Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 03-04-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 34 frá 31. mars 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Nr. 34                                                                                                                                31. mars 2017

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið

(Háisolasjónsstovur, prístalsviðgerð og leingjan av gildistíðarskeiði)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 129 frá 22. desember 2008 um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið, sum broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 7. juni 2011 og løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 1, 2. pkt. verður “489,3 mió. kr.” broytt til: “652,6 mió. kr.”

 

2.    Í § 2 verður “31. desember 2018” broytt til: “31. desember 2023”.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 31. mars 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

 

Lm. nr. 47/2016