Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 05-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 57 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 57

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)

(Heimildir hjá landsstýrismanninum at seta tiltøk í verk mótvegis kommunalum samstørvum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (Kommunustýrislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 33, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Er einki annað ásett, er uppskot samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.”

 

2.    Í § 48, stk. 1 verður aftan á “kommununum“ sett: “og kommunalum samstørvum”.

 

3.    Í § 55, stk. 6 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:

“Ásetingar í stk. 1-5 eru eisini galdandi fyri kommunusamstørv, ið eru ásett í aðrari lóggávu.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 15/2017