Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. apríl 2016Nr. 30
Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Uppboðssøla
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað í 2016 á uppboðssølu at selja rættin at veiða:
1) 9.000 tons av makreli,
2) 4.000 tons av norðhavssild,
3) 20.000 tons av svartkjafti og
4) 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum.
Stk. 2. Rætturin at veiða kann seljast eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi at fiska við ávísum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi. Rætturin at veiða kann eisini seljast eigarum av bátum í bólki 5, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska við ávísa bátinum.
Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 2 kann landsstýrismaðurin loyva tí, sum keypir rættin at veiða sambært stk. 1, at fiska keyptu kvotuna við øðrum fiskifari undir føroyskum flaggi, um ávísa fiskifarið, sambært stk. 2, hevur verið fyri bráðfeingis óhappi og ikki kann fara til fiskiskap.
Stk. 4. Rætturin at veiða kvotuna, keypt sambært stk. 1, hevur bert gildi í 2016. Keypta kvotan verður latin keypara í fiskiloyvi til fiskifarið sambært stk. 2 sum egin árskvota sambært reglunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Kvotan gevur ikki rættindi fram í tíð sambært ásetingunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og kann ikki avhendast sambært reglunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvar keyptu kvoturnar kunnu veiðast, hvørji botnfiskasløg í Barentshavinum verða boðin til sølu, hvussu uppboðssølan fer fram, herundir, um kvotan verður seld í einum, ella hon verður seld so líðandi í serium, um kvotan verður boðin øllum eigarum av fiskiførum í senn ella bólkum av fiskiførum í senn, undir hvørjum treytum sølan fer fram og um gjaldstreytir. Keyparin ber sølukostnaðin.
Stk. 6. Fiskur veiddur av keyptum kvotum til botnfisk í Barentshavinum sbrt. stk. 1, skal landast í Føroyum og bjóðast út til føroysk virkir. Landsstýrimaðurin ásetir nærri treytir í kunngerð.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við ein uttanfyri standandi veitara, at hesin stendur fyri uppboðssøluni.
Stk. 8. Gjaldið fyri at keypa rættin at veiða fer í landskassan.
Veiðigjald
§ 2. Eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2016, tó undantikið kvotu, sum er keypt á uppboðssølu sambært § 1.
Stk. 2. Veiðigjaldið sambært stk. 1 er
1) 1,00 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli,
2) 0,75 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av norðhavssild og
3) 0,20 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
§ 3. Veiðigjaldið, sambært § 2, er ikki galdandi fyri eigarar av fiskiførum á føroysku landleiðunum, sambært § 28, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Avreiðingaravgjald
§ 4. Afturat veiðigjaldinum, sambært § 2, skal eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi rinda eitt avreiðingaravgjald, sum er 2,00 kr. fyri hvørt kilo í rundari vekt av makreli og norðhavssild, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til annaðhvørt makrel ella norðhavssild í 2016, og sum fiskifarið landar til virkingar ella frystingar uttanlands ella letur móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 skulu eigarar av fiskiførum á føroysku landleiðunum, sambært § 28, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, rinda eitt avreiðingaravgjald, sum er 1 kr. fyri hvørt kilo í rundari vekt av makreli og norðhavssild, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til annaðhvørt makrel ella norðhavssild í 2016, og sum fiskifarið landar til virkingar ella frystingar uttanlands ella letur móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar.
Stk. 3. Avreiðingaravgjaldið, sambært stk. 1 og 2, verður ikki lagt á veiðu, sum fiskifarið letur skipi undir fremmandum flaggi, sum flytur veiðuna til virkingar ella frystingar til virki á landi í Føroyum, ella til virkingar ella frystingar til móttøkuskip undir føroyskum flaggi.
Stk. 4. Avreiðingaravgjaldið fer í landskassan.
Umrokning til runda vekt
§ 5. Í sambandi við gjøldini, sambært §§ 2 og 4, skulu teir í stk. 2-4 nevndu umrokningarfaktorar nýtast til umrokning av fiski og fiskavøru til runda vekt.
Stk. 2. Umrokningarfaktorar fyri makrel:
1) | Kruvdur, við høvdi | 1,15. |
2) | Kruvdur, avhøvdaður | 1,30. |
3) | Flak við skræðu og beinum | 2,60. |
4) | Flak, skrædlað, við beinum | 2,60. |
5) | Flak skrædlað, uttan bein | 2,60. |
6) | Fiskamjøl | 5,11. |
Stk. 3. Umrokningarfaktorar fyri norðhavssild:
1) | Kruvd, við høvdi | 1,00. |
2) | Kruvd, avhøvdað | 1,00. |
3) | Flak við skræðu og beinum | 2,00. |
4) | Flak, skrædlað, við beinum | 2,00. |
5) | Flak skrædlað, uttan bein | 2,00. |
6) | Fiskamjøl | 5,11. |
Stk. 4. Umrokningarfaktorar fyri svartkjaft:
1) | Kruvdur, við høvdi | 1,20. |
2) | Kruvdur, avhøvdaður | 1,40. |
3) | Flak við skræðu og beinum | 2,80. |
4) | Flak, skrædlað, við beinum | 2,80. |
5) | Flak, skrædlað, uttan bein | 2,80. |
6) | Fiskamjøl | 5,11. |
Innkrevjing
§ 6. Veiðigjaldið, sambært § 2, og avreiðingaravgjaldið, sambært § 4, fella til gjaldingar so hvørt, veiðan er avreidd.
Stk. 2. Vørn ger upp veiðigjaldið og avreiðingaravgjaldið og sendir eigara av fiskifarinum rokning mánaðarliga.
Stk. 3. Gjaldsfreistin er 10 dagar eftir dagfesting á rokning.
Stk. 4. Rinda eigarar av fiskiførum ikki rættstundis, skal renta rindast við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.
Stk. 5. Veiðigjaldið og avreiðingaravgjaldið, umframt renta og møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum, kunnu krevjast inn við panting. TAKS fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum.
Manningarviðurskifti
§ 7. Manningar á fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum fiska makrel, norðhavssild, svartkjaft ella botnfisk í Barentshavinum, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, sum taka ímóti somu fiskasløgum, skulu í 2016 lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.
Stk. 2. Gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.
Onnur lóggáva
§ 8. Í tann mun, henda lóg ikki hevur serligar ásetingar, er løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap við tilhoyrandi kunngerðum galdandi.
Gildiskoma
§ 9. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 15. apríl 2016.
Stk. 2. Samstundis sum lógin fær gildi, fer løgtingslóg nr. 180 frá 29. desember 2015 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjarfti í 2016 úr gildi.
Í Tinganesi, 12. apríl 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 51/2015