Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2017Nr. 173
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
(Strika krav um veiðiloyvi o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 10. mars 1992, løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997, løgtingslóg nr. 24 frá 12. apríl 2006, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 4, nr. 1 verður orðað soleiðis:
”1. Fiskiskip: Eitt og hvørt skip ella far, sum er gjørt út til, ella verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.”
2. § 1, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Skip, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum skip, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann ikki verða skrásett í skipaskránni.”
3. Í § 26 verða aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 2. Skip, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum skip, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann eftir áheitan frá Vørn verða strikað úr skipaskránni.
Stk. 3. Verður skip strikað úr skipaskránni, verður hetta gjørt við atliti at § 51.”
Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 4-6.
4. Í § 44, stk. 3 verður “ásetingarnar í § 1, stk. 6 og” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 20. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 34/2017