Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 11-04-2014
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. apríl 2014Nr. 19

Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014

Endamál

§ 1. Endamálið við hesi lóg er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu.

Stk. 2. Endamálið við heildartænastuni er:

a)    at fyribyrgja sjúku,

b)   at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans,

c)    at endurmenna mistan førleika,

d)   at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,

e)    at veita røkt og umsorgan.

Stk. 3. Hjálpin skal taka atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans, og skal í størst møguligan mun verða veitt í samráð og í samstarvi við hin einstaka og í øðrum lagi við tey avvarðandi, við samtykki frá tí einstaka.

Tænastur, skipanir og tilboð

§ 2. Kommunurnar hava ábyrgdina av virkseminum eftir hesi lóg.

§ 3. Kommunurnar skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, sambært lógini fáa neyðugu hjálpina.

Stk. 2. Kommunurnar kunnu liva upp til sína skyldu sambært stk. 1 við at keypa tænastur frá øðrum kommunalum samstørvum, áhugafeløgum ella privatum veitarum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum sambært stk. 2.

§ 4. Kommunurnar samskipa tænastur, skipanir og tilboð eftir hesi lóg.

Stk. 2. Samskipanin verður framd soleiðis, at tørvsmeting, tænastur heima, á bústøðum og aðrar tænastur eftir hesi lóg eru undir sama myndugleika.

§ 5. Kommunurnar taka avgerð um tilboð og tænastur eftir hesi lóg.

Stk. 2. Avgerðirnar skulu vera grundaðar á fakliga tørvsmeting.

Stk. 3. Avgerðir um tænastur og tilboð sambært hesi lóg skulu tryggja, at borgarin við størsta tørvi á persónligari hjálp, røkt ella stuðli fær í boði eitt samskipað heildartilboð.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í samráð við kommunurnar nærri reglur um tørvsmeting og avgerðir sambært hesi lóg, umframt reglur um handfaring av markamótum til aðra lóggávu.

Stk. 5. Til at taka avgerðir um handfaring av markamótum í mun til aðra lóggávu, verður sett ein trímannanevnd. Kommunurnar velja ein lim, landsstýrismaðurin velur ein lim og læknafelagið velur ein lim.

§ 6. Kommunurnar skulu tryggja, at borgarar í størst møguligan mun hava møguleika at verða hoyrdir, tá týðandi umskipanir, bygnaðarbroytingar o.t. verða framdar, sum hava ávirkan á tænastuna í økinum.

Stk. 2. Kommunurnar kunnu seta á stovn eldraráð í økinum, sum verða tikin við upp á ráð, tá avgerðir og umskipanir innan økið skulu fremjast.

§ 7. Kommunurnar skulu veita borgarum og avvarðandi teirra kunning og vegleiðing um, hvørji tilboð og tænastur kommunurnar veita sambært hesi lóg.

Stk. 2. Kommunurnar hava skyldu at savna saman og lata øðrum myndugleikum hagtøl um tænastur sambært hesi lóg.

§ 8. Persónar, ið útinna tænastu sambært hesi lóg, skulu boða kommununum frá, tá hesi í yrki sínum fáa kunnleika um viðurskifti, ið geva gruna um, at tørvur er á persónligari hjálp, røkt ella stuðli, ella tá borgarin á annan hátt livir undir ónøktandi korum.

Stk. 2. Læknar skulu boða kommununum frá, tá teir í yrki sínum fáa kunnleika um viðurskifti hjá borgara, ið geva gruna um, at viðkomandi hevur tørv á hjálp ella stuðli sambært hesi lóg.

Tilboð til heimabúgvandi

§ 9. Kommunurnar veita eftir tørvi øllum heimabúgvandi borgarum í økinum heimatænastu í styttri ella longri tíðarskeið.

Stk. 2. Heimatænastan er tænasta, sum fevnir um:

1)   Heimahjálp.

2)   Heimasjúkrarøkt.

Stk. 3. Heimahjálp verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt ella stuðli.

Stk. 4. Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í samráð við kommunurnar áseta nærri reglur um, hvussu heimatænastan verður umsitin.

§ 10. Kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst.

Stk. 2. Tænasturnar kunnu fevna um dagtilhald, ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribyrgjandi venjing, viðlíkahaldsvenjing, dagtilboð, mattænastu, umlætting, koyritænastu, vegleiðing o.s.fr.

§ 11. Kommunurnar skulu bjóða øllum borgarum, sum eru vorðnir 75 ár, fyribyrgjandi heimavitjan.

Stk. 2. Heimavitjanirnar verða lagdar til rættis eftir tørvinum í økinum. Í minsta lagi skulu kommunurnar bjóða eina fyribyrgjandi heimavitjan um árið.

Stk. 3. Kommunurnar kunnu víkja frá stk. 1 og 2, um talan er um borgara, sum fær aðra tænastu sambært hesi lóg.

§ 12. Kommunurnar kunnu taka avgerð um at veita fólki samsýning, sum átaka sær at ansa fólkapensjónisti heima, sum hevur tørv á støðugari røkt og hjáveru.

Stk. 2. Áðrenn kommunurnar rinda borgaranum samsýning sambært stk. 1, skal fráboðan sendast Almannaverkinum.

Stk. 3. Kommunurnar kunnu biðja aðrar myndugleikar um upplýsingar viðv. ansara og ansaða, sum eru neyðugar fyri at umsita skipanina.

Stk. 4. Kommunurnar hava frá 1. januar 2015 ábyrgdina fyri teimum borgarum, sum fáa samsýning sambært “løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima”.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur í samráð við kommunurnar nærri reglur fyri, hvussu skipanin verður umsitin.

Bústaðir

§ 13. Kommunurnar kunnu seta á stovn bústaðir til fólkapensjónistar eftir hesi lóg.

Stk. 2. Bústaðir kunnu fevna um:

1)   Røktarheim.

2)   Eldrasambýli.

3)   Eldraíbúðir.

4)   Umlættingarpláss.

5)   Samdøgursendurvenjingarpláss.

§ 14. Røktarheim og eldrasambýli eru bústaðir, ið hýsa fólkapensjónistum við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið.

Stk. 2. Í serligum føri kann røktarheim ella eldrasambýli eisini hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn fólkapensjónisti.

Stk. 3. Kommunurnar skulu boða Almannaverkinum frá, tá fólkapensjónistur fær bústað sambært stk. 1.

§ 15. Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt samstarvsráð, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið.

Stk. 2. Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni á røktarheiminum ella eldrasambýlinum og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meiri virknan bæði á heiminum og í nærumhvørvinum.

Stk. 3. Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi og einum starvsfólki.

Stk. 4. Samstarvsráðið skipar seg sjálvt, og ger innanhýsis starvsskipan.

§ 16. Fyrsta rætt til upptøku sambært § 14 hava borgarar í kommunala samstarvsøkinum, sum hava størstan tørv á røkt ella hjálp alt samdøgrið.

Stk. 2. Samstarvsøki kunnu veita borgarum úr øðrum økjum bústað, um pláss er tøkt, og borgarin annars lýkur treytirnar fyri upptøku.

Fígging

§ 17. Kommunurnar bera allan kostnaðin av virkseminum sambært hesi lóg.

Stk. 2. Um kommunurnar nýta heimildina í § 3, stk. 2, skal skrivlig avtala gerast um gjaldið, áðrenn tænastan verður veitt.

§ 18. Kommunurnar kunnu krevja gjald frá borgaranum fyri tænastur og tilboð, sum verða veitt sambært hesi lóg. Gjald verður tó ikki tikið fyri heimasjúkrarøkt.

Stk. 2. 1) Kommunurnar hava heimild at innheinta inntøkuupplýsingar frá TAKS, ið eru neyðugar til at áseta gjaldið fyri tænastur sambært hesi lóg.

Stk. 3. 1) Landsstyrismaðurin ásetir í samráð við kommunurnar nærri reglur um gjald eftir stk. 1, 1. pkt.

Eftirlit og kæra

§ 19. Kommunurnar hava eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum eftir hesi lóg.

Stk. 2. Kommunan kann steðga virksemi og tænastum sambært hesi lóg, um krøvini í lógini ikki verða hildin.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um eftirlit.

§ 20. Avgerðir um tænastur sambært hesi lóg kunnu kærast til kærunevndina í Almanna- og heilsumálum.

Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina.

Gildiskoma

§ 21. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2015.

Stk. 2. 1. januar 2015 fer løgtingslóg nr. 111 frá 20. desember 2002 um eldrarøkt í Sandoynni, løgtingslóg nr. 64 frá 5. juni 1984 um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði og løgtingslóg nr. 88 frá 6. juni 1997 um heimasjúkrasystratænastu úr gildi.

§ 22. Henda løgtingslóg skal endurskoðast 5 ár eftir, at lógin er sett í gildi. Hetta fyri at meta um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, ella um broytingar skulu gerast í skipanini.

 

 

Tórshavn, 7. apríl 2014

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)

løgmaður

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.”