Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 54 4. mai 2017
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Longt dagpeningatíðarskeið fyri fyritíðarpensjónistar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 66 frá 2. mai 2003, løgtingslóg nr. 88 frá 8. mai 2003, løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004, løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 176 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 62 frá 26. mai 2011, løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2012, løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 117 frá 24. november 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 4 verður “§ 12, stk. 2 og 3” broytt til: “§ 12, stk. 2”.
2. Í § 12 verður stk. 3 strikað.
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 3.
3. Í § 12, stk. 4, sum verður stk. 3, verður “ásetingarnar í stk. 2 og 3,” broytt til: “ásetingina í stk. 2”.
4. Í § 13, stk. 1 verður “§ 12, stk. 2 og 3,” broytt til: “§ 12, stk. 2”.
5. Í § 13, stk. 2 verður “§ 12, stk. 2 og 3” broytt til: “§ 12, stk. 2”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017.
Stk. 2. Umsókn um dagpening, sum fevnir um fráverutíðarskeið, sum byrjar áðrenn 1. juli 2017, verður viðgjørd eftir reglunum í dagpeningalógini, sum galda áðrenn 1. juli 2017.
Í Tinganesi, 4. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 81/2016