Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mars 2017Nr. 25
Løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 1)
(Frástøðuboðslógin) 1)
Kapittul 1
Frástøðuboð og uppihaldsforboð 1)
§ 1. 1) Við frástøðuboði kann ein persónur fáa forboð fyri at leita upp ein annan persón fysiskt, munnliga ella skrivliga, her uppi í gjøgnum elektroniskt samskifti, ella á annan hátt at seta seg í samband við ella at elta viðkomandi.
§ 2. 1) Frástøðuboð kann verða álagt, um
1) grundaður illgruni er um, at ein persónur
a) hevur volt øðrum persóni ónáðir við at forfylgja ella órógva hann, soleiðis sum nevnt er í § 1, ella
b) hann ímóti hesum persóni hevur gjørt annað revsivert, sum kann javnmetast við ónáðir, og
2) ávísar orsøkir eru at halda, at hann framhaldandi fer at volda hinum ónáðir, soleiðis sum nevnt er í nr. 1.
Stk. 2. 1) Frástøðuboð kann eisini verða álagt, tá ið
1) grundaður illgruni er um, at ein persónur hevur brotið ella roynt at brotið eina av ásetingunum í revsilógini um dráp, rán, frælsisskerjing, harðskap, eldáseting, neyðtøku ella annað kynsligt brotsverk, og
2) tann órættaði ella hansara nærmastu orsakað av grovleikanum á lógarbrotinum ikki eiga at skula finna seg í at hava samband við viðkomandi, soleiðis sum nevnt er í § 1.
Stk. 3. 1) Frástøðuboð kann eisini verða álagt, um ein persónur við rímiligari grund er undir illgruna fyri at hava brotið ella roynt at brotið áseting í revsilógini um ólógligan tvingsil við at noyða annan til hjúnalag ella átrúnaðarliga vígslu, sum ikki hevur borgarligt gildi. Fútin kann taka avgerð um frástøðuboð út frá 1. pkt uttan mun til treytirnar í § 14.
§ 2 a. 1) Frástøðuboð kann verða álagt fyribils, um
1) ein persónur við rímiligari grund er undir illgruna fyri at volda einum øðrum ónáðir, soleiðis sum nevnt í § 2, stk. 1, nr. 1,
2) treytin í § 2, stk. 1, nr. 2 er lokin, og
3) persónurin ikki hevur ein rímiligan áhuga í at seta seg í samband við hin persónin.
Stk. 2. Frástøðuboð eftir stk. 1 er galdandi fyribils og fellur burtur, tá avgerð er tikin eftir §§ 2 ella 4, ella tað verður afturkallað.
Stk. 3. Avgerð eftir §§ 2 ella 4 skal um til ber verða tikin í seinasta lagi 60 dagar aftan á kunngerð av avgerðini eftir stk. 1.
§ 3. Við uppihaldsforboði kann ein persónur fáa forboð fyri at vera ella ferðast á einum nærri tilskilaðum øki nærhendis bústaði, arbeiðsstaði, útbúgvingarstaði ella uppihaldsstaði hjá øðrum persóni ella nærhendis øðrum staði, har hesin persónurin ofta ferðast.
§ 4. 1) Uppihaldsforboð kann verða álagt, tá ið treytirnar um frástøðuboð sambært § 2 eru loknar, um so er, at
1) illgrunin viðvíkur ofta endurtiknum broti á § 2, stk. 1, nr. 1, tilætlaðum broti á frástøðuboð sambært § 1 ella einum lógarbroti, sum er fevnt av § 2, stk. 2 ella 3, ella av § 8, nr. 1, og
2) frástøðuboð sambært § 1 ikki verður hildið at vera nøktandi til at verja tann órættaða.
§ 5. 1) Frástøðuboð verður álagt í ásetta tíð í eitt tíðarbil á upp til 5 ár, sbr. tó § 2 a, stk. 2. Uppihaldsforboð verður álagt í ásetta tíð í eitt tíðarbil á upp til 1 ár.
§ 6. 1) Frástøðuboð ella uppihaldsforboð, sum er álagt einum ágangandi persóni, kann verða víðkað til eisini at fata um húsfólk hjá tí órættaða, um tað verður mett at vera neyðugt fyri at røkka endamálinum við frástøðuboðnum ella uppihaldsforboðnum.
Kapittul 2
Burturvísing
§ 7. Við burturvísing kann ein persónur, eldri enn 18 ár, fáa forboð fyri at vera í heimi sínum.
§ 8. Ein persónur kann verða burturvístur, tá ið
1) grundaður illgruni er um,
a) at hann ímóti einum av húsfólkum sínum hevur framt brot á §§ 210, 213 ella 266 í revsilógini, ella hann hevur framt brot á eina áseting í kapitli 24-26 í revsilógini, og sum sambært lógini kann geva fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, ella
b) at hann hevur havt eina atferð, sum aðramáta ber í sær eina hóttan um harðskap ímóti einum av húsfólkunum,
2) og tá ið tað eftir upplýsingunum í málinum eru ávísar orsøkir at halda, at hann við at vera í heiminum fer at fremja eitt lógarbrot, sum er nevnt í nr. 1.
§ 9. Í viðgerðini av einum burturvísingarmáli kann løgreglan halda einum persóni aftur, sum við rímiligari grund verður hildin at hava havt eina atferð, sum ber í sær eina hóttan um harðskap ímóti einum av húsfólkum hansara.
Stk. 2. 2) Fyri afturhaldingina galda reglurnar fyri handtøku sambært §§ 779-784 og § 785, stk. 1 í rættargangslógini. Persónur kann ikki verða hildin aftur í meira enn 24 tímar.
§ 10. Burturvísing kann vara í ásetta tíð í eitt tíðarbil á upp til 4 vikur.
§ 11. Í seinasta lagi samstundis, sum avgerð verður tikin um burturvísing, skal løgreglan geva Almannaverkinum fráboðan um málið. Eru børn í húskinum, skal fráboðanin latast viðkomandi barnaverndartænastu.
Stk. 2. Saman við fráboðanini skal Almannaverkið ella barnaverndartænastan hava upplýsingar og skjøl í málinum, her uppi í elektroniskt goymdar dátur, sum hava týdning fyri viðgerðina hjá teimum av málinum.
Kapittul 3
Felags ásetingar
§ 12. 1) Frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing mugu ikki vera í ósamsvari við tað ólag, sum inntrivini skapa hjá tí, sum skal geva seg undir tey, við fyriliti fyri tí ella teimum, sum tey skulu verja, ella við slagi av atferð, sum víst er.
§ 13. 1) Frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing fevna ikki um samband, dvøl ella ferðing, sum av serligum orsøkum mugu metast at vera heimilað.
§ 14. 1) Avgerð kann verða tikin um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing, tá ið ein persónur, sum inntrivið skal verja, biður um tað, ella tá ið almenn atlit krevja tað.
§ 15. 1) Í málum um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing vegleiðir løgreglan partarnar um reglurnar í hesi løgtingslóg, tá ið høvi býðst til tess.
Stk. 2. 1) Avgerðir um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing verða tiknar av fútanum.
Stk. 3. 1) Ríkisadvokaturin viðger kærur um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing. Avgerðir hjá ríkisadvokatinum eru endaligar og kunnu ikki kærast víðari innan fyrisitingina.
§ 16. 1) Avgerðir um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing skulu kunngerast. Avgerð um frástøðuboð skal ikki kunngerast aftur, um frástøðuboð eftir § 2 a er kunngjørt og sum viðvíkur sama slag av forboði fyri sambandi o.a. Við kunngerð av uppihaldsforboði og burturvísing skal viðkomandi hava vegleiðing um møguleikan at krevja avgerðina lagda fyri rættin.
Kapittul 4
Rættarroynd
§ 17. Tann, sum fær uppihaldsforboð ella verður vístur burtur, kann innan 14 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd honum, krevja, at løgreglan leggur avgerðina fyri Føroya rætt.
Stk. 2. Tann, sum krevur avgerð um uppihaldsforboð ella burturvísing lagda fyri rættin (kærarin), skal fyri løgregluni upplýsa eina adressu og eitt møguligt telefonnummar, har innkallingin til ein møguligan rættarfund kann verða send. Ikki er neyðugt at kunngera innkalling til rættarfund.
Stk. 3. Málið skal leggjast fyri Føroya rætt skjótast til ber og í seinasta lagi innan eina viku eftir, at kravið um hetta er móttikið. Er talan um burturvísing, skal málið tó leggjast fyri rættin innan 24 tímar.
Stk. 4. Krav um at leggja mál fyri rættin hevur ikki steðgandi virknað.
§ 18. 2) Ein advokatur verður tilnevndur hjá tí, sum krevur avgerð um burturvísing fyri rættin. Ein advokatur kann verða tilnevndur hjá tí, sum krevur avgerð um uppihaldsforboð fyri rættin, um rætturin heldur tað vera ynskiligt, tá ið hugsað verður um viðurskiftini í málinum, avleiðingina av inntrivinum, støðuna hjá kæraranum og umstøðurnar annars. Tilnevndi advokaturin hevur somu rættindi sum ein verji í einum rættarmáli. Fyri ómaksløn og samsýning fyri útreiðslur til ein tilnevndan advokat galda somu reglur sum fyri ein tilnevndan verja, sbr. við § 749 í rættargangslógini.
Stk. 2. 2) Ein advokatur kann verða tilnevndur hjá einum órættaðum, sum skal geva frágreiðing í rættinum. Tá eru reglurnar í §§ 752 og 753 í rættargangslógini galdandi. Fyri ómaksløn og samsýning fyri útreiðslur til ein tilnevndan advokat galda somu reglur, sum tá ið talan er um frían rættargang, sbr. við kapittul 41 í rættargangslógini.
§ 19. Rætturin ger av, um málið skal viðgerast skrivliga ella munnliga.
Stk. 2. Verður málið viðgjørt munnliga, skal rættarfundur haldast sum skjótast. Um áheitanin um at leggja málið fyri rættin verður sett fram, fyrstu ferð ein avgerð um burturvísing verður kunngjørd, skal rættarfundur haldast innan 5 dagar.
Stk. 3. Kærarin hevur rætt til at vera hjástaddur á einum møguligum rættarfundi og at siga sína hugsan, um ikki rætturin heldur, at hetta av serligum orsøkum er nyttuleyst ella til bága fyri viðkomandi. Málið kann viðgerast, hóast kærarin ikki møtir upp. Er ein advokatur tilnevndur sambært § 18, stk. 1, kann málið tó bert viðgerast, um tilnevndi advokaturin er møttur.
Stk. 4. Rætturin tekur avgerð út frá skjølunum í málinum og út frá eini møguligari frágreiðing hjá kæraranum í rættinum. Í serligum førum kann rætturin loyva aðrari próvførslu.
Stk. 5. Rætturin tekur avgerð við úrskurði. Góðkennir rætturin inntrivið, skal hann í úrskurðinum lýsa tær ítøkiligu umstøður, sum gera, at treytirnar fyri inntrivi eru loknar.
Stk. 6. Verður tað álagt kæraranum at rinda sakarmálskostnað í einum revsimáli um viðurskifti, sum hava elvt til uppihaldsforboðið ella burturvísingina, verður tað í dóminum í revsimálinum eisini álagt honum at rinda sakarmálskostnaðin í málinum um uppihaldsforboð ella burturvísing. Rætturin kann tó í undantaksførum gera av, at statskassin skal bera henda kostnað, um serligar orsøkir tala fyri tí.
§ 20. Aðramáta galda reglurnar í rættargangslógini um revsirættargang.
Stk. 2. 2) Viðvíkjandi endurgjaldskravi er § 1056 í rættargangslógini galdandi. Viðvíkjandi afturhalding sambært § 9 er § 1049 í rættargangslógini tó galdandi, tá ið burturvísing ikki verður framd ella góðkend.
Kapittul 5
Revsiásetingar
§ 21. 1) Tann, sum tilætlað brýtur eitt frástøðuboð sambært § 1, eitt uppihaldsforboð sambært § 3 ella eina burturvísing sambært § 7, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
Stk. 2. Tá ið dømt verður eftir stk. 1, skal tað roknast sum skerpandi umstøður, um tilburðurin er liður í eini skipaðari og áhaldandi forfylging ella ágangi.
Stk. 3. Brot á stk. 1 verður lógarsøkt eftir áheitan frá tí órættaða, ella tá ið almenn atlit krevja tað.
Kapittul 6
Broyting í aðrari lóggávu
§ 22. 3) Í lov nr. 277 af 26. maj 1976 om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, sum sett í gildi í Føroyum við anordning nr. 470 af 25. september 1984 og broytt við lov nr. 233 af 6. juni 1985, verður § 1, stk. 1 orðað soleiðis:
“Landið veitir endurgjald og rindar útreiðslur í sambandi við persónsskaða, sum verður framdur við broti á løgtingslóg um revsing (Revsilógin) ella løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin), um lógarbrotið er framt í Føroyum. Tað sama er galdandi fyri persónsskaða, sum hendir, í sambandi við, at persónur hjálpir løgregluni við eini handtøku ella í sambandi við gerðir, sum verða framdar við atliti at lógligari eginhandtøku ella fyri at forða fyri revsiverdum gerðum.”
§ 23. Í lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 verður gjørdar hesar broytingar:
1. § 260, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Verður nakar noyddur til hjúnalag ella átrúnarliga vígslu, sum ikki hevur borgarligt gildi, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 4 ár.”
2. § 265 strikað.
3. Í § 275, stk. 2 verður ”§§ 263-265” broytt til: “§§ 263 og 264”.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 24. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2017.
Í Tinganesi, 27. mars 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 35/2016