Nr. 41 10. apríl 2017
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin)
(Dagføring av vørunumrum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 15. apríl 2016, verður gjørd henda broyting:
1. Skjal 1 til løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 15. apríl 2016, verður broytt, sum ásett í skjali 1 til hesa løgtingslóg.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 10. apríl 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 90/2016
Skjal 1
1) Broytingarnar í Toll- og vøruskránni verða ikki lagdar út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo.