Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 22-12-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 165 frá 20. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. desember 2017Nr. 165

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

(Upphæddirnar í ferðastudninginum broyttar, og lestrarstuðul í 12 mánaðir til teirra, ið lesa hægri lestur)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76. frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, løgtingslóg nr. 174 frá 29. desember 2011, løgtingslóg nr. 49 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2015, løgtingslóg nr. 102 frá 3. november 2016, løgtingslóg nr. 53 frá 6. mai 2016 og løgtingslóg nr. 74 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Upphæddirnar fyri tey lesandi og børn teirra eru ásettar í skjali 1.”

 

2.    Í § 17, stk. 1, 3. pkt. verður aftan á “veittur” sett: “teimum, ið lesa hægri lestur,”

 

3.    Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.

 

 

Í Tinganesi, 20. desember 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 24/2017

 

Skjal 1

 

Skjal 1

 

 

Ferðastudningur sambært § 14, stk. 3

 

 

 

Danmark

Europa

 

Uttanfyri Europa

Lesandi

kr.1.500

kr. 3.100

kr. 4.100

Børn: 0 – 1 ár

kr.    200

kr.    400

kr.    600

Børn: 2 – 11 ár

kr.    900

kr. 1.800

kr. 3.000

Børn: 12 – 16 ár

kr. 1.500

kr. 3.100

kr. 4.100