4. mai 2017Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
(Um at strika formliga sambandi millum Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 40 frá 13. mai 2013, verða í § 53, stk. 3 og 4 strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 4. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 53/2016