Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 22-12-2017
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 172 frá 20. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. desember 2017Nr. 172

Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Veiðigjald

§ 1. Rættindahavari, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2018, tó undantikið kvotu, sum er keypt á uppboðssølu.

Stk. 2. Veiðigjaldið, sambært stk. 1, er

1)   1,00 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli,

2)   0,75 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av norðhavssild, og

3)   0,20 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.

§ 2. Veiðigjaldið, sambært § 1, er ikki galdandi fyri eigarar av fiskiførum á føroysku landleiðunum, sambært §§ 73 og 74 í løgtingslóg um sjófeingi.

Umrokning til runda vekt

§ 3. Í sambandi við gjøldini, sambært § 1, skulu teir í stk. 2-4 nevndu umrokningarfaktorar nýtast til umrokning av fiski og fiskavøru til runda vekt.

Stk. 2. Umrokningarfaktorar fyri makrel:

1)   Kruvdur, við høvdi, 1,15.

2)   Kruvdur, avhøvdaður, 1,30.

3)   Flak við skræðu og beinum, 2,60.

4)   Flak, skrædlað, við beinum, 2,60.

5)   Flak skrædlað, uttan bein, 2,60.

6)   Fiskamjøl, 5,11.

Stk. 3. Umrokningarfaktorar fyri norðhavssild:

1)   Kruvd, við høvdi, 1,00.

2)   Kruvd, avhøvdað, 1,00.

3)   Flak við skræðu og beinum, 2,00.

4)   Flak, skrædlað, við beinum, 2,00.

5)   Flak skrædlað, uttan bein, 2,00.

6)   Fiskamjøl, 5,11.

Stk. 4. Umrokningarfaktorar fyri svartkjaft:

1)   Kruvdur, við høvdi, 1,20.

2)   Kruvdur, avhøvdaður, 1,40.

3)   Flak við skræðu og beinum, 2,80.

4)   Flak, skrædlað, við beinum, 2,80.

5)   Flak, skrædlað, uttan bein, 2,80.

6)   Fiskamjøl, 5,11.

Innkrevjing

§ 4. Veiðigjaldið, sambært § 1, fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er avreidd.

Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið ger upp veiðigjaldið og sendir rættindahavara rokning mánaðarliga.

Stk. 3. Gjaldfreistin er 10 dagar eftir dagfesting á rokning.

Stk. 4. Rinda rættindahavarar ikki rættstundis, skal renta rindast við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.

Stk. 5. Veiðigjaldið, umframt renta og møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum, kunnu krevjast inn við panting. TAKS fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum.

Revsiásetingar

§ 5. Tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda veiðigjald sambært hesi løgtingslóg greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villleiðandi upplýsingar, tá gjøldini skulu gerast upp, verður revsaður við sekt ella fongsli upp í 2 ár.

Stk. 2. Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi umstøður, fongsul upp í 4 mánaðir.

Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 4. Mál viðvíkjandi broti eftir hesi løgtingslóg verða viðgjørd sum løgreglumál. Rættartiltøkini í bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje í kapitli 72 um at leggja hald á og í kapitli 73 um rannsókn kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.

Gildiskoma

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.

 

 

Í Tinganesi, 20. desember 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 20/2017