Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær
(Ógift samlivandi og hjún verða javnsett í mun til foreldramyndugleika)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í anordning nr. 228 frá 15. mars 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær, sum broytt við § 12 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017 um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 5 verður sett:
“§ 5 a. Foreldur, ið saman hava ættleitt eitt barn, hava felags foreldramyndugleika.
Stk. 2. Eitt foreldur, ið hevur ættleitt eitt barn einsamalt, hevur foreldramyndugleikan einsamalt, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Foreldur hava foreldramyndugleikan í felag, tá ið annað av foreldrunum, hevur ættleitt barnið hjá hinum sambært § 6, stk. 1, í ættleiðingarlógini.”
2. § 10, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Foreldramyndugleikin kann sambært avtalu, ið er góðkend av Familjufyrisitingini, flytast til onnur enn eitt av foreldrunum. Foreldramyndugleikin kann flytast til eini hjún ella eitt samlivandi par, íroknað annað av foreldrunum og hjúnafelagan ella samliva hjá viðkomandi. Avtalan verður góðkend, uttan so at hon er í stríð við, hvat tænir barnsins besta. Er eitt mál um foreldramyndugleika lagt fyri rættin, kann avtalan góðkennast av rættinum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 29. juli 2018.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 109/2017