Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mars 2018Nr. 17
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
(Dagføring av vørunumrum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 6. juni 2017, verður gjørd henda broyting:
Frumskjal 3 í skjali 1 til løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi verður broytt sum ásett í skjali 1 til hesa løgtingslóg.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 15. mars 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 83/2017
Skjal 1
Í frumskjali 3 til toll- og vøruskránna verður hetta vørunummar strikað:
Vørunummar |
Punkt avgjald |
Punkt avgjald |
Vøruslag |
1905.90.99 |
0 |
2,00 kr. pr. kg. |
Bakstur v.m. |
Í frumskjali 3 til toll- og vøruskránna verður hetta vørunummar sett inn:
Vørunummar |
Punkt avgjald |
Punkt avgjald |
Vøruslag |
1905.90.80 |
0 |
2,00 kr. pr. kg. |
Makrónrasp |