Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 1999Nr. 43
Løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri hægri handilspróvtøku og hava eftirlit við henni.
§ 2. Útbúgvingin til hægri handilspróvtøku verður skipað sum eitt støðisár við eini 2 ára framhaldandi útbúgving afturat.
Stk. 2. Í støðisárinum verður undirvísingin framd eftir lóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.
Stk. 3. Hægri handilspróvtøka er ein yrkisgymnasial útbúgving, ið bæði veitir næminginum støði undir hægri framhaldslestri, og sum eisini gevur næminginum betri møguleika at starvast í privatari/almennari vinnu. Útbúgvingin skal sum heild miða ímóti at geva næminginum persónligar, samfelagsligar, búskaparligar, fyrisitingarligar, mentunarligar, samskiftisligar, kunningatøkniligar og tænastuligar førleikar, og við serligum støði í føroyskum máli og mentan skal hægri handilspróvtøka leggja serligan dent á, at næmingurin skilur vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi.
§ 3. Hægri handilspróvtøka kann skipast sum sjálvlestur, fjarlestur, stakgreinalestur og sum eitt 1 ára skeið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hesi viðurskifti.
§ 4. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Kapittul 2
Upptøka
§ 5. Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, ella sum hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn verða tikin upp til ta 2 ára framhaldandi útbúgvingina til hægri handilspróvtøku, sbr. § 2, stk. 1, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir á ávísum lærugreinastigi ella ávísa eykaundirvísing.
§ 6. Somu treytir, sum eru ásettar í § 5, stk. 1 og 2, verða settar næmingi, sum verður tikin upp eftir § 3.
§ 7. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir næmingar, sbr. § 5, stk. 1, verða tiknir upp í útbúgvingina og ásetir nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku og upptøkukrøv og um treytir fyri upptøku av næmingum, sum ikki lúka treytirnar í § 5, stk. 1 ella 2.
§ 8. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, hann ynskir, treytað av at skúlin hevur rúmd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av næmingum.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini
§ 9. Hægri handilspróvtøka fevnir um lærugreinir úr eini handilsgymnasialari lærugreinarøð, sum landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, herímillum um innihaldið í lærugreinunum og um hvar í útbúgvingini, lærugreinirnar koma fyri, og við hvørjum pulstímatali um árið, og um møguligar lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum.
Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini eru kravdar lærugreinir úr tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini og ein triðingur er vallærugreinir.
Stk. 3. Lærugreinirnar í tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini eru skipaðar í fleiri stigum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kravdar lærugreinir og vallærugreinir til eina samlaða hægri handilspróvtøku, tó skal næmingurin í minsta lagi hava tvær vallærugreinir á hægsta stigi (A-stigi).
§ 10. Næmingi við serligum fakligum tørvi kann verða bjóðað avmarkaða stuðulsundirvísing.
Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 11. Undirvísingin til hægri handilspróvtøku endar við próvtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri hægri handilspróvtøku, herímillum um krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting.
Kapittul 5
Námsfrøðilig leiðsla
§ 12. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av námsfrøðiliga virksemi skúlans.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum á skúlanum.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, herímillum um upptøku av næmingum.
Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar prógv.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.
Kapittul 6
Lærarar
§ 13. Lærari skal hava prógv frá handilsháskúla, universiteti ella frá øðrum hægri lærustovni.
Stk. 2. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv hava staðið námsfrøðiliga próvtøku, eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismaðurin.
Stk. 3. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv, herímillum um útbúgving og praktiskar royndir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr. stk. 3
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein.
Kapittul 7
Kærur
§ 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum málum og kæra um avgerðir, tiknar í sambandi við próvtøku, herímillum um áseting av próvtali, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Kapittul 8
Fígging
§ 15. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstrarstuðul til góðkent undirvísingarvirksemi sambært § 1.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann útvega studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri gjald fyri stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri ljóstøk til nýtslu í undirvísingini.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 17. Næmingurin hevur møtiskyldu og skyldu at lata inn alt kravt avrik.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
§ 18. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki minka um møguleikar næmingsins at nýta sína útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri, og ei heldur um rættindi hansara í øðrum førum.
§ 19. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti skaðum, sum hann kann verða fyri undir skúlagongdini.
Kapittul 10
Gildisskipan
§ 20. Henda lóg kemur í gildi 1. august 2000.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri handilsútbúgvingar við seinni broytingum úr gildi.
Stk.3. Reglurnar í løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 við seinni broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir útbúgving til hægri handilspróvtøku áðrenn 1. august 2000.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður