Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 11-04-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 42 frá 10. apríl 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

10. apríl 2017Nr. 42

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

(Sendifólk Føroya skattskyldug í Føroyum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 1, stk. 1 verður sum nr. 2 sett:

“2) Sendifólk Føroya uttanlands, sum ikki eru fevnd av nr. 1 ella 4, umframt sambúgvandi hjúnafelagar teirra og heimabúgvandi børn, sum eru undir 18 ár við inntøkuársins byrjan, tá hesi ikki eru skyldug til at rinda inntøkuskatt til annað land eftir reglunum fyri harbúgvandi persónar.”

 

2.    Í § 25 b, stk. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:

“1. pkt. er heldur ikki galdandi fyri sendifólk Føroya uttanlands.”

 

3.    Í § 29, nr. 7 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:

“1. pkt. fevnir eisini um útiviðbót, heimflytin­garviðbót og útreiðslur til búseting hjá sendifólki Føroya, umframt aðrar líknandi útreiðslur, sum eru at meta sum fulnaður fyri meirútreiðslur, sum standast av tænastuni uttanlands.”

§ 2

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. § 1, nr. 3 er tó galdandi frá 1. januar 2013, men bert í tann mun útiviðbótin v.m. er størri enn skattliga virðið av at vera settur í skatt eftir § 25b, sbr. § 33, nr. 13 í skattalógini og § 1, stk. 2 í ásetingarlógini í mun til skattseting eftir reglunum í § 1, stk. 1 í ásetingarlógini og uttan inntøkufrádrátt.

 

 

Í Tinganesi, 10. apríl 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 58/2016