Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 09-04-2002
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2002 A - Hefti 11 A frá 9. apríl 2002
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

26. mars 2002Nr. 46

Løgtingslóg um frískúlar

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Endamál og virkisøki

§ 1. Endamálið við lógini er at skipa viðurskiftini og tann almenna stuðulin til frískúlar í Føroyum og áseta karmarnar fyri virkseminum.

§ 2. Lógin er galdandi fyri frískúlar, sum undirvísa aldursbólkum samsvarandi 1.- 9. skúlaári í fólkaskúlanum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til, at forskúlaflokkar og undirvísing eftir 9. skúlaár eisini koma undir lógina.

Stk. 3. Ein frískúli skal í minsta lagi bjóða undirvísing í 1.- 7. skúlaári.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í stk. 3.

§ 3. Skúlin skal geva næmingunum møguleika at fara til fráfaringarroyndir fólkaskúlans.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva einum frískúla loyvi at hava somu oyndir og vallærugreinir sum fólkaskúlin. Reglurnar fyri royndunum eru tær somu sum í fólkaskúlanum, og skúlin ger sjálvur av, á hvørjum floksstigi royndirnar fara fram.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum loyva næmingum úr frískúlum at taka fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum.

Kapittul 2

Góðkenning og eftirlit

§ 4. Landsstýrismaðurin skal góðkenna ein frískúla, áðrenn farast kann undir undirvísingina.

Stk. 2. Fyri at fáa góðkenning skal frískúlin vera:

1.    ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan

2.    skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn vanligt.

3.    skipaður soleiðis, at hann uppfyllir § 2, stk. 3 í fólkaskúlalógini.

Stk. 3. Undirvísingarhøli og útbúnaður skulu góðkennast av landsstýrismanninum og vera tillagað tørvinum hjá brekaðum.

§ 5. Áðrenn ein frískúli kann fara undir virksemi sítt, skal skjalprógvast við undirskrift foreldranna áðrenn 1. september árið undan byrjanarárinum, at í minsta lagi 12 næmingar eru innskrivaðir.

Stk. 2. Eftir trimum árum skal næmingatalið vera í minsta lagi 28.

Stk. 3. Lýkur skúlin ikki treytirnar ásettar í stk. 1 og 2, kann landsstýrismaðurin loyva skúlanum at halda fram við ella uttan stuðli sambært § 18, stk. 1, 1. pkt.

§ 6. Frískúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar, hvørs viðtøkur skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um karmar og innihald í viðtøkunum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenningina av einum frískúla, um so er, at skúlin ikki heldur galdandi reglur.

§ 7. Undirvísingarætlan skúlans skal góðkennast av landsstýrismanninum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við frískúlum og kann í hesum sambandi biðja um allar neyðugar upplýsingar um næmingar, lærarar, undirvísingina og skúlans rakstur.

§ 8. Talið á døgum í skúlaárinum er í minsta lagi tað sama sum í fólkaskúlanum.

Kapittul 3

Rættur næminganna

§ 9. Frískúlar hava skyldu at taka næmingar inn úr øllum landinum.

Stk. 2. Stýrið fyri skúlan kann áseta almennar reglur fyri innskrivingini. Høvuðsreglan er, at børn hava sama rætt at verða innskrivað í frískúlan sum í fólkaskúlan.

Stk. 3. Heimstaðarkommunurnar hjá næmingunum skulu í september mánaði hava boð um tey børn í kommununi, sum eru innskrivað í inniverandi skúlaári.

§ 10. Næmingarnir hava rætt til at gera seg lidnar við tað skúlaárið, sum er byrjað.

Stk. 2. Um skúlin er floksbýttur, verður uppflytingin av næmingum framd á sama hátt sum í fólkaskúlanum.

§ 11. Næmingarnir hava rætt til sernámsfrøðiliga hjálp og ráðgeving á sama støði sum næmingarnir í fólkaskúlanum.

Stk. 2. Sernámsdepilin veitir næmingunum í frískúlunum tímar til serligan tørv eftir somu reglum sum næmingum fólkaskúlans.

Stk. 3. Frískúlar hava rætt til somu tænastuveitingar frá Sernámsdeplinum sum fólkaskúlarnir hava.

Kapittul 4

Leiðsluviðurskifti

§ 12. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn frískúla. Limir tess eru:

1)   2 foreldraumboð vald av og ímillum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru innskrivað í skúlan

2)   2 umboð fyri áhugabólkin, sum rekur skúlan, vald av og ímillum teirra, ið eru í áhugabólkinum

3)   1 umboð fyri starvsfólkið valt av og ímillum teirra, ið starvast í skúlanum.

Hesi hava øll atkvøðurætt. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur í millum foreldraumboðini ella umboðini fyri áhugabólkin.

Stk. 2. Er eingin áhugabólkur knýttur at skúlanum, hava foreldrini rætt til umboðini hjá áhugabólkinum.

Stk. 3. Leiðari skúlans er skrivari stýrisins og tekur lut uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.

Stk. 4. Kommunustýrið kann eftir áheitan frá skúlastýrinum gera av, at ein av limum tess er við á skúlastýrisfundi uttan atkvøðurætt.

Stk. 5. Eitt umboð fyri næmingarnar kann eftir áheitan frá skúlastýrinum luttaka á stýrisfundunum.

Stk. 6. Valskeiðið hjá stýrislimunum er 2 ár. Landsstýrismaðurin ger reglur fyri valið.

§ 13. Stýrið er ovasta leiðsla í skúlanum og virkar samsvarandi viðtøkum skúlans. Eftir tilmæli skúlaleiðarans staðfestir stýrið virksemið í einum skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og roknskap.

Stk. 2. Tá ið eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu somuleiðis boðast landsstýrismanninum.

§ 14. Stýrið hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av virksemi skúlans.

Stk. 2. Um stýrið ikki fylgir boðum frá landsstýrismanninum um rætting av nærri ásettum viðurskiftum, kann landsstýrismaðurin gera av

1)   at uppgávurnar hjá stýrinum heilt ella lutvíst verða røktar av persónum, sum landsstýrismaðurin hevur tilnevnt, ella

2)   at stýrið fer frá, so eitt nýtt stýri kann verða valt eftir viðtøkum skúlans.

Kapittul 5

Starvsfólkaviðurskifti

§ 15. Skúlastýrið setur leiðaran, lærarar og onnur starvsfólk. Leiðarin kann seta starvsfólk, sum eru í arbeiði ein part av skúlaárinum.

Stk. 2. Høvuðsreglan er, at fólk við læraraútbúgving skulu setast í størv, sum krevja undirvísingarligan førleika.

Stk. 3. Skúlastýrið kann, um serligar grundir tala fyri tí, seta fólk uttan læraraútbúgving.

§ 16. Skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna. Leiðarin hevur fyri stýrinum ábyrgdina av

1)   at galdandi lógir og reglur verða hildnar

2)   at undirvísingin verður framd samsvarandi galdandi reglum

3)   at undirvísingarligu viðurskiftini eru í lagi

4)   at tann av stýrinum góðkenda rakstrarætlan verður hildin

5)   at skúlans virksemi er samsvarandi avgerðum og ásetingum stýrisins.

§ 17. Starvsfólk skúlans hava rætt til somu løn sum fólk í samsvarandi størvum í fólkaskúlanum.

Kapittul 6

Fígging av rakstri

§ 18. Virksemið hjá frískúlunum verður partvíst fíggjað við stuðli, sum landsstýrismaðurin og kommunurnar útvega. Írestandi fíggingin skal útvegast við foreldragjaldi og/ella privatum stuðli.

Stk. 2. Landsstýrisins partur av rakstrinum verður útroknaður hvønn 1. september í skúlaárinum. Stuðulin svarar til 85 % av góðkendu læraralønunum, útroknaður eftir lutfalsliga sama formli sum í fólkaskúlanum, tó kann stuðulin ikki fara upp um játtan sambært góðkendari fíggjarætlan uttan loyvi frá landsstýrismanninum.

Stk. 3. Skúlin skal lata inn fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár áðrenn 1. juni.

Stk. 4. Heimstaðarkommunan hjá næminginum rindar kommunugjaldið

Stk. 5. Kommununnar stuðul til næmingar í frískúlum verður útroknaður eftir kommununnar rakstrarútreiðslum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum í kommununi. Stuðul til hvønn næming í frískúlanum er 85% av rakstaraútreiðslum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum. Avdráttur, renta og leiga eru ikki íroknað rakstrarútreiðslunum.

Stk. 6. Kommununnar partur av rakstrarútreiðslunum smb. stk. 5 verður í fyrsta umfari rindað av landsstýrinum, og síðan býtir Føroya Gjaldsstova við ársenda rakstrarútreiðslurnar millum kommunurnar eftir heimstaðnum, næmingarnir smbrt. landsfólkayvirlitið høvdu 1. september.

Stk. 7. Eru eingi rakstrartøl fyri kommunalu útreiðslurnar, smb. stk. 5 og 6, roknar Føroya Gjaldstova eitt miðaltal út við grundarlagi í fimm teimum størstu kommununum.

Stk. 8. Foreldragjaldið verður ásett av stýrinum.

Stk. 9. Møguligt yvirskot hjá sjálvsognarstovninum kann ikki flytast til annað virksemi.

§ 19. Landsstýrismaðurin kann halda aftur ella krevja stuðul afturgoldnan, um treytir fyri veiting av stuðli ikki verða hildnar.

Stk. 2. Um lønin í frískúlanum er hægri enn sáttmálasetta lønin, verður stuðulin útroknaður við grundarlagi í sáttmálasettu lønini. Er lønin lægri enn sáttmálasetta lønin, verður stuðulin útroknaður við grundarlagi í útgoldnu lønini.

Kapittul 7

Roknskapur og grannskoðan

§ 20. Roknskapurin hjá frískúlum sambært hesi lóg skal gerast og setast upp samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m.

Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skal sendast landsstýrismanninum.

Stk. 3. Grannskoðaradeild landskassans kann í sambandi við landsgrannskoðanina biðja um upplýsingar beinleiðis frá stýrinum.

Stk. 4. Um tað í grannskoðarafrágreiðingini, smb. stk. 2, verður víst á lógarbrot ella onnur óreglulig viðurskifti í sambandi við umsitingina av skúlanum, skal landsstýrismaðurin alt fyri eitt, um grannskoðanin gevur orsøk til tess, seta í verk tiltøk, sum aftur tryggja lóglig viðurskifti og fullgóða umsiting. Sama er eisini galdandi, um landsstýrismaðurin á annan hátt verður gjørdur kunnugur við nevndu viðurskifti.

Kapittul 8

Ymsar ásetingar

§ 21. Avgerð, sum skúlastýri og leiðari skúlans hava tikið, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um kærur.

Stk. 2. Reglurnar um innlit eftir fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit galda fyri frískúlar.

Kapittul 9

Gildissetan

§ 23. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2003 og samstundis verður § 27 í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting strikað.

 

 

Tórshavn, 26. mars 2002

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður