20. desember 2017Nr. 167
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti
(Hækkað inntøkumark fyri mótrokning hjá pørum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður “190.000 kr.” broytt til: “200.000 kr.”
2. Í § 2, stk. 3 verður “190.000 kr.” broytt til: “280.000 kr.”
3. Í § 3, stk. 1 verður tvær staðni “190.000 kr.” broytt til: “200.000 kr.”
4. Í § 3, stk. 2 verður tvær staðni “190.000 kr.” broytt til: “280.000 kr.”
5. § 5 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.
Í Tinganesi, 20. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 30/2017