Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2017Nr. 171
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Tillaging av viðbót til fyritíðarpensjón)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 164 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, nr. 1, 8. rað um viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk verður “2014” broytt til: “2018” og “71.928,00” broytt til: “62.184,00”.
2. Í § 3, nr. 1, 9. rað um viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2018” og “64.944,00” broytt til: “57.804,00”.
3. Í § 3, nr. 1, 10. rað um viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk verður “2014” broytt til: “2018” og “23.340,00” broytt til: “31.332,00”.
4. Í § 3, nr. 1, 11. rað um viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2018” og “20.280,00” broytt til: “29.496,00”.
5. Í § 3, nr. 1, 12. rað um viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk verður “2014” broytt til: “2018” og “22.032,00” broytt til: “30.540,00”.
6. Í § 3, nr. 1, 13. rað um viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2018” og “17.668,00” broytt til: “27.864,00”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við februar 2018.
Stk. 2. Árligu veitingarupphæddirnar í § 1, nr. 1-6, verða við útgjald í 2018 býttar við 12 og faldaðar við 11.
Stk. 3. Fyri stakan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í almannapensjónslógini, tá lógin kemur í gildi, er árliga viðbótin kr. 71.928,00.
Stk. 4. Fyri giftan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í almannapensjónslógini, tá lógin kemur í gildi, er árliga viðbótin kr. 64.944,00.
Stk. 5. Viðbøturnar í stk. 3 og 4 verða javnaðar sambært § 2 í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
Í Tinganesi, 20. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 25/2017