20. desember 2017Nr. 168
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands
(Ferðavinnumenning og nýggj stuðulsskipan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2014 um P/F Visit Faroe Islands verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður aftan á “samskipa” sett: “, menna”.
2. § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. P/F Visit Faroe Islands kann í samstarvi við kommunur, kunningarstovur og privat seta í verk menningarátøk í ferðavinnuni.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita menningarverkætlanum í ferðavinnuni fíggjarligan stuðul.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann lata P/F Visit Faroe Islands umsita stuðulsskipanina.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um stuðul sbrt. stk. 1 og 2.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 20. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 64/2017