóni ella felagi, sum í tíðarskeiðinum 1. september til 31. desember 2017 hava rætt til við ávísum fiskifari at fiska undir fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

§ 74. Innan fyri hvønn av hesum bólkum av fiskiførum verður fiskidagatal ásett soleiðis:

1)   Bólkur 2: Trolarar:

a)    Innara fiskidagaleið: 5.848 fiskidagar.

b)    Ytra fiskidagaleið: 2.040 fiskidagar.

2)   Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.705 fiskidagar.

3)   Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 1.145 fiskidagar.

4)   Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.764 fiskidagar.

5)   Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.571 fiskidagar.

6)   Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 11.839 fiskidagar.

Stk. 2. Fiskidagar brúktir í tíðarskeiðinum frá 1. september 2017 til 31. desember 2017, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, verða drignir frá dagatølunum í stk. 1.

Stk. 3. Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn bólk sær í stk. 1 er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, ásett í § 75, tó undantikið fiskidagar, ásettir fyri ytru fiskidagaleið í bólki 2, sambært stk. 1. Ásetta fiskidagatalið fyri bólk 2 á ytru fiskidagaleið kann bert nýtast til fiskiskap á ytru fiskidagaleið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um umbýti av fiskidøgum frá innaru til ytru fiskidagaleið. Verður fiskað á ytru fiskidagaleið, uttan fráboðan til Vørn um umbýti av døgum frammanundan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum, tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið.

Stk. 4. Fiskidagar, tillutaðir bólki 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T sambært stk. 1, verða latnir sum egnir fiskidagar í sama lutfalli, sum var 1. september 2017, tó so, at hædd verður tikin fyri endaligum avhendingum í tíðarskeiðinum 1. september 2017 til 31. desember 2017. Fiskidagatal hjá hvørjum fiskifari at brúka í 2018 er talið, sum fiskifarið hevur fingið tillutað við støði í stk. 1, frádrigið teir av hesum fiskidøgum, í tíðarskeiðinum 1. september 2017 til 31. desember 2017.

Stk. 5. Fiskidagar, tillutaðir bólki 5 sambært stk. 1, verða latnir sum felags fiskidagar. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri, hvør er at meta sum fult rikin og ikki fult rikin útróðrarbátur, og reglur um inntøkumørk og veiðinøgdir.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð gera reglur um, at fiskidagatalið, tillutað hvørjum fiskifari í bólki 4 A og 4 B, kann roknast um í lutfallinum 1:2, um fiskað verður við snellu.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann í 2018 fyri bólk 2, sambært stk. 1, tilluta 169 fiskidagar og fyri bólkarnar 3 og 4, sambært stk. 1, tilluta ávikavist 105 og 167 fiskidagar tilsamans at lata fiskiførum, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.

Stk. 8. Umframt fiskidagar sambært stk. 1, verða fiskidagar fyri tíðarskeiðið frá 1. januar 2018 til 31. desember 2018 ásettir soleiðis:

1)   Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 239 fiskidagar.

2)   Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 101 fiskidagar.

3)   Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 156 fiskidagar.

4)   Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 139 fiskidagar.

Stk. 9. Fiskiførini í hvørjum av bólkunum 3, 4 A, 4 B og 4 T, sambært stk. 1, kunnu eftir 1. apríl 2018 brúka av fiskidøgunum sambært stk. 8, tá fiskidagarnir, ið eru tillutaðir fiskifarinum við støði í ásettum fiskidøgum sambært stk. 1, eru brúktir.

Stk. 10. Fiskidagar, ið verða avhendir sambært § 79, verða ikki roknaðir sum brúktir fiskidagar, sambært stk. 9 í hesi grein.

Stk. 11. Hvørt fiskifar í bólkunum 3, 4 A, 4 B og 4 T, sambært stk. 1, kann í mesta lagi brúka lutfalsligan part av ásetta fiskidagatalinum fyri bólkin, sum ásett sambært stk. 8. Lutfalsligi parturin fyri fiskifarið verður roknaður sum tal av brúktum fiskidøgum hjá fiskifarinum í tíðarskeiðinum 1. september 2016 til 31. august 2017, íroknað brúktir fiskidagar, avhendir frá øðrum í sama tíðarskeiði, býttir við talinum av brúktum fiskidøgum tilsamans í bólkinum, sambært stk. 1, í tíðarskeiðinum 1. september 2016 til 31. august 2017. Um eitt ávíst fiskifar ella manning tess hava verið fyri óhappi, ið beinleiðis hevur avmarkað raksturin av fiskifarinum í tíðarskeiðinum 1. september 2016 til 31. august 2017, kann landsstýrismaðurin gera undantak fyri, hvussu talið av brúktum fiskidøgum verður roknað hjá fiskifarinum í sama tíðarskeiði. Í hesum førum kann útrokningin grundast á eitt 12 mánaða tíðarskeið frammanundan tí degi, at viðkomandi óhapp er staðfest. Hjá teimum fiskiførum, ið hava roynt á fjarleiðum av kvotum, sum føroyskir myndugleikar hava sambært avtalu við Grønland og í altjóða sjógvi, verða upp í brúkta fiskidagatalið roknaðir dagarnir til fiskiskap á fjarleiðum frá tí, at skip fer úr havn, til tað aftur er í havn, í lutfallinum 3:1. Fiskidagarnir, ásettir sambært stk. 8, kunnu ikki avhendast sambært § 79.

Stk. 12. Fiskifar, í bólkunum sambært stk. 1, verður verandi í tí bólki, tað er í, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, og kann ikki flyta bólk, hóast tað verður mált upp av nýggjum, ella broytingar verða gjørdar, sum ávirka stødd ella framtøkumegi.

Innara og ytra fiskidagaleið

§ 75. 1) Innara fiskidagaleiðin er sjógvurin innan fyri beinar linjur, drignar gjøgnum hesi støð í hesi raðfylgju:

1)   62°47'00"N, 07°12'00"W.

2)   62°47'30"N, 06°30'00"W.

3)   62°42'00"N, 06°00'00"W.

4)   62°28'00"N, 05°00'00"W.

5)   62°00'00"N, 04°30'00"W.

6)   61°30'00"N, 04°50'00"W.

7)   61°15'00"N, 05°00'00"W.

8)   61°15'00"N, 06°00'00"W.

9)   60°35'00"N, 06°09'00"W.

10) 60°26'00"N, 06°10'00"W.

11) 60°26'00"N, 06°32'00"W.

12) 60°35'00"N, 06°35'00"W.

13) 61°23'00"N, 07°30'00"W.

14) 61°25'25"N, 08°01'00"W.

15) 61°32'48"N, 08°20'30"W.

16) 61°49'00"N, 08°41'48"W.

17) 62°18'00"N, 08°45'00"W.

18) 62°38'00"N, 08°03'00"W.

19) 62°47'00"N, 07°12'00"W.

Stk. 2. Ytra fiskidagaleiðin er sjógvurin millum 200 fjórðinga føroyska fiskimarkið, og innaru fiskidagaleiðina, ásett í stk. 1, tó verður Føroya Banki ikki tikin við.

Reglur um fiskiorku

§ 76. 1) Fiskiorkan hjá fiskifari í bólkunum sambært § 74, stk. 1 skal ikki økjast, tá broytingar verða gjørdar við fiskifarið, sum ávirka fiskiorku hjá farinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fiskiorku, og hvussu fiskiorka verður ásett og útroknað, grundað á veiðievni og mannagongdir fyri umsiting av stk. 1.

Flyting av loyvum

§ 77. Loyvi hjá fiskifari í bólki sambært § 74, stk. 1 kann eftir umsókn verða flutt á annað fiskifar uttan loyvi, um fiskiorkan ikki økist. Tá loyvið verður flutt, verða samstundis flutt øll fiskirættindi, fiskifarið hevur rætt til.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fiskiorku, og hvussu fiskiorka verður ásett og útroknað, grundað á veiðievni, og um mannagongdir og treytir fyri flyting av loyvum sambært hesi grein.

Tilsøgn um at varðveita loyvi

§ 78. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigara av fiskifari við rættindum sambært § 74, stk. 1, sum verður tikið úr vinnuligum fiskiskapi, tilsøgn um, at loyvið, áðrenn 31. desember 2018, kann verða flutt á annað fiskifar við ongum loyvi, eftir ásetingunum í § 77.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongdir og treytir fyri at varðveita loyvið sambært hesi grein.

Stk. 3. Tilsøgnir um loyvi til annað fiskifar í bólkunum sambært § 74, stk. 1, ið eru veittar í 2017, standa við til 1. apríl 2018.

Avhending av fiskidøgum

§ 79. Egnir fiskidagar kunnu í 2018 avhendast øðrum fiskifari við loyvi sambært § 74, stk. 1 fyri 2018. Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar, ætlaðir til veiðu við húki, til veiðu við troli ella øvugt. Somuleiðis er ikki loyvt at avhenda fiskidagar til veiðu við húki frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar, størri enn 110 tons. Somuleiðis er ikki loyvt at avhenda fiskidagar til veiðu við troli frá fiskifari við framtøkumegi, minni enn 500 HK, til fiskifar við framtøkumegi 500 HK ella meira.

Stk. 2. Avhendingin, sambært stk. 1, er treytað av, at í minsta lagi 60% av tillutaðu døgunum, tíðarskeiðið 1. september 2016 til 31. august 2017, eru nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum.

Stk. 3. 1) Fiskidagar kunnu, í tíðarskeiðinum 1. oktober 2018 til 31. desember 2018, avhendast millum bólkarnar, ásettir í § 74, stk. 1, undantikið til og frá bólki 5 eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð. Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar í bólki 4 A og bólki 4 B til bólk 4 T. Fyri avhending millum bólkarnar skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievnið.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta treytir og nærri reglur um mannagongdir fyri avhending av fiskidøgum sambært hesi grein. Fyri avhending millum fiskifør skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievnið.

§ 80. Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, hava rættindi at fiska undir fiskidagaskipanini sambært § 73, kunnu í 2018 í mesta lagi hava rættin til:

1)   Bólkur 2: Trolarar, 20% av fiskidøgunum.

2)   Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons, 20% av fiskidøgunum.

3)   Bólkur 4 A og 4 B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons, 20% av fiskidøgunum.

4)   Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu, 30% av fiskidøgunum.

Stk. 2. Nærstandandi er at skilja sum allýst í § 2 í konkurslógini.

Stk. 3. Virksemi, har feløg og persónar, sum einsamøll ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu rætt til meira enn loyvda hámarkið í stk. 1, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, kann halda fram í 2018, men kann ikki økjast, samanber tó § 79 um avhendingar í árinum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 1.

Stk. 5. Broytingar í ræði á rættindum, sambært stk. 1, skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast viðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í stk. 1, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag, falla rættindini aftur til landið.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við viðgerðina av málinum krevja allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum, virkjum o.ø. um eigaraviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í stk. 1 eru loknar.

Kapittul 17

Revsireglur o.a.

Revsing

§ 81. 1) Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, ið:

1)   brýtur § 4, stk. 3, § 5-7, § 9, stk. 1, stk. 2, 2. pkt. og stk. 3, 2.-4. pkt., § 10, stk. 1-3 og stk. 10, § 11, stk. 1, 2. pkt., § 12, stk. 1, § 30, stk. 1, § 34, stk. 4-6, § 36, stk. 1 og 3, § 37, stk. 1, § 38, stk. 1, § 40, stk. 1, 2. og 3. pkt., § 42, stk. 1, 1. pkt., og stk. 2 og stk. 3, § 43, stk. 1 og 2, § 44, stk. 1, § 46, stk. 1, § 47, stk. 1, § 48, stk. 1, § 50, stk. 1, § 51, stk. 1 og 2, § 55, stk. 1 og 2, § 65, stk. 1, § 66, stk. 1, 1. pkt., og stk. 2, § 67, stk. 1, § 70, § 80, stk. 5,

2)   ikki steðgar fiskiskapi, tá kvota er uppfiskað, hámark er rokkið, ella fiskidagar hjá fiskifari ella bólki eru nýttir,

3)   fiskar á leiðum, har bráðfeingis veiðibann er ásett við heimild í § 69,

4)   ikki fylgir treytum, knýttar at loyvum, latin sambært løgtingslógini,

5)   ikki fylgir banni ella boðum, givin sambært løgtingslógini,

6)   letur ósannar ella villleiðandi upplýsingar ella heldur aftur upplýsingum til nýtslu í próvførslu eftir løgtingslógini, ella sum eru kravdar sambært løgtingslógini, ikki letur neyðug skjøl, skjalprógv ella upplýsingar, sum skylda er eftir løgtingslógini ella við reglum, ásettar við heimild í løgtingslógini.

Stk. 2. Í reglum, ásettar við heimild í § 19, stk. 7, § 20, stk. 2, § 22, § 27, stk. 6 og 7, § 28, § 30, stk. 3, § 31, stk. 3, § 32, stk. 3, § 34, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 36, stk. 4, § 37, stk. 2, § 38, stk. 2, § 39, § 40, stk. 2 og 3, § 42, stk. 5, § 43, stk. 3, § 44, § 45, § 46, stk. 3, § 47, stk. 2, § 48, stk. 2, § 49, stk. 2 og 5, § 50, stk. 2, § 55, stk. 3 og 4, § 58, stk. 5, § 65, stk. 2 og § 66, stk. 3 kunnu verða ásettar reglur um revsing við sekt.

Stk. 3. Felag og annar løgfrøðiligur persónur verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 4. Mál, sum verða viðgjørd eftir reglum í hesum kapitli, ella eftir reglum, sum eru givnar við heimild í stk. 2 í hesi grein, verða viðgjørd sum løgreglumál, samanber tó § 83. Rættartiltøkini í rættargangslógini í kapitli 72 um at leggja hald á og í kapitli 73 um rannsókn kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.

Stk. 5. Sekt fyri ólógligan fiskiskap, sambært stk. 1 og 2, skal taka støði í avreiðingarvirðinum í viðkomandi fiskiskapi, um brotið kann metast at vera framt við vinningi ella sparing fyri eyga, umframt at atlit verður tikið at grovleika á brotinum.

Stk. 6. Er brot, sambært stk. 1, nr. 6, framt fyri at sleppa undan veiðigjaldi, uppboðssølugjaldi ella avreiðingargjaldi, skal sekt áleggjast við støði í gjøldunum, sum roynt er at sleppa undan.

§ 82. Hevur fiskifar fiskað meir, enn loyvt er sambært fiskiloyvinum, fær eigarin tríggjar daga freist at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, at hann við umsiting av fiskidøgum, egnari árskvotu ella egnari hjáveiðikvotu hevur lokið treytirnar.

Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið kann mótrokna nøgdina av mettu veiðuni, sum blakað er útaftur, í egnari árskvotu ella felags árskvotu.

Uttanrættarlig sektaruppskot

§ 83. Í málum um brot sambært § 81, stk. 1 og 2, har Fiskiveiðieftirlitið metir, at nøktandi greidleiki er á veruligu umstøðunum í málinum, at brotið ikki kemur undir strangari revsing enn sekt, kann Fiskiveiðieftirlitið við einum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál, um tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at gjalda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist.

Stk. 2. Krøv um inndrátt, her ímillum inndrátt av virðum ella ólógligum reiðskapi, kunnu á sama hátt verða avgjørd uttan rættarmál.

Stk. 3. Reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruriti í løgreglumálum og reglurnar um, at ein ákærdur ikki hevur skyldu at geva frágreiðing, verða samsvarandi nýttar viðvíkjandi sektaruppskotum.

Stk. 4. Góðtekur tann, ið hevur framt brotið, sektina, fellur rættarsóknin burtur.

Stk. 5. Somuleiðis kunnu tey, sum hava verið við til at fremja brot, fáa fráboðan um, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál við góðtøku av sektaruppskoti, sambært stk. 1.

§ 84. Sektarpeningur, álagdur við heimild í hesi løgtingslóg, verður býttur eftir galdandi avtalu millum donsku stjórnina og landsstýrið.

§ 85. Fyri inndrátt eru reglurnar í revsilógini galdandi.

Stk. 2. Veiða, ella virði av veiðu, kann inndragast, hóast tað ikki kann staðfestast, at øll veiðan er fiskað ólógliga.

Stk. 3. Ólógligur reiðskapur, ella virði av reiðskapi, kann inndragast, herundir net, lemmar, vektir, veirar, elektronisk útgerð, sondir, sondikáplar, línur, uppstandarar, vørp, boyur, gørn o.a., líkamikið hvørs ogn hetta er, og hóast tað ikki er endaliga staðfest, at allur reiðskapurin er nýttur í ólógligum fiskiskapi.

Stk. 4. Verður komið fram á ólógligan reiðskap í sjónum, ella reiðskap, sum ikki er merktur sambært galdandi reglum, kann reiðskapurin verða tikin upp. Sama er galdandi fyri reiðskap, ið er settur ella stendur, har fiskiskapur við hesum reiðskapi ikki er loyvdur, ella ikki er settur ella ikki stendur sambært galdandi reglum. Sama er galdandi fyri reiðskap, sum er latin eftir á plássum, har fiskiskapur við hesum reiðskapi ikki er loyvdur. Fiskiveiðieftirlitið kann krevja, at eigarin sjálvur dregur reiðskap inn ella kann draga reiðskap inn fyri rokning eigarans.

§ 86. Er revsiábyrgd staðfest eftir reglunum í hesi løgtingslóg, ella reglum, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, kunnu skip haldast aftur av eftirlitsmyndugleikanum, ella av løgregluni vegna eftirlitsmyndugleikan, til falnar sektarupphæddir og sakarmálskostnaður eru goldin, ella til trygd er fingin fyri gjaldingini. Er ikki goldið 2 mánaðir eftir, at málið er endaliga avgjørt, kann fulnaður takast í skipinum.

Stk. 2. Um nevndu myndugleikar halda skipi aftur, verða reglurnar í kapitli 72 í rættargangslógini um at leggja hald á lutir, ið tað verður hildið rætt at taka inn, at nýta samsvarandi. Afturhald kann bara fremjast, um tað er neyðugt fyri at tryggja, at nevndu upphæddir verða goldnar.

Afturtøka av loyvum

§ 87. Fiskiveiðieftirlitið kann beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt á reglurnar í hesi løgtingslóg, ella reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvinum, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum.

Stk. 2. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Fiskiveiðieftirlitið ger av, hvat tíðarskeið rætturin at reka vinnuligan fiskiskap verður tikin aftur. Í tíðarskeiðinum, rætturin at reka vinnuligan fiskiskap verður tikin aftur, kann rættindahavarin ikki gagnnýta rættindi í fiskiloyvi, sum brotið snýr seg um, og skipið, ið brotið er framt við, kann ikki reka vinnuligan fiskiskap, heldur ikki, um skipið verður selt øðrum eigara.

§ 88. Fyri grov brot, ella endurtøku av brotum, kann landsstýrismaðurin avgera, at givin rættindi verða tikin aftur fyri ásett tíðarskeið, samanber tó § 87, ella endaliga. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um afturtøku av loyvum.

§ 89. Avgerðir eftir §§ 87 og 88 eru endaligar innan fyrisitingina.

Stk. 2. Avgerðir eftir §§ 87 og 88 kunnu leggjast fyri dómsvaldið. Avgerðir eftir §§ 87 og 88 skulu innihalda upplýsingar um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og um kærufreist. Áheitan um at leggja málið fyri dómsvaldið skal fráboðast Fútanum í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi. Málið verður lagt fyri dómsvaldið eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini. Áheitanin um at leggja málið fyri dómsvaldið hevur ikki steðgandi virknað.

Kapittul 18

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 90. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap. Tó koma § 10, § 15, stk. 1, nr. 5 og 6, og stk. 2 galdandi fyri nr. 5 og 6, §§ 22 til 27 og §§ 29 til 32 í gildi 1. januar 2019.

Stk. 2. Kunngerðir við heimild í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap hava framvegis gildi í tann mun, tær ikki eru í ósamsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg. Kunngerðir fara úr gildi sambært ásetingum um gildistíð í hesum kunngerðum ella við kunngerðum, sum koma í staðin fyri verandi kunngerðir.

Stk. 3. Kunngerðir við heimild í løgtingslógum, sum vóru settar úr gildi við løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap, men sum hava verið galdandi, vera framvegis í gildi. Kunngerðir fara úr gildi við kunngerðum, sum koma í staðin fyri verandi kunngerðir.

§ 91. Brot á løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, ið eru framd, áðrenn løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi kemur í gildi, verða revsað eftir §§ 40 til 47 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap og eftir reglum við heimild í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

 

Í Tinganesi, 18. desember 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 18/2017

 

 

 

 

Skjal 1

 

Prosentpartar av tøkari kvotu at seta av til heildarkvotu fyri hvørt

fiskaslag í kvotuskipan, eftir § 23, stk. 2

 

 

Toskur á land-grunn-inum

Hýsa

Upsi

Konga-fiskur

Longa

Brosma

Hav-taska

Svart-kalvi

Bólkur 2, trolarar við framtøkumegi 500 HK og meira

18,6%

11,6%

94,9%

91,4%

36,0%

9,8%

25,8%

56,3%

Bólkur 3, línuskip 110 BT og størri

29,4%

32,8%

0,6%

2,4%

51,4%

81,0%

1,6%

13,4%

Samantalt

48,0%

44,4%

95,5%

93,8%

87,4%

90,8%

27,4%

69,7%

 

 

 

 

 

Skjal 2

 

Felags kvotupartar fyri hvønn bólkin og fyri hvørt fiskaslag, eftir § 23, stk. 3

 

 

Toskur á land-grunn-inum

Hýsa

Upsi

Konga-fiskur

Longa

Brosma

Hav-taska

Svart-kalvi

Bólkur 2, trolarar við framtøkumegi 500 HK og hægri

39%

26%

99%

97%

41%

11%

94%

81%

Bólkur 3, línuskip 110 BT og størri

61%

74%

1%

3%

59%

89%

6%

19%

Samantalt

100%

100%

100%

100%

100%

100%

100%

100%

 

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018.