Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 19-06-1972
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. juni 1972Nr. 44

Løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 97 frá 15. november 2006

I Valrættur og valbæri.

 § 1.1) 2) 3) Valrætt og valbæri til bygda(r)ráðsval/býráðsval hevur hvør tann, sum

a)    Hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið.

b)   er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram.

c)    og sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.

 Stk. 2. 3) 4) Hóast stk. 1, litra a, hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.

 Stk. 3. Eingin, sum stendur ikki á vallistanum, kann útinna valrætt.

 Stk. 4.. Um onkur er komin á vallistan, men sum ikki longur er fastbúgvandi í kommununi, hevur hann ikki rætt til at velja.

 § 2. 2) Bygda(r)áðslimirnir/býráðslimirnir verða valdir fyri 4 ár, og allir limir fara frá í senn.

 Stk. 2. Hendir tað, at limur doyr ella av aðrari orsøk fer frá, áðrenn 4-ára valskeiðið er farið, verður møguligi eftirmaður hansara bert at sita ta tíð, ið eftir er av valskeiðinum.

 Stk. 3. Regluligt val fer fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir.

II. Fyrireikingar til valið.

 § 3. 1) 2) 3) Valið verður fyrireikað og fyriskipað undir leiðslu av eini valnevnd, sum sett er av bygda(r)ráðnum/býráðnum. Nevndin hevur í minsta lagi 3 limir og skipar seg sjálv. Nevndin sitir sama tíðarskeið sum bygdarráðið/býráðið. Bygda(r)ráðslimur/býráðslimur ella persónur, sum er uppskotin sum valevni, kann ikki vera limur í valnevndini.

 Stk. 2. Landsstýrismaðurin lýsir í minsta lagi 6 vikur fyri valdagin:

1) nær, ið valdagurin er,

2) hvar valevnislistar skulu latast inn og

3) seinastu freist at lata valevnislistar inn.

 Stk. 3. 3) Í seinasta lagi eina viku framman undan valinum almannakunnger valnevndin stað og klokkutíð fyri valið. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 Stk. 4. Eingin má av arbeiðsgevara vera so mikið bundin, at hann fær ikki høvi til at velja.

§ 4. Valið verður fyrireikað við listum yvir veljararnar. Vallistin verður gjørdur í seinasta lagi 1. september í tí ári, sum valið fer fram, yvir teir veljarar, ið tá lúka treytirnar fyri valrætti, og so skjótt sum valdagurin er ásettur, verður gjørdur eykalisti yvir teir persónar, sum, aftan á at høvuðsvallistin er gjørdur og til valið fer fram, ætlast valdagin at lúka aldurstreytina og hinar treytirnar fyri valrætti, sbr. § 1.

 Stk. 2. Vallistarnir verða gjørdir í 2 eintøkum, sum verða at goyma hvørt fyri seg, og teir skulu verða merktir „Vallisti til kommunuval“.

 Stk. 3. Í seinasta lagi 4 vikur framman undan valinum skulu vallistarnir verða framlagdir til alment eftirlit, og teir verða liggjandi frammi í 2 vikur á einum staði, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður um hetta á vanligan hátt 5 vikur framman undan valinum.

 Stk. 4. 3) Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send bygda(r)ráðnum/býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

 Stk. 5. 5) Vísir tað seg, eftir at freistin í stk. 4 er farin, at onkur rættkomin ikki er tikin við á listan, ella at onkur av órøttum er komin á listan, kann bygdarráðið/býráðið á fundi í seinasta lagi dagin fyri valið rætta hetta.

III Valkort

 § 5. 2) Bygda(r)ráðið/býráðið kann gera av, at valkort verða send út til veljararnar. Tey skulu innihalda upplýsingar um navn og bústað veljarans og talnummar hansara á vallistanum, og tey skulu verða útsend í seinasta lagi 2 vikur framman undan valinum.

IV Valevnislistar.

 

 § 6. 1) 2) 6) Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, har ávísir persónar eru uppskotnir sum valevni.

 Stk. 2. Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum.

 Stk. 3. 3) Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Er íbúgvaratalið í kommununi minni enn 1000, eru 10 stillarar nóg nógvir. Er íbúgvaratalið minni enn 200, eru 5 stillarar nóg nógvir. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum ella kommununi fyri, at listin er móttikin og nær. Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann at strika á øllum.

 Stk. 4. Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygda(r)ráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir. Um henda treyt verður ikki hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Um talið á valevnum á øllum listunum samanlagt ikki er 2 fleiri enn talið á bygdarráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir, skal valnevndin, tá uppstillingarfreistin er úti, gera ein valevnislista, so talið á valevnum kemur upp á tað ásetta.

 Stk. 5. 3) Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður navn hansara strikað av listanum.

 Stk. 6. Heldur valnevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.

 Stk. 7. Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga yvirfyri valnevndini siga frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

 Stk. 8. Um valevnislisti verður lýstur ógildur, ella um valevni ella stillari verður strikaður av listanum, skal henda avgerð nevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt, og í øllum førum fyri valið, verða send tí stillara, sum listan hevur latið inn.

 § 7. 1) 5) Teir av valnevndini góðkendu valevnislistar fáa hvør sær eitt bókstavfrámerki (A, B, C o.s.fr.), og á hvørjum lista verður sett talnummar (1, 2, 3 o.s.fr.) framman fyri hvørt valevni í somu raðfylgju, sum tey av stillarunum eru uppsett. Bókstavafrámerking hjá flokki, sum hevur rætt at taka lut í løgtingsvali, eigur at vera sami bókstavur, sum flokkurin áður hevur nýtt í sambandi við løgtingsval.

V. Atkvøðingarøki.

 § 8. Bygda(r)ráðini/býráðini kunnu gera av, at kommunan verður býtt upp í tvey ella fleiri atkvøðingarøki, soleiðis at atkvøðugreiðslan og uppteljingin av atkøvðunum fara fram í hvørjum øki sær.

 Stk. 2. Somuleiðis kunnu nú bygda(r)ráðini/býráðini gera av, at eitt atkvøðingarøki verður niðurlagt. Avgerð um hetta verður at lýsa í bløðunum ella á annan fullgóðan hátt.

 Stk. 3. 3) Meðan atkvøðugreiðslan í kommununum, sum ikki eru býttar upp í fleiri atkvøðuøki, fer fram undir leiðslu av teirri av bygda(r)ráðnum/býráðnum valdu valnevnd, sbr. § 3, so verður í kommunum við fleiri atkvøðuøkjum sett serligt stýri við valstýrarum fyri hvørt økið at stíla fyri valinum har. Hesi valstýri verða sett av bygda(r)ráðnum/býráðnum eftir vanligum reglum fyri val av nevndum (lutfalsvalháttur). Valstýrið, sum skal hava í minsta lagi 3, í mesta lagi 9 limir, skipar seg sjálvt. Eingin veljari kann bera seg undan vali til valstýrara, uttan so at hann hevur lógligt forfall. Bygda(r)ráðslimur/býráðslimur ella persónur, sum er uppskotin sum valevni, kann ikki vera limur í valstýrinum.

VI Atkvøðuseðlar.

 § 9. Til valdagin og valstaðin útvegar valnevndin neyðugt tal av atkvøðuseðlum, sum allir skulu vera til staðar í valhølinum, tá valið byrjar.

 Stk. 2. Atkvøðuseðilin skal vera soleiðis háttaður, at ikki sæst í gjøgnum hann, og hann skal í skilligum prenti innihalda upplýsing um valdag og valár, bókstav- og møguligt floksfrámerki (vallisti A, vallisti B, vallisti C o.s.fr.) í so nógvum reglum, sum talið av valevnislistum, og harumframt nøvnini á øllum valevnum í somu raðfylgju og við somu nummarmerking, sum tey eru lýst á valevnislistunum, sí tó niðanfyri undir § 10.

 Stk. 3. Valevnislistarnir skulu verða skildir hvør frá øðrum við prentaðari grovari striku, meðan nøvnini á valevnunum verða skild hvørt frá øðrum við tunnari prentaðari striku.

 Stk. 4. Einki annað orð, bókstavur ella frámerki má vera á nøkrum atkvøðuseðli, hvørki við prenti, skrift ella á annan hátt.

 

 § 10. 2) (Strikað).

VII Valhøli, atkvøðurúm og atkvøðukassar.

§ 11. 3) Atkvøðugreiðslan fer fram í einum ella fleiri hølum, sum bygda(r)ráðið/býráðið ávísir, har atkvøðurúm í neyðugum tali eru sett upp. Atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin hevur møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu avvarðandi hevur atkvøtt. Atkvøðurúmini skulu vera útgjørd við tí, sum er neyðugt fyri at atkvøða.

 Stk. 2. Á valstøðunum – bæði í sjálvum valhølinum og í atkvøðurúmunum – skulu frá tí valið byrjar, yvirlit yvir valevnini við bókstavi og nummar teirra verða uppslignir. Somuleiðis skal verða uppsligin ein prentað vegleiðing fyri veljararnar, sum skal innihalda tær greinir í hesi lóg, sum mestan týdning hava fyri sjálvt valið.

 Stk. 3. Valnevndin útvega ein ella fleiri atkvøðukassar, ið skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram, og annars soleiðis háttaðir, at eingin atkvøðuseðil kann verða tikin uppúr, uttan kassin verður latin upp.

VIII Atkvøðugreiðslan.

 § 12. 3) Valið byrjar við, at formaðurin í valnevndini/valstýrinum ger kunnugt nøvnini á limum nevndarinnar, talið á bygda(r)ráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir og teir sbr. § 6 móttiknu valevnislistar. Formaðurin vísir fram atkvøðukassarnar, soleiðis at tað sæst, at teir eru tómir, og síðan verða teir læstir.

 Stk. 2. Undir eftirliti av nevndarformanninum verður førd ein valbók. Í valbókina verður at føra inn alt tað, ið týdning hevur fyri valið, serliga talið á innkomnum valevnislistum við nøvnunum á valevnunum í somu raðfylgju sum á listanum, talið á atkvøðuseðlum, ið nýttir skulu verða til valið, talið á gildum og ógildum seðlum hvørjir sær, atkvøðutølini fyri hvønn valevnislista og hvørt valevni, og nøvnini á teim valdu valevnunum. Tá ið valið er lokið, verður valbókin í varðveitslu hjá bygda(r)ráðnum/býráðnum.

 Stk. 3. Tey, ið hjástødd eru í valhølinum, meðan valið fer fram, hava skyldu at lýða boðum formansins, soleiðis at valið í allar mátar kann fara fram siðiliga.

§ 13. 2) Veljararnir koma fram at valborðinum soleiðis, sum teir vilja sjálvir og sum høvi gevst at atkvøða. Eftir at valnevndin (valstýrararnir ella hjálparfólkið) hava vissað sær, at veljarin er tann, sum hann sigur seg at vera, og at hann stendur á vallistanum, verður hann avmerktur á vallistanum samstundis sum ein annar hjálparmaður skrivar upp navn og valnummar veljarans á serligan lista í somu raðfylgju, sum veljararnir verða avgreiddir. Síðan verður atkvøðuseðil útflýggjaður.

 Stk. 2. Í kommunu, har valkort eru send út til veljararnar, sbr. § 5, skal veljarin, samstundis sum hann verður avmerktur á vallistanum, lata inn valkortið, áðrenn atkvøðuseðilin verður flýggjaður honum, og tann í stk. 1 nevndi serligi listi er tá ikki neyðugur. Hevur veljarin ikki valkortið við sær, verður nýtt kort at skriva, sum so verður lagt saman við teim kortum, sum latin eru inn, ella serligur listi verður at føra í hesum førum.

 Stk. 3. Tá veljarin hevur fingið atkvøðuseðilin útflýggjaðan, fer hann beinan vegin inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni (sí tó § 15). Her fer atkvøðugreiðslan fram á tann hátt, at veljarin setir kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri einum av valevnunum á hesum sama lista.

Stk. 4. Veljarin leggur nú atkvøðuseðilin soleiðis saman, at eingin annar sær, hvussu atkvøtt er og koyrir hann beinan vegin í atkvøðukassan, meðan ein av nevndini ella ein hjálparmaður hennara sær.

 Stk. 5. Tað er strangliga bannað limum í valnevndini ella hjálparfólki hennara at gera seg kunnugar við, hvussu veljari hevur atkvøtt.

§ 14. Veljarar, ið vilja taka lut í valinum valdagin, mugu møta persónliga; tó kunnu sjófólk, sjúk og aðrir persónar, ið hava ikki møguleika at greiða atkvøðu á valstaðnum sjálvan valdagin, greiða atkvøðu eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri val til Føroya løgtings við innsending av brævatkvøðum.

 § 15. Í niðanfyri nevndu førum kann valnevndin slaka í teim fyrisettu reglunum fyri atkvøðugreiðsluni:

a)    Um persónur møtir til val og sigur frá, at hann er ikki førur fyri einsamallur at greiða atkvøðu á fyriskrivaðan hátt, kann hann fáa hjálp til hetta frá einum av valnevndini til hetta endamál tilnevndum persóni, sum er undir tøgnskyldu.

b)    3) Um persónur er so mikið lamin ella á annan hátt so mikið brekaður, at hann er ikki førur fyri at koma sær inn í valhølið, kann hann krevja, at atkvøðugreiðslan fer fram beint uttan fyri valhølið, og skulu í hesum føri 2 av nevndarlimunum ella hjálparfólkunum vera hjástaddir, og um neyðugt veita honum hjálp við atkvøðugreiðsluni. Blindur ella sjónveikur persónur kann tó krevja hjálp frá persóni, ið veljarin sjálvur vísir á.

§ 16. Um atkvøðuseðil aftan á at vera útflýggjaður veljaranum, men áðrenn hann er koyrdur í atkvøðukassan, vísir seg at vera ónýtiligur, ella hann av óansni ella misgávum verður gjørdur ónýtiligur, kann veljarin móti at lata inn aftur hin upprunaliga seðilin fáa nýggjan seðil og greiða atkvøðu av nýggjum. Tann ónýtiligi seðilin verður gjørdur ógildur.

 Stk. 2. Tá ið steðgur kemur í atkvøðugreiðsluna aftan á ta klokkutíð, sum ásett er at enda valið, sbr. § 3, skal valið verða lýst liðugt, tó soleiðis at limir valnevndarinnar og hjálparfólk hennara tá beinan vegin hava rætt til at atkvøða og lata inn egnu atkvøðuseðlar sínar.

 Stk. 3. Eingin veljari, sum atkvøtt hevur, skal hava skyldu fyri rættinum í nøkrum føri at geva upp, hvørjum hann hevur atkvøtt fyri, ella um hann hevur atkvøtt fyri ella ímóti einum valevni.

 Stk. 4. Eingin limur í valnevndini ella nakar annar, ið hjástaddur er í valhølinum, har atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir, hevur loyvi at geva veljarum ráð, ávísing ella tilelving um, hvønn teir skulu velja. Heldur ikki má nakar, sum á valstaðnum fær kunnleika um, hvønn ein veljari hevur valt, geva hesa vitan sína víðari.

 Stk. 5. Tað er forboðið floksskivstovum ella øðrum miðvíst at kanna eftir, um veljarar møta fram til atkvøðugreiðslu.

 Stk. 6. Brot upp á tær í stk. 4 og 5 nevndu fyriskipanir verða revsað við sekt, hefti ella fongsli.

IX Atkvøðuteljingin.

 § 17. 2) So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.

 Stk. 2. 3) Í kommunum, sum býttar eru upp í tvey ella fleiri atkvøðuøki, fer teljingin fram í hvørjum øki sær undir leiðslu av formanninum fyri teirra av bygda(r)ráðnum/býráðnum setta serliga stýri (valstýrarar) sbr. § 8, stk. 3, meðan teljingin í kommunum, sum eru ikki soleiðis uppbýttar, fer fram undir leiðslu av valnevndini.

 Stk. 3. Áðrenn atkvøðuteljingin byrjar, verða atkvøðuseðlarnir tiknir upp úr atkvøðukøssunum, og verða teir síðan blandaðir og býttir javnt millum neyðugt tal av teljingarbólkum, samansettir av valnevndarlimum, valstýrarum og hjálparfólki nevndarinnar. Hvør bólkur sær leggur í rúgvur fyri seg atkvøðuseðlar, sum greiddir eru fyri sama valevnislista, og telur so upp, hvussu nógvar atkvøður hvør av valevnislistunum hevur fingið við atkvøðugreiðsluna. Ein atkvøðuseðil er givin fyri tí valevnislista, innan fyri hvørs teigi veljarin hevur sett  kross. Verður ivi um gildi av einum atkvøðuseðli, ella um hvørjum valevnislista atkvøtt er fyri, verður hesin atkvøðuseðil ikki taldur við í fyrsta umfari, men verður lagdur til viks fyribils. Formaðurin fyri valnevndini ella valstýrunum tekur ikki sjálvur lut í hesum parti av teljingini, men hann skal ansa eftir, at hon fer fram á rættan og tryggan hátt.

 Stk. 4. Tá teir einstaku teljingarbólkarnir eru lidnir við teljingina av teim atkvøðuseðlum, sum býttir eru út til bólkin, verður teljingarúrslitið saman við teim ivasomu atkvøðuseðlunum givið formanninum fyri valnevndini ella valstýrarunum.

 Stk. 5. Valnevndin ella valstýrararnir taka síðan avgerð, um teir ivasomu atkvøðuseðlarnir skulu verða roknaðir sum gildir ella ikki. Ein atkvøðuseðil er ógildur.

a)    um tað ikki við vissu sæst, hvønn valevnislista veljarin hevur viljað atkvøtt fyri,

b)    um atkvøðuseðilin er øðrvísi vorðin enn teir, sum útflýggjaðir eru til atkvøðugreiðsluna,

c)    um á atkvøðuseðilin er skrivað annað enn ein krossur ella valevnisnavn, sbr. § 10 og § 13, ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør veljarin er.

 Verður ein atkvøðuseðil vrakaður, skal grundin til hetta verða førd í valbókina.

 § 18. Valnevndin ella valstýrararnir gera síðan upp úrslitið av atkvøðugreiðsluni við at leggja saman stakúrslitini frá teljingarbólkunum og aftrat hesum at leggja teir av valnevndini ella valstýrarunum góðkendu ivasomu atkvøðuseðlar.

 Stk. 2. Í kommunum, sum uppbýttar eru í tvey ella fleiri atkvøðingarøki, verður úrslitið av atkvøðuteljingini í hvørjum valstaði gjørt kunnugt fyri teim hjástøddu og skjótast gjørligt fráboðað formanni valnevndarinnar. Í hesum kommunum kemur valnevndin saman í seinasta lagi dagin eftir, at atkvøðugreiðslan er farin fram, fyri at gera upp atkvøðuteljingina í øllum atkvøðingarøkjum kommununar. Hesin fundur er almennur. Fyri hvørt atkvøðingarøki tekur formaðurin fyri valstýrarunum lut í fundinum, og skal hann hava við sær úrskrift úr valbók valstýraranna saman við øllum atkvøðutilfarinum.

 Stk. 3. Valnevndin ger nýggja teljing og meting av teim í atkvøðingarøkinum givnu atkvøðuseðlum eftir reglunum í § 17, og ger síðan ta endaligu uppgerðina yvir úrslitið av atkvøðugreiðsluni; hetta verður ført í valbókina og gjørt kunnugt fyri teim hjástøddu.

 Stk. 4. Í kommunum, sum eru ikki býttar upp í fleiri atkvøðingarøki, verður úrslitið av atkvøðuteljingini beinan vegin ført í valbók nevndarinnar og kunngjørt fyri teim hjástøddu.

 Stk. 5. Samlaða atkvøðutalið (gildar, ógildar og umskiftir atkvøðuseðlar) verður borið saman við tann í § 13, stk. 1, nevnda lista yvir teir veljarar, ið atkvøtt hava, ella við tey í somu §, stk. 2 nevndu valkort.

X Uppgerð av valinum.

 § 19. Endalig uppgerð av valinum verður síðan gjørd av valnevndini annaðhvørt sama dag, sum atkvøðuteljingin er farin fram, ella í seinasta lagi dagin eftir.

 Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 1, næsthægsta býtingartalið gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 2, og so framvegis, til talið á limum, ið valdir skulu verða, er býtt millum teir ymisku valevnislistarnar. Standa býtingartølini á jøvnum, skal lutakast fara fram; lutakastið verður tikið av formanni valnevndarinnar, meðan tey, ið hjástødd eru, síggja.

 Stk. 3. Er valevnislisti, ið eigur næsta lim, tømdur, verður hesin limur tikin av tí lista, sum liggur næstur í býtingartali.

§ 20.7) Av hvørjum einstøkum lista verða teir valdu limirnir tiknir eftir persónliga atkvøðutali teirra.

 Stk. 2. Tey valevni á einum valevnislista, sum eru ikki vald, verða roknað sum tiltaksmenn fyri tey, sum eru á sama lista, eftir persónliga atkvøðutali teirra og taka sess í bygda(r)ráðnum/býráðnum í somu raðfylgju í staðin fyri teir limir, ið valdir eru, um so verður, at onkur av hesum doyr ella av aðrari orsøk fer frá sum limur av bygda(r)ráðnum/býráðnum.

 Stk. 3. Fer bygdaráðslimur/býráðslimur frá í valskeiðinum, og er ongin tiltaksmaður, skal landsstýrið skipa fyri vali av so mongum limum sum resta í, at bygdaráðið/býráðið er fullmannað uttan so, at meira enn helmingurin av upprunaliga limatalinum samtykkir, at hetta ikki er neyðugt.

 Stk. 4. Við tílíkt val galda somu reglur sum við vanligt kommunuval. Tó kann landsstýrið um neyðugt víkja frá teimum í lógini tilskilaðu tíðarfreistum.

§ 21. Tá valið er endaliga gjørt upp, førir formaður valnevndarinnar inn í valbókina gjølligar upplýsingar um tað, soleiðis at skilað verður til hvussu atkvøðurnar skiftust til teir ymsu valevnislistarnar, í hvørjum nummarrað sessirnir lutaðust teimum, hvussu mangar persónligar atkvøður hvørt valevni hevur fingið, hvørjir limir, ið valdir eru, og limanummarið sbr. § 19, stk. 2, sum hvør av teimum hevur fingið; somuleiðis verða nøvnini á teimum valevnum, sum ikki vórðu vald, førd inn í valbókina, sum verður undirskrivað av allari valnevndini.

 Stk. 2. Valbókin verður latin bygda(r)ráðnum/býráðnum. Somuleiðis verður alt atkvøðutilfarið latið bygda(r)ráðnum/býráðnum til nýtslu undir møguligari fínteljing. Um so verður, at bygda(r)ráðið/býráðið ger av, at fínteljing skal vera, skal hon fara fram í seinasta lagi vikudagin eftir sjálvan valdagin.

 Stk. 3. Atkvøðutilfarið verður goymt av bygda(r)ráðnum/býráðnum, til kærufrestin er farin, ella møgulig klaga um valið er endaliga viðgjørd og støða til hana tikin; síðan skal tilfarið verða forkomið.

 § 22. 2) Valnevndin boðar teimum valdu frá valinum og sigur samstundis hvørjum einstøkum limi frá, hvørjum limanummari hann er valdur við.

 Stk. 2. Um onkur hevur verið limur av bygda(r)ráðnum/býráðnum í 8 ár ella meiri, hevur hann ikki skyldu at taka við endurvali, fyrr enn 2 fylgjandi valskeið eru liðin; somuleiðis kann persónur, ið fylt hevur 60 ár, bera seg undan at taka við vali.

 Stk. 3. Annars hevur hvør persónur, sum valbærur er, skyldu at taka við vali.

 Stk. 4. Er tað, tá valevnislisti verður latin inn, greitt at eitt valevni lýkur treytirnar fyri at sleppa undan vali, skal váttan frá avvarðandi valevni um at taka við vali fylgja við.

XI Valklagur, frítøka undan vali og innkallan av tiltaksmanni.

 § 23. Hann, ið hevur nakað at kæra seg um viðvíkjandi vali, sum fram er farið, má, fyri at klaga hansara kann verða tikin til viðgerðar í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skrivliga seta fram mótmæli sítt fyri bygda(r)ráðnum/býráðnum.

 Stk. 2. Tey mótmæli, ið framsett eru í samsvari við frammanfyri standandi reglur, verða gjørd av bygda(r)ráðnum/býráðnum á fundi, ið hildin skal verða í seinasta lagi 10 dagar eftir, at frestin er farin. Áðrenn bygda(r)ráðið/býráðið tekur avgerð sína, verður ummæli valnevndarinnar um málið at fáa.

 § 24. 2) Umframt í teimum førum, sum nevnd eru í § 22, stk. 2, kann bygda(r)ráðið/býráðið játta umsókn frá persónum, sum vegna ringa heilsu, starv ella virki teirra ella tílíkt hava góða grund til at biðja um at sleppa undan vali.

 Stk. 2. Um onkur av teim valdu ynskir at sleppa undan at taka við vali, sbr. § 22, stk. 2, og frammanfyri í stk. 1, skal hann innan fyri somu frest, sum galdandi er fyri innsendan av klagum, sbr. § 23, stk. 1, skrivliga venda sær til bygda(r)ráðið/býráðið, sum viðger og tekur avgerð í málinum á sama hátt, sum nevnt í § 23, stk. 2, viðvíkjandi klagum.

Stk. 3. Kommunustýrislimur skal eftir umbøn sleppa úr bygda(r)ráðnum/býráðnum, um hesin vegna ringa heilsu, starv ella virki sítt ella tílíkt hevur góða grund til at sleppa úr bygda(r)ráðnum/býráðnum.

5)      Stk. 4. 3) Tær avgerðir, sum byga(r)ráðið/býráðið hevur tikið viðvíkjandi klagum um valið, sbr. § 23, stk. 1, og. innkomnum umsóknum um at sleppa undan vali og áheitanum um at sleppa úr bygda(r)ráðnum/býráðnum, kunnu, áðrenn 14 dagar eru lidnir, eftir at avgerðin er tikin, verða skotnar inn fyri landsstýrismannin.

 § 25. Um valið við endaligu avgerðina verður lýst ógilt, verður umval at fara fram skjótast gjørligt. Við umval kunnu bert teir persónar á vallistanum velja, sum valrætt høvdu tann dagin, tað sum ógilt lýsta valið fór fram. Við umval er mannagongdin annars hin sama sum við fyrra valið.

Kapittul XIa 3)

Um val í sambandi við kommunusamanlegging

§ 25a. Valrætt og valbæri til kommunuval, har kommunur leggja saman, hevur hvør tann, sum er meldaður til fólkayvirlitið í einum av teimum kommununum, ið leggja saman, í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin, og annars lýkur treytirnar í § 1.

§ 25b. Um kommunur leggja saman, skal nýggj felags valnevnd veljast at skipa fyri valinum. Valnevndin skal hava í minsta lagi 3 limir og skipar seg sjálv. Nevndin situr sama tíðarskeið sum bygda(r)ráðið/býráðið.

Stk. 2. Koma samanleggjandi kommunurnar ikki ásamt um val av valnevnd, ger landsstýrismaðurin av.

§ 25c. Í samanleggjandi kommunu, har bara eitt valstað er frammanundan, verður sitandi valnevnd broytt til valstýri. Eru fleiri valstøð standa verandi valstýri við, og sitandi valnevndin fellur burtur, sbr. tó § 25b, stk. 1.

Stk. 2. Hóast stk. 1 kunnu samanleggjandi kommunur gera av at velja valstýri av nýggjum.

§ 25d. Talið av veljarum, ið skulu skriva undir valevnislistarnar sambært § 6, stk. 3, skal vera í mun til samlaða talið av íbúgvum í samanleggjandi kommununum.

§ 25e. Mál viðvíkjandi klagum um valið, áheitanir um at sleppa undan at taka við vali og mál um innkalling av tiltaksmanni, sbr. kap. XI, verða viðgjørd av kommunustýrinum í tí kommununi, har valið, ið klagað verður um, hevur verið, ella í tí kommununi, har persónurin býr, sum ynskir at sleppa undan at taka við vali.

Stk. 2. Fer eitt bygda(r)ráð/býráð ikki frá 31. desember orsakað av reglunum í § 26, stk. 1, so halda eisini gomlu bygda(r)ráðini/býráðini í hinum samanleggjandi kommununum fram á sama hátt.

XII. Nývalda bygda(r)ráðið/býráðið.

 § 26. Tá vanligt val til bygda(r)ráð/býráð er farið fram, fara teir gomlu limirnir í bygda(r)ráðnum/býráðnum frá 31. desember, uttan so at klaga um valið er sett fram, áðrenn tann í § 23, stk. 1, ásetta klagufrest er farin. Um so er, fer gamla bygda(r)ráðið/býráðið ikki frá, fyrr enn tað hevur viðgjørt og tikið avgerð viðvíkjandi framsettu klaguni – og um tað er bygda(r)ráðið/býráðið sjálvt, sum lýsir valið ógilt, fer tað ikki frá, fyrr enn umval hevur verið, og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin av bygda(r)ráðnum/býráðnum.

 Stk. 2. So skjótt sum teir gomlu limirnir eru fráfarnir, tekur nýggja bygda(r)ráðið/býráðið við. Um so verður, at valið seinri verður lýst ógilt eftir avgerð av hægri myndugleika – Føroya landsstýri – skal nývalda bygda(r)ráðið/býráðið halda fram, inntil umval hevur verið, og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin.

 Stk. 3. Fyrstu ferð nývalda bygda(r)ráðið/býráðið skal koma saman, verða limirnir boðaðir til henda fundin av fyrstvalda liminum.

 Stk. 4. Um limur fyribils sigur frá sær fasta bústað sín í kommununi, kann verða samtykt, at hann bert fer úr bygda(r)ráðnum/býráðnum, inntil hann aftur tekur fastan bústað í kommununi.

 § 27. Bygda(r)ráðslimur/býráðslimur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki longur lýkur treytirnar fyri valbæri til bygda(r)ráðsval/býráðsval, skal leggja frá sær. Avgerð um hetta verður tikin av bygda(r)ráðnum/býráðnum.

 Stk. 2. Limur, sum ímóti sínum vilja verður noyddur at fara frá sum bygda(r)ráðslimur/býráðslimur, kann skjóta avgerðina inn fyri Føroya landsstýri til endaliga avgerð.

 § 28. Bygda(r)ráðið/býráðið kann veita samsýning til valnevndarlimir, valstýrarar og hjálparfólkið fyri ta tíðina, valið og atkvøðuteljingin taka.

 Stk. 2. Kommunan rindar sjálv allar útreiðslur, sum standast av valinum.

 § 29. 2) Henda lóg fær gildi beinan vegin. Samstundis fara úr gildi lógarkunngerð nr. 200 frá 17. juli 1931 „landkommunal valglov“ við seinni broytingum og §§ 5-19 í lóg nr. 126 frá 27. mai 1908 „om byen Thorshavns kommunale styrelse“.

 Stk. 2. Val sambært hesi lóg fer tó fyrstu ferð fram týsdagin 21. november 2000.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 18. oktober 1984.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 6. oktober 2000. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer alli tann danski teksturin í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur við seinni broytingum úr gildi.”

3) Broytt við  løgtingslóg nr. 66 frá 11. oktober 2004, har ”§ 2 er soljóðandi:”Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Ásetingin í § 1, nr. 3 og tann parturin av ásetingini í § 1,nr.8, sum setir eitt nýtt pkt. 5 inn í § 8, stk.3, koma tó ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2005.”

4) Broytt við løgtingslóg nr. 97 frá 15. november 2006.

5) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 11. oktober 2004

6) Broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 9. november 1984.

7) Broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 26. apríl 1974.