Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
(Konjunkturjavning, tilfeingisinntøkur og partur av minstagjaldføri landsins)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 23. desember 2011 og løgtingslóg nr. 131 frá 20. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Búskapargrunnur Føroya skal stuðla undir ein sjálvberandi og haldføran føroyskan búskap við at virka fyri:
1) Búskaparligum sjálvbjargni.
2) Búskaparligum støðufesti og konjunkturjavning.
3) Samhaldsfesti millum ættarlið.”
2. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Inntøkur grunsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og í roknskapi landsins á serstaka konto, nevnd Búskapargrunnur Føroya.
Stk. 2. Inntøkur grunsins eru:
1) 20% av uppgjørda RLÚ I úrslitinum upp til 200 mió. kr. í avlopi, og 50% av RLÚ I úrslitinum omanfyri 200 mió. kr. í avlopi.
2) Inntøkur frá einskiljing av landsins ognum.
3) Flyting av fíggjarlóg landsins.
4) Inntøkur frá íløgurøkt grunsins.
5) Tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni.
6) Tilfeingisinntøkur frá alivinnuni.
7) Tilfeingisinntøkur frá kolvetnisvirksemi.”
3. Í § 3, stk. 1, verður “stk. 2, 3 og 4” broytt til: “stk. 2-5”.
4. § 3, stk. 2-4 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Av tilfeingisinntøkum grunsins frá fiskivinnuni, sbrt. § 2, stk. 2, nr. 5, verða 250 mió. kr. útgoldnar landskassanum, meðan tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni omanfyri 250 mió. kr. árliga verða útgoldnar landskassanum yvir sjey fylgjandi ár í eins stórum pørtum.
Stk. 3. Av tilfeingisinntøkum grunsins frá alivinnuni, sbrt. § 2, stk. 2, nr. 6, verða 150 mió. kr. útgoldnar landskassanum, meðan tilfeingisinntøkur frá alivinnuni omanfyri 150 mió. kr. árliga verða útgoldnar landskassanum yvir sjey fylgjandi ár í eins stórum pørtum.
Stk. 4. Miðal realvinningurin av íløgurøktini fyri fimm tey seinastu árini verður árliga goldin úr Búskapargrunninum inn á fíggjarlógina, treytað av, at støðisfæ grunsins er í minsta lagi 10% av BTÚ og treytað av, at árligi inntøkuvøkstur landskassans undanfarna ár er niðanfyri 0%.”
5. Í § 3 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Tá ið lánsbrøv falla til gjaldingar, skulu hesi ikki endurfíggjast, men rindast úr Búskapargrunninum, í tann mun, tøk fígging er í grunninum. Tó skal støðisognin í grunninum altíð lúka treytirnar fyri sínum parti av minsta gjaldførinum, sum er 10 % av BTÚ. Grunnurin letur ikki landskassanum onnur gjøld ella skatt.”
6. § 5, stk. 2 og 3, verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsbanki Føroya umsitur grunnin. Nevndin í Landsbanka Føroya ásetir nærri reglur um røkt av fæ grunsins og ger leiðreglur fyri íløguvirksemi. Reglurnar skulu vera almennar og skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Gjørdur verður serligur eindarroknskapur fyri Búskapargrunnin.”
7. § 5, stk. 4 verður strikað.
8. Aftan á § 5 verður sett:
“Ásetingar um gjaldføri
§ 5 a. Búskapargrunnur Føroya kann vera trygd fyri lántøku, tá málið í § 11 í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð skal røkkast. Trygdin kann í mesta lagi verða 10% av BTÚ í undanfarna ári.
Stk. 2. Búskapargrunnur Føroya kann telja við í landsins gjaldføri, tó í mesta lagi við 10% av BTÚ í undanfarna ári.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 122/2017