Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 1993Nr. 47
Løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 25. mai 2020 1) 2)
Virkisøki og skipan nevndarinnar
§ 1. 3) 1) 2) 4) Heimildin hjá landsstýrismanninum sum kærumyndugleiki verður lagdur til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, sum skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærumálum sambært hesum løgtingslógum:
1) Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sbrt. § 71.
2) Løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, sbrt. § 6, stk. 4.
3) Løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, sbrt. § 16.
4) Løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt, sbrt. § 10, stk. 3.
Stk. 2. 2) Haraftrat viðgerð kærunevndin, sambært ásetingunum í hesi lóg, kærur um avgerðir, sum tiknar eru sambært:
1) lóg um dagpening vegna sjúku v.m., sbrt. § 25, stk. 1
2) løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sbrt. § 39,
3) løgtingslóg um barnavernd, sbrt. § 65, stk. 1,
4) løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, sbrt. § 2, stk. 2,
5) løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., sbrt. § 11, stk. 1,
6) løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni, sbrt. § 4,
7) løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sbrt. § 20,
8) løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar, sbrt. § 5, stk. 2, og
9) løgtingslóg um ættleiðingarstuðul, sbrt. § 6.
10) lóg um rættarvirknaðar hjúnalagsins, sbrt. § 52,
11) lóg um varðveitslu av einkjupensjónsrætti við sundurlesing og hjúnaskilnaði, sbrt. § 3 a,
12) lóg um burturblivin, sbrt. § 27 a,
13) lóg um rættarstøðu barnanna, sbrt. § 21 a,
14) lóg um at krevja inn uppihaldspening, sbrt. § 23 a,
15) arvalógini, sbrt. § 71 a,
16) lóg um at ganga í og úr hjúnalagi, sbrt. § 46 a,
17) lóg um ættleiðing, burtur sæð frá avgerðum sambært § 4 a, sbr. § 25 a, stk. 1 og 2,
18) lóg um foreldramyndugleika og samveru, sbrt. § 30, sbr. tó § 13, stk. 1-4, og
19) verjumálslógini, sbrt. § 51 a, sbr. tó § 21, stk. 4 og § 22, stk. 1.
Stk. 3. Freistin at kæra er 4 vikur at rokna frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Í serligum føri kann kærunevndin viðgera kærumál, ið eru latin inn eftir, at kærufreistin er úti.
Stk. 4. 2) Avgerðin hjá kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum er endalig innan fyrisitingina.
§ 2. 3) Í kærunevndini sita 3 limir, sum landsstýrismaðurin velur. Ein limur skal vera lækni, ein løgfrøðingur og ein sosialráðgevi. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin. Fyri hvønn nevndarlimin verður valdur ein varalimur. Starvstíðin hjá nevndarlimum og varalimum er 4 ár.
Stk. 2. 1) Fólk, sum starvast við sjúklingaviðgerð ella líknandi innan sjúkrahúsverkið, og fólk, sum starvast við málsviðgerð ella líknandi í almennum starvi innan sosiala økið, kunnu ikki veljast sum limir í kærunevndina.
Stk. 3. 3) Kærunevndin kann fáa sær neyðuga serkøna hjálp í serliga margbroyttum og truplum málum. Hesi fáa løn ella samsýning, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. 3) Nevndarlimirnir fáa løn ella samsýning, sum landsstýrismaðurin ásetir.
§ 3. Kærunevndin tekur avgerð í teimum málum, ið verða løgd fyri nevndina.
Stk. 2. Kærunevndin er viðtøkufør, tá allir limir/varalimir eru møttir.
Stk. 3. Avgerðir nevndarinnar verða tiknar við vanligum meiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. Formaðurin hevur skyldu til at greiða atkvøðu.
§ 4. Kærunevndin eigur eftir áheitan ella kann av sínum eintingum geva pørtunum høvi til at siga fram sína áskoðan munnliga fyri kærunevndini.
Stk. 2. Somuleiðis kann kærunevndin biðja áhugafeløg, fakfeløg o.l. felagsskapir um at koma á fund við kærunevndina, tá meira týðandi mál innan virkisøki felaganna eru til viðgerðar.
§ 5. Eingin limur má taka lut í viðgerð av kærumálum, sum viðvíkja:
1) honum sjálvum ella hjúnafelaga hansara,
2) nøkrum, ið er skyldur ella svágdur við hann í beinan ættlegg upp- ella niðureftir, systkin hansara ella hjúnafelaga teirra, ættleidd børn hansara ella fosturbørn, ella ættleiðingar- ella fosturforeldur hansara,
3) felagi ella felagskapum v.m., sum hann er nevndar- ella stjórnarlimur í, ella hjá løgfrøðisligum persóni ella felagi osfr., sum hann er knýttur at, tá hesin kann hava áhuga í úrslitinum av málinum,
4) avgerðum, sum hann annars hevur persónligan áhuga í úrslitinum av, ella er umboð fyri onkran, ið hevur áhuga í úrslitinum,
5) málum, tá umstøðurnar gera, at luttøka limsins í viðgerðini kann sáa iva millum manna um óheftu støðu hansara.
Skrivstova kærunevndarinnar.
§ 6. 3) Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivarahjálp. Skrivarahjálpin skal verða veitt frá einum almennum kærustovni.
Stk. 2. Virkisøki skrivstovunnar kann víðkast til onnur kæruøki við serligari lóggávu.
§ 7. 1) 2) Kæra til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum skal sendast skrivliga til skrivstovu kærunevndarinnar og skal so vítt møguligt styðja seg við grundir og verða próvskjøl hjáløgd.
Stk. 2. Skrivstovan ansar eftir, at allar upplýsingar – so sum ummæli, váttanir o.a. – ið verða mett neyðug fyri at kunna viðgera og taka avgerð í málinum, verða fingin til vega, áðrenn málið verður lagt fyri kærunevndina.
Stk. 3. Tann myndugleiki, ið hevur tikið ta innkærdu avgerðina, hevur skyldu til at lata skrivstovu kærunevndarinnar allar upplýsingar, sum hava verið grundarlag undir tí innkærdu avgerðini.
Stk. 4. 3) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um starvsskipan hjá skrivstovu kærunevndarinnar.
Kærunevndarinnar avgerð.
§ 8. Kærunevndarinnar avgerð kann vera: burturvísing, staðfesting, avtøka ella broyting av tí kærdu avgerðini. Kærunevndin kann eisini afturvísa málið til nýggja viðgerð, ella beina málið til viðgerðar hjá einum myndugleika, sum ikki áður hevur tikið avgerð í málinum.
Stk. 2. Kærunevndin er ikki bundin av málskrøvum partanna.
Stk. 3. Kærunevndin kann geva skrivstovuni fulltrú til sjálvstøðugt ella saman við formanninum at taka avgerð í málum,
1) har avgerðin verður mett ivaleys,
2) har talan er um brádliga íkomna trongstøðu,
3) og har tað má metast at verða kæraranum til munandi skaða um bíðast skal eftir viðgerð í kærunevndini.
Stk. 4. Avgerðir sambært stk. 3 skulu skjótast gjørligt leggjast fyri kærunevndina til kunningar.
§ 9. Avgerðir kærunevndarinnar skulu fráboðast skrivliga og skulu vera grundaðar.
Stk. 2. 3) Avgerðir kærunevndarinnar kunnu verða almannakunngjørdar eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Tagnarskylda.
§ 10. Ein og hvør, ið luttekur í málsvið- gerð sambært hesi lóg, hevur tagnarskyldu um alt, hann fær kunnleika til undir viðgerðini av málinum.
Skiftisreglur og ígildiskoma.
§ 11. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og verður lógin at endurskoða um 3 ár.
Stk. 2. Kærur smb. § 1, sum verða móttiknar frá og við dagin eftir, at lógin er kunngjørd, verða viðgjørdar og avgreiddar av kærunevndini sambært reglunum í hesi lóg.
Stk. 3. Kærur, sum landsstýrið hevur móttikið til og við dagin fyri, at lógin verður kunngjørd, verða viðgjørdar og avgreiddar av landsstýrinum.
Stk. 4. Sum móttøkudagur verður roknaður tann dagur, tá kæran er stemplað sum móttikin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 150 frá 20. desember 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virkna frá 1. januar 2006. Stk. 2. Avgerðir, tiknar frá og við 1. januar 2006, verða viðgjørdar og avgreiddar av kærunevndini sambært reglunum í hesi lóg. Stk. 3. Avgerðir, tiknar áðrenn 1. januar 2006, verða viðgjørdar og avgreiddar sambært higartil galdandi reglum.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 29. mai 2017, har § 14 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Hendan løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2018. Stk. 2. Mál, sum á yvirtøkudegnum verða viðgjørd av einum ríkismyndugleika, verða avgreidd av Familjufyrisitingini. Mál, sum ein ráðharri í Danmark viðgerð, verða tó avgreidd av Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum. Harafturat tekur Familjufyrisitingin sær av øllum fyrispurningum um avgreidd mál, sum fylgja við yvirtøkuni, og sum ein ríkismyndugleiki fram til yvirtøkuna hevði ábyrgdina av. Stk. 3. Um so er, at tað út frá einari ítøkiligari meting verður hildið óskynsamt, at ein føroyskur myndugleiki avgreiðir eitt verserandi mál, verður hetta avgreitt av viðkomandi myndugleika í Danmark. Danski myndugleikin boðar avvarðandi føroyska myndugleika frá hesum.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 28. apríl 2000. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin efttir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000. Stk. 2 Allur tann danski teksturin í lógini verður strikaður.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 25. mai 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. Stk. 2. Avgerðir, ið eru tiknar sambært lov om offentlig forsorg, og har freistin fyri at kæra ikki er farin, kunnu framvegis kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.”