Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 56 6. mai 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019
(Íverksetarafeløg, lækking av kapitalkravinum fyri smápartafeløg, skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum, talgilt samskifti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið og stytta heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um parta- og smápartafeløg
(Vinnufelagalógin)”
2. Í § 2, stk. 2, 1. pkt., § 38, stk. 3, § 40, stk. 1, 2. pkt., § 60, stk. 3, 1. pkt., § 160, 3. pkt., § 181, 4. pkt., og § 190, stk. 2, 3. pkt., verður “Skráseting Føroya” broytt til: “kt-skipan Skráseting Føroya”.
3. Í § 3, stk. 1 verður eftir “§ 2” sett: “stk. 1-3”.
4. Í § 4, stk. 2 verður “80.000” broytt til: “50.000”.
5. Aftan á § 4 verður yvirskriftin til og § 5 og § 5 orðað soleiðis:
“Allýsingar
§ 5. Eftir hesi lóg galda hesar allýsingar:
1) Partafelag: Kapitalfelag, heruppií partnarafelag, har innskotskapitalur kapitaleigaranna er býttur í partabrøv. Partabrøv kunnu verða boðin almenninginum. Kapitaleigararnir hefta einans við innskoti sínum í felagið.
2) Smápartafelag: Kapitalfelag, har innskotskapitalur kapitaleigaranna er býttur í smápartar. Smápartafeløg kunnu ikki bjóða almenninginum kapitallutir. Kapitaleigararnir hefta einans við innskoti sínum í felagið.
3) Dótturfyritøka: Ein fyritøka, har eitt móðurfelag hevur avgerandi ávirkan, sbr. §§ 6 og 7.
4) Høvuðsleiðslan:
a) Nevndin í feløgum, sum hava eina stjórn og eina nevnd, sbr. § 111, stk 1, nr. 1,
b) stjórnin í feløgum, sum einans hava stjórn, sbr. § 111, stk. 1, nr. 2, og
c) stjórnin í feløgum, sum hava bæði stjórn og eftirlitsráð, sbr. § 111, stk. 1, nr. 2.
5) Evsta leiðslan:
a) Nevndin í feløgum, sum hava eina stjórn og eina nevnd, sbr. § 111, stk. 1, nr. 1,
b) stjórnin í feløgum, sum einans hava stjórn, sbr. § 111, stk. 1, nr. 2 og
c) eftirlitsráðið í feløgum, sum hava bæði stjórn og eftirlitsráð, sbr. § 111, stk. 1, nr. 2.
6) Eigaraavtala: Avtala, sum skipar eigara- og leiðsluviðurskiftini í felagnum, og sum er gjørd millum kapitaleigarar.
7) Eigaraprógv: Prógv um ognarrætt yvir einum kapitalparti, sbr. §§ 59 og 60.
8) Eigarabók: Tað yvirlit, sum kapitalfelagið skal føra yvir allar partaeigarar ella smápartaeigarar, sbr. § 50.
9) Eigaraskrá: Tann skrá, sum Skráseting Føroya førir yvir kapitalpostarnar hjá ávísum kapitaleigarum, sbr. § 58.
10) Fondslutir: Partabrøv ella smápartar, sum verða útgivnir í sambandi við fondsútgávu, sbr. § 165.
11) Heimstaður: Tann adressan her í landinum, har samband fæst við felagið.
12) Íverksetarafelag: Smápartafelag, sbr. nr. 2, sum ikki hevur ein skrásettan felagskapital upp á í minsta lagi 50.000 kr., og sum lýkur treytirnar í § 309 a.
13) Kapitalpartur: Eitt partabræv ella ein smápartur, sbr. §§ 45-49.
14) Kapitaleigari: Ein og hvør sum eigur ein ella fleiri kapitalpartar.
15) Kapitalflokkur: Ein bólkur av kapitalpørtum, har somu rættindi ella skyldur eru galdandi fyri allan bólkin.
16) Kapitalfelag: Eitt smápartafelag, heruppií eitt íverksetarafelag, ella eitt partafelag, heruppií eitt partnarafelag.
17) Samtak: Eitt móðurfelag og dótturfeløg tess, sbr. § 7.
18) Leiðslan: Allir teir stovnar, sum eru nevndir í nr. 4 og 5. Leiðslulimur kann vera limur í eftirlitsráði, nevnd ella stjórn felagsins.
19) Móðurfelag: Kapitalfelag, sum hevur avgerandi ávirkan á eina ella fleiri dótturfyritøkur, sbr. §§ 6 og 7.
20) Multilateralur handilsfasilitetur: Allýsingin av multilateralum handilsfasiliteti í § 40, stk. 1, í lov om værdipapirhandel m.v. verður nýtt.
21) Partnarafelag: Kommanditfelag, sbr. § 2, stk. 2, í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, har kommanditistarnir í felagnum hava skotið inn ein ávísan kapital, sum er býttur í partabrøv, sbr. kapittul 20.
22) Reassumptión: Fyribils uppafturtøka av búnum eftir eitt kapitalfelag, eftir at felagið er strikað í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. § 235.
23) Reiðarípartafelag: Partafelag, sum rekur reiðaravirksemi, sbr. § 112, stk. 2.
24) Skrásetingardagseting: Tann dagsetingin, tá rættur kapitaleigara til at luttaka á aðalfundi og greiða atkvøðu í tilknýti til sínar kapitalpartar verður ásettur.
25) Reguleraður marknaður: Allýsingin av einum reguleraðum marknaði í § 16, stk. 1, í kongligari fyriskipan nr. 986 frá 11. august 2010 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um virðisbrævahandil o.a. verður nýtt.
26) Umboðaður kapitalur: Kapitalpartar, sum eru umboðaðir á aðalfundinum, og sum annaðhvørt hava atkvøðurætt ella eru uttan atkvøðu, og í viðtøkunum hava fingið umboðanarrætt.
27) Umboðanarrættur: Tann rættur, sum kann verða latin kapitalpørtum uttan atkvøðu at møta á aðalfundinum og luttaka í uppgerðini av tí á aðalfundinum umboðaða partinum av felagskapitalinum. Kapitalpartar við atkvøðurætti hava altíð umboðanarrætt, sbr. § 46.
28) Felagskapitalur: Tað innskot, sum ábyrging kapitaleigaranna er avmarkað til sbrt. hesi lóg, sbr. § 4.
29) Landspartafeløg: Eitt partafelag, sum landið hevur sama tilknýti til, sum móðurfelag til dótturfyritøku, sbr. §§ 6 og 7.”
6. Aftan á § 7 verður sum kapittul 1 a sett:
“Kapittul 1 a
Samskifti
§ 7 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti til og frá Skrásetingini um viðurskifti fevnd av hesi lóg ella reglum givnum sbrt. hesi lóg, skal fara fram talgilt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um talgilt samskifti, heruppií um nýtslu av ávísum talgildum skipanum, serligar talgildar formar, og talgilda undirskrift o.a.t.
Stk. 3. Talgild fráboðan skal verða mett at vera komin fram, tá fráboðanin er atkomulig hjá móttakaranum av fráboðanini.
§ 7 b. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at stovnurin kann skriva út avgerðir og onnur skjøl eftir hesi lóg ella reglum, givnum sbrt. lógini uttan undirskrift, við maskinelt ella á annan hátt endurgivnari undirskrift ella við at nýta tøkni, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum hevur skrivað út avgerðina ella skjalið. Tílíkar avgerðir og tílík skjøl verða javnsett við avgerðir og skjøl við persónligari undirskrift.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at avgerðir og onnur skjøl, sum einans eru tiknar ella skrivaðar út, grundað á elektróniska dataviðgerð, kunnu skrivast út við einans at nevna Skráseting Føroya sum avsendara.
§ 7 c. Verður tað í hesi lóg ella í reglum givnum sbrt. lógini kravt, at skjal, sum onnur enn Skráseting Føroya hava skrivað út, skal verða undirskrivað, kann hetta krav verða lokið við at nýta tøkni, sum tryggjar, at tann, sum hevur skrivað út skjalið, verður eintýðugt eyðmerktur, sbr. tó stk. 2. Tílík skjøl verða javnsett við skjøl við persónligari undirskrift.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um at víkja frá kravinum um undirskrift. Tað kann heruppií ásetast, at víkjast kann frá kravinum um undirskrift fyri ávís sløg av skjølum.”
7. Í § 9, stk. 1, pkt. 2 verður “§ 12, stk. 2, nr. 1,” broytt til: “§ 12, stk. 1,”.
8. “I § 9, stk. 3, pkt. 2 verður “§ 12, stk. 2, nr. 2,” broytt til: “§ 12, stk. 2,”.
9. § 12 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um fráboðan og skráseting um viðurskifti, sum eru skrásetingarskyldug eftur hesi lóg.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um almannakunngering av skrásetingum, skjølum og fráboðanum o.a. í kt-skipan Skráseting Føroya eftir hesi lóg.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjøld fyri skrásetingar og útprent o.a., almannakunngerðing, nýtslu av kt- skipan Skráseting Føroya og áminningarskriv o.a. vegna ov seina rindan.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um árligt gjald fyri umsiting av vinnufelagaligu reglunum og fyri veitingar, sum ikki eru serliga príssettar.”
10. Í § 17, stk. 1 verður eftir “eru hildnar” sett: “heruppií at kapitalgrundarlagið er til staðar”.
11. Í § 18, stk. 1, 1. pkt., verður ”yrki” strikað.
12. § 19 verður strikað.
13. Í § 20, stk. 1, verður eftir “tikin av” sett: “stovnarunum”.
14. 1) Í § 27, stk. 1, nr. 4, verður “at ársfrásøgn kapitalfelagsins ikki skal verða grannskoðað” broytt til: “at kapitalfelagsins ársroknskapur o.a. ikki verður grannkoðaður”.
15. Í § 28, nr. 5, verður eftir “leiðslustovnar kapitalfelagsins” sett: “herupií upplýsingar um leiðsluskipan, sum vald er, sbr. § 111, og í partafeløgum upplýsing um hægsta ella lægsta og hægsta tal av limum í ymsu leiðslustovnunum og møguligum varalimum, umframt valskeið hjá limunum í evsta leiðslustovninum”.
16. § 32, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Uppskot um at stovna kapitalfelagið við hægri ella lægri felagskapitali enn tilskilað í viðtøkunum kann bert verða viðtikið við samtykki frá øllum stovnarum og kapitalteknarum.”
17. § 33, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tað skal til hvørja tíð verða inngoldið 25 pst. av felagskapitalinum tó í minsta lagi 50.000 kr. Inngoldið verður í mun til hvønn einstakan kapitalpart. Er yvirkursur ásettur, skal í partafeløgum allur yvirkursurin inngjaldast, hóast ein partur av felagskapitalinum ikki verður inngoldin. Í smápartafeløgum skal møguligur yvirkursur ikki allur inngjaldast, men kann verða partvíst inngoldin við sama lutfalli sum felagskapitalurin. Verður allur ella ein partur av felagskapitalinum skotin inn við øðrum virðum enn kontantum, sbr. § 35, skal allur felagskapitalurin og møguligur yvirkursur tó inngjaldast fult út.”
18. § 36, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Yvirtekur kapitalfelagið í sambandi við stovnanina eina verandi fyritøku, skal metingarfrágreiðingin innihalda ein byrjanarjavna fyri kapitalfelagið. Byrjanarjavnin skal verða gjørdur í samsvari við tað regluverk, sum felagið ger ársfrásøgn eftir. Byrjanarjavnin skal vera uttan fyrivarni. Er felagið undir grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu, skal byrjanarjavnin harumframt hava váttan um grannskoðan uttan fyrivarni.”
19. Í § 38, stk 1, nr. 1 verður “Ognum, ið eru mátaðar hvør sær, og sum eru lagdar fram í einum árs- ella samtaksroknskapi fyri undanfarna roknskaparár, og roknskapurin er gjørdur” broytt til: “Ognum og skyldum (nettoognum), ið eru mátaðar til dagsvirðið og eru lagdar fram hvør sær í einum árs- ella samtaksroknskapi fyri undanfarna roknskaparár. Árs- ella samtaksroknskapurin skal verða gjørdur”.
20. Í § 38, stk. 2, nr. 1, verður “ognini og virði hennara” broytt til: “ognum og skyldum (nettoognum) og virði teirra,”.
21. § 40, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Kapitalfelagið kann ikki skrásetast uttan so, at minst 25 prosent av samlaða kapitalinum, tó í minsta lagi 50.000 kr, sbr. § 4, stk. 2, er inngoldin, sbr. § 33, stk. 1, 1. pkt. Um yvirkursur er ásettur, skal allur yvirkursurin vera inngoldin sambært § 33, stk. 1. Í sambandi við skráseting ella fráboðan eftir stk. 1, skal sendast inn skjalprógv fyri, at kapitalurin er inngoldin til felagið í seinasta lagi, tá skrásett ella fráboðað verður.”
22. Í § 40, stk. 6, verður “ein avgerandi kapitalpost í einum øðrum kapitalfelagi” broytt til: “ein avgerandi post av eigarapørtum í einari aðrari fyritøku”.
23. § 41, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Verður kapitalfelag stovnað við dagfesting fyri rættarvirknað, sbr. § 40, stk. 3-5, sum liggur eftir dagfestingina av stovningarskjalinum, kann tað í tíðarskeiðinum fram til, at stovnanin av kapitalfelagnum fær rættarvirknað, ikki verða útvegað rættindi ella átiknar skyldur vegna kapitalfelagið.”
24. § 42 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 42. Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins hevur ábyrgdina av, at útvegan av ognum frá stovnarum, kapitaleigarum og limum av kapitalfelagsins leiðslu ikki er felagnum, kapitaleigarum ella áognarum at skaða.
§ 42 a. Kapitalfelagsins útvegan av ognum frá stovnara skal góðkennast av aðalfundinum, um:
1) útveganin fer fram í tíðini frá dagfestingingi av undirskrift á stovningarskjali og til 24 mánaðir eftir, at partafelagið er stovnað, og
2) viðurgjaldið samsvarar við í minsta lagi 1/10 av felagskapitalinum.
Stk. 2. Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins skal til nýtslu í sambandi við aðalfundarinnar avgerð um góðkenning gera eina frágreiðing um tær nærri umstøðurnar viðvíkjandi útveganini.”
25. Í § 43, stk. 1 verður “§ 42, stk. 1” broytt til: “42 a, stk. 1”.
26. § 44, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Høvuðsleiðslan skal almannakunngera frágreiðingina, sbr. § 42 a, stk. 2, og metingarfrágreiðingina ella leiðsluváttina, sbr. § 43, í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at aðalfundurin hevur góðkent útveganina.”
27. Í § 44, stk. 2, verður “§§ 42” broytt til: “§§ 42 a”.
28. Í § 51, stk. 4, pkt. 2, verður “§ 58, stk. 2” broytt til: “§ 58, stk. 1 og 2”.
29. § 52 verður orðað soleiðis:
“§ 52. Eigarabókin hjá kapitalfelag, sum hevur givið út navnakapitalpartar, skal innihalda hesar upplýsingar, sbr. tó stk. 3:
1) Kapitaleigarans samlaðu goymslur av kapitalpørtum.
2) Kapitaleigarans og veðhavarans navn og bústað, og, tá tað snýr seg um fyritøkur, skrásetingartal og heimstað, sbr. stk. 2.
3) Dagfesting fyri útvegan, avhendan ella veðseting, heruppií stødd á kapitalpørtunum.
4) Tey atkvøðurættindi, sum eru knýtt at kapitalpørtunum.
Stk. 2. Er kapitaleigarin ella veðhavarin útlendskur ríkisborgari ella ein útlendskur juridiskur persónur, sbr. § 53, stk. 1, skal onnur skjalváttan leggjast við, sum tryggjar eintýddað eyðmerking av kapitaleigaranum ella veðhavaranum.
Stk. 3. Fyri partafeløg, sum hava givið út eigaraprógv ella hava givið út partabrøv gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð, verður stk. 1 og 2 ikki nýtt.”
30. § 53, stk. 1, 4. pkt. verður orðað soleiðis:
“Er talan um avhending av kapitalpørtum, er uppskriving ikki kravd, sbr. tó stk. 4.”
31. Í § 53 verður sett sum stk. 4:
“Stk. 4. Kapitalfelagið, ella tann, sum førir eigarabókina, skal geva eigarapróvnum átekning um, at uppskriving er framd, ella, tá viðtøkurnar áseta hetta, móti deponering av eigarapróvnum, geva út prógv fyri, at uppskriving er framd.”
32. § 54 verður orðað soleiðis:
“§ 54. Eigarabókin hjá einum partafelag, sum hevur givið út handhavapartabrøv, skal innihalda upplýsing um raðtalið.”
33. Í § 55, stk. 3, 2. pkt., verður eftir “marknaði” sett: “ella einum multilateralum handilsfasiliteti”.
34. 1) Aftan á § 57 verður sett:
“Skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum.
§ 57 a. Tann, sum hevur útvegað sær eitt ella fleiri handhavapartabrøv, og sum hevur minni enn 5 prosent av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella minni enn 5 prosent av felagskapitalinum, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir útveganina skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Skrásetingin sambært stk. 1 skal innihalda upplýsingar um útveganardag, tal av handhavapartabrøvum og fulla navn, bústað og p-tal, ella fyri feløg, v-tal, og heimstað hjá tí, sum útvegar sær handhavapartabrøvini. Um tann, ið útvegar sær handhavapartabrøv, hvørki hevur p-tal ella v-tal, skulu skrásetast aðrar upplýsingar, sum tryggja eina eintýdda eyðmerking av viðkomandi.
Stk. 3. Tá ið eitt ella fleiri handhavapartabrøv, sum eru skrásett sambært stk. 1, verða avhendað, skal tað í seinasta lagi 2 vikur eftir avhendanina skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya, at tann, ið hevur avhendað partabrøvini, ikki longur hevur tey, eins og avhendanardagurin skal skrásetast, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. Skyldan at skráseta eftir stk. 1 og 3 er ikki galdandi, um tey handhavapartabrøv, sum eru ávikavist ognað og avhendað, eru tikin upp til handils á einum reguleraðum marknaði.
Stk. 5. Upplýsingar, sum eru skrásettar Sbrt. stk. 1 og 3, kunnu einans latast víðari til aðrar almennar myndugleikar. Upplýsingar kunnu einans latast víðari, um upplýsingarnar eru neyðugar, fyri at almenni myndugleikin kann røkja sínar eftirlitsuppgávur, og um upplýsingarnar verða latnar í samsvari við løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skráseting av eigaraupplýsingum um handhavapartabrøv í kt-skipan Skráseting Føroya, undir hesum eisini reglur um, hvørjar upplýsingar ávikavist útvegarin ella avhendarin sjálvir kunnu ella skulu skráseta í kt- skipanini.”
35. § 59 verður orðað soleiðis:
“§ 59. Eitt eigaraprógv fevnir um ein ella fleiri kapitalpartar. Eitt eigaraprógv, sum fevnir um fleiri kapitalpartar, skal tilskila stødd á einstøku kapitalpørtunum ella møgulig áljóðandi virði. Eitt eigaraprógv, sum fevnir um ein ella fleiri kapitalpartar, skal tilskila raðtal hjá einstøku partabrøvunum.”
36. Í § 60, stk. 4, verður “raðtal og stødd ella áljóðandi virði kapitalpartsins” broytt til: “kapitalpartsins stødd ella áljóðandi virði, og, tá talan er um handhavapartabrøv, harumframt raðtal”.
37. § 61, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Høvuðsleiðslan skal tryggja, at fremjanin av eini kapitallækking og støddin á kapitallækkingini verður skrásett í eini virðisbrævamiðstøð skjótast til ber, eftir at kapitallækkingin er framd.”
38. Í § 63, 2. pkt. verður “§ 4” broytt til: “§ 4, stk. 1,”.
39. Í § 64, stk. 1, 1. pkt. verður “,sbr. § 7, stk. 1, nr. 2 í lov om værdipapirhandel m.v” strikað.
40. Í § 67, stk. 1, 1. pkt. verður “um kapitalpartar verða avhendaðir“ broytt til: “um kapitalpartar skifta eigarar“.
41. Í § 67, stk. 2 verður “slíka dómsviðgerð” broytt til: “høvuðsdómsviðgerðina”.
42. §§ 70-72 verða orðaðar soleiðis:
“§ 70. Eigur ein kapitaleigari meira enn 9/10 av kapitalpørtunum í einum kapitalfelag, og hevur eigarin samsvarandi part av atkvøðunum, kann viðkomandi kapitaleigari gera av, at hinir minnilutakapitaleigararnir í kapitalfelagnum skulu lata sínar kapitalpartar útloysa av viðkomandi kapitaleigara. Í tí førinum skulu viðkomandi minnilutakapitaleigarar eftir reglunum um innkalling til aðalfund verða bidnir um innan 4 vikur at avhenda sínar kapitalpartar til útloysandi kapitaleigaran. Við somu freist skal tað harumframt við kunngering í kt-skipan Skráseting Føroya heitast á minnilutakapitaleigararnar um at avhenda sínar kapitalpartar til útloysandi kapitaleigaran.
Stk. 2. Treytirnar fyri útloysingini og metingargrundarlagið fyri útloysingarkursinum skulu upplýsast í áheitanini. Harumframt skal upplýsast, at útloysingarkursurin, um semja ikki fæst um hann, verður ásettur eftir reglunum í § 67, stk. 3, av einum metingarfólki, ið er tilnevnt av rættinum. Er talan um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð eftir reglunum í 8. kapitli í lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, galda tær har ásettu reglurnar um prísásetan við útloysingina uttan so, at ein minnilutapartaeigari heitir á útloysandi kapitaleigaran um at fáa metingarfólk at áseta prísin, sbr. tó stk. 4. Innkallingin skal eisini innihalda ta upplýsing, sum er umrødd í stk. 3, 1. pkt. Harumframt skal innkallingin innihalda ummæli frá høvuðsleiðsluni um samlaðu treytirnar fyri útloysingini. At enda skal boðast frá, at kapitalpartarnir, tá ið freistin í stk. 1, 2. pkt., er farin, verða skrivaðir í eigarabók kapitalfelagsins í navni innloysandi kapitaleigarans í samsvari við § 72, stk. 1 og 2. Fyrrverandi minnilutakapitaleigararnir, sum nú eru útloystir, varðveita tó rættin at krevja, at eitt metingarfólk ger eina meting, sbr. § 72, stk. 3. Somu upplýsingar skulu síggjast í kunngeringini sbrt. stk. 1, 1. pkt.
Stk. 3. Um meting metingarfólksins, ella ein avgerð eftir § 67, stk. 3, hevur við sær ein hægri útloysingarkurs, enn útloysandi kapitaleigarin hevur bjóðað, er hesin kursur eisini galdandi fyri teir kapitaleigarar í sama flokki, sum ikki hava biðið um eina meting. Tann, ið hevur biðið um at fáa kursin ásettan, ber útreiðslurnar fyri ásetingini. Hevur ein meting ella ein avgerð við sær ein hægri útloysingarkurs enn tann, ið útloysandi kapitaleigarin hevur bjóðað, kann rætturin, ið hevur tilnevnt metingarfólkið, áleggja útloysandi kapitaleigaranum heilt ella partvíst at rinda útreiðslurnar.
Stk. 4. Er útloysingin eitt framhald av einum sjálvbodnum tilboði, verður kostnaðurin í øllum førum mettur at vera rímiligur, um tilboðið verður góðtikið, og um tilboðsgevarin hevur fingið í minsta lagi 90 prosent av atkvøðugevandi kapitalinum, sum var fevndur av tilboðnum. Er talan um at útloysa eftir eini tilboðsskyldu, verður mótveitingin í tilboðnum í øllum førum mett at vera rímilig.
§ 71. Hevur ein ognan av partabrøvum í einum kapitalfelagi, sum hevur fingið eitt ella fleiri partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, við sær útloysing eftir § 70, stk. 1, ella tilboðsskyldu eftir § 31, stk. 1 í lov om værdipapirhandel m.v., sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, vera reglurnar um prísáseting, ið eru ásettar sbrt. lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, at nýta uttan so, at ein minnilutakapitaleigari biður um, at prísurin verður ásettur av einum metingarfólki, sbr. § 67, stk. 3.
Stk. 2. Er talan um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. § 70, stk. 2, 3. pkt. kann mótveitingin við útloysing vera av sama slagi, sum ásett í upprunaliga yvirtøkutilboðnum frá tilboðsgevara, ella hon kann verða rindað í hondina. Minnilutakapitaleigarar kunnu altíð krevja, at mótveitingin við útloysing verður rindað í hondina.
Stk. 3. Umbøn um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. § 70, stk. 2, 3. pkt. skal vera sett fram í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at tilboðstíðarskeiðið í yvirtøkutilboði tilboðsgevarans er runnið.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útloysing tilboðsgevaranna av hinum kapitaleigarunum, heruppií hvussu partabrævaognanirnar skulu gerast upp í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. § 70, stk. 2, 3. pkt.
§ 72. Hava ikki allir minnilutakapitaleigarar innan ta freist, sum ásett er í § 70, stk. 1, 2. pkt. avhendað kapitalpartar sínar til útloysandi kapitaleigaran, skal útloysandi kapitaleigarin skjótast gjørligt og til fyrimuns fyri viðkomandi minnilutakapitaleigarar, uttan fyrivarni deponera ta útloysingarupphæddina, sum samsvarar við teir kapitalpartar, sum ikki eru avhendaðir, sbr. lov om skyldneres ret til at frigøre sig ved deponering.
Stk. 2. Samstundis, sum deponerað verður, verða møgulig eigaraprógv, sum eru útskrivað fyri útloystar kapitalpartar, mett at vera strikað. Høvuðsleiðslan skal tryggja, at nýggj eigaraprógv fáa átekning um, at tey koma ístaðin fyri tey strikaðu eigaraprógvini.
Stk. 3. Við nýggjari kunngering í kt-skipan Skráseting Føroya og við eini freist upp á í minsta lagi 3 mánaðir skulu fyrrverandi kapitaleigararnir, sum eru útloystir, kunnast um, at rætturin at krevja, at metingarfólk ger metingina, sbr. § 67, stk. 1, er mistur, tá ið freistin er farin. Eisini skal dagfestingin fyri eini møguligari virðismeting ella dómi eftir § 67, stk. 3 upplýsast.”
43. § 74 verður orðað soleiðis:
“§ 74. Í viðtøkum kapitalfelagsins kunnu vera ásetingar um lækking av felagskapitalinum við útloysing av kapitalpørtum (amortisatión), undir hesum ásetingar um, hvussu amortisatiónin verður framd.
Stk. 2. Er tað ásett í viðtøkunum, kann viðurleggingin til kapitaleigararnar, sbr. stk. 1 fara fram við at útgeva obligatiónir.
Stk. 3. Høvuðsleiðslan kann seta í verk amortisatión fyri teir kapitalpartar, sum eru teknaðir eftir, at ásetingarnar um lækking av felagskapitalinum við amortisatión eru tiknar við í viðtøkurnar. Høvuðsleiðslan kann samtykkja neyðugu viðtøkubroytingarnar.
Stk. 4. Tá ið kapitalurin verður lækkaður við amortisatión, skal ikki alment heitast á kravánarar kapitalfelagsins um at boða frá krøvum sínum í kt-skipan Skráseting Føroya, um hesar treytir eru loknar:
1) Lækkingin fer fram við at strika fult inngoldnar kapitalpartar.
2) Kapitalpartarnir eru fingnir annaðhvørt uttan viðurgjald ella fyri eitt viðurgjald, sum ikki fer upp um ta upphædd, sum kann nýtast til vinningsbýti, undir hesum við at geva út obligatiónir.
3) Ein upphædd, sum svarar til virðið á strikaðu kapitalpørtunum, verður sett í serligan grunn.”
44. § 75 verður strikað.
45. § 80, stk. 4 verður strikað.
Stk. 5 verður síðani stk. 4.
46. § 84 verður orðað soleiðis:
“§ 84. Í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, verður rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin hevur ræði á skrásetingardagsetingina.
Stk. 2. Partabrøvini, sum einstaki partaeigarin hevur ræði á, og hansara atkvøðurættindi, verða gjørd upp skrásetingardagsetingina við støði í uppskrivingini av kapitaleigaraviðurskiftunum, sum eru skrásett í eigarabókini, og fráboðanum um eigaraviðurskifti, sum partafelagið hevur fingið við tí endamáli at skriva tey í eigarabókina.
Stk. 3. Skrásetingardagsetingin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Stk. 4. Í viðtøkunum kann verða ásett, at luttøkan á aðalfundi hjá einum partaeigara á alfundi skal verða fráboðað partafelagnum í seinasta lagi 3 dagar, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Fráboðan um luttøku forðar ikki fyri, at partaeigarin, eftir at fráboðan er gjørd, avger at lata seg umboða av fulltrúa.
Stk. 5. Í partafeløgum, sum ikki hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og í smápartafeløgum, kann í viðtøkunum vera ásett:
1) Stk. 1–3 verður at nýta á sama hátt.
2) Stk. 2 verður at nýta á sama hátt.”
47. § 85, pkt. 2, verður strikað, og í staðin verður sett:
“Egnir kapitalpartar og kapitalpartar í dótturfelagnum verða ikki roknaðir uppí, tá atkvøðu- og eigarapartar verða gjørdir upp. Pkt. 2 er tó ikki galdandi, tá kapital- og eigarapartar verða gjørdir upp eftir § 55.”
48. Í § 88, stk. 1, nr. 3 verður “ársfrásøgn” broytt til: “ársroknskapi o.a”.
49. 1) Í § 92, stk. 1, pkt. 2 verður “§ 12, stk. 1, 3. pkt.” broytt til: “§ 7 c”.
50. Í § 96, stk. 2 verður “§ 92, stk. 1 ella 5” broytt til: “§ 92, stk. 1”.
51. 1) Í § 98 verður “grannskoðaða ársfrásøgnin” broytt til: “ársfrásøgnin”.
52. Í § 104, stk. 2 verður eftir pkt. 1 sett:
“Í kapitalfeløgum, sum ikki hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS- landi, kann í viðtøkum kaptalfelagsins verða vikið frá hesum møguleikanum.”
53. Í § 115, nr. 5 verður “fella til gjaldingar, og kapitalfelagið” broytt til: “fella til gjaldingar, og nevndin”.
54. Í § 116, nr. 5 verður “fella til gjaldingar, og kapitalfelagið” broytt til: “fella til gjaldingar, og eftirlitsráðið”.
55. Í § 118, stk. 2, 2. pkt. verður “Kapitalfelagið” broytt til: “Nevndin”.
56. § 119, 2. pkt. verður strikað.
57. 1) Í § 134, 2. pkt. verður “móðurfelagnum” broytt til: “móðurfyritøkuni”.
58. Í § 139, stk. 1, 1. pkt. verður í staðin fyri “Áðrenn eitt kapitalfelag, sum hevur partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði,” sett: “Áðrenn eitt partafelag, sum hevur partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði ella einum multilateralum handilsfasiliteti,”.
59. Í § 142, pkt. 1 verður “nevndarlimum” broytt til: “limum til evsta leiðslustovnin”.
60. Í § 143, nr. 4 verður eftir “starvsfólk um hetta” sett: “heruppií reglur um sjálvbodnar skipanir um starvsfólkaumboðan og rættin hjáa høvuðsleiðslustovninum at broyta kaptalfelagsins viðtøkur sum avleiðing av hesum,”.
61. Í § 144, stk. 4, 3. pkt. verður “ársfrásøgn felagsins” broytt til: “felagsins ársroknskapi o.a.”.
62. § 147, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Staðfestir grannskoðarin, at krøv sbrt. stk. 2 ikki eru lokin, skal grannskoðarin gera eina serliga váttan um hetta til aðalfundin uttan so, at felagsins ársfrásøgn skal góðkennast á aðalfundinum, og viðurskiftini eru nevnd í grannskoðaraátekningini á ársfrásøgnina.”
63. § 148 verður orðað soleiðis:
“§ 148. Broytingar viðvíkjandi grannskoðara, sum er valdur sbrt. § 144, skulu skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya ella fráboðast Skráseting Føroya, sbr. § 9. Um grannskoðaraskifti fer fram, innan starvstíðin er úti, er § 10, stk. 2 galdandi.”
64. Í § 155, stk. 3, nr. 4 verður “§ 158, nr. 5, 6, 9, 10 og 11” broytt til: “§ 158, nr. 2, 6, 7 og 10-12”.
65. 1) Í § 156, stk. 2, nr. 3 verður í staðin fyri “ársfrásøgn felagsins er fevnd av” sett: “felagsins ársroknskapur o.a. er fevndur av”.
66. § 156, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Um avgerðin um kapitalhækkingina skal takast av aðalfundinum, kunnu partaeigararnir í semju avgera at víkja frá stk. 1 og 2. Skal avgerðin um kapitalhækkingina takast av evsta leiðslustovninum eftir heimild frammanundan frá aðalfundinum, sbr. § 155, verður stk. 2 nýtt samsvarandi, tá evsti leiðslustovnurin nýtir heimildina. Evsti leiðsustovnurin kann tó taka avgerð um at víkja frá stk. 2 uttan so, at aðalfundurin í sambandi við veitan av heimildini til evsta leiðslustovnin hevur tikið avgerð um, at ikki kann víkjast frá krøvunum um mannagongdir sbrt. stk. 2.”
67. Í § 158, 1. pkt., og nr. 1, verður “kapitalin” ávikavist “kapitalurin“ broytt til ávikavist: “felagskapitalin” og “felagskapitalurin”.
68. Í § 158 verður sum nýtt nummar sett:
“2) um tað kann verða inngoldið partvíst,”.
Nr. 2-11 verður síðani nr. 3-12.
69. § 159, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“§ 159. Um høvuðsleiðslan nýtir eina heimild, givin sambært § 155, at hækka kapitalin við at tekna nýggjar kapitalpartar, skal avgerðin áseta:
1) Ta lægstu og ta hægstu upphædd, sum felagskapitalurin skal kunnað verða hækkaður við,
2) tekningarkurs og stødd ella tal á kapitapørtunum,
3) nær nýggju kapitalpartarnir geva rætt til vinningsbýti og onnur rættindi í felagnum,
4) metta kostnaðin av hækkingini, sum kapitalfelagið skal rinda,
5) tekningarfreistina og eina freist, sum í minsta lagi er 2 vikur frá tí, at fráboðan verður send kapitaleigarunum, har kapitaleigararnir skulu nýta fortekningarrætt sín,
6) freistina fyri inngjalding av kapitalpørtunum og reglurnar fyri býtið við yvirtekning av teimum kapitalpørtum, sum ikki eru teknaðir við grundarlagi í fortekningarrætti,
7) um nýggju kapitalpartarnir kunnu verða inngoldnir við øðrum virðum enn reiðum peningi, sbr. § 160, ella
8) um nýggju kapitalpartarnir kunnu verða inngoldnir við at umleggja skuld, sbr. § 161.”
70. § 165, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Kapitalfelagið kann geva út fondspartar við at flyta upphæddir til felagskapitalin, sum í seinastu góðkendu ársfrásøgn felagsins eru bókaðar sum
1) flutt yvirskot, ella
2) tiltakspeningur, undantikið tiltakspeningur sbrt. §§ 35 a og 35 b í ársroknskaparlógini, sbr. tó stk. 2.”
71. Í § 165, stk. 5 verður “fráboðað” broytt til: “skrásett ella fráboðað til skrásetingar”.
72. § 169, stk. 2, nr. 2 verður strikað.
Nr. 3-7 verða síðani nr. 2-6.
73. Í § 169, stk. 2, nr. 4 sum verður nr. 3, verður “tekningarfreistina” broytt til: “freistina at tekna kapitalpartar”.
74. Í § 173, stk. 1 og 2 verður eftir “fráboðan” sett: “til skrásetingar”.
75. § 174, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Skráseting av ella fráboðan til skrásetingar um fremjanina av eini kapitalhækking kann ikki verða skrásett, fyrr enn tann felagskapitalur og møguligur yvirkursur, ið skal verða inngoldin eftir hesi lóg, sbr. § 33, ella eftir viðtøkunum, er inngoldin.”
76. § 179, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Høvuðsleiðsla felagsins hevur ábyrgdina av, at tað ikki verður útbýtt meira enn tað, sum ráðiligt er í mun til fíggjarligu støðu felagsins, og, um talan er um móðurfeløg, fíggjarligu støðu samtaksins, og at útbýtanin ikki er til bága fyri felagið ella kravánarar tess, sbr. § 115, nr. 5 og § 116, nr. 5. Høvuðsleiðslan hevur harumframt ábyrgdina av at tað, eftir at útbýtan er farin fram, er dekningur fyri tí tiltakspeningi, sum er bundin sambært lóg ella viðtøkum”.
77. Í § 181 verður eftir pkt. 2 sett:
“Javnin eftir § 36, stk. 3, verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna.”
78. Í § 182, stk. 1, 1. pkt., verður “í minsta lagi” broytt til: “ta fyrstu”.
79. § 182, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Til serligt vinningsbýti eftir stk. 1 og 2 kann bert verða nýttur peningur, sum er fevndur av § 180, stk. 2 og yvirskot og fríur tiltakspeningur, sum er íkomin, ella sum er vorðin fríur eftir tað tíðarskeið, sum tað síðst er latin ársfrásøgn fyri uttan so, at upphæddin er lutað út, nýtt ella bundin.”
80. Í § 183, stk. 5 verður sett sum 4. og 5. pkt.:
“Høvuðsleiðslan skal almennakungera váttanina í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina um at luta út, sbr. § 9, stk. 3. Javnin eftir § 36, stk. 3 verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna.”
81. § 187, stk. 1, 2. pkt. verður strikað.
82. Í § 190, stk. 2, verður eftir 1. pkt. sett.
“Javnin eftir § 36, stk. 3 verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna.”
83. Í § 191, 2. pkt. verður eftir “er” sett: “skrásett ella”.
84. § 192, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Við kapitallækking til útgjald til kapitaleigararnar ella avseting til serligan tiltakspening, sbr. § 188, stk. 1, nr. 2 og 3, skal heitast á kravánarar kapitalfelagsins um innan fyri eina freist upp á 4 vikur, at boða felagnum frá krøvum sínum. Hetta verður framt í sambandi við, at Skráseting Føroya skrásetir og almannakunnger avgerðina um at lækka kapitalin.”
85. Í § 192, stk. 2 verður “teknaður við” broytt til: “hækkaður við tekning av í minsta lagi”.
86. § 192, stk. 3 verður strikað.
87. § 193 verður orðað soleiðis:
“§ 193. Tá ið freistin hjá kravánarunum at boða kapitalfelagnum frá krøvum er farin, sbr. § 192, kann høvuðsleiðslan avgera, at kapitallækkanin verður framd og annaðhvørt rinda kapitaleigarunum ella seta upphæddina av til serligan tiltakspening, um tað er ráðiligt fremja kapitallækkingina, sbr. § 115, nr. 5, § 116, nr. 5, og § 118, stk. 2, 2. pkt., sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. 4 vikur eftir, at freistin hjá kravánarunum at boða kapitalfelagnum frá krøvum er farin, kann Skráseting Føroya, uttan aðra fyriboðan, skráseta, at kapitallækkingin er framd við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at seta upphæddina av til serligan tiltakspening uttan so, at felagið frammanundan hevur skrásett ella fráboðað til skrásetingar hjá Skráseting Føroya, at avgerðin um kapitallækkingina skal strikast, sbr. stk. 3, ella at kapitallækkingin skal fremjast við eini seinni skráseting ella fráboðan til skrásetingar til Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4 og 5. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at ávísar broytingar viðvíkjandi kapitalfelagnum, eftir at avgerðin um kapitallækking er skrásett, sbr. § 191, hava við sær, at avgerðin um kapitallækking verður strikað, ella at kapitallækkingin verður framd við eini seinni skráseting ella við eini fráboðan til skrásetingar til Skráseting Føroya.
Stk. 3. Um ein kapitallækking við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at upphæddin verður sett av til serligan tiltakspening ikki kann fremjast í samsvari við tað, sum er almannakunngjørt, sbr. § 192, ella um tað ikki er ráðiligt at fremja kapitallækkingina, sbr. § 115, nr. 5, § 116, nr. 5, og § 118, stk. 2, 2. pkt., skal høvuðsleiðslan, áðrenn freistin í stk. 2, 1. pkt. er farin, skráseta ella fráboða til skrásetingar, at avgerðin um kapitallækking verður strikað.
Stk. 4. Ein kapitallækking til útgjald til kapitaleigararnar ella til avsetan í serligan tiltakspening kann ikki fremjast, um krøv, sum eru fráboðað og fallin til gjaldingar, ikki eru goldin, og um umbiðin trygd ikki er sett fyri ávikavist krøvum, sum ikki eru fallin til gjaldingar, og krøvum, ið ósemja er um. Skráseting Føroya ger av, eftir áheitan frá einum av pørtunum, um ein bjóðað trygd verður mett at vera nøktandi.
Stk. 5. Ein kapitallækking við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at upphæddin verður sett av til serligan tiltakspening, skal skrásetast ella fráboðast til skrásetingar, sbr. § 9, í seinasta lagi innan freistin at senda inn ta ársfrágreiðingina, har avgerðin um kapitallækkingina er, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at avgerðin um kapitallækkingina er tikin. Verður farið út um freistina, missir avgerðin um at gjøgnumføra kapitallækkingina sítt gildi”.
88. § 197, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“§ 197. Útvegar kapitalfelag sær egnar kapitalpartar móti viðurgjaldi, kann hetta bert vera við upphæddum, sum kunnu nýtast til útlutan av vinningsbýti, sbr. § 180, stk. 2.”
89. § 219, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Likvidator kann til eina og hvørja tíð verða settur frá av tí, sum hevur valt ella tilnevnt viðkomandi.”
90. § 220, stk. 1, pkt. 2, verður strikað.
91. § 220, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Tá avgerð um at fara í likvidatión er tikin í kapitalfelagnum, kunnu ikki fremjast skrásetingar viðvíkjandi kapitalfelagnum, tó burtursæð frá hesum:
1) Broyting av likvidator.
2) Broyting av felagsins grannskoðara, um felagið hevur ein slíkan, sum er valdur at grannskoða felagsins ársroknskap o.a.
3) Kapitalhækking.
4) Broyting av viðtøkunum sum avleiðing av avgerð aðalfundarinnar um at broyta eina fyrr tikna avgerð um grannskoðan av kapitalfelagsins komandi ársroknskapum o.a., um kapitalfelagið ikki er umfatað av grannskoðaraskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggavu, sbr. § 88, stk. 1, nr. 3.
5) Broyting av felagsins heimstaðadressu til likvidators adressu, um tað er ikki er møguligt at fáa samband við felagið á adressuni higartil, ella um ítøkiligu umstøðurnar í undantaksførum tala fyri tí.
6) Uppafturtøka, sbr. § 231.
7) Kloyving, sbr. tó § 246, stk. 1 og § 247, stk. 1.”
92. § 221, stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis:
“§ 221. Við skráseting og almannakunngering í kt-skipan Skráseting Føroya eftir § 220, stk. 1 verður heitt á kravánarar felagsins um í seinasta lagi 3 mánaðir frá dagfestingini av almannakunngerðingini at fráboða krøv síni til likvidator.”
93. Í § 223, stk. 1 verður “§ 224, stk. 3” broytt til: “§ 224, stk. 2”.
94. § 224, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 224. Tá búviðgerðin er endað, kann aðalfundurin taka avgerð um endaliga likvidatión av felagnum. Búviðgerðin skal ikki enda, áðrenn møgulig trætumál sbrt. § 221, stk. 3, 2. pkt. eru endaliga avgjørd. Likvidatiónsinntøkan kann verða útlutað áðrenn, ella eftir at búviðgerðin er endað, sbr. tó § 223.”
95. § 228 verður orðað soleiðis:
“§ 228. Tá Skráseting Føroya hevur tikið avgerð um, at eitt kapitalfelag skal tvingsilsavtakast, kann ikki takast avgerð um broytingar av skrásettu viðurskiftunum viðvíkjandi felagnum, tó undantikið hesi:
1) Setan av einum likvidator, tilnevndur av skiftirættinum, sbr. § 227, stk. 3, 1. pkt.
2) Broyting av likvidator, tilnevndur av skiftirættinum.
3) Setan av grannskoðara, tilnevndur av skiftirættinum, sbr. § 227, stk. 3, 2. pkt.
4) Broyting av grannskoðara, tilnevndur av skiftirættinum.
5) Uppafturtøka, sbr. § 232.
6) Samanlegging, sbr. §§ 223- 253, sbr. tó stk. 2.
7) Kloyving, sbr. §§ 254-270, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Avgerð um samanlegging ella kloyving krevur, at skiftirætturin ella tann likvidator, sum skiftirætturin møguliga hevur tilnevnt, góðkennir hetta.
Stk. 3. Um eitt framhaldandi felag í eini samlegging, ella tað móttakandi felagið í eini kloyving, er undir tvingsilsavtøku, kann avgerð um transaktiónina bert takast, um tað samstundis verður tikin avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr. § 232.”
96. § 229 verður orðað soleiðis:
“§ 229. Í tíðarskeiðinum frá tí, at kapitalfelagið er sent skiftirættinum, og til annaðhvørt likviditator er tilnevndur, ella felagið er avtikið, kann undanfarna leiðsla einans fremja tær dispositiónir, sum eru neyðugar, og sum kunnu fremjast uttan skaða fyri felagið og kravánarar.
Stk. 2. Undanfarna leiðsla hevur skyldu til í neyðugan mun at vera skiftirættinum og einum møguligum likvidator til hjálpar við upplýsingum um virksemi felagsins. Tað sama er galdandi fyri møguligan grannskoðara, um skiftirætturin ikki kann fáa upplýsingar til vega frá undanfarnu leiðslu. Leiðslan og grannskoðarin skulu lata skiftirættinum tær upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at skiftirætturin, heruppií eisini ein møguligur likvidator, kann meta um verandi og komandi krøv.
Stk. 3. Í samtøkum hevur leiðslan í dótturfeløgum somuleiðis skyldu til at vera skiftirættinum og einum møguligum likvidatori, tilnevndur av skiftirættinum sbrt. stk. 2, til hjálpar, um móðurfelagið verður sent til avtøku.
Stk. 4. Skiftirætturin kann kalla inn fyrrverandi limir í leiðsluni og grannskoðara felagsins til fundar í skiftirættinum við tí endamáli at fáa til vega upplýsingar eftir stk. 2 og 3.”
97. § 231, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Um útlutan eftir § 223 ikki er byrjað, kunnu kapitaleigarar, við atliti til § 106, avgera at taka felagið uppaftur. Tað er ein treyt fyri uppafturtøku, at vald verður leiðsla og møguligur grannskoðari, og at gjørd verður ein váttan frá einum metingarfólki, sbr. § 37, um at kapitalurin er til staðar. Felagskapitalurin skal verða niðurskrivaður til ta upphædd, sum er til staðar. Er felagskapitalurin eftir tað lægri enn kapitalkravið, sbr. § 4, stk. 2, skal hann verða hækkaður til í minsta lagi hesa upphædd.”
98. § 231, stk. 3 verður strikað.
99. Í § 232, stk. 1 verður eftir “fráboðan” sett: “til Skráseting Føroya”.
100. Í § 232 verður sett sum stk. 3-5:
“Stk. 3. Er eitt kapitalfelag latið til tvingsilsavtøku, er tað ein treyt fyri at taka felagið uppaftur, at tey viðurskiftini, sum grundaðu, at felagið varð latið til tvingsilsavtøku, eru rættað. Rættingin skal verða framd í seinasta lagi samstundis við avgerðina um uppafturtøku, sbr. § 231, stk. 1. Skjalprógv um rættaðu viðurskiftini skal latast inn samstundis við fráboðanini, sbr. stk. 1. Hevur kapitalfelagið, tá áheitan um uppafturtøku verður latin inn, enn ikki latið ársfrásøgn fyri roknskaparár, har innlatingarfreistin er farin, er innlating av hesum ársfrásagnum ein treyt fyri uppafturtøku.
Stk. 4. Hevur skiftirætturin tilnevnt likvidator, skal hesin samtykkja í uppafturtøkuni.
Stk. 5. Hevur rætturin tikið avgerð um tvingsilsavtøku, sbr. § 230, kann uppafturtøka ikki fara fram.”
101. Í § 233 verður eftir stk. 4 sett:
“Stk. 5. Eitt kapitalfelag, sum er undir trotabúarviðgerð, kann luttaka í samanleggingum sum tað uppathaldandi felagið, og kann luttaka í kloyvingum sum innskjótandi felagið, um kurator góðtekur tað.”
102. § 235, stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis:
“Skiftirætturin kann gera av, at búgvið eftir eitt kapitalfelag, sum verður tikið av við gjaldsváttan, sbr. § 216, ella sum eftir endaða likvidatión er strikað í kt-skipan Skráseting Føroya, skal reassumerast, um tað koma fram fleiri ognir at býta út”.
103. Í § 236 verður sett sum 3. pkt.:
“Avhendanirnar kunnu verða framdar, uttan samtykki frá kravánarunum”.
104. Í § 237, stk. 2, verður “§ 248, stk. 2 og 3” broytt til: “§ 248, stk. 2- 4”.
105. 1) Í § 237, stk. 3, nr. 6 verður “partabrøvum” broytt til: “kapitalpartar”.
106. § 238 verður orðað soleiðis:
“§ 238. Høvuðsleiðslan í hvørjum einstøkum av teim verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í samanleggingini, skal gera eina skrivliga frágreiðing, har greitt verður frá og grundgivið fyri, sbr. tó stk. 2, ætlaðu samanleggingini, heruppií eini møguligari samanleggingarætlan. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um ásetanina av viðurgjaldinum fyri kapitalpartarnar í teimum uppathaldandi kapitalfeløgunum, heruppií serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina, og upplýsing um gerð av metingarfrágreiðing, um hendan skal gerast sbrt. § 240.
Stk. 2. Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast ein samleggingarfrágreiðing.”
107. § 239 verður orðað soleiðis:
“§ 239. Er samanleggingarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri kapitalfelagið viðvíkur, er endað, skal fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gerast ein millumjavni, sbr. tó stk. 4 og 5.
Stk. 2. Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingarætlan er vald frá, sbr. § 237, stk. 2, skal fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gerast ein millumjavni, um avgerðin um frával av samanleggingarætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir, at tað roknskaparárið er endað, sum kapitalfelagsins seinasta ársfrásøgn viðvíkur, sbr. tó stk. 4 og 5.
Stk. 3. Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tað regluverk, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn eftir, skal ikki hava eina uppgerðardagseting, sum liggur meira enn 3 mánaðir áðrenn undirskrivingina av ella avgerðina um frával av samanleggingarætlan. Millumjavnin skal verða grannskoðaður, um kapitalfelagið er umfatað av grannskoðaraskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at millumjavni ikki skal gerast, hóast ein møgulig samanleggingarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri felagið viðvíkur, er endað.
Stk. 5. Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt fyri kapitalfeløg, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, og sum hava almannakunngjørt eina hálvársfrásøgn sbrt. ársroknskaparlógini, um hálvársfrásøgnin inniheldur ein grannskoðaðan hálvársroknskap fyri felagið, og hálvársfrásøgnin verður gjørd atkomulig fyri felagsins kapitaleigarunum.”
108. § 240, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Metingarfrágreiðingin nýtist ikki at verða gjørd, um tað í staðin verður gjørt eitt metingarmansummæli um ta ætlaðu samanleggingarætlanina, sbr. § 241, ella ein metingarmansváttan um støðu kravánaranna, sbr. § 242”.
109. Yvirskriftin áðrenn § 241 verður orðað soleiðis:
“Metingarmansummæli um ætlaðu samanleggingina, heruppií um eina møguliga samanleggingarætlan.”
110. § 241, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Fyri hvørt kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gera eitt ella fleiri óheft metingarfólk skrivligt ummæli av samanleggingarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingrætlan er vald frá, sbr. § 237, stk. 3, skal metingarfólkið gera eitt skrivligt ummæli av ætlaðu samanleggingini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast eitt tílíkt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu samanleggingina, sbr. 1. og 2. pkt.”
111. Yvirskriftin áðrenn § 242 verður orðað soleiðis:
“Metingarmansváttan um støðu kravánaranna”
112. § 242 verður orðað soleiðis:
“§ 242. Metingarfólkini skulu, umframt ta í § 241 nevndu váttan, harumframt geva eina váttan um, hvørt kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina í mun til verandi støðu. Kapitaleigararnir kunnu tó í semju gera av, at slík váttan ikki skal gerast um støðu kravánaranna.”
113. § 243, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 242, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina, ella er váttan um støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngering Skráseting Føroya eftir § 244, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngeringina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið.”
114. § 243, stk. 6 verður strikað.
115. Yvirskriftin áðrenn § 244 verður orðað soleiðis:
“Innlating av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, heruppií møgulig samanleggingarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna”
116. § 244 verður orðað soleiðis:
“§ 244. Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig samanleggingarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av samanleggingarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av samanleggingarætlanini ikki almannakunngerast, og samanleggingin kann tí ikki samtykkjast.
Stk. 2. Hava luttakandi feløgini nýtt møguleikan at frávelja gerð av samanleggingarætlan, sbr. § 237, stk. 2, skal hetta fráboðast Skráseting Føroya við tilskilan av navni og skrásetingarnummari á teimum luttakandi feløgunum.
Stk. 3. Váttanin frá metingarfólki um støðu kravánaranna, sbr. § 242, 1. pkt. skal sendast inn til Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. Er møguleikin nýttur at frávelja gerð av váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna, skal hetta fráboðast Skráseting Føroya við tilskilan av navni og skrásetingarnummari á teimum feløgum, sum luttaka í samanleggingini.
Stk. 5. Upplýsingar og møgulig skjøl, sum Skráseting Føroya fær, sbr. stk. 1-4, verða almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. Um kravánararnir hava rætt at fráboða síni krøv, sbr. § 243, inniheldur almannakunngering Skráseting Føroya upplýsing um hetta.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um almannakunngering hjá kapitalfeløgum av møguligari samanleggingarætlan og møguligum tilhoyrandi skjølum.”
117. § 245 verður orðað soleiðis:
“§ 245. Avgerð um at fremja eina samanlegging kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. § 244, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi § 244, stk. 1 og 2, og viðvíkjandi § 244, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini.
Stk. 2. Er talan um eina samanlegging, har einans smápartafeløg luttaka, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 242, meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir samanleggingina, kunnu smápartaeigararnir, eftir at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina sbrt. § 244, stk. 5 semjast um at víkja frá freistini eftir stk. 1.
Stk. 3. Í eini samanlegging, har eingin samanleggingarætlan er, sbr. § 237, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir § 244, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja samanleggingina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. § 242, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum eru nóg væl tryggjaðir eftir samanleggingina.
Stk. 4. Um tað uppathaldandi kapitalfelagið hevur endað eitt roknskaparár, áðrenn rættindi og skyldur hjá uppathaldandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til framhaldandi kapitalfelagið, og aðalfundurin ikki enn hevur góðkent ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið, skal aðalfundurin góðkenna ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeiðið í seinasta lagi samstundis, sum samtykt er at fremja samanleggingina.
Stk. 5. Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av samanleggingini.
Stk. 6. Fremjanin av samanleggingini skal vera í samsvari við samanleggingarætlanina, um ein samanleggingarætlan er gjørd. Verður samanleggingin ikki samtykt í samsvari við eina møguligt almannakunngjørda samanleggingarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur.
Stk. 7. Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá kapitaleigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina samanlegging skal takast uttan so, at kapitaleigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri kapitaleigararnar undan aðalfundinum ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 8:
1) Samanleggingarætlanin.
2) Fyri hvørt av verandi kapitalfeløgunum ársfrásagnirnar fyri 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til.
3) Samanleggingarfrágreiðing.
4) Millumjavni.
5) Metingarfrágreiðing um apportinnskot.
6) Ummæli metingarfólksins av samanleggingini, heruppií av eini møguligari samanleggingarætlan.
7) Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum.
Stk. 8. Kapitaleigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk. 7.”
118. 1) Í § 246, stk. 3 og § 247, stk. 2 verður “samanleggingarætlanini” broytt til: “upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, heruppií eina møguliga samanleggingarætlan”.
119. Í § 247, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett:
“Er kapitalfelagið undir likvidatión, kann avgerð um samanlegging bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar enn ikki er byrjað, og aðalfundurin samstundis tekur avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr. § 231.”
120. Í § 248, verður eftir stk. 1 sum nýtt stykki sett:
“Stk. 2. Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingarætlan er vald frá, sbr. § 237, stk. 2, skulu høvuðsleiðslurnar upplýsa um hendingar av týðandi týdningi, heruppií týðandi broytingar í aktivum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðini millum fíggjarjavnadagin í ársfrásøgnini, sum felagið seinast hevur latið, og aðalfundin.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
121. § 248, stk. 2, sum verður stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Í eini samanlegging, har tað bert luttaka smápartafeløg, skal tað í sambandi við, at tað verður samtykt, at samanleggingin skal fremjast, eisini takast støða til fylgjandi viðurskifti, uttan so at viðkomandi upplýsingar síggjast í eini møguligari samanleggingarætlan, sbr. § 237:
1) Navn á smápartafeløgunum og møgulig hjánøvn, heruppií um navnið ella hjánavnið á einum uppathaldandi felagi sum navn ella hjánavn skal vera hjá tí framhaldandi felagnum.
2) Viðurlagið fyri smápartarnar í einum uppathaldandi felagi.
3) Tíðina tá smápartarnir, sum møguliga verða veittir sum viðurlag, geva rætt til útbýti.
4) Tíðina tá rættindi og skyldur hjá einum uppathaldandi felagi roknskaparliga skulu metast at vera farnar yvir.
5) Viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29, um tað við samanleggingini verður skapt eitt nýtt smápartafelag.”
122. Í § 248, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “krøvini í stk. 2” broytt til: “krøvini í stk. 3”.
123. Í § 249, stk. 3, verður “ætlanini” broytt til: “ætlaðu samanleggingini”.
124. § 250 verður orðað soleiðis:
“§ 250. Samanleggingin verður at meta sum framd, og eitt uppathaldandi kapitalfelag verður at meta sum avtikið, og rættindi og skyldur tess verða at meta sum farin yvir til tað framhaldandi kapitalfelagið í síni heild, sbr. tó stk. 2, tá:
1) Samanleggingin er avgjørd í øllum teimum verandi feløgunum, sum luttaka í samanleggingini.
2) Krøv hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir § 243, eru avgjørd.
3) Kravið hjá kapitaleigarunum um samsýning eftir § 249 er avgjørt, ella tá nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu samanleggingina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi.
4) Treytirnar í stk. 6 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar.
5) Stjórn er sett, um tað sum partur av samanleggingini verður skipað eitt nýtt kapitalfelag, sum skal hava eina leiðsluskipan, har evsta leiðslan annaðhvørt er ein nevnd ella eitt eftirlitsráð, sbr. § 111, stk. 1.
Stk. 2. Um rættindi og skyldur hjá uppathaldandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til framhaldandi kapitalfelagið eftir, at avgerðin um at fremja samanleggingina er tikin, fær samanleggingin rættarvirknað, sbr. 2. og 3. pkt., tá ið roknskaparligi virknaðurin tekur við. Roknskaparligi virknaðurin kann ikki taka við seinni enn 2 vikur eftir avgerðina um at fremja samanleggingina, tó ikki eftir, at samanleggingin er skrásett ella fráboðað til skrásetingar. Fyri luttakandi kapitalfeløgini skulu bæði roknskaparligi virknaðurin og avgerðin um at fremja samanleggingina ávikavist fáa virknað og verða tikin í sama roknskaparári.
Stk. 3. Tá treytirnar eftir stk. 1 og 2 eru loknar, verða teir kapitaleigarar í einum uppathaldandi kapitalfelag, sum fáa viðurgjald við kapitalpørtum, kapitaleigarar í framhaldandi kapitalfelagnum.
Stk. 4. Viðurgjald kann ikki veitast fyri kapitalpartar í einum uppathaldandi kapitalfelag, sum er ogn hjá kapitalfeløgunum, sum leggja saman. § 31 og § 153, stk. 2 verða at nýta samsvarandi við samanlegging.
Stk. 5. Kapittul 3 um stovnan, kapittul 10 um at hækka kapitalin og kapittul 14 um at avtaka kapitalfelagið verða ikki at nýta í sambandi við eina samanlegging uttan so, at tað skilst á ásetingunum um samanlegging, sbr. §§ 236-252.
Stk. 6. Verður eitt nýtt kapitalfelag skapað við samanleggingini, og verða høvuðsleiðsla og grannskoðari ikki vald beint eftir, at aðalfundurin hevur samtykt samanleggingina, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir hetta verða hildin aðalfundur í nýggja kapitalfelagnum, har evsta leiðsla og møguligur grannskoðari verða vald. Aðalfundurin skal harumframt taka avgerð um, hvørt komandi ársroknskapir kapitalfelagsins skulu verða grannskoðaðir, um kapitalfelagið ikki er fevnt av grannskoðanarskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.”
125. § 251, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Samtykta samanleggingin skal fyri hvørt kapitalfelag verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at samanleggingin er samtykt í øllum teimum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í samanleggingini. Framhaldandi kapitalfelagið kann skráseta ella fráboða samanleggingina vegna luttakandi kapitalfeløgini. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í § 245, stk. 7, nr. 3-7, um tey eru gjørd. Samtykta samanleggingin kann í fyrsta lagi vera skrásett, tá samanleggingin hevur fingið rættarvirknað eftir § 250, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Samtykta samanleggingin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, í seinasta lagi tá ið freistin at senda inn ársfrásøgnina fyri tað tíðarskeið, tá samanleggingin fær roknskaparligan virknað, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya sambært § 244, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina. Verður farið út um aðra av hesum freistum, er avgerðin um at fremja samanleggingina ikki longur galdandi, og ein møgulig samanleggingarætlan eftir § 237 verður mett at vera fallin burtur.”
126. Í § 252, 2. pkt., verður “§ 238 og” strikað.”
127. Í § 253 verður “§ 244, stk. 1, 1. og 2. pkt., og stk. 2, 1. pkt.,” broytt til: “§ 244, stk. 1, 2 og 5,”.
128. Í § 254, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“§ 254. Aðalfundurin í einum kapitalfelag kann taka avgerð um at kloyva kapitalfelagið. Við kloyvingini verða ognir og skyldur í síni heild avhendaðar til fleiri verandi ella nýggj parta- ella smápartafeløg, sum verða skapt í sambandi við at kloyvingin verður framd, móti viðurgjaldi til kapitaleigararnar í innskjótandi kapitalfelagnum. Aðalfundurin kann við sama meiriluta taka avgerð um at kloyva, har kapitalfelagið avhendar ein part av ognum og skyldum sínum til eitt ella fleiri verandi ella nýggj kapitalfeløg, sum verða skapt í sambandi við, at kloyvingin verður framd.”
129. Í § 254, stk. 2, verður “tá kloyvingarætlanin varð almannakunngjørd” til: “tá Skráseting Føroya almannakunnger, sbr. 262, stk. 5, viðvíkjandi § 262, stk. 1 ella 2”.
130. § 254, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Um eitt ella fleiri av móttakandi kapitalfeløgunum í eini kloyving verða skapað sum liður í eini aðrari kloyving ella samanlegging, sum ikki er framd, skal hetta síggjast í kloyvingarætlanini, sbr. § 255, ella um so er, at kloyvingarætlanin er vald frá, síggjast av avgerðini um samtyktina av kloyvingini, sbr. § 266. Ein kloyving til nýggj móttakandi kapitalfeløg, sum verða skapað sum liður í eini aðrari kloyving ella samanlegging, skal verða framd í beinleiðis framhaldi av tí kloyving ella samanlegging, sum nýggju feløgini verða skapað sum liður í, sbr. § 269.”
131. Í § 255, stk. 2, verður “§ 266, stk. 2 og 3” broytt til: “§ 266, stk. 2, 3 og 4”.
132. Í § 255, stk. 5 og 6, verður eftir “stk. 3, nr. 3” sett: “ella § 266, stk. 3”.
133. § 256 verður orðað soleiðis:
“§ 256. Høvuðsleiðslan í teim verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í kloyvingini, skal gera eina skrivliga frágreiðing, har greitt verður frá og grundgivið fyri ætlaðu kloyvingini, heruppií ein møgulig kloyvingarætlan, sbr. tó stk. 2. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um ásetanina av viðurgjaldinum fyri kapitalpartarnar í tí innskjótandi kapitalfelagnum, heruppií serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina og upplýsing um gerð av metingarfrágreiðing, um hendan sbrt. § 258 skal gerast”.
Stk. 2. Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at kloyvingarfrágreiðing ikki skal gerast.”
134. § 257 verður orðað soleiðis:
“§ 257. Er kloyvingarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri kapitalfelagið viðvíkur, er endað, skal, fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gerast ein millumjavni, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Í eini kloyving, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. § 255, stk. 2, skal fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gerast ein millumjavni, um avgerðin um frával av kloyvingarrætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir, at tað roknskaparárið er endað, sum kapitalfelagsins seinasta ársfrásøgn viðvíkur, sbr. tó stk. 4 og 5.
Stk. 3. Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tað regluverk, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn eftir, skal ikki hava eina uppgerðardagseting, sum liggur meira enn 3 mánaðir áðrenn undirskrivingina av ella avgerðina um frával av kloyvingarætlan. Millumjavnin skal verða grannskoðaður, um kapitalfelagið er umfatað av grannskoðaraskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at millumjavni ikki skal gerast, hóast ein møgulig kloyvingarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri felagið viðvíkur, er endað.
Stk. 5. Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt fyri kapitalfeløg, virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, og sum hava almannakunngjørt eina hálvársfrásøgn sbrt. ársroknskaparlógini, um hálvárfrásøgnin inniheldur ein grannskoðaðan hálvársroknskap fyri felagið, og hálvársfrásøgnin verður gjørd atkomulig fyri felagsins kapitaleigarum.”
135. Í § 258 verður eftir stk. 1 sett sum nýtt stk.:
“Stk. 2. Metingarfrágreiðingin nýtist ikki at verða gjørd, um tað í staðin verður gjørt eitt ummæli frá metingarfólki um tað ætlaðu kloyvingina, sbr. § 259, ella gjørd ein váttan frá metingarfólki, sbr. § 260.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
136. Yvirskriftin áðrenn § 259 verður orðað soleiðis:
“Um ummæli frá metingarfólki um ætlaðu kloyvingina, heruppií um eina møguliga kloyvingarætlan.”
137. § 259, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri hvørt kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gera eitt ella fleiri óheft metingarfólk skrivligt ummæli av kloyvingarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini samanlegging, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. § 255, stk. 2, stk. 3, skal metingarfólkið gera eitt skrivligt ummæli av ætlaðu kloyvingini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast eitt tílíkt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu kloyvingina, sbr. 1. og 2. pkt.”
138. Í § 260, 1. pkt., verður eftir “eftir samanleggingina” sett: “í mun til felagsins verandi støðu”.
139. § 261, stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis:
“Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 260, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir kloyvingina, ella er váttan um støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngering Skráseting Føroya eftir § 262, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngeringina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið.”
140. § 261, stk. 6, verður strikað.
141. Yvirskriftin áðrenn § 262 verður orðað soleiðis:
“Innlatan av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina , heruppií møgulig kloyvingarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna.”
142. § 262 verður orðað soleiðis:
“§ 262. Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig kloyvingarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av kloyvingarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av kloyvingarætlanini ikki almannakunngerast, og kloyvingin kann tí ikki samtykkjast.
Stk. 2. Hava luttakandi kapitalfeløgini avgjørt ikki at gera eina kloyvingarætlan, sbr. § 255, stk. 2, skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um nøvn og v-tøl hjá luttakandi kapitalfeløgunum.
Stk. 3. Váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna, sbr. § 260, 1. pkt., skal sendast Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. Er møguleikin at velja váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna frá, brúktur, sbr. § 260, 2. pkt., skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um nøvn og v-tøl hjá kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini.
Stk. 5. Móttøkan av teimum skjølunum, sum eru nevnd í stk. 1-4, verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. Hava kravánararnir rætt at fráboða krøv síni, sbr. § 261, skal hetta upplýsast í almannakunngeringini frá Skráseting Føroya.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur, tá ið kapitalfeløg almannakunngera møguliga kloyvingarætlan og møgulig skjøl, ið fylgja við.”
143. § 263 verður orðað soleiðis:
“§ 263. Avgerðin um at fremja eina kloyving kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. § 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi § 262, stk. 1 ella 2, og viðvíkjandi § 262, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini.
Stk. 2. Er talan um eina kloyving, har einans smápartafeløg luttaka, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 260, meta, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir kloyvingina, kunnu smápartaeigararnir semjast um, eftir at Skráseting Føroya, sbr. § 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, at víkja frá freistini eftir stk. 1.
Stk. 3. Í eini kloyving, har eingin kloyvingarætlan er gjørd, sbr. § 255, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir § 262, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja kloyvingina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. § 260, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir kloyvingina.
Stk. 4. Um tað innskjótandi kapitalfelagið heldur uppat sum liður í kloyvingini og hevur endað eitt roknskaparár, áðrenn rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til móttakandi feløgini, og aðalfundurin ikki enn hevur góðkent ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið, skal aðalfundurin góðkenna ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið í seinasta lagi samstundis, sum samtykt er at fremja kloyvingina.
Stk. 5. Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av kloyvingini.
Stk. 6. Fremjanin av kloyvingini skal vera í samsvari við kloyvingarætlanina, um ein kloyvingarætlan er gjørd. Verður kloyvingin ikki samtykt í samsvari við eina møguliga almannakunngjørda kloyvingarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur.
Stk. 7. Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá kapitaleigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina kloyving skal takast uttan so, at kapitaleigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri kapitaleigararnar undan aðalfundinum ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 8:
1) Kloyvingarætlanin.
2) Fyri hvørt av verandi kapitalfeløgunum ársfrásagnirnar fyri 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til.
3) Kloyvingarfrágreiðing.
4) Millumjavni.
5) Metingarfrágreiðing um apportinnskot.
6) Ummæli metingarfólksins av ætlaðu kloyvingini, heruppií av eini møguligari kloyvingarætlan.
7) Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum.
Stk. 8. Kapitaleigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk. 7.”
144. Í § 265, stk. 1, verður sum 2. pkt. sett:
“Er eitt kapitalfelag í likvidatión, kann avgerð um kloyving bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar enn ikki er byrjað, og aðalfundurin samstundis tekur avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr. § 231.”
145. 1) Í § 265, stk. 2 verður “kloyvingarætlanini” broytt til: “upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, heruppií eina møgliga kloyvingarætlan”.
146. Í § 266 verður eftir stk. 1 sett sum nýtt stykki:
“Stk. 2. Í eini kloyving, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. § 255, stk. 2, skulu høvuðsleiðslurnar upplýsa um hendingar av týðandi týdningi, heruppií týðandi broytingar í aktivum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðini millum fíggjarjavnadagin í ársfrásøgnini, sum felagið seinast hevur latið, og aðalfundin.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
147. § 266, stk. 2 sum verður stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Í eini kloyving, har tað bert luttaka smápartafeløg, skal tað í sambandi við, at tað verður samtykt, at kloyvingin skal fremjast, eisini takast støða til fylgjandi viðurskifti, uttan so at viðkomandi upplýsingar síggjast í eini møguligari kloyvingarætlan, sbr. § 255:
1) Navn á smápartafeløgunum og møgulig hjánøvn, heruppií um navn ella hjánavn hjá innskjótandi felagnum skulu verða tikin upp sum hjánavn fyri eitt móttakandi felag.
2) Býtið av teimum ognum og skyldum, sum fara yvir ella verða verandi í smápartafeløgunum, sum luttaka í kloyvingini.
3) Viðurlagið fyri smápartarnar í tí innskjótandi felagnum, heruppií býtið av hesum.
4) Nær teir smápartar, sum møguliga verða latnir sum viðurgjald, geva rætt til vinningsbýti.
5) Nær rættindi og skyldur í innskjótandi smápartafelagnum roknskaparliga eru at meta sum farin yvir.
6) Viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29, um nýtt smápartafelag verður skapt við kloyvingini.“
148. Í § 266, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “krøvini í stk. 2” broytt til: “krøvini í stk. 3”.
149. Í § 267, stk. 3, verður “ætlanina, heruppií viðurgjaldið, sbr. § 241,” broytt til: “ætlaðu kloyvingina, heruppií viðurgjaldið, sbr. § 259”.
150. § 268 verður orðað soleiðis:
“§ 268. Kloyvingin verður at meta sum framd, og rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum verða at meta sum farin yvir til móttakandi kapitalfeløgini, sbr. tó stk. 2, tá:
1) Kloyvingin er samtykt í øllum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í kloyvingini.
2) Krøv hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir § 261, eru avgjørd.
3) Kravið hjá kapitaleigarunum um samsýning eftir § 267 er avgjørt, ella tá nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu kloyvingina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi.
4) Treytirnar í stk. 6 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar.
5) Stjórn er sett, um tað við kloyvingini verða skipað eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg, sum skulu hava eina leiðsluskipan, har evsta leiðslan annaðhvørt er ein nevnd ella eitt eftirlitsráð, sbr. § 111, stk. 1.
Stk. 2. Um rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til móttakandi kapitalfeløgini eftir, at avgerðin um at fremja kloyvingina er tikin, fær kloyvingin rættarvirknað, sbr. 2. og 3. pkt., tá ið roknskaparligi virknaðurin tekur við. Roknskaparligi virknaðurin kann ikki taka við seinni enn 2 vikur eftir avgerðina um at fremja kloyvingina, tó ikki eftir, at kloyvingin er skrásett ella fráboðað til skrásetingar. Fyri luttakandi kapitalfeløgini skulu bæði roknskaparligi virknaðurin og avgerðin um at fremja samanleggingina ávikavist fáa virknað og verða tikin í sama roknskaparári.
Stk. 3. Tá treytirnar eftir stk. 1 og 2 eru loknar, verða kapitaleigararnir í innskjótandi kapitalfelag, sum fáa viðurgjald við kapitalpørtum, kapitaleigarar í einum ella fleiri av móttakandi kapitalfeløgunum.
Stk. 4. Viðurgjald kann ikki veitast fyri kapitalpartar í innskjótandi kapitalfelagnum, sum er ogn hjá kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini. § 31 og § 153, stk. 2 verða at nýta samsvarandi við kloyving.
Stk. 5. Kapittul 3 um stovnan, kapittul 10 um at hækka kapitalin og kapittul 14 um at avtaka kapitalfelagið verða ikki at nýta í sambandi við eina kloyving uttan so, at tað skilst á ásetingunum um kloyving, sbr. §§ 254-270.
Stk. 6. Verður eitt nýtt kapitalfelag skapað við kloyvingini, og verða høvuðsleiðsla og grannskoðari ikki vald beint eftir, at aðalfundurin hevur samtykt kloyvingina, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir hetta verða hildin aðalfundur í nýggja kapitalfelagnum, har evsta leiðsla og møguligur grannskoðari verða vald. Aðalfundurin skal harumframt taka avgerð um, hvørt komandi ársroknskapir kapitalfelagsins skulu verða grannskoðaðir, um kapitalfelagið ikki er fevnt av grannskoðanarskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.”
151. § 269, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Samtykta kloyvingin skal fyri hvørt kapitalfelag verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at kloyving er samtykt í øllum teimum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í kloyvingini. Hvørt av teimum móttakandi kapitalfeløgunum kann skráseta ella fráboða kloyvingina vegna luttakandi kapitalfeløgini. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í § 263, stk. 7, nr. 3-7. Samtykta kloyvingin kann í fyrsta lagi verða skrásett, tá kloyvingin hevur fingið rættarvirknað eftir § 268, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Samtykta kloyvingin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, í seinasta lagi tá ið freistin at senda inn ársfrásøgnina fyri tað tíðarskeið, tá kloyvingin fær roknskaparligan virknað, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya sambært § 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina. Verður farið út um aðra av hesum freistum, er avgerðin um at fremja kloyvingina ikki longur galdandi, og ein møgulig kloyvingarætlan eftir § 255 verður mett at vera fallin burtur.”
152. Yvirskriftin til § 270 verður orðað soleiðis:
“Einfaldari mannagondir fyri loddrættar kloyvingar”
153. Í § 270 verður sett sum stk. 2:
“Stk. 2. Íkoma við kloyvingini eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg, og verða kapitalpartarnir í hesum feløgunum latnir kapitaleigarunum í innskjótandi felagnum lutfalsliga við teirra kapitalpartar í innskjótandi felagnum ella atkvøður í innskjótandi felagnum, verða ásetingarnar í §§ 256, 257 og 259 og § 266, stk. 1 ikki nýttar.”
154. 1) Í § 271, stk. 1, 2. pkt. og í § 276, stk. 1, 3. pkt., verður “eina metingarfrágfreiðing, sum verður gjørd eftir §§ 36-38” broytt til: “eina metingarfrágfreiðing, sum verður gjørd eftir §§ 36- 37, ávikavist ein leiðsluváttan eftir reglunum í § 38”.
155. Í § 271, stk. 1 verður sett sum 4. pkt.:
“§ 31 verður nýtt samsvarandi í sambandi við umskapan av smápartafelag til partafelag.”
156. Í § 276, stk. 1 verður sett sum 4. pkt.:
“§ 31 verður nýtt samsvarandi í sambandi við umskapan av partnarafelag til partafelag.”
157. § 278 verður orðað soleiðis:
“§ 278. Høvuðsleiðslan í lutafeagnum stovnar og undirskrivar í felag eina umskapanarætlan, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Lutaeigararnir kunnu í semju avgera, at ein umskapanarætlan ikki skal gerast, sbr. tó § 335, stk. 2 og 3.
Stk. 3. Umskapanarætlanin skal innihalda upplýsingar og ásetingar um
1) navn og møgulig hjánøvn lutafelagsins fyri og eftir umskapanina,
2) heimstað lutafelagsins,
3) viðurgjaldið til lutaeeigararnar,
4) nær partabrøvini í partafelagnum geva rætt til vinningsbýti,
5) tey rættindi í partafelagnum, sum verða givin teimum, sum møguliga hava eigarapartar og skuldarbrøv við serligum rættindum í lutatafelagnum fyri umskapanina,
6) aðrar møguligar fyriskipanir til fyrimuns fyri tey, sum hava teir í nr. 5 nevndu eigarapartar og skuldarbrøv,
7) skráseting av partabrøvum, sum verða veitt sum viðurgjald, umframt møguliga latan av partabrøvum,
8) ein og hvønn serligan fyrimun, ið sum partur av umskapanini verður givin limunum í leiðslu felagsins, og
9) uppskot til viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29, fyri partafelagið eftir umskapanina.”
158. 1) Í § 279, stk. 1 verður “har umskapanarætlanin verður greinað og grundað” broytt til: “har greitt verður frá og grundgivið fyri umskapanini, heruppií eini møguligari umskapanarætlan, sbr. tó stk. 2”
159. § 280 verður orðað soleiðis:
“§ 280. Er umskapanarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan viðvíkur, er liðið, skal millumjavni gerast, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Er talan um eina umskapan, har umskapanarætlan ikki er gjørd, sbr. § 326, stk. 2, skal tað fyri viðkomandi smápartafelag gerast ein millumjavni, um avgerðin um ikki at gera eina umskapanarætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan viðvíkur, er liðið, sbr. tó stk. 4.
Stk. 3. Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tær reglur, sum smápartafelagið ger ársfrásøgn eftir, má ikki hava ein uppgerðardag, sum er meira enn 3 mánaðir fyri, at umskapanarætlanin verður undirskrivað. Millumjavnin skal vera grannskoðaður, um smápartafelagið er fevnt av grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Stk. 4. Uttan mun til um ein møgulig umskapanarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan smápartafelagsins viðvíkur, er liðið, kunnu smápartaeigararnir í semju avgera, at ein millumjavni skal ikki gerast.”
160. Í yvirskriftini áðrenn § 282 verður “umskapanarætlanini” broytt til: “ætlaðu umskapanini, heruppií eini møguligari umskapanarætlan.”
161. § 282, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Eitt ella fleiri óheft sakkøn metingarfólk gera skrivligt ummæli av umskapanarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini umskapan, har umskapanarætlanin er vald frá, sbr. § 278, stk. 2, skal metingarfólkið geva eitt skrivligt ummæli av ætlaðu umskapanini, heruppií viðurlagnum, sbr. stk. 4. Lutahavararnir kunnu í semju avgera, at tað ikki skal gerast eitt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu umskapanina.”
162. Í § 283, 1. pkt. verður eftir “eftir umskapanina” sett: “í mun til felagisins verandi støðu”.
163. § 284, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 283, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í lutafelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir umskapnina, ella er váttan um støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngering Skráseting Føroya eftir § 285, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngeringina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið.”
164. § 284, stk. 6 verður strikað.
165. Yvirskriftin áðrenn § 285 verður orðað soleiðis:
“Innlatan av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, heruppií møgulig umskapanarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna”
166. § 285 verður orðað soleiðis:
“§ 285. Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig umskapanarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av umskapanarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av umskapanarætlanini ikki almannakunngerast, og umskapanin kann tí ikki samtykkjast.
Stk. 2. Hevur smápartafelagið avgjørt ikki at gera eina umskapanarætlan, sbr. § 278, stk. 2, skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um navn og skrásetingartal smápartafelagsins.
Stk. 3. Váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna, sbr. § 283, 1. pkt., skal sendast Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. Er møguleikin brúktur at velja váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna frá, sbr. § 283, 2. pkt., skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um navn og v-tal smápartafelagsins.
Stk. 5. Móttøkan av upplýsingum og møguligum skjølum, sbr. stk. 1-4, verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. Hava kravánararnir rætt at fráboða krøv síni, sbr. § 284, skal hetta upplýsast í almannakunngerðingini frá Skráseting Føroya.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur, tá ið smápartafeløg almannakunngera møguliga umskapanarætlan og møgulig skjøl, ið fylgja við.”
167. § 286 verður orðað soleiðis:
“§ 286. Avgerðin um at fremja eina umskapan kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. § 285, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi § 285, stk. 1 ella 2, og viðvíkjandi § 333, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini.
Stk. 2. Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 285, meta, at kravánararnir í partafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir umskapanina, kunnu smápartaeigararnir í semju, eftir at Skráseting Føroya, sbr. § 285, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, avgera at víkja frá freistini eftir stk. 1.
Stk. 3. Í eini umskapan, har eingin umskapanarætlan er gjørd, sbr. § 278, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir § 285, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja umskapanina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. § 283, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í smápartafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir umskapanina.
Stk. 4. Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av umskapanini.
Stk. 5. Fremjanin av umskapanini skal vera í samsvari við umskapanarætlanina, um ein umskapanarætlan er gjørd. Verður umskapanin ikki samtykt í samsvari við eina møguliga almannakunngjørda umskapanarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur.
Stk. 6. Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá smápartaeigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina umskapan skal takast uttan so, at smápartaeigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri smápartaeigararnar undan aðalfundinum ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 7:
1) Umskapanarætlanin.
2) Góðkendu ársfrásagnir smápartafelagsins 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til.
3) Umskapanarfrágreiðing.
4) Millumjavni.
5) Metingarfrágreiðing um apportinnskot.
6) Ummæli metingarfólksins av ætlaðu umskapanini, heruppií av eini møguligari umskapanarætlan.
7) Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum.
Stk. 7. Smápartaeigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk. 6.”
168. § 287, stk. 1 verður strikað og í staðin verður sett:
“§ 287. Avgerð um umskapan verður tikin av tí felagsstovni, sum hevur heimild at broyta viðtøkurnar. Avgerðin verður tikin við tí fleirtali, sum krevst fyri at taka avgerð um at strika felagið, tó í minsta lagi við undirtøku av 4/5 av smápartaeigarunum ella atkvøðunum hjá hesum, tá ið atkvøðugreiðsla fer fram við støði í umsetningi el. tíl. Er smápartafelagið undir tvingsilsavtøku, kann avgerð um umskapan einans takast, um útlutan til smápartaeigararnar ikki er byrjað, og um smápartaeigararnir samstundis avgera at strika tvingsilsavtøkuna. § 31 verður at nýta samsvarandi, tá ið eitt smápartafelag verður umskapað til eitt partafelag.
Stk. 2. Í eini umskapan, har avgjørt er ikki at gera eina umskapanarætlan, sbr. § 326, stk. 2, skal høvuðsleiðslan upplýsa um týðandi viðurskifti, undir hesum um munandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðarskeiðinum millum fíggjarjavnadagin í seinastu ársfrásøgn ella undantaksváttan og aðalfundin.
Stk. 3. Um umskapanarætlan ikki verður gjørd, sbr. § 326, skal støða takast til hesi viðurskifti í sambandi við, at umskapanin verður samtykt:
1) Navn og møgulig hjánøvn smápartafelagsins.
2) Viðurgjaldið fyri partarnar í umskapaða smápartafelagnum.
3) Nær partabrøvini, sum møguliga verða latin sum viðurgjald, geva rætt til vinningsbýtið.
4) Viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29.”
Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 4-6.
169. § 289 verður orðað soleiðis:
“§ 289. Samtykta umskapanin skal fyri smápartafelagið verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at umskapanin er samtykt. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í § 286, stk. 6, nr. 3-7, um tey eru gjørd.
Stk. 2. Samtykta umskapanin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya eftir § 285, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina. Verður farið út um freistina, er avgerðin um at fremja umskipanina ikki longur galdandi, og ein møgulig umskapanarætlan eftir § 278 verður mett at vera fallin burtur.
Stk. 3. Ein umskapan frá smápartafelag til partafelag kann skrásetast, tá ið:
1) Smápartaeigararnir hava avgjørt at umskapa, sbr. § 287, stk. 1.
2) Krøvini hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir § 284, eru avgjørd.
3) Treytirnar í § 335, stk. 4 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar.
4) Krøvini hjá smápartaeigarunum um samsýning eftir § 288 eru avgjørd uttan so, at nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu umskapanina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi.
5) Ein stjórn er sett.
Stk. 4. Umskapanin av einum smápartafelag til partafelag verður mett at vera framd, tá ið viðtøkur felagsins eru broyttar soleiðis, at tær lúka krøvini fyri partafeløg, og tá ið umskapanin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 5. Upptøkan í eigarabókina og møgulig latan av partabrøvum má ikki fara fram, fyrr enn umskapanin er skrásett.
Stk. 6. Eru 3 ár liðin eftir umskapanina, uttan at øll, sum hava rætt til tess, hava biðið um at vera upptikin í eigarabók felagsins, kann høvuðsleiðslan við eini almannakunngering í kt-skipan Skráseting Føroya heita á hesi um at venda sær til felagið innan fyri 6 mánaðir. Um eingin hevur vent sær til felagið, tá ið freistin er farin, kann nevndin fyri rokning partaeigaranna avhenda partabrøvini. Felagið kann draga kostnaðin av almannakunngeringini og avhendanini frá søluvinninginum. Er søluvinningurin ikki heintaður í seinasta lagi 3 ár eftir avhendanina, fellur upphæddin til felagið.
Stk. 7. §§ 42-44 verða at nýta samsvarandi, um umskapaða partafelagið ognar sær ognarvirði frá einum partaeigara, sum er felagnum kunnugur, í upp til 24 mánaðir eftir, at umskapanin er skrásett.”
170. Í yvirskriftini til kapittul 17 og í § 290, § 291, stk. 6, og § 292, stk. 3, verður “einum øðrum marknaði” broytt til “multilateralur handilsfasilitetur”.
171. § 299, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Deildin skal hava eitt navn og kann hava hjánøvn. Deildin skal í navni sínum og møguligum hjánøvnum hava navnið hjá útlendska høvuðsfelagnum við ískoyti av orðinum “deild” og møgulig hjánøvn við ískoytinum "deild" og við greiðari tilskilan av tjóðskapinum hjá útlendska felagnum. Annars verður § 2, stk. 1- 3, og § 3 nýtt samsvarandi upp á navn og møgulig hjánøvn hjá deild.”
172. Aftan á § 309 verður sum nýtt kapittul 19 a sett:
“Kapittul 19 a
Íverksetarafeløg
§ 309 a. Ásetingarnar í hesi lóg um smápartafeløg verða at nýta fyri íverksetarafeløg, um ikki annað er ásett í hesum kapitli.
Stk. 2. Eitt íverksetarafelag skal hava ein felagskapital, sum í minsta lagi er 1 kr. Felagskapitalurin kann einans skjótast inn kontant.
Stk. 3. Einans íverksetarafeløg kunnu og skulu í navni sínum brúka heitið “íverksetarafelag” ella styttingina “ÍVF”.
§ 309 b. Eitt íverksetarafelag skal á hvørjum ári seta í minsta lagi 25 prosent av yvirskoti felagsins til bundnan tiltakspening fyri at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins, til hesin tiltakspeningur saman við felagskapitalinum í minsta lagi er 50.000 kr.
Stk. 2. Eitt íverksetarafelag kann ikki gera av at luta út vinningsbýti, undir hesum serligt vinningsbýti, fyrr enn tiltakspeningurin saman við felagskapitalinum í minsta lagi er 50.000 kr.
§ 309 c. Aðalfundurin kann, við tí atkvøðumeiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting, gera av, at eitt íverksetarafelag skal umskrásetast til eitt smápartafelag, um felagið hevur ein felagskapital og tiltakspening at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins, sum, tá ið avgerðin verður tikin, er í minsta lagi 50.000 kr., sbr. § 33, stk. 1, 1. pkt.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri umskrásetingina, at eitt metingarfólk váttar, sbr. § 37, at felagskapitalurin er til staðar.
§ 309 d. Umskipanin av íverksetarafelag til smápartafelag verður mett at vera framd, tá ið viðtøkur felagsins viðvíkjandi felagskapitali og felagsheiti eru broyttar soleiðis, at tær lúka vanligu krøvini fyri smápartafeløg, og tá ið umskrásetingin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya. Sum partur av umskrásetingini verður tiltakspeningurin til at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins fluttur til felagskapitalin.”
173. Í § 313, stk. 2 verður eftir “endurgjaldsskyldu fyri” sett: “grannskoðarar,”.
174. § 319, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Brot á § 1, stk. 3, § 2, § 3, stk. 1, §§ 10 og 15, § 24, stk. 2, § 30, § 32, stk. 2 og 3, § 33, stk. 4, § 38, stk. 2, § 42 a, § 44, stk. 1, § 50, stk. 1, § 51, stk. 1, 2 og 6, § 52, § 53, stk. 1 og 2, §§ 54-56, § 57 a, stk. 1-3, §§ 58-61, 89, 98 og 99, § 101, stk. 3, 4, 7 og 8, §§ 108 og 113-119, § 120, stk. 3, §§ 123, 125, 127-134, 138, 139, § 139 a, stk. 1, nr. 1, § 160, 3. pkt., § 179, stk. 2, § 180, § 181, 3. pkt., § 182, stk. 3, § 190, stk. 2, 3. pkt., § 192, stk. 1, § 193, stk. 2, §§ 196, 198 og 202-204, § 205, stk. 1, § 206, § 207, stk. 3, § 210, § 214, stk. 2 og 3, § 215, stk. 1, § 218, stk. 2, § 227, stk. 2, §§ 228 og 234, § 291, stk. 6, § 292, stk. 3, § 299, § 301, stk. 2 og 3, og §§ 306, 308, 309, 309 a, 309 b og 311 verður revsað við bót. Eitt felag, sum ikki rættar avgerðir, tiknar í stríð við § 206 ella § 210, verður revsað við bót”.
175. § 319, stk. 4 verður orðað soleiðis:
”Stk. 4. Í fyriskipanum, settar sambært § 4, stk. 3, § 12, stk. 2, § 55, stk. 3, § 56, stk. 2, § 57, § 71, stk. 4, § 143, § 172, § 244, stk. 6, § 262, stk. 6, § 279, stk. 5, § 299, stk. 5 og § 285, stk. 6, kann verða ásett, at brot á ásetingarnar í fyriskipanunum verður revsað við bót.”
176. Í § 322, stk. 1 verður eftir “viðkomandi” sett: “sbr. tó stk. 2”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 34 (§ 57 a) kemur í gildi.
Í Tinganesi, 6. mai 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 87/2015
1) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019, har § 4 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020. Stk. 2. § 49, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 2, verður sett í gildi við kunngerð frá landsstýrismanninum. Stk. 3. Feløg, sum áðrenn ígildiskomu lógarinnar hava samtykt heimildir sbrt. § 155, stk. 1 og 2 í vinnufelagalógini, sum innihalda møguleika at geva út handhavapartabrøv, kunnu nýta hesar heimildir fram til 1. januar 2021. Stk. 4. Handhavapartabrøv, sum eru givin út eftir § 48, stk. 2, 3. pkt. eftir higartil galdandi vinnufelagalóg, ella sum verða givin út eftir heimildum, nevndar í stk. 3, kunnu framvegis vera nýtt eftir, at lógin er komin í gildi.”