Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 22-12-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 169 frá 20. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. desember 2017Nr. 169

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

(Skattalætti til fyritíðarpensjónistar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 122 frá 21. august 2017, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 29, nr. 13, litra a verður orðað soleiðis:

“a)  Grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, stk. 1, nr. 1, grundupphædd av fyritíðarpensjón eftir § 2, stk. 1, nr. 2-4, avlamisviðbót eftir § 2, stk. 3, eyka viðbót eftir § 2, stk. 4, avlamisveiting eftir § 8 a, barnaviðbót eftir § 10, hjálparviðbót og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.

 

 

Í Tinganesi, 20. desember 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 26/2017