Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mars 2017Nr. 35
Løgtingslóg um miðlastuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 5. mai 2021
(Miðlastuðulslógin)
Nýtsluøki løgtingslógarinnar1)
§ 1. 1) Stuðul sbrt. hesi løgtingslóg verður latin prentaðum tíðindamiðli, loftbornum tíðindamiðli við neyðugum loyvum og skrivaðum tíðindanetmiðli.
Stk. 2. 1) Einstaki miðilin fær miðlastuðul, uttan mun til hvørjum miðlapallum miðilin virkar á, sbr. § 2, stk. 2.
§ 2. Miðlastuðul verður ikki latin teimum í § 1, stk. 1 nevndu miðlum, um ognarskapurin heilt ella lutvíst er almennur ella alment fíggjaður gjøgnum almenn partafeløg, grunnar o.tíl.
Stk. 2. Miðlastuðul verður heldur ikki latin teimum í § 1, stk. 1 nevndu miðlum, um viðkomandi miðil, heilt ella lutvíst, beinleiðis ella óbeinleiðis umvegis ognarviðurskiftini ella umvegis tætt tilknýti annars ikki hevur tann neyðuga greiða skilnaðin við miðil, ið hevur fingið ella hevur søkt um stuðul í sama stuðulsári, soleiðis at skilja, at miðlarnir ikki eru at meta sum sínámillum sjálvstøðugir.
Treytir fyri miðlastuðli
§ 3. 1) Miðlastuðul verður eftir skrivligari umsókn til ta í § 5, stk. 1 nevndu Miðlastuðulsnevnd latin teimum í § 1, stk. 1 nevndu miðlum, treytað av, at miðilin lýkur hesar treytir:
1) Miðilin er ein sjálvstøðugur miðil við einum ábyrgdarhavandi redaktøri,
2) miðilin skal í sínum redaksjonella tilfari venda sær til ein breiðan skara av brúkarum og ikki bert til ávísar vinnubólkar ella yrkisbólkar, limir í yrkisfeløgum, politiskum flokkum, o.s.fr., og
3) miðilin skal hava eitt redaksjonelt innihald innan eitt breitt evnisøki, og talan skal í høvuðsheitum vera um viðgerð av aktuellum tíðindatilfari av politiskum, samfelagsligum og mentanarligum slagi, sum er lagað til fólkið í Føroyum, og sum lýsir føroysk samfelagsviðurskifti ella útlendsk viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni.
Stk. 2. 1) Prentaður tíðindamiðil skal, umframt tær í stk. 1, nr. 1-3 nevndu treytir, í minsta lagi koma út eina ferð um vikuna.
Stk. 3. 1) Skrivaður tíðindanetmiðil og loftborin tíðindamiðil skal, umframt tær í stk. 1, nr. 1-3 nevndu treytir, dagliga hava ein javnan og dagførdan tíðindastreym.
Stuðulsupphædd og stuðulsgrundarlag
§ 4. Stuðulsupphæddin tekur støði í tali á umsøkjarum, sum lúka treytirnar, og játtan á fíggjarlógini til endamálið.
Stk. 2. 1) Av árligu játtanini á fíggjarlógini verða 70% latin verkætlanum, sum leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar, sum verður mett at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Harumframt verða 30% av árligu játtanini á fíggjarlógini latin sum ein eins lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki. Ein miðil ella miðlasamtak kann í mesta lagi fáa 40% av teimum 30% av árligu játtanini á fíggjarlógini, ið er sett av til stuðul við støði í skjalprógvaðum lønarútreiðslum sbrt. 2. pkt.
Stk. 3. 1) Stuðul til verkætlanir sbrt. stk. 2 verður latin til virksemi, ið verður framt í eitt avmarkað tíðarskeið við einum ítøkiligum endamáli og úrsliti. Lønarútreiðslur sbrt. stk. 2 verða gjørdar upp við støði í góðkenda roknskapinum hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki undanfarna roknskaparár.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri treytir fyri stuðli.
Miðlastuðulsnevndin
§ 5. Landsstýrismaðurin setir eina Miðlastuðulsnevnd við trimum limum at taka endaliga avgerð innan fyrisitingina um miðlastuðul. Avgerðir hjá Miðlastuðulsnevndini skulu fráboðast partinum skrivliga.
Stk. 2. Teir limir, ið verða tilnevndir sbrt. stk. 1, sbr. stk. 3, skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir tríggjar limir og tríggjar tiltakslimir í Miðlastuðulsnevndina eftir tilmæli frá teimum í nr. 1-3 nevndu feløgum:
1) Eitt umboð eftir tilmæli frá felagnum Føroysk Miðlafólk,
2) eitt umboð eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya og
3) eitt umboð við løgfrøðiligum embætisprógvi eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, sum er formaður í nevndini.
Stk. 4. Við atliti at javnstøðu millum kynini skulu tilmælandi partarnir í stk. 3, nr. 1-3 skjóta upp bæði kvinnu og mann sum ávikavist lim og tiltakslim.
Stk. 5. Limir og tiltakslimir verða valdir fyri trý ár í senn og kunnu í mesta lagi sita í tvey skeið á rað.
§ 6. Landsstýrismaðurin kunnar almenningin um umsóknarfreistir o.a. á síni heimasíðu.
§ 7. Miðlastuðulsnevndin er viðtøkufør, tá ið allir limir eru møttir til fundar.
Stk. 2. Formaðurin ger fundarskrá og kallar nevndina skrivliga inn til fundar til at viðgera innkomnu umsóknirnar.
Stk. 3. Við árslok á hvørjum ári gevur Miðlastuðulsnevndin landsstýrismanninum eina skrivliga frágreiðing um sítt virksemi. Landsstýrismaðurin leggur frágreiðingina alment fram á netið.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur fyri uppgávur, viðgerð og starvsskipan fyri virksemið hjá Miðlastuðulsnevndini.
Roknskapur og eftirlit
§ 8. Miðilin skal saman við stuðulsumsóknini til Miðlastuðulsnevndina lata inn góðkendan roknskap fyri skjalprógvaðar útreiðslur sbrt. § 4, stk. 2, sbr. § 4, stk. 3. Miðilin skal harumframt saman við stuðulsumsóknini skjalprógva, at treytirnar fyri stuðli sbrt. §§ 2 og 3 eru loknar.
Stk. 2. Miðilin skal upplýsa um øll viðurskifti av týdningi fyri metingina av stuðulsgrundarlagnum.
Stk. 3. Miðlastuðulsnevndin kann krevja stuðulsgrundarlagið nágreiniligari lýst og krevja innlit í skjøl hesum viðvíkjandi.
Stk. 4. 1) Eftir at verkætlan sambært § 4, stk. 2 er liðug, skal viðkomandi miðil lata Miðlastuðulsnevndini roknskap fyri verkætlanina. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um krøv til roknskapin.
Stk. 5. 1) Miðlastuðulsnevndin kann krevja stuðul heilt ella lutvíst rindaðan aftur, um miðilin í sambandi við umsókn sína hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella í sama sambandi hevur tagt burtur týðandi upplýsingar ella ikki lýkur treytirnar fyri stuðli annars.
Aðrar ásetingar
§ 9. Øll krøv eftir hesi løgtingslóg kunnu, saman við innkrevjingarkostnaði, verða innheintað við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um tey stuðulsumsitingarligu viðurskifti, ið eru nevnd í § 25, stk. 1, nr. 1-8 og nr. 10 í løgtingslóg um landsins játtanarskipan.
Revsing
§ 10. 1) Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við sekt, sum fremur brot á § 8, stk. 5 ella á reglur, ásettar við heimild í § 9, stk. 2.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 31. mars 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2016
1) Broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 5. mai 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022.”