Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. mai 2017Nr. 53
Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om offentlig forsorg (Forsorgarlógin)
(Stuðul til meirútreiðslur til umhvørvisgjald o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 3. november 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 18 c, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Persónar, eldri enn 18 ár, sum hava rætt til hoyritólsviðgerð, sbrt. §§ 18 b og 18 c, stk. 3, rinda 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól frá tí almenna.”
2. Í § 18 c, stk. 2 verður “krónur” broytt til: “kr.”
3. Í § 18 c, stk. 3 verður tvær staðni “eftir” broytt til: “sbrt.”
4. § 18 d, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til vektgjald á bilum, skrásettir áðrenn 1. januar 2017, við eginvekt omanfyri 1300 kg. Hetta er eisini galdandi, verður bilur sbrt. 1. pkt. endurskrásettur eftir 1. januar 2017.”
5. Í § 18 d verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til umhvørvisgjald á bilum við CO2 útláti omanfyri 120 gramm pr. kilometur. Stuðul verður bert veittur til bil við eginvekt omanfyri 1300 kg.”
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5.
6. Í § 18 d, stk. 4, sum verður stk. 5, verður nr. 7 orðað soleiðis:
“7) treytir fyri at játta stuðul til vektgjald ella umhvørvisgjald eftir stk. 3 og 4,”
7. Í § 18 d, stk. 4, sum verður stk. 5, verður nr. 8 orðað soleiðis:
“8) árliga prístalsjavning av upphæddini í § 18 d, stk. 1, og”
8. Í § 18 d, stk. 4, sum verður stk. 5, verður sum nr. 9 sett:
“9) árliga javning av markinum av útláti í § 18 d, stk. 4.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 4. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 88/2016