Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mars 1982Nr. 38
Løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 12. desember 2018 1)
§ 1. Eftir reglunum í hesi lóg skal gjald latast til landskassan av skrásetingarskyldugum motorakførum heimahoyrandi her á landi og av síðu- og viðfestum vognum til hesi.
§ 2. 1) Vektgjald ella umhvørvisgjald verður at rinda av øllum gjaldskyldugum akførum, og av gjaldsskyldugum akførum, ið eru lagað til at nýta aðra drívmegi enn bensin, verður harumframt rindað eitt útjavningargjald.
Stk. 2. Traktorar rinda ikki útjavningargjald.
Stk. 3.2) 1) Motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, eru undantikin árligum gjaldi fram til 31. desember 2020.
Stk. 4. 3) Fyri persónbilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður árliga umhvørvisgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2019.
Stk. 5. 3) Fyri vørubilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður árliga umhvørvisgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2020.
§ 3. 4) 5) 2) 1) 3) Fyri motorakfør skrásett til og við 31. desember 2016 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 1. Fyri motorakfør skrásett frá 1. januar 2017 til og við 31. desember 2018, har CO2-útlátið er ásett eftir New European Driving Cycle, NEDC kanningarháttinum og fyri motorakfør skrásett frá 1. januar 2019, har CO2-útlátið er ásett eftir Worldwide Harmonized Light Vehicle Test Procedure, WLTP kanningarháttinum, verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 2. Fyri motorakfør úr 3.500 kg, legu- og viðfestivognar og motorsúkklur skrásett frá 1. januar 2017 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 2.
Stk. 2. 6) 7) 5) Í sambandi við at kravið verður útskrivað og sent, kann Akstovan krevja eina upphædd svarandi til tað, sum postgjaldið er fyri at senda kravið út.
§ 4. 8) Gjaldskeiðini eru 6 mánaðir frá 1. januar til 30. juni og frá 1. juli til 31. desember.
Stk. 2. 1) Vektgjald, útjavningargjald og umhvørvisgjald falla til gjaldingar, tá gjaldskeiðið byrjar, og verða rindað frammanundan, fyri alt skeiðið. Um skrásett verður í juni ella september mánaðum, fellur gjaldið fyri tað komandi gjaldskeiðið til gjaldingar.
Stk. 3. Um gjaldskyldug akfør verða frámeldað akfarsskrásetingini, verður gjaldsskeiðið stytt við teimum fullu mánaðunum av avlopstíðini. Verður eitt frámeldað akfar skrásett av nýggjum, tekur gjaldsskyldan við eftir teimum í 1. stk. fastsettu reglum, tó ikki fyrr enn tann 1. í tí fylgjandi mánaðinum aftan á frámeldingina.
Stk. 4. 6) 5) Tann í 3. stk. umrødda frámelding skal vera Akstovuni í hendi í seinasta lagi tann síðsta yrkadagin í mánaðinum.
Stk. 5. 6) Afturrindan av gjaldi vegna styttan av gjaldsskeiðinum, sum nevnt í 3. stk. fer fram á Akstovuni til hann, sum um tað mundið er skrásettur fyri akfarinum. Afturrindað verður uttan umsókn frammanundan.
Stk. 6. 1) Akfør, ið hava verið skrásett í føroysku akfarsskránni fyri 1. januar 2017, rinda árligt gjald sambært gjaldsskrá í skjali 1, um tey verða endurskrásett eftir 1. januar 2017.
§ 5. Tá akfar skal skrásetast, skal hann, ið biður um tað, siga frá, um akfarið er lagað at nýta bensin sum drívmegi, ella aðra drívmegi.
Stk. 2. 6) 5) Tann gjaldskyldugi skal beinanvegin boða Akstovuni frá um eina og hvørja broyting, ið er av týdningi fyri útrokningina av gjaldinum.
Stk. 3. 6) 5) Akstovan fyrisetir gjøllari reglur fyri umrokning av gjaldinum vegna fráboðaðar broytingar og avgerð, nær broyttu gjøldini skulu byrja.
§ 6. Gjaldið skyldar hann, í hvørs navni akfarið er skrásett, tá gjaldið fellur gjaldingar. Um akfarið er skrásett fyri einum brúkara, eins væl og einum eigara, koma báðir undir gjaldið.
Stk. 2. Hevur akfarið, tá gjaldið fellur til gjaldingar, skift eigara (brúkara), uttan at skrásetingin hevur fingið boð um hetta, kemur tann nýggi eigarin (brúkarin) eisini undir gjaldið.
Stk. 3. 9) Við eigara- (brúkara-) skifti og tá avgjaldshandilsseljari hevur tikið akfarið aftur, kemur eisini tann nýggi eigarin (brúkarin) ávikavist avgjaldshandilsseljarin undir gjaldið fyri tað gjaldsskeið, sum eigara- (brúkara-) skiftið ella avgjaldshandilsseljaraafturtøkan er farin fram.
Stk. 4. 6) 5) Verður skjalprógvað, at akfarið í seinasta lagi tann 15. í mánaðinum, áðrenn gjaldið fellur til gjaldingar, hevur skift eigara (brúkara), kemur bert tann nýggi eigarin (brúkarin) undir gjaldið, sjálvt um eigara- (brúkara-) skiftið ikki er fráboðað Akstovuni.
Stk. 5. Hevur fráboðan um skráseting viðført órættvísa skráseting av einum akfari í navninum hjá einum øðrum enn hjá fráboðaranum, kemur fráboðarin undir gjaldið.
Stk. 6. Er eitt akfar, ímóti reglunum í ferðslulógini, ikki skrásett, áliggur gjaldið honum, ið hevur skyldu at skráseta akfarið.
§ 7. Fyri rindað gjald verður givin ein kvittan, ið skal fylgja við akfarinum við eigaraskifti.
§ 8. Verður gjaldið ikki rindað rættstundis, skal politivaldið síggja til, at nummarspjøldrini verða tikin av beinanvegin. Hann, ið fult ella lutvíst ábyrgist gjaldinum, kann hereftir ikki fáa akfarið skrásett, fyrr enn tað gjald, ið liggur á honum, er rindað.
Stk. 2. 6) 7) 5) Verður gjaldið ikki rindað rættstundis, kann Akstovan áleggja eitt mánaðarligt áminningargjald upp á kr. 150.
Stk. 3. 6) Goldin áminningargjøld sambært stk. 2 verða ikki afturgoldin, um gjald verður afturrindað sambært § 4, stk. 3.
§ 9. 7) Gjøld eftir hesi lóg kunnu innheintast við panting.
§ 10. Landsstýrið kann áseta reglur um, at akfør skulu hava eitt merki ella tílíkt, sum prógv fyri, at gjaldið er goldið, og politivaldið kann taka nummarspjøldrini av, um so er, at akfarið ikki hevur hetta próvmerkið. Landsstýrið ásetir reglur um, hvussu merkini skulu síggja út, útflýggjan, hvar tey skulu setast og nýtslu.
§ 11. 1) Undantikin vektgjaldi, útjavningargjaldi og umhvørvisgjaldi eru:
1) Akfør hjá sløkkiliði og politivaldi.
2) Akfør, ið einans verða nýtt til sjúkraflutning.
3) Landbúnaðartraktorar, sjálvt um hesir verða nýttir út um avmarkingarnar í ferðslulógini § 12, men tó ikki út um flutning av egnari framleiðslu innan kommunumark, har ognin er.
4) 10) Akfør og viðfestir vognar uppá 12.000 kg. totalvekt ella yvir, ið verða skrásett til uttanlandsflutning. Føroya Landsstýri fær heimild at gera nærri reglur fyri nevndu akfør.
5) 11) Líkvognar og prutl.
§ 12. 12) (Strikað).
§ 13. Við bót verður hann straffaður, ið gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ið nýtast skulu
1) tá avgerast skal, um gjald skal rindast av akfari,
2) tá gjaldupphæddin verður útroknað,
3) tá avgerast skal um undantøku fyri gjaldi, ella endurrindan av gjaldi.
Stk. 2. Á sama hátt verður hann straffaður, ið:
1) sleppir sær undan gjaldi við at nýta skrásetingarskyldugt akfar, ið ikki er skrásett,
2) 6) 5) ikki sambært § 5, 2. stk. gevur Akstovuni fráboðan um broytingar við akfarinum, sum eru av týdningi fyri gjaldútrokningina,
3) nýtir ella innrættar eitt akfar, ið er undantikið gjaldi, ímóti treytunum fyri undantøku fyri gjaldi.
Stk. 3. Í fyriskipanum, ið givnar verða sambært lógini, kann ásetast bót, sum straffur fyri brot á reglur í fyriskipanini.
§ 13 a. 7) 12) 13) Ellisakfør rinda einki gjald sambært § 3, stk. 1.
Stk. 2. 13) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur fyri ellisakfør.
§ 14. Lógin kemur í gildi 1. apríl 1982.
Stk. 2. Samstundis fara fylgjandi reglur úr gildi:
1) §§ 66, 67, 68, 69 og 70 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinri broytingum.
2) Løgtingslóg nr. 23 frá 9. mai 1968 um gjøld av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 14. apríl 1977 og løgtingslóg nr. 70 frá 24. august 1979.
Skjal 1
Vektgjald verður avroknað sambært hesi gjaldsskrá:
A. Persónvognar, tó ikki bussar og hýruvognar |
Vektgjald |
Útjavning |
|
kr./árliga |
kr./árliga |
||
upp í 600 kg. eginvekt |
1.720 |
0 |
|
601-800 kg. eginvekt |
2.015 |
1.025 |
|
801-1100 kg. eginvekt |
2.300 |
1.135 |
|
1101-1300 kg. eginvekt |
2.720 |
1.345 |
|
1301-1500 kg. eginvekt |
3.300 |
1.620 |
|
1501-2000 kg. eginvekt |
4.250 |
1.925 |
|
úr 2000 kg. eginvekt |
4.600 |
2.465 |
|
B. Hýruvognar |
Vektgjald |
Útjavning |
|
kr./árliga |
kr./árliga |
||
upp í 800 kg. eginvekt |
1.540 |
1.500 |
|
801-1100 kg. eginvekt |
1.775 |
1.665 |
|
1101-1300 kg. eginvekt |
2.060 |
2.005 |
|
1301-1500 kg. eginvekt |
2.435 |
2.475 |
|
úr 1500 kg. eginvekt |
3.005 |
3.170 |
|
C. Motorsúkklur |
Vektgjald |
Útjavning |
|
kr./árliga |
kr./árliga |
||
1.420 |
165 |
||
D. Bussar |
Vektgjald |
Útjavning |
|
kr./árliga |
kr./árliga |
||
upp í 2000 kg. eginvekt |
1.815 |
2.325 |
|
2001-4000 kg. eginvekt |
2.005 |
3.740 |
|
úr 4000 kg. eginvekt |
2.715 |
5.150 |
|
E. Vøru- og lastvognar, traktorar o.l |
Vektgjald |
Útjavning |
Legu/ |
kr./árliga |
kr./árliga |
kr./árliga | |
upp í 1500 kg. totalvekt |
1.540 |
3.380 |
465 |
1501-2000 kg. totalvekt |
1.630 |
3.380 |
540 |
2001-2500 kg. totalvekt |
1.730 |
3.565 |
575 |
2501-3000 kg. totalvekt |
1.815 |
3.740 |
675 |
3001-3500 kg. totalvekt |
1.915 |
4.095 |
815 |
3501-6000 kg. totalvekt |
2.015 |
4.800 |
1.125 |
6001-8000 kg. totalvekt |
2.475 |
5.515 |
1.400 |
8001-9000 kg. totalvekt |
2.720 |
6.215 |
1.685 |
9001-10000 kg. totalvekt |
2.950 |
6.930 |
1.830 |
10001-11000 kg. totalvekt |
3.190 |
7.635 |
2.445 |
11001-12000 kg. totalvekt |
3.425 |
8.340 |
2.630 |
úr 12000 kg. totalvekt |
3.655 |
9.045 |
2.820 |
Árligt umhvørvisgjald verður roknað sambært hesi gjaldsskrá:
Motorakfør upp til 3.500 kg heildarvekt |
Kr. | |
|
| |
-CO2-útlát 0 g/km |
1.500 | |
|
| |
Bensindrivin akfør við Euronormi 6 og hægri: |
| |
NEDC CO2-útlát (g/km) |
WLTP CO2-útlát (g/km) |
|
-CO2-útlát 1-100 g/km |
-CO2-útlát 1-120 g/km |
2.000 |
-CO2-útlát 101-110 g/km |
-CO2-útlát 121-132 g/km |
2.500 |
-CO2-útlát 111-120 g/km |
-CO2-útlát 133-144 g/km |
3.000 |
-CO2-útlát 121-130 g/km |
-CO2-útlát 145-156 g/km |
3.500 |
-CO2-útlát 131-140 g/km |
-CO2-útlát 157-168 g/km |
4.000 |
-CO2-útlát 141-150 g/km |
-CO2-útlát 169-180 g/km |
4.500 |
-CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst |
-CO2-útlát úr181 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst |
5.000 |
|
|
|
Diesel ella onnur drívmegi við Euronormi 6 og hægri: |
| |
NEDC CO2-útlát (g/km) |
WLTP CO2-útlát (g/km) |
|
-CO2-útlát 1-100 g/km |
-CO2-útlát 1-120 g/km |
4.000 |
-CO2-útlát 101-110 g/km |
-CO2-útlát 121-132 g/km |
4.500 |
-CO2-útlát 111-120 g/km |
-CO2-útlát 133-144 g/km |
5.000 |
-CO2-útlát 121-130 g/km |
-CO2-útlát 145-156 g/km |
5.500 |
-CO2-útlát 131-140 g/km |
-CO2-útlát 157-168 g/km |
6.000 |
-CO2-útlát 141-150 g/km |
-CO2-útlát 169-180 g/km |
6.500 |
-CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst |
-CO2-útlát úr181 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst |
7.000 |
|
| |
Eykagjald fyri Euronorm 1-5 ella um Euronormurin ikki er upplýstur |
2.000 | |
|
| |
Motorakfør úr 3.500 kg heildarvekt |
Kr. | |
|
| |
Motorakfør við Euronormi 6 og hægri: |
| |
Upp í 7.000 kg heildarvekt |
7.000 | |
7.001-10.000 kg heildarvekt |
9.500 | |
Úr 10.001 kg |
13.000 | |
|
| |
Eykagjald fyri Euronorm 1-5 ella um Euronormurin ikki er upplýstur |
6.000 | |
|
| |
Legu- og viðfestivognar |
Kr. | |
Upp í 3.500 kg heildarvekt |
650 | |
Úr 3.501 kg heildarvekt |
3.000 | |
|
| |
Motorsúkklur |
Kr. | |
El drivnar motorsúkklur |
1.400 | |
Motorsúkklur við aðrari drívmegi enn el |
1.600 |
1) Broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 23. desember 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 23. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 12. desember 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 5. juni 1992.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 22. desember 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 4. apríl 2000. § 2 í hesi løgtigslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2000. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 13. juni 1995.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 1. oktober 1986.
9) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 20. mai 1983.
10) Broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 20. mai 1996.
11) Broytt við løgtingslóg nr. 175 frá 22. desember 2009.
12) Broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 26. mars 2002. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2002.”
13) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 9. apríl 2003.