Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juni 2008Nr. 56
Løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 56 frá 26 mai 2010
(Hvítvaskløgtingslógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Lógarøki
§ 1. Lógin fevnir um fylgjandi fyritøkur og persónar:
1) Realkredittstovnar.
2) Lívstryggingarfeløg og tvørgangandi pensjónskassar.
3) Tryggingarmeklarar, tá hesir formidla lívstryggingar ella aðrar íløgurelateraðar tryggingar.
4) 1) Deildir hjá útlendskum fyritøkum her í landinum, tá hesar útinna virksemi eftir nr. 1- 3 5 og 6.
5) Fyritøkur og persónar, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi gjaldoyraveksling, ella at flyta pengar og virði.
6) 1) Aðrar fyritøkur og persónar enn teir í nr. 1-5 nevndu og í § 1, stk. 1, nr. 1, 3, 4, 6, 7, 9 og 10 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, nevndu, sum vinnuliga útinna eitt ella fleiri av tí í skjali 1 nevnda virksemi.
7) Løggildir og skrásettir grannskoðarar.
8) 1) Fyritøkur og persónar, sum annars lata somu veitingar, sum tær í nr. 7 í hesi lóg og § 1, stk. 1, nr. 13 og 14 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, nevndu persónsbólkar, heruppií eigindómsmeklarar, skattaráðgevarar og eksternir bókhaldarar.
9) Útbjóðarar av tænastuveitingum til fyritøkur, sbr. § 5.
Stk. 2. 1) Ásetingin í § 2 í hesi lóg verður nýtt fyri tey, sum handla við lutum og uppboðssøluhaldarar
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at lógin ikki skal vera nýtt upp á tær í § 1, stk. 1, nr. 1-9 nevndu fyritøkur ella persónar í teimum førum, tá Kommissjónin tekur avgerð um tað eftir artikkul 40 í direktivi 2005/60/EF (3. hvítvaskdirektiv) sbr § 1, stk. 2 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan.
Forboð ímóti kontantgjaldi
§ 2. Tað er forboðið handlandi og uppboðssølufólki at taka ímóti upphæddum í reiðum peningi áljóðandi kr. 100.000 ella meira, annaðhvørt goldið verður í einum ella fleiri gjøldum, ið sýnast at vera innanhýsis samanhangandi.
Um nýtslu av ásetingunum í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan. 1)
§ 3. 1) Ásetingarnar í §§ 3 og6-30 og § 35 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, verða nýttar tilsvarandi upp á persónar og fyritøkur, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-9, við teimum frávikum, sum ásett í hesi lóg.
Stk. 2. 1) Ásetingarnar um rættindi og skyldur hjá Statsadvokaten for Særlig Økonomisk Kriminalitet í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, verða nýttar samsvarandi, og § 7, stk. 5 í somu lóg verður nýtt samsvarandi upp á politiið.
Stk. 3. 1) Í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, verður lógarinnar § 9 nýtt samsvarandi upp á Tryggingareftirlitið og Skráseting Føroya; § 10 nýtt samsvarandi upp á landsstýrismannin; § 21, stk. 4 nýtt samsvarandi upp á landsstýrismannin; § 22 nýtt tilsvarandi upp á Tryggingareftirlitið; § 24, stk. 2 nýtt samsvarandi upp á Skráseting Føroya, sbr. § 16 í hesi løgtingslóg og Tryggingareftirlitið, sbr. § 18 í hesi løgtingslóg; § 25, stk. 5 nýtt samsvarandi upp á landsstýrismannin, § 29 nýtt samsvarandi upp á Tryggingareftirlitið.
Um nýtslu av ásetingunum í “lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”
§ 4. Ásetingarnar í “lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”, undantiki𠧧 18- 21, verða nýttar samsvarandi upp á persónar og fyritøkur, fevndar av § 1, stk. 1, nr. 1-6, við teimum frávikum, sum ásett í hesi lóg.
Stk. 2. Ásetingin í § 3, stk. 2 í “lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”, verður nýtt samsvarandi upp á Tryggtingareftirlitið.
Stk. 3. Ásetingar um allýsing av hvítvaski og fígging av yvirgangi eru í §§ 6 og 7 í hesi lóg.
Allýsingar
Útbjóðarar av tænastuveitingum til fyritøkur
§ 5. 1) Ein og hvør, sum ikki er fevndur av § 1, stk 1, nr. 7 í hesi lóg ella § 1, stk. 1, nr. 13 og 14 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, sum vinnuliga útinna niðanfyri nevnda virksemi:
a) Stovna vinnufeløg.
b) Virka sum, ella síggja til, at ein annar persónur virkar sum leiðslulimur í einari fyritøku ella sum er luttakari í einum íognarfelagi, ella situr í einum líknandi starvi í øðrum fyritøkum.
c) Lata heimstaðaradressu ella aðra adressu, ið á ein líknandi hátt er at rokna sum kontaktadressa, og hartil knýttar tænastur, vera tøk fyri eina fyritøku.
d) Virka fyri ella síggja til, at ein annar persónur umsitur ella stendur fyri einum grunni ella aðrari líknandi løgfrøðiligari skipan.
e) Virka fyri ella síggja til, at ein annar persónur virkar sum partaeigari fyri triðjamann uttan so, at hesin er ein fyritøka, hvørs ognarlutir v.m. verða seldir á einum stýrdum marknaði.
§ 5 a. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvat skal skiljast við "politisk udsatte personer" í § 3, stk. 1, nr. 6 í "lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme", sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, jbr. tilvísing í § 3, stk 1 í hesi lóg.
Hvítvask
§ 6. 1) Hvítvask í hesi lóg skal skiljast, sum hvítvask er allýst í § 4 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan.
Fígging av yvirgangi
§ 7. Fígging av yvirgangi skal í hesi lóg skiljast, sum fígging av yvirgangi er allýst í § 7, stk. 1 í lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler” viðvíkjandi gerðum, fevndar av § 7, stk. 2 í somu lóg.
Kanningar- og fráboðanarskylda
§ 8. 1) Ásetingarnar í § 8, stk. 2–4 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, eru eisini galdandi fyri persónar og fyritøkur, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 7 og 8 í hesi lóg. Eisini eru grannskoðarar, tá teir umboða viðskiftafólk í Skatta- og avgjaldskærunevndini, undantiknir fráboðanarskylduni eftir hesi løgtingslóg.
Stk. 2. 1) Ásetingarnar í § 13, stk. 4, pkt. 2 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, eru eisini galdandi fyri persónar og fyritøkur, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 7 og 8 í hesi lóg.
Samleikaprógv
§ 9. 1) Hóast § 13, stk. 1 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, kunnu lívstryggingar og pensjónskassar krevja samleikaprógv, eftir at kundasambandið er stovnað. Samleikaprógv skal tó krevjast í sambandi við ella áðrenn útgjald, ella tá móttakarin ætlar at gera sín rætt galdandi sbrt. tryggingarskjalinum.
Upplýsingar frá triðjapersóni
§ 10. 1) Ásetingin í § 17, stk. 1 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, skal nýtast samsvarandi upp á tryggingarfeløg og tryggingarmeklarar.
Herd krøv til samleikaprógv o.a.
§ 11. 1) Ásetingin í § 19, stk. 2, nr. 2 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, skal nýtast tilsvarandi upp á fyritøkur og persónar, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1- 5.
Stk. 2. 1) Ásetingin í § 19, stk. 3 og 5 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, skal nýtast samsvarandi upp á realkredittstovnar.
Undantak frá kravinum um samleikaprógv
§ 12. 1) Sleppast kann undan kravinum til samleikaprógv í § 12 og § 19, stk. 2 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, tá talan er um niðanfyristandandi vørur og transaksjónir:
1) Lívstryggingar- og pensjónsavtalur, um so er, at árliga tryggingargjaldið ikki er hægri enn 1.000 evrur, ella um so er, at talan er um eitt eingangs tryggingargjald, ið ikki er hægri enn 2.500 evrur.
2) Lívstryggingar- og pensjónsavtalur, sum eru komnar í lag í sambandi við ein arbeiðssáttmála ella vinnuligt virksemi hjá tí tryggjaða, tó bert um avtalurnar ikki loyva møguleikanum fyri afturkeypi, ella kunnu nýtast sum trygd fyri einum láni.
3) Lívstryggingar- og pensjónsavtalur, har tryggingargjaldið skal skuldarførast á einari konto hjá viðkomandi viðskiftafólki í einum peningastovni.
4) 1) Lívstryggingar- og pensjónsavtalur, ið koma í lag í sambandi við ein arbeiðssáttmála ella vinnuligt virksemi hjá tí tryggjaða, sum hevur avmarkaðan afturkeypsrætt, tá samleikaprógvan er farin fram sbrt. § 12 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, um so er, at viðskiftafólkið nýtir afturkeypsrættin.
Deildir og dótturfyritøkur í triðjalondum
§ 13. 1) Ásetingarnar í § 24 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, skulu nýtast samsvarandi upp á fyritøkur, fevndar av § 1, stk. 1. nr. 1, 2, 5 og 6.
Innanhýsis reglur og útbúgving
§ 14. 1) Ásetingarnar í § 25, stk. 2 og 4 í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan skulu nýtast samsvarandi upp á persónar og fyritøkur, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 4.
Skráseting og eftirlit
§ 15. Persónar og fyritøkur, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 5 og 9 skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya fyri at kunna útinna hetta virksemið.
Stk. 2. Skráseting Føroya skal sýta at skráseta teir í stk. 1 nevndu persónar og fyritøkur, um nevndu persónar ella limir í leiðsluni ella veruligu eigararnir hava fingið dóm fyri revsiáløgd viðurskifti, og hesi viðurskiftini grunda stóran vanda fyri misbrúki av starvinum ella arbeiðinum, sbr. § 78, stk. 2 í revsilógini.
Stk. 3. Skráseting Føroya skal strika ein av teimum í stk. 1 nevndu persónum og fyritøkum, um ein skrásettur persónur, ella um ein limur í leiðsluni ella veruligu eigararnir av eini skrásettari fyritøku ikki lúka krøvini í stk. 2.
§ 16. Skráseting Føroya hevur eftirlit við, at fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, nr. 5 og nr. 7–9 halda hesa lóg og reglur settar sbrt. lógini. Skráseting Føroya hevur eisini eftirlit við, at fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 5 halda ”lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”.
Stk. 2. 1) Eftirlitið eftir stk. 1 við fyritøkum og persónum, fevnd av § 1, nr. 7-9, fer fram grundað váðameting.
Stk. 3. Fyritøkur og persónar nevndar í § 1, nr. 7–9 skulu lata Skráseting Føroya tær upplýsingar, sum neyðugar eru til nýtslu í sambandi við eftirlitið við, at hendan lógin ella reglur, settar sbrt. lógini, verða hildnar umframt í sambandi við eftirlitið við, at ”lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler” verður hildin.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann til hvørja tíð uttan rættarúrskurð við at vísa hóskandi heimild fáa atgongd til fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, nr. 5, við tí fyri eyga at innheinta upplýsingar, heruppií við eftirliti á staðnum.
Stk. 5. 1) Skráseting Føroya kann áleggja virkjum og persónum, sum eru nevnd í stk. 1, innanfyri eina freist, sum skrásetingin hevur ásett, at seta neyðug tiltøk í verk í førum, har brot er framt á hvítvaskløgtingslógina og tær reglur, sum eru ásettar smbrt. lógini "lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler
Stk. 6. 1) Skráseting Føroya kann nýta uttanhýsis hjálp til eftirlit eftir stk. 1.
§ 17. Landsstýrismaðurin kann fyri tær í § 15 nevndu fyritøkur og persónar áseta nærri reglur um fráboðanir til Skrásetingina, skráseting og almannakunngerðing, heruppií hvørjar upplýsingar skulu skrásetast.
§ 18. Tryggingareftirlitið hevur eftirlit við, at fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, stk. 1, nr. 1-4 og nr. 6, halda hesa lóg og reglur settar sbrt. lógini. Tryggingareftirlitið hevur eisini eftirlit við, at fyritøkur og persónar, fevndir av § 1, stk. 1, nr. 1-4 og 6 halda ”lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”, um hesar fyritøkur og persónar útinna pengaflytingar.
Stk. 2. 1) Persónar og fyritøkur nevnd í stk. 1, fevnd av § 1, nr. 6, skulu skrásetast hjá Tryggingareftirlitinum til tess at kunna útinna hetta virksemi.
Stk. 3. 1) Tryggingareftirlitið skal sýta at skráseta teir í stk. 2 nevndu persónar og virkir, um nevndu persónar ella limir í leiðsluni ella veruligu eigarar av virkinum eru dømd fyri revsiverd viðurskifti, og hesi viðurskiftini grunda stóran vanda fyri misnýtslu av starvinum ella arbeiðinum. Revsilógarinnar § 78, stk. 3 verður nýtt samsvarandi.
Stk. 4. 1) Tryggingareftirlitið skal strika úr skránni teir í stk. 2 nevndu persónar og virkir, um nevndu persónar ella limir í leiðsluni ella veruligu eigarar av einum skrásettum virki eru dømdir fyri revsiáløgd viðurskifti og hesi viðurskiftini grunda stóran vanda fyri misnýtslu av starvinum ella arbeiðnum. Revsilógarinnar § 78, stk. 3 verður nýtt samsvarandi
Stk. 5. 1) Fyritøkur og persónar nevnd í stk. 1 skulu lata Tryggingareftirlitinum tær upplýsingar, sum neyðugar eru til nýtslu í sambandi við eftirlitið við, at hendan lógin ella reglur, settar sbrt. lógini, verða hildnar umframt í sambandi við eftlirlitið við, at ”lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler” verður hildin.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann til hvørja tíð uttan rættarúrskurð við at vísa hóskandi heimild fáa atgongd til fyritøkur og persónar, fevnd av § 1, nr. 5, við tí fyri eyga at innheinta upplýsingar, heruppií við eftitliti á staðnum.
Stk. 7. 1) Tryggingareftirlitið kann áleggja teimum virkjum og persónum, sum eru nevndir í stk. 1, innanfyri eina freist, sum Tryggingareftirlitið hevur ásett, at seta neyðug tiltøk í verk í førum, har brot er framt á hvítvaskløgtingslógina, tær reglur, sum eru ásttar smbrt. lógini ella "lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler.
Kæruatgongd
§ 19. Avgerðir, tiknar av Tryggingareftirlitinum ella Skráseting Føroya eftir hesi lóg ella reglum, settum sbrt. lógini, kunnu av honum, sum avgerðin vendir sær til, í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi fekk boð um avgerðina, kærast til Vinnukærunevndina.
Revsing
§ 20. 1) Tilætlað brot ella brot av grovum ósketni á § 2, § 9, 2. pkt., § 15, stk. 1, § 16, stk. 3, § 18, stk. 2 og 3 í hesi løgtingslóg; á § 6, stk. 2, § 7, stk. 1, 2. pkt., stk. 3 og stk. 4, 1. pkt., § 11, § 12, stk. 1-6, § 13, stk. 1, 1. og 3. pkt., stk. 2, § 14, § 15, stk. 1, 1. pkt., § 15, stk. 2, § 19, stk. 1, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3-5, § 23, stk. 1, 1. pkt., stk. 2 og stk. 3, 1. pkt., § 24, § 25, stk. 1-3, § 27, stk. 1, § 30, 2. pkt. og § 34, stk. 3, í "lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme", sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, verður revsað við bót. Tilætlað brot, ella brot av grovum ósketni á § 35, stk. 2 í "lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme", sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, verður revsað við bót uttan so, at harðari revsing er ásett eftir tí fyri Føroyar galdandi revsilóg
Stk. 2. Er talan um serliga grov ella umfatandi tilætlað brot á § 2 í hesi løgtingslóg; § 7, stk. 1, 2. pkt., stk. 3 og stk. 4, 1. pkt., § 12, stk. 1-6, § 14, § 15, og § 23, stk. 1, 1. pkt., stk. 2 og stk. 3, 1. pkt., í “lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, kann revsingin hækka til fongsul upp í 6 mánaðir.
Stk. 3. Í reglum, settum við heimild í lógini, kann verða ásett revsing við bót fyri brot á ásetingarnar í reglunum.
Stk. 4. 1) Letur ein persónur ella fyritøka vera við at lúka tær skyldur, sum áliggja teimum eftir § 15, stk. 3 og § 18, stk. 5, kann ávikavist Skráseting Føroya og Tryggingareftirlitið sum tvangsmiðil áleggja persóninum, fyritøkuni ella teimum persónum, sum hava ábyrgdina av fyritøkuni, dagbøtur ella vikubøtur.
Stk. 5. 1) Við bót verður revsaður pesónur ella fyritøka, sum ikki ger eftir eini álegging, givin eftir § 18, stk. 7.
Stk. 6. 2) Tilætlað brot, ella brot av grovum ósketni á § 9, stk. 1, 2, 4 og 6, § 10, stk. 3, § 11, stk. 1, §§ 12, 13, 15, og 16, umframt § 17, stk. 4 og 6 í “lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”, verður revsað við bót. Eru serliga tyngjandi umstøður, kann revsingin hækka til fongsul upp til 6 mánaðir.
Stk. 7. Letur ein persónur ella fyritøka, fevnd av “lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”, vera við at lúka tær skyldur, sum áliggja teimum eftir § 15, stk. 3 og § 18, stk. 3 í hesi løgtingslóg, kann ávikavist Skráseting Føroya og Tryggingareftirlitið sum tvangsmiðil áleggja persóninum, fyritøkuni ella teimum persónum, sum hava ábyrgdina av fyritøkuni, dagbøtur ella vikubøtur.
Stk. 8. Feløgum o.ø. (juridiskir persónar) kann verða áløgd revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Ígildiskoma
§ 21. Henda løgtingslógin kemur í gildi 1. juli 2008.
Skiftisregla
§ 22. Ásetingarnar í § 15, stk. 2 og 3 eru ikki galdandi fyri fyritøkur og persónar, sum, tá henda løgtingslógin kemur í gildi, útinna virksemi, fevnt av § 1, stk. 1, nr. 5 og 9.
Tórshavn, 9. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørt Samuelsen (sign.)
Lm. nr. 195/2007
Skjal 1 1)
3. Móttøka av innlánum og aðrari ogn, sum skylda er at afturrinda
4. Útlánsvirksemi, heruppií
- forbrúkarakredittir
- realkreditlán
- factoring og diskontering
- handilskredittir, heruppií forfaitering
7. Fíggjarlig leasing
8. Útgáva og umsiting av gjaldmiðlum (kreditkort, ferðakekkar, bankaveklsar)
9. Borgan og trygdir
10. Transaksjónir fyri egnu ella kunda rokning viðvíkjandi
- peningamarkanaðarinstumentum (kekkar, vekslar, innskotsprógv o.a)
- gjaldoyramarknaðinum
- fíggjarligum futures og opsjónum
- gjaldoyra- og rentuinstumentum
- virðisbrøvum
13. Viðvirkan til útgávu av virðisbrøvum (emmissión) og tænastuveitingar í tí sambandinum
14. Ráðgeving til virkir viðvíkjandi kapitalstrukturi, ídnaðarstrategi og tílíkum spurningum og ráðgeving og tænastuveitingar viðvíkjandi samanlegging og keypi av virkjum
15. Peningaformidling (money broking)
16. Porteføljuumsiting og - rágeving
17. Varðveitsla og umsiting av virðisbrøvum
18. Boksútleigan